mikudagur 2. juni 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
14
Sosialurin
Kjak
Sjúrður Skaale endurtekur í
aftursvari til tíðargrein hjá
mær, at bókstavirnir x, q, z,
w og c verða mangan brúktir
í føroyskum fólkanøvnum og
av og á í landanøvnum. Tað
vita øll. Men hvussu fara vit
at stava sitrón, meksikanari
og sjokuláta, tá stavirnir eru
vorðnir fullgildugir føroyskir
stavir? Tann spurningurin er
framvegis ósvaraður.
Í veruleikanum kundu
lesarabrøv verið skrivað um
málsligar spurningar í allar
ævir, tí mál er mangan ein
spurningur um stíl. Onkr
um dámar betur ein altjóða
gjørdan stíl, kanska tí Mexico
virkar meira fínt og myndug
leikakent enn Meksiko, ella
tí viðkomandi hevur lært úr
donskum og enskum læru
bókum í skúlanum.
Stíllegur eru so ymiskar,
sum fólk eru, og ómøguligt
er at semjast um stíl, tí stílur
sprettur úr persóninum sjálv
um og tí, sum hann ella hon
hevur havt fyri sínum eygum
alla sína livitíð.
Sjúrður Skaale má og skal
skriva Mexico og ikki Meksi
ko, sigur hann, men skal
hann so skriva mexicanari og
mexicanska markið? Hví vil
hann ikki skriva meksikanari
og meksikanska markið eftir
vanligum føroyskum stavset
ingarhátti? Vil hann broyta
føroyska stavseting?
Hetta er bara tað, eg havi
spurt hann nakrar ferðir.
Stílurin hjá Sjúrði hevur nú
elvt til mikið orðaskifti um
stavrað og stavseting, og
tað hevur hann, tí Sjúrður
sum
løgtingsmaður
legði
uppskot fram um at broyta
stavraðið. Hann ætlaði at
hevja landsins politikarar
upp til at vera málfrøðingar!
Men tíbetur er løgtingið
so mikið at sær komið, at tað
veit, at Føroyar eiga veru
ligar málfrøðingar, og tí fekk
Sjúrður Skaale sítt uppskot
um stavraðið aftur í fangið
ósamtykt. Løgtingið gjørdi
í staðin av at seta niður eitt
málráð at taka sær av bók
stavum, máliskum og øðrum
meira
yvirskipaðum
mál
spurningum.
Og hetta var gott, tí har
hoyra
tílíkir
spurningar
heima. Fakkunnleikin skal
gera av, hvat ráðiligt er at gera
og broyta í málspurningum.
Fakkunnleikin kann best
rokna út avleiðingarnar av
broytingunum. Og hetta er
eisini tað, sum fakkunnleikin
sjálvur vil sleppa at gera.
Í november í fjør skrivaði
Jógvan í Lon Jacobsen, mál
nevndarformaður,
eina
hugvekjandi tíðargrein um
støðuna hjá føroyskum í al
tjóðagerðini.
Greinin
var
sprottin úr orðaskiftinum
um stavraðið, og boðskap
urin í endanum á greinini var
greiður. Hann skrivaði:
»Mín bøn til politikarar
nar skal tí vera: Latið mál
politikararnar
sleppa
at
avgera spurningin um stav
raðið, og brúkið tit heldur
orkuna upp á at orða ein yvir
skipaðan málpolitikk, har tit
greitt siga, hvat tit ætla at
gera fyri at styrkja og menna
tað føroyska málið, so tað
kann standa seg í kappingini
móti enskum og donskum, og
latið pengar fylgja við.«
Hetta er væl sungið, haldi
eg.
Uni Arge
Málsligar stíllegur og
annað trætigóðs
Bara eitt ár eftir at veðrið
varð yvirtikið sum føroyskt
málsøki, manglar landskass
anum pengar, fyri at kunna
halda avtaluna við danska
veðurstovnin DMI.
Einaferð fóru nakrir polit
ikarar undir at yvirtaka veðr
ið. Hetta var í teimum døg
unum, tá CHE-samgongan
ráddi fyri borgum. Nógvar
yvirtøkur stóðu á skránni
hjá samgonguni, og sjálv
andi valdu tey at raðfesta
tær bíligastu yvirtøkurnar
fyrst. Tað dýrasta skuldi
bíða til móti endanum á val
skeiðinum, tí so kundi onkur
annar arva tað fíggjarliga
upptakið.
Yvirskriftin í samgongu
skjalinum var ”Samhaldsfesti,
sjálvstýri,
møguleikar
og
menning” - so hví ikki byrja
við at yvirtaka veðrið?
Øll tey freku útsynnings
ælini, sum í áravís høvdu
skolað inn yvir oyggjarnar
á
donskum,
skuldu
nú
hava føroyskar regndropar,
og møguleikin var eisnin
nevndur,
at
Fróðskapar
setrið skuldi kunna granska
føroyska veðurlagið. Men
annars hendi ikki so nógv
í sambandi við yvirtøkuna.
DMI (Dansk Meteorologisk
Institut) skuldi framvegis
gera
veðurmátingarnar,
eingin bleiv settur í starv og
tænastan bleiv heldur ikki
betri. Tað einasta sum í roynd
og veru bleiv yvirtikið, var
sjálv rokningin. Nú skuldu
føroyingar sleppa at gjalda
fyri tænastuna.
