Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin F rælsi er ikki bert eitt abstrakt hugtak. Ímeðan filo­­sofiin handan orðið ivaleyst er rík og detaljerað, er hetta ikki týdning­ar­mesta síðan. Tann sanni týdning­ urin av orðinum er væl og virðiliga plantaður í illfrýnta veru­­leikanum: hvat vit kunnu keypa frá handlum at drekka, eta ella roykja; hvar og nær vit kunnu njóta okkara keyp; hvat vit kunnu siga og til hvønn. Í stuttum – hvussu lívið kann livast. Pengar hava avbera stóran týdning í gerandisdegnum. Um tú sleppur at eta eitt Bounty, tá er alt super-duper. Men um tú ikki hevur peng­ar­nar í buksu­­­lumm­an­­um, tá er hatta fræls­ið bert hypo­­tetiskt. Tað er at gleðast um, og betri enn at tú ikki slepp­ur at keypa eitt Bounty, men kort­ini ein hypotetisk gleði. Í hesum finna vit tí fyrstu og mest eyðsýndu ávirk­an­ ina á okkara frælsi – við at dustsúgva eina góða helvt av okkara árliga tjóðar­ríkidømi, verður frælsið hjá skatt­gjald­ aranum lagt í leinkjur. Hvørt ár verða vit noktað møguleikan at brúka okkara frælsi at keypa, spara ella investera av tí simplu grund, at vit ikki hava peng­arnar at gera tað. Teir eru tiknir av TAKS-manninum, og við honum fer enn ein flís av okkara frælsi. T rendin, at geva pengar og makt til land ella kommunu, er ikki nógv øðrvísi enn at geva billyklarnar og eina fløsku av akvavitt til tínar teenage-dreingir. Men nakað so harmleyst sum at lækka skattin gevur okkum, um ikki privatlívið aftur, tá størri frælsi at taka egnar avgerðir. Oftani er hetta eitt hjáárin av eini skatting, ið eina­mest handlar um at pynta hatta bølnaða útreiðslu-sirkusið. Høvdu landsins “vakthundar”, ið ikki veita frægari mótstøðu enn ein dura­motta, dittað sær at kon­ fronterað lands­stýris­ mannin í fíggjarmálum um henda roynveruleika, hevði hann ivaleyst ypt øksl, kanska enn­tá orsakað seg fyri møgu­ ligar ónáðir við fortelj­ingini, at hann ongan annan møgu­ leika hevði enn at hækka skattin fyri at fíggja komandi ætlanir. M en nýligani hevur avmark­­andi ávirkanin av skattingini á persónligt frælsi verið væl meiri tilvitað og nógv meiri ill­kynjað. Hasi, ið hata fólks­­ligt frælsi, hava skilt, at skatt­legging er eitt amboð. Um tú ikki (enn) klárar at stjala frælsið hjá kontór­ damuni at roykja, drekka ella eta tað, henni lystir, tá er tað, at skatta aktivitetin, tað næstbesta. Vørur sosum sigarettir, alkohol og “ósunnur” matur eru álagdar ein risaskatt, eisini kallað vørugjald, desain­að at skerja borgarans frælsi at keypa tær. Skimma ígjøgn­um bara onkra grein ella “kanning”, ávika­vist skrivað ella bíløgd av fortalar­um fyri reyð- grønum politikki, og tú sært, at skatting er eitt ómissandi vápn í vápna­goymsluni. Skattur er farin frá at vera ein tilvildarlig tálman av frælsi til at vera eitt ágangandi amboð hjá vatnmelónunum – myrka­ grøn uttaná, knallreyð innaní – at bumba okkum aftur í myrku miðøldina. Feskasta samanpentanin, handa har, ið flagellantiskt vísir á eina alheimsupphiting, er ideolog­ isk. Ein aftur­vendan til góðar, gamlar CO2-fríar dagar í sjarmer­andi armóð, men óerligt ballað inn í og stuðl­að av kav­modnum hugtøk­um sum heilsa og trygd, ið eisini gera sær dælt av frælsis­­stjala­ndi lógum og reglu­­gerð­um, smáligum kunn­gerð­um og klippum og niður­látandi ávaring­um og ræðukampanjum. Tí er einki at siga til, at hug­ myndarsørir politikarir elska grønu dagsskránna, tá ið hon merkir meiri kontroll, meiri regulering, meiri skatt, fleiri fundir, fleiri ferðir og dýrar ráðstevnur og fleiri møguleikar at vísa sítt uppofrandi og hástóra ídni. Falska kjakið um alheims­ upphiting er flutt frá vísindi og faktiskum data og yvir á religiøsa fanatismu, har tess fylgisneytar, á tremur við sjálv­góðari øði, eru sannførdir um, at teir sita inni við einum hægri sannleika. Júst sum ein religión verður “umhvørvi”, “trygd” og “heilsa” ótarnað brúkt at gera inntriv í okkara kærkomnu rættindi; og serliga umhvørvisvernd er baðað í haturi fyri tingsligu verðini, og aftur, eins og religión, krevja økogudarnir trúfesti og dyrkan, heldur enn stívrenda intellektualismu frá sínum nikkandi massa. Boðini eru tí greið. Vegurin til persónliga frelsu er at inna yvir­natúrlig ritual sum at sløkkja ljósið í 1 tíma, ella býta eina synduga ljósperu um við eina orku­peru, ella bara planta eitt træ fyri hvørja ferð tú kemur út úr terminali­num har vesturi. E itt er akkumuleringin av skatti, annað er, hvar peng­ arnir enda, eftir at teir eru savn­­aðir saman. Øtilig­ar upp­ hæddir verða søplaðar burtur – óneyð­ugur studn­ingur, uni­ versal-veiting­ar, fólka­­­pen­sjón og “serviðgerð uttan­­lands”, og so øll hasi ráðini við hvør sínum neva av líka­gyldigum og pappír­­sputlandi stovnum og stovum kjokkaðar við ábyrgdar­leysum klædning­ um at bestemma, hvat er best fyri teg og meg fyri okkara pengar. Alt ov oftani geva vit okkum ikki far um, hví og hvat vit betala skatt fyri. Dømi: hví skal eg betala øðr­ um at fortelja mær, hvat eg, pápi at fýra og vanligt skila­ fólk, burdi og ikki burdi gjørt við míni børn, sum longu hava nøkur grund­tryggjað rættindi? Hví skal eg gjalda til ein stovn, sum skal fyllast við amatør-ekspert­um, og síðani haldast á lívi við innantómum og innlýsandi ráðum – at tað er gott at hava vinir, gera for­ skel­ligt við familjuni, eta