hósdagur 14. januar 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 14. JANUAR 1999
Tað er ikki ókent úr
gørum londum, at
klassiskur tónleikur og
rocktónleikar fella
saman í eina hægri eind.
Eitt tað besta dømid um
hetta er London
Symphony Orchestra,
sum fyri nøkrum árum
síðani setti sín serliga
dám á log hjá
rockbolkinum Queen
JONHARD HAMMER
Tann best umtókti føroyski
tónleikabólkurin nakrantíð
— sum hevur spælt síðani
miðskeiðis í åttatiårunum —
fer nú saman við Føroya
Symfoniorkestri at gera
eina rockopera.
Framførslan verður í okt-
JONHARD HAMMER
Hesi orðini eigur ein av
limunum í Frændum,
Rani Nolsøe. Hann sigur,
at tað var symfonior-
kestrið, sum vendi sær til
teirra og spurdi um teir
vildu lata nøkur løg til
eina konsert.
— Hetta søgdu vit sjálv-
andi ja til, sigur Rani
Nolsøe.
— Tað er fantastiska
lekkurt at hoyra Elton
John o.a., sum hava eitt
symfoniorkestur aftan-
fyri seg, tá teir spæla,
sigur tann elsti av Frænd-
unum.
— Tað at fáa møguleik-
an at spæla live og hava
eitt heilt symfoniorkestur
aftanfyri seg er nakað,
ober mánaði, og hetta verð-
ur tann árliga heystkonsert-
in hjá Føroya Symfoni-
orkestri.
Frændur hevur valt út
sjey løg, sum teir halda
rigga best til endamálið, og
so fer ein dani at seta tey út
fyri symfoniorkestur, kór og
rockorkestur.
ein bert hevur droymt um,
men sum nú gerst veruleiki,
sigur Rani.
Hann torir at lova, at for-
oyingar kunnu gleða seg til
eina góða, klassiska rock-
konsert, sum uttan iva fer
at standa mát við útlendskar
konsertir av hesum slag.
— Fyri okkum er tað ein
fantastiskur kjansur at fáa,
og vit taka gleðiliga ímóti
tilboðnum frá symfonior-
kestrinum, sigur Rani og
vísir m.a. á, at teir her hava
møguleika fyri at spæla við
eitt nú rættiligum strúkarum
í staðin fyri »kunstigum«.
Frændur liva enn
Seinastu árini hevur verið
eitt sindur av útskifting í
manningini hjá Frændum.
Bulurin hevur altíð verið
tíðindablaðið
Fyri at tryggja sær at hetta
verður gjørt ordiligt og á so
høgum stødi sum gjørligt,
so hava vit fingið ein pro-
fessionellan mann sum dag-
liga arbeiðir við slíkum, sig-
ur Poul Jákup Thomsen úr
symfoniorkestrinum.
Nógv orka verður løgd í
at útsetingin er í lagi. Tað
Føroya folk fær eina
klassiska rockkonsert
Steintór, Rani og Eyðun. og
bæði Steintór og Eyðun
hava havt solo-projekt koyr-
andi við síðuna av. Men tað
merkir ikki, at Frændur eru
sovnaðir.
— Fyri okkum kann tað
fyri sovítt gera tað sama, um
tað eitur Millum Frændur,
Eyðun Nolsøe Band ella —
hvor veit — Rani Solo. Hetta
verður so ein møguleiki hjá
okkum at geva Frændur-løg
út saman við einum heilum
symfoniorkestri á eini
møguligari fløgu, sigur
Rani Nolsøe, sum sostatt
avdúkar, at vit kanska
kunnu vænta eina nýggja
fløgu frå Frændum einaferð
í framtíðini.
Tað verða sjálvandi eisini
teir tríggir Steintór, Rani og
Eyðun, sum vera á konsert-
er sera kostnaðarmikið at
seta slíkan tónleik út til
symfoniorkestur, kór og
rockorkestur — tað liggur
um eini 70.000 krónur.
