týsdagur 23. mars 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. mars 2010 – Nr. 57
Nógv størsta ítróttarfelag
í landinum, Havnar Fim
leikafelag, hevur síðstu
dagarnar havt sínar árligu
fimleikaframsýningar
At tað kann taka sína tíð at
avgreiða árligu fimleikaframsýn
ingarnar, tá tú ert eitt so stórt
felag sum Havnar Fimleikafelag,
gekk sjón fyri søgn, nú felagið
hevði framsýningar bæði leygar
dagin og í gjárkvøldið.
Tilsamans var talan um 84 lið, ið
skuldu sýna fram, so neyðugt var
at deila tey sundur í fýra sýningar,
skuldi tað ikki gerast alt ov nógvur
maratondámur yvir tí.
Fimleikaframsýningarnar vóru í
ítróttarhøllini á Hálsi. Tríggjar tær
fyrstu vóru leygardagin og tann
síðsta í gjárkvøldið.
Byrjað
var
leygarmorgunin
klokkan 10 við smábørnum millum
hálvtannað og seks ára aldur, og
síðani varð hildið fram klokkan
13.30 við børnum úr 1. til og við 3.
flokk, áðrenn tey frá 4. til 6. flokk
sluppu framat klokkan 17.
Í gjárkvøldið klokkan 19 var so
tann síðsta framsýningin, sum
fevndi um vaksin, 7. flokk og eldri.
Allar framsýningarnar endaðu við,
at handaðar vórðu 5, 10 og 15 ára
nálir
og
ídnis
prógv.
Myndamaður okkara, Álvur
Haraldsen, var til nakrar av
framsýningunum, og á hesi
opnu sæst eitt úrval av
myndunum,
hann
tók
leygardagin
og
í
gjárkvøldið.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Armstrong ikki í Giro
Nýggja liðið hjá Lance Armstrong, Team Radioshack,
verður ikki við í stóru italsku súkklukappingini, Giro
d’Italia. Akkurát nú klandrast fyrireikararnir og
amerikansk súkklarin um, hví Radioshack ikki er við.
Armstrong sigur, at liðið boðaði longu frá hesum síðst í
januar, meðan stjórin fyri Giro d’Italia roynir at fáa tað at
ljóða, sum hann hevur steðgað Radioshack.
Sandro til Tottenham
Longu nú eru fleiri av liðunum í ensku Premier League
farin at hugsa um komandi kappingarár. Eitt teirra er
Tottenham, sum sigst vera ávegis at tryggja sær
brasilska miðvallarspælaran, Sandro, frá Internacional
fyri 75 milliónir krónur. Hann er í London til
læknakanning, og er hon í lagi, kemur hann til felagið í
august.
84 lið í fýra framsýningum