fríggjadagur 9. juni 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
JÁKUP MØRK
7. mei, NSÍ-HB 1-1, An-
drew av Fløtum javnar
fyri HB
19. mei, HB-VB 2-2,
Andrew av Fløtum javnar
fyri HB
1. juni, HB-VB 6-2,
Andrew av Fløtum skjýt-
ur 4 av málunum hjá HB
4. juni HB-B68 3-4,
Andrew av Fløtum leggur
HB á odda 1-0
7. juni, FS Vágar-HB 0-
2, Andrew av Fløtum
skjýtur bæði málini hjá
HB
Sjálvsálitið
Jú, av sonnum kann sig-
ast, at maðurin við 10-
talinum á rygginum hjá
havnarliðnum hevur gjørt
um seg seinastu tíðina.
Árið í fjør var hann í
stóran mun darvaður av
skaðum, og eisini í ár
hevur hetta verið ein
trupulleiki hjá honum,
men skal dømast eftir
yvirlitinum omanfyri, so
er einki at ivast í, at hetta
nú er lagt aftur um bak.
Eftir dystin móti vága-
monnum mikukvøldið var
Andrew enn einaferð
maðurin í fokus, tó at
hann kanska ikki sjálvur
tóktist so greiður um hetta,
tá vit hittu hann umborð á
Ternuni. Vit spurdu hann,
hví tað gongur somikið væl
í løtuni:
- Hatta var sjálvandi ein
deiligur dystur hjá mær,
men eg dugi ikki at siga, hví
tað gongur so væl júst nú.
Kanska hongur tað saman
við, at sjálvsálitið er í lagi.
Ikki bert talent
Er hetta samstundis eitt tek-
in um, at tú ert um at blíva
meira enn bara eitt talent,
ella hvussu?
- Tað hopi eg í hvussu so
er at sleppa av við nú. Tað
er eisini neyðugt hjá mær
at vísa nakað nú, tí so nógv-
ir av teimum gomlu leik-
arunum eru burtur.
Er tað kanska eisini ein
partur av frágreiðingini.
Tað at tit nú eru noyddir at
taka ábyrgd?
- Ja, avgjørt. Vit kunnu
ikki longur goyma okkum
aftan fyri ein Una Arge ella
Allan Mørkøre. Vit eru
noyddir at átaka okkum na-
kað av ábyrgd sjálvir, og tá
eg eri eldri enn álopsfelag-
arnir, er tað sjálvsagt, at eg
noyðist at taka mín part av
hesum.
Eg haldi eisini, at eg
nú
eri
komin
í
hampuliga
góða
venjing. Tá eg byrjaði at
venja aftur í vár, vigaði
eg nøkur kilo ov nógv,
men nú vit hava spælt
so nógvar dystir innan
stutta tíð, er hetta eisini
um at koma í rættlag.
Gleðir seg til
grannauppgerðina
Hvussu verður so við
leygardegnum. Ætlar tú
eisini at skjóta mál tá?
- Tað hevði í hvussu
so er verið øgiliga stutt-
ligt. Undir øllum um-
støðum er tað ein dystur,
sum eg gleði meg til,
men samstundis er tað
ein sera týdningarmikil
dystur hjá okkum. Vinna
vit, so er alt aftur púra
opið í toppinum, meðan
gloppið hinvegin verður
7 stig, um vit tapa dyst-
in.
Dysturin í dag hevði
tó eisini alstóran týd-
ning fyri okkum, tí ein
sigur í dag var so at siga
grundarlagið fyri, at vit
nú hava møguleikan at
koma heilt fram í oddin.
Og hvussu so við
framtíðini. Hevur tú
gjørt tær nakrar tankar
í so máta?
- Nei. Fyri fyrst royni
eg bara at gera mítt best-
a her í HB. Áðrenn eg
kann byrja at hugsa um
útlandið, skal eg helst
royna at skapa mær eitt
navn her heima, so tað
er als ikki nakað eg hug-
si um.
