týsdagur 23. mars 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 23. mars 2010
Undanumfarið í kappingini
um Løgmanssteypið var
um vikuskiftið, har trý
lið spældu seg víðari
til 1. umfar, sum verður
leygardagin, tá átta dystir
eru á skránni
Tað ovasta av teimum seks lið
unum, sum spældu leygardagin,
FC Hoyvík, var vitjaði Royn. Har
eydnaðist hoyvíkingum á gras
vøllinum í Hvalba at vinna 2-1,
eftir at tað hevði verið 1-1 í hálv
leikinum.
Jørgen Meitilberg legði gestir
nar á odda longu í fimta minutti
við brotssparki, áðrenn Poul Poul
sen við einum góðum langskoti
javnaði til 1-1. Bara fimm minuttir
inn í seinna hálvleik skoraði Jørg
en Meitilberg aftur, hesa ferð til
2-1, og tann leiðslan helt dystin út
– hóast FC Hoyvík fekk ein mann
útvístan og síðstu 20 minuttir var í
minniluta á vøllinum.
MB og Skála, sum bæði fluttu
niður úr 1. deild eftir landskapping
ina í fjør, møttust í Miðvági, har MB
hevði eitt mestsum spildurnýtt lið,
meðan Skála hevði tað nógva av
fólkinum, sum eisini spældi við í fjør.
Skálamenn gjørdust teir drúgvari,
tí teir vunnu 2-0 við tveimum mál
um, sum bæði komu í fyrra hálvleiki.
Fyrst skoraði Jóhan Funn til 1-0 og
síðani Jørmund Joensen til 2-0 í ein
um dysti. Skála var klárt betra liðið,
men megnaði tó ikki at fáa fleiri enn
hesi bæði málini.
Undrið fingið ð
Triði dysturin var minst møguliga
havnaruppgerðin, tí tann dysturin
var millum FF Giza og Undrið, sum
spældu á Argjum. Undrið hevur skift
samleikan út og fingið eitt »ð«
skoytt upp í navnið, sum í eygunum
á fleiri hevur sæð út sum ein stavi
villa, men tó ikki hevur verið tað, tí
Undri var uppkallað eftir sínum
íslendska høvuðsstuðli.
Undrið var eisini liðið, ið fór við
sigrinum leygardagin, tí tað eydn
aðist at vinna 2-1 á FF Giza, og øll
málini komu í fyrra hálvleiki. Fróði
Vang legði FF Giza á odda við bein
leiðis frísparki, men góðar fimm
minuttir seinni gjørdi eitt sjálvmál,
at tað bleiv 1-1. Sigursmálið hjá
Undrinum skoraði Christian Vilhelm
við beinleiðis frísparki.
Tey trý vinnandi liðini eru sostatt
komin víðari til 1. umfar í kappingini
um Løgmanssteypið, sum verður
spæld leygardagin, tá dystirnir eru
hesir: HB-B36, Undrið-ÍF, AB-KÍ, B71-
Víkingur, EB/Streymur-NSÍ, B68-07
Vestur, FC Hoyvík-TB og FC Suðuroy-
Skála.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
FC Hoyvík, Skála og Undrið víðari
Í kvøld bresta tey bæði
fremstu kvinnuliðini í
Sunset-kappingini, Tjaldur
og Stjørnan, saman í fyrstu
FM-finaluni, sum verður
spæld í Runavík
FM-finalurnar í Sunset-kappingini
eru ein endurtøka frá í fjør, tá Stjørn
an eisini var á odda við landskapp
ingarenda, so fyrsta finalan var
spæld í Runavík. Ta ferðina vann
Tjaldur fyrsta dystin, og tá annar
dysturin var spældur í Klaksvík, vann
Tjaldur aftur og gjørdist føroya
meistari.
Men meðan kappingin í fjør var
rættiliga jøvn og spennandi, hevur
Stjørnan í nógv størri mun verið í
sínum egna serklassa í vetur. Og av
teimum seks dystunum í lands- og
steypakappingini, sum hava verið
millum liðini, hevur Stjørnan vunnið
teir fýra. Um hugt verður at innan
hýsis málúrtøkuni millum liðini í
hesum seks dystunum, er hon stór
liga til fyrimus fyri Stjørnuna: 157-
139.
Serliga knúsandi var sigurin í
fyrru hálvfinaluni í steypakappingini,
tá Stjørnan í Runavík vann við ikki
færri enn 11 málum, so alt var væl
og virðiliga avgjørt áðrenn seinnu
hálvfinaluna, og Stjørnan fór eisini
allan vegin og vann seinni steypa
kappingina.
Góða og stóra breidd
Eisini á stigatalvuni hevur Stjørnan
væl og virðiliga munin, tí við sínum
tilsamans 37 stigum eftir 20 umfør,
og tað eru seks stig fleiri enn Tjaldur,
sum endaði á 31 stigum. Síðstu
vikurnar hevur Tjaldur tapt fyri bæði
Neistanum og VÍF, umframt at liðið
bara vann við einum máli á VB.
Sostatt bendir alt á, at Stjørnan er
stórfavorittur undan FM-finalunum
í Sunset-kappingini, og eitt nú talar
stóra og góða breiddin hjá klaks
víkskvinnum fyri, at tær eru sera væl
fyri at taka greipuna í ár.
Hvussu væl tað gongur hjá Tjaldri,
er sera nógv tengt at, hvussu
útlendingarnir standa seg, og síðstu
dystirnar hevur sæð út til, at
Stjørnan hevur lagt seg væl eftir at
skerja eitt nú stórskjúttan, Adinu
Petrea. Tjaldur noyðist eisini at vera
Corneliu Rimbu fyriuttan, so á
pappírinum sær Tjaldur veikari út.
Men hetta eru finaludystir, har alt
kann henda, so kanska verður kort
ini talan um tveir javnar og spen
nandi dystir. Spurningurin er so, um
tað í ár verða tríggir finaludystir hjá
kvinnunum, ella um annað liðið fer
avstað við øllum við tveimum
sigrum beinanvegin.
Stjørnan stórfavorittur
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Stjørnan hevur í vetur havt
gott tak á Tjaldri, so tí eru
klakvíkskvinnur stórfavorittar,
nú fyrsta FM-finalan í Sunset-
kappingini verður spæld í kvøld
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Kvinnufinalistarnir
28/10 Tjaldur-Stjørnan
30-25
13/12 Stjørnan-Tjaldur
20-15
20/12 Tjaldur-Stjørnan
20-31
26/12 Stjørnan-Tjaldur
30-29
10/01 Tjaldur-Stjørnan
23-23
28/02 Stjørnan-Tjaldur
28-22
Finalurnar
23/03 Tjaldur-Stjørnan 19.00
25/03 Stjørnan-Tjaldur 19.00
27/03 Stjørnan-Tjaldur *)
*) Verður bert spæld, um liðini
vinna hvør sína av hinum báðum