Hesar pengar hevur sym-
foniorkestrið fingið oljufel-
agið Statoil at gjalda, og
hetta er grundarlagið fyri.
at tiltakið yvirhøvur verður
ini saman við symfoni-
orkestrinum. Men tað er
enn ikki greitt, hverjir
aðrir tónleikarar verða
við á konsertini.
— Tað veldst um so
nógv — hver hevur stund-
ir, hvor hevur hug o.s.fr.
Tað fer at krevja nógv av
tónleikarunum. Vit ætla
at venja nógv, og tað skal
eisini vera pláss fyri eini
intensivari venjingarlegu,
so tad skal vera so gott
sum gjørligt. Nú fyri-
treytirnar fyri eini g60ari
konsert eru til stadar,
skulu vit so avgjørt gera
okkara til, at hon skal
eydnast so væl sum gjør-
ligt, sigur Rani Nolsøe at
enda vid Sosialin.
til nakað.
Gera nógv burtur úr
— Hetta er ikki eitt hålvlunk-
að tiltak, sigur Poul Jákup
Thomsen.
— Hetta verður gjørt á so
høgum stødi sum gjørligt,
og skal vera eitt ordans
brak, og vit eru longu farnir
í gongd við fyrireikingarnar,
so vónandi eydnast hetta
væl.
Symfoniorkestrið fær
vanliga hjálp uttanífrá. um
onkrir tónleikarar vanta. So-
leiðis verður helst eisini í
hesun: føri, tí ætlanin er ikki
at spara upp á tonleikarar,
men at fáa verkið so gott
sum gjørligt.
Enn er ikki greitt, hvussu
stórt kórið verður, tí tað
veldst um, hvussu útseting-
in verður. Frontfigurarnir í
Frændum, Steintór Rasmus-
sen, Eyðun Nolsøe og Rani
Nolsøe, koma sjálvandi at
standa fyri sanginum, men
ikki er greitt, hverjar tón-
leikarar teir tríggir fara at
hava afturat sær.
Men øll vita, at tað teir
vanliga lata av tónleiki, er
dygdartónleikur.
Skapa áhuga fyri
klassiskum tónleiki
— Ein av orsøkunum til, at
Foroya Symfoniorkestur fer
at gera eina rockopera sam-
an við Frændum, er, at teir
hava gjørt nógv góð løg og
helst eru teir, sum hava
skapað mestinnan føroysk=
an tónleik, sigur Poul Jákup
Thomsen.
— Hetta verður eisini gjørt
fyri at vekja áhugan fyri
klassiskum tónleiki millum
ung, og ætlanin er ikki bert
at hava konsert í Norður-
landahúsinum, men um um-
støðurnar vera til tað, er ætl-
anin eisini at leggja leiðina
til Klaksvíkar, Eysturoynna
og Suðuroynna, sigur hann.
Fyri at so nógv sum gjørl-
igt kunnu fáa høvi til at
síggja og hoyra konsertina,
er ætlanin eisini at fáa loft-
miðlarnar við í tiltakið.
Eitt nú nýggjárskonsert-
in er sera væl umtókt mill-
um fólk, og vit halda, at fólk
kunnu fáa eina positiva
ímynd av klassiskum tón-
leiki, tá hann verður fram-
førdur á henda hátt, sigur
Poul Jákup Thomsen.
Kostnaðarmikið tiltak
Eitt sovorðið tiltak er sera
kostnaðarmikið. og 250.000
krónur skulu fáast til vega.
— Statoil stuðlar vid
70.000 krónum. og vónandi
fara fleiri at vilja stuðla ein-
um slíkum tiltakið. so vit
kunnu fáa tað so gott sum
gjørligt, sigur Poul Jákup
Thomsen.
Orsøkin til. at tað ikki
kostar meir, enn tað ger. er
tað nógva sjálvbodna ar-
beiðið, sum lættir sera nógv
um arbeiðið hjá teimum, ið
standa á odda fyri tiltakin-
um.