Stutta samrøða okk-
ara var nú komin at end-
a, men eftir prátið tykist
tað greitt, at talan í løt-
uni er um ein leikara við
stórum sjálvsálitið, utt-
an at hetta tó tykist ov
stórt.
Verður hugburðurin
framhaldandi hin sami í
komandi dystunum, tyk-
ist tað í øllum førum
ikki ósannlíkt, at klint-
ranin upp eftir máltind-
inum heldur fram.
Andrew í Fokus
Aftur mikudagin var tað meira enn nakar annar An-
drew av Fløtum, sum gjørdi munin millum HB og mót-
støðuliðið
Andrew leggur bóltin til vinstra bein sítt, og løtu seinni
er HB a odda 1-0
Mynd: Álvur Haraldsen
Eisini næsta royndin hjá KÍ og B36 at avgreiða seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum miseydnaðist. Or-
søkin var enn einaferð, at ásetti dómarin hevði givið avboð til FSF, uttan at feløgini høvdu fingið boð um hetta
JÁKUP MØRK
Tað gongur striltið at av-
greiða steypakappingina hjá
kvinnum.
HB kvinnurnar hava lon-
gu tryggjað sær annan sess-
in í finaluni, men hvat mót-
støðuliðið verður, er ringt at
fáa greiðu á.
Dómaraóskil
Eftir at KÍ hevði vunnið fyr-
ru hálvfinaluna móti B36 4-
3, fóru havnargenturnar fyri
tveimum vikum síðani til
Klaksvíkar at spæla retur-
dystin.
Dysturin varð tó av ong-
um, tí dómarin, sum varð
settur at døma dystin hevði
givið avboð uttan at FSF
hevði sett annan dómara í
hansara stað.
Í seinastu løtu fekk KÍ
fatur á einum lokalum dóm-
ara, men hendan vildu B36
genturnar undir ongum um-
støðum góðtaka, tí tær vóru
alt annað nøgdar við tað
døming, sum hesin hevði
sýnt tær báðar seinastu ferð-
irnar B36 var í Klaksvík.
Mikudagin varð so ein
nýggj roynd gjørd, men eis-
ini hendan miseydnaðist,
orsakað av dómaratrupul-
leikum.
Hesu ferð hevði FSF sett
nýggjan dómara, tá upprun-
aliga setti dómarin enn eina
ferð hevði givið avboð, men
hetta var ikki fráboðað fe-
løgunum.
Tá B36-leikararnir sóu
hetta, noktaðu tær blankt
fyri at spæla. Talan var enn
einaferð um lokalan dóm-
ara, sum tær undir ongum
umstøðum vildu góðtaka í
einum so týdningarmiklum
dysti.
Krevja óheftan
dómara
Sólvá Joensen, sum er lið-
formaður hjá B36, sigur, at
tær als ikki kunnu góðtaka,
at FSF setir ein lokalan
dómara at døma ein dyst,
sum er av somikið stórum
týdningi fyri tær.
Fyrru ferðina tær vóru í
Klaksvík, søgdu B36 gent-
urnar, at einasti lokali dóm-
ari, sum tær kundu góðtaka
í dystinum, var Lassin I-
saksen, men hesin fekk tá
ikki komið á staðið.
Seinnu ferðina kom Lass-
in á staðið, men tá høvdu
B36 genturnar longu boðað
frá,at tær ikki spældu, og
tær vildu ikki fara uppøstar
og øofyrireikaðar inn á vøll-
in.
Dómararnir sleppa ov
lætt
Malena Jospehsen, sum er
liðskipari hjá KÍ, er hørm
um, at B36 genturnar ikki
vildu spæla, nú Lassin royn-
di at koma við eini hjálpandi
hond.
Hon er tó sannførd um,
at størsti feilurin í hesum
liggur hjá FSF.