Og so gongur eitt ár, og nú
er longu galið, tí nú mangla
pengar. Fíggjarliga óveðrið
rakti fyrri enn yvirtiknu
brúgvaløgini, og tí mugu vit
bara góðtaka at fáa nakrar
føroyskar regndropar, sum
vit ikki hava goldið fyri.
Kanska eitt syndur óheppið,
tá hugsað verður um yvir
skriftina
”Samhaldsfesti,
sjálvstýri,
møguleikar
og
menning”, men ein ælabogi
við føroyskum litum, er jú
ikki at forsmáa.
Yvirtøkur við
ongum endamáli
Hvørja ferð samgongusam
ráðingar eru, spælir spurn
ingurin um yvirtøkur ein
avgerandi leiklut, tí flokkarnir
á loysingarveinginum mugu
fyri ein og hvønn prís sleppa
at yvirtaka – um tað so
bara er okkurt. Og so endar
tað við, at mál sum ongan
týdning hava, verða yvirtikin,
ella uppaftur verri: Mál verða
yvirtikin, sum als ikki eru
búgvin til eina yvirtøku.
Tíðin má vera komin,
hvar ið vit, heldur enn bara
at yvirtaka fyri at yvirtaka,
seta okkum sum mál at fáa
alt tað at virka, sum longu er
yvirtikið.
Veðrið var ein av teimum
bíligu yvirtøkunum, so skaðin
er kanska ikki so stórur. Men
tá vit ikki klára at gjalda
eina so lítla yvirtøku, hvussu
hevði støðan so verið, um vit
yvirtóku okkurt av teimum
størru málsøkjunum?
Gott var, at vit sluppu av
við CHE-samgonguna áðrenn
hon fór í holt við tær størru
yvirtøkurnar, sum stóðu í
samgonguskjalinum, tí tær
kundu skjótt endað sum ein
vanlukka.
Helgi Abrahamsen
Strendur
Veðrið avlýst vegna
fíggjarligt óveður
Nógv kjak er komið, eftir
at fleiri ungmannafeløg og
harvið eisini Ungmanna
felagið
Samband
fóru
undir at viðgera mál um
rúsdrekka, samkynd og so
víðari. Tað tykist, sum vit
eru í einum kampi, har tað er
spurningurin, um vit blíva
kristnir fundamentalistar
ella anarkistar.
Ungmannafelagið Sam
band heldur, at kjakið um
hesi mál hevur fingið ein
skeivan rætning. Í staðin
fyri at tosa um, at tað skal
vera pláss fyri øllum í
okkara samfelag, og at øll
skulu góðtakast, homo- og
heteroseksuel, kristin og
vantrúgvandi, konufólk og
mannfólk o.s.fr. snýr kjakið
seg um, hvussu einstøk ung
bróta niður allan kristin
dóm í landinum.
Um treytin fyri at vit
skulu vinna rættvísi til øll
fólk uttan mun til húðarlit,
seksuella orientering, kyn
og politiskan lit er, at vit
verða skýrd at avkristna
Føroyar, so má tað verða
so og tekur millum annað
Ungmannafelagið
Sam
band, fulla ábyrgd fyri at
syrgja fyri hesum. Vit vilja
undir ongum umstøðum
góðtaka, at ávísir samfelags
bólkar ikki fáa innivist í
samfelagnum. Ei heldur
verður góðtikið, at hesi liva
undir øðrvísi korum enn vit
onnur. Vit eru øll borgarar í
Føroyum.
Bill Justinussen
kennir allan ungdóm
Tá Bill Justinussen í send
ingini Refleksjón sigur seg
kenna allan ungdóm, so
ljóðar tað løgið. Sambært
Bill Justinussen umboða
fýra ungmannafeløg ein
lítlan minniluta, meðan
Bill Justinussen kennir ein
meiriluta av ungdóminum,
og tey hava eina aðra fatan.
Hóast
Bill
Justinussen
kennir so nógv ung er
vert at bíta merki í, at
Miðflokkurin ikki sjálvur
megnar at manna eitt ung
mannafelag.
Mótreaktiónin,
sum
Bill
Justinussen
tosar
um, er júst tað, ið hendir.
Ungdómur vil ikki standa
modell til, at ávísir sam
felagsbólkar ikki fáa inni
vist í okkara samfelag.
Hetta er ikki ein hugsan,
ungdómurin kann standa
inni fyri.
Fyri at ungdómur skal
trívast í einum landi, skulu
karmarnir vera fyri tí. Ávísir
politikarar, har ímillum
Bill Justinussen, vilja, við
at lóggeva ímóti ávísum
bólkum í samfelagnum,
bróta niður teir karmar,
sum skulu fáa ung at venda
heimaftur at búseta seg.
Ungmannafeløgini
hava
ligið still, og tískil hevur
einki mótspæl verið, og
snævur skygdar hugsanir
hava
fingið
frítt
spæl.
Henda tíðin er vónandi
farin, og vit kunnu aftur
liva í einum fólkaræði, har
pláss er fyri mær og tær og
okkum
Funda
mentalist
ella anarkist,
tú velur!
Arne Winthereig