Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 15. JANUAR 1999 tíðindablaðið Form. í vinnuneyndini: Tað nýggja vaktarskipið lýkur ikki króvini: Vit eiga at biða nøkur ár — Tað eru so nógv mistók gjórd í sambandi við málið um vaktar- skip, og vit hava ikki ráð til eitt afturat. So ístað- in fyri at byggja eitt nýtt vaktar- skip í óðum verk- um, er skilabetri at leiga Beskytte- ren fyri at vita, hvussu hann riggar AKI BERTHOLDSEN Bíða í nøkur ár við ætl- anini at byggja nýtt vaktar- skip og leiga heldur Be- skytteren hesa tíðina Hetta er tann greiði boð- skapurin frá Heina O. Heinesen, formanni í vinnu- nevnd —løgtingsins, til nýggja landsstýrismannin í fiskivinnumålum, Jørgen Niclasen. Heini Heinesen sigur, at tað tíverri tykist sum um Landsstýrið longu framm- anundan hevur gjørt av, at Beskytteren skal ikki leig- aður og at eitt nýtt vakt- arskip skal byggjast sum skjótast Víst verður m.a. til, at Be- skytteren væl væl dýrari í rakstri enn Tjaldrið er og at hann er ikki so væl egnaður til bjargingararbeiði. Men formaðurin í vinnu- nevndini heldur ikki at hetta eru nóg góðar orsøkir til at avskriva Beskytteren í for- hond og at fara undir at byggja nýtt vaktarskip bein- anvegin. Tverturímóti heldur hann, at vit hava gjørt so nógv mistøk á hesum økin- um, at vit hava ikki ráð til at gera eitt afturat. — Tí mugu vit tryggja okkum, tey stig, vit taka á hesum øki, eru tey réttu, so at vit velja eina loysn, sum heldur nógv ár fram í tíðina Mistøkini, hann sipar til, eru sølan av Olav Halga, leigan av Nim og ikki minst málið um Nólsoyar Páll. -Vit mugu fyri alt í verðini vissa okkum um, at vit ikki gera slík mistøk aft- ur, tí eg veit ikki, hvussu nógvar hundrað milliónir, politikarar halda at vit eiga r 5 til undirsjóvartunnil, vaktar- skip. nýtt tinghús og aðrar stórar ætlanir. Bíðið við byggingina Heini O. Heinesen sigur. at hansara tilmælið tí er, at vit bíða við at taka støðu til at bygja eitt nýtt vaktarskip. Og vit kunnu gott bíða í nøkur ár, heldur hann. Hesa tíðina eiga vit at leiga Beskytteren til vakt- arskip undir Føroyum. Heini O. Heinesen sigur, at tað hevur stóran týdning, at tå ið vit fáa eitt nýtt vakt- arskip, verður tað eitt skip, sum er ein góð loysn nógv ár fram. Tað verður mangan sagt, at skipið, sum nú er ætlanin at byggja, er ein framtíðar- loysn. Men tað er formaðurin í vinnunevndini yvirhøvur ikki samdur i. Fyri mær at siggja er skipið, sum nú er ætlanin at byggja, ein loysn, sum nøkt- ar tørvin beint nú og ikki ein loysn, sum kann kallast ein framtíðarloysn. Ti eg haldi slett ikki, at tað lýkur krøvini, sum verða sett til eitt framtíðar vaktar- Eitt nú hevur skipið ongan tyrlupall. Og eg dugi illa at hugsa mær, hvussu vit kunnu fara inn í eina oljuvinnu við einum vaktar- skipi við ongum tyrlupalli. Ja, eg vil enntá reisa spurningin, um vit íkki í longdini høvdu havt líka nógv brúk fyri eini tyrlu, sum á einum vaktarskipi. --Svarið verður kanska, at skipið er meiri neyðugt. Men at vit byggja eitt nýtt vaktarskip við ongum tyrlupalli er heilt óskiljandi. — Tí haldi eg avgjørt, at vit eiga at bíða ímeðan vit royna Beskytteren. Tá ið vit so hava roynt Beskytteren eina tíð, kunnu vit taka stóðu til at byggja, og, hvat skip, vit skulu byggja. heldur Heini O. Heinesen. Leigið Beskytteren Heini O. Heinesen sigur, at vit tí eiga heilt avgjørt at leiga Beskytteren, kanska í nøkur ár. Tað skal ein góð frá- greiðing til at vit ikki skulu leiga Beskytteren eina tíð, kanska eitt áramál. — Og tað skal ein líkagóð frágreiðing til at vit skulu byggja eitt nýtt skip í óðum verkum. - Møguliga er Beskytte- ren dýrari í rakstri enn Tjaldrið er. - Men talan er eisini um eitt heilt annað skip. - Og eg ivist eisini í, um Beskytteren er so nógv dýr- ari í rakstri enn tað ætlaða, nýggja vaktarskipið er. Og veruleikin er væl, at vit kenna ikki rakstrar- tølini fyri Beskytteren fyrr- enn vit hava roynt hann í eina tíð. Tí tað eru eisini mong sum ivast í, at Beskytteren er so ónatúrliga dýrur i rakstri, sum sagt verður. — Tað veldst eisini um út- rokningargrundarlagið. Tað er greitt, at skal hann sigla við fullari ferð alla tíðina, kostar hann nógv. Formaðurin í vinnu- neyndini sigur, at Beskytte- ren kann geva okkum nakr- ar sera virðismiklar royndir í at arbeiða við einum stór- um vaktarskipi undir Før- oyum. Men nú verður sagt, at Beskytteren er væl egnaður til vaktarskip, men hann er ikki so væl egnaður til bjargingarskip? — Tað veldst væl eisini um, hverja bjarging talan er um. — Er talan um bjarging úti á víðum havi er tað neyðugt at hava eitt stórt og gott hav- gangandi skip. — Nýggja skipið, sum vit ætla at byggja, er eisini rættiliga stórt. Eg veit ikki, hvussu væl egnað tað er til bjarging inni undir landi. - Skulu vit hava eitt skip, sum er væl hóskandi til bjarging undir landi, er tað at byggja nýtt vaktarskip Tað er ikki ein framtíðarloysn at byggja eittnýtt vaktarskip við ongum tyrlupalli. Vit eiga at leiga Beskytteren, um tað so verður í nókur ár, tí hann kann geva okkum nakrar royndir í at arbeiða við einum stórum skipi. Imeðan kunnu vit so taka stóðu til nøguliga bygging einaferð afturat sigur Heini O. Heinesen formaður í vinnunevndini kanska eitt minni skip, vit hava brúk fyri Men er tað eitt lítið skip. sum Tjaldrið, vit hava brúk fyri, so er at siga tað Men tað tykist tíverri um Landsstýrið hevur læst seg fastan i eina ávísa loysn, og so eru tey ikki at vika men tá er vandin stórur fyri at vit gera eitt dýrt mistak afturat, sigur Heini O Heinesen | avsláttri og nógvum bíligum restum, og heldur fram til C. Ployensgøta 4 100 Tórshavn Tlf. 312531 Fax 312319