- Tað vísur seg ferð eftir
ferð, at domararnir sleppa
alt ov lætt undan sínum
skyldum, og at eingin dóm-
ari verður settur ísatðin, ella
at feløgini ikki fáa boð um
hetta líkist ongum.
Sjálv visti Malena av, at
annar dómari varð settur,
men hetta komst av, at dóm-
arin ringdi til hana miku-
morgunin, fyri at vita, nær
dysturin skuldi spælast.
Harumframt greiða báðar
frá, at tað tykist ivasamt, um
leikararnir eru hugaðir at
gera ein triðju roynd at fáa
dystin avgreiddan. Talan er
um dyst mitt í viku, og tí er
neyðugt hjá leikarum at taka
frí rá arbeiði, umframt at
fleiri ganga til próvtøku í
hesum døgum. Hetta ger
sjálvandi støðuna hjá teim-
um enn meira ótolandi.
Ikki eindømi
Báðar vísa liðskipararnir á,
at talan so avgjørt ikki er
um nakað eindømi við hes-
um dysti.
Tá B36 í fjør var í Klaks-
vík, ,øtti dómarin ikki, men
tað ferðina varð dysturin so
avgreiddur við lokalari
hjálp. Sum áður nevnt, so
vóru B36 kvinnurnar ikki
nøgdar við avrikið ta ferð-
ina, og tí noktaðu tær fyri
at spæla hesu ferð.
Sama skili var eisini gald-
andi, tá VB i fjør var í
Klaksvík. Dysturin varð
spældur, men misnøgdin
við dómaran var somikið
stór, at VB fekk tillutað
nýggjan dyst.
Harufmramt er fleiri ferð-
ir komið fyri, at lokalir
dómarar døma dystir í bestu
kvinnudeildini, og hetta eru
leikararnir alt annað enn
fegnar um.
Ov fáir dómarar
Óli Holm, sum er formaður
í dómaranevndini hjá FSF
sigur við Sosialin, at hann
sjálvsagt er harmur um mis-
takið, og at FSF sjálvandi
eigur alla ábyrgd av hesum.
- Møguliga eiga vit at eft-
irmeta um skpanina, sum
verður nýtt, tá dómarar geva
avboð, tí tað er eyðsæð, at
hon ikki hevur riggað nóg
væl í hesum førum, sigur
Óli Holm, sum vísir á, at
hann einki visti um trupul-
leikan fyrr enn í gjárkvøldi.
Óli leggur eisini dent á,
at feløgini hava fingið eina
umbering frá FSF, uttan at
vit tó skulu gita um, hvat
feløgini halda um hesa.
Um trupulleikan við lo-
kalu dómarunum sigur
hann, at hetta kemst av, at
ov fáir dómarar eru at taka
av.
Haann vísur á, at sama
fyribrigdi eisini ger seg
galdandi í 3. deild hjá
monnum.
- At fáa fleiri dómarar at
døma er ein stórur trupul-
leiki, men hendan trupul-
leika mugu feløgini hjálpa
okkum við at loysa, sigur
Óli Holm. Hann vísur á, at
FSF sjálvandi ersinnað at
skipa fyri neyðugum skeið-
um og øðrum, men at tað
mugu vera feløgini, sum
eggja dómarum til at taka
dómaraprógv.
Nær nýggjur dystur skal
vera, er enn ikki greitt, men
Óli Holm vísti á, at hetta
verður upp til kappingar-
nevndina at gera av.
B36 mótmælir
Einki er at taka seg aftur í,
at spælarar, venjarar og leið-
sla í báðum feløgum eru í
øðina inn á FSF í viðgerð-
ini av hesum máli.
B36 sendi í gjár skriv til
FSF, har greitt varð fra teirri
misnøgd, sum handfaranin
hjá FSF hevur elvt til í mál-
inum.
Í brævinum verður víst til,
at FSF eftir fyrra dystin gav
lyfti um, at óheftur dómari
skuldi setast at døma dystin,
og at tær tí ikki kundu góð-
taka dómaran, sum varð
settur til dystin, enn tá uttan
at geva nørkum liði boð um
hetta.
Í seinasta reglubrotinum
í skrivinum verður sagt, at
hóast tær kenna seg hildnar
fyri tað turra spott av FSF,
eru B36 kvinnurnar sinn-
aðar at fara ein triðja túr til
Klaksvíkar, treytað av at
FSF kann tryggja teimum,
at óheftur, kvalifiseraður
dómari dømir dystin. Hetta
hóast B36-kvinnurnar kenn-
a seg hildnar fyri tað turra
spott.
Sostatt eru helst útlit fyri,
at seinni finaluluttakarin
kortini verður funnin, men
B36 kvinnurnar eru neyvan
einsamallar um at kenna seg
hildnar fyri spott í hesum
máli.
Kvinnurnar hildnar fyri spott
Enn er ikki fingin
greiða á, hvat
mótstøðuliðið hjá HB
verur í finaludystinum
Skrá fyri EM-endaspælið 2000
Sum kunnugt fer EM-endaspælið í Hollandi og Belgia av barkastokki leygardagin, og komandi knappa mánaðin ella
so verður helst átøkur einum marrudreymi hjá teimum, sum heldur vilja nýta sjónvarpið til at hyggja at einum góðum
filmi heldur enn fótbólti.
31 dystir standa fyri framman, áðrenn nýggjur europameistari er funnin, og SvF hevur boðað frá, at teir vísa all-
ar hesar, harav ikki færri enn 27 verða sendir beinleiðis. Niðanfyri hava vit prentað dystaryvirlitið til EM-kappingina,
og kunnu lesararnir so fylgja við, hvussu gongst ymsu liðunum. Sjálvsagt ber eisini til at fylgja við hesum í
ÍtróttaSosialinum og á alnetinum: www.sosialurin.fo
Fjórðingsfinalur:
24.06 A1
- B2
-
—————— —————— —— ——
24.06 B1
- A2
-
—————— —————— —— ——
25.06 D1
- C2
-
—————— —————— —— ——
25.06 C1
- D2
-
—————— —————— —— ——
Hálvfinalur:
28.06 V2
- V3
-
—————— —————— —— ——
29.06 V1
- V4
-
—————— —————— —— ——
Finaludystur:
02.07
-
-
—————— —————— —— ——
Bólkur A
Bólkur D
Bólkur C
Bólkur B
Týskland
Rumenia
Portugal
Ongland
Frakland
Danmark
Holland
Kekkia
Spania
Noreg
Jugoslavia
Slovenia
Belgia
Svøríki
Turkaland
Italia
Dystir:
12.06 Týskland-Rumkenia
___-___
12.06 Portugal-Ongland
___-___
17.06 Rumenia-Portugal
___-___
17.06 Ongland-Týskland
___-___
20.06 Ongland-Rumenia
___-___
20.06 Portugal-Týskland
___-___
Dystir:
11.06 Frakland-Danmark
___-___
11.06 Holland Kekkia
___-___
16.06 Kekkia-Frakland
___-___
16.06 Danmark-Holland
___-___
21.06 Danmark-Kekkia
___-___
21.06 Frakland-Holland
___-___
Dystir:
13.06 Spania-Noreg
___-___
13.06 Jugoslavia-Slovenia
___-___
18.06 Slovenia-Spania
___-___
18.06 Noreg-Jugoslaivia
___-___
21.06 Jugoslavia-Spania
___-___
21.06 Slovenia-Noreg
___-___
Dystir:
10.06 Belgia-Svøríki
___-___
11.06 Turkaland-Italia
___-___
14.06 Italia-Belgia
___-___
15.06 Svøríki-Turkaland
___-___
19.06 Turkaland-Belgia
___-___
19.06 Italia-Svøríki
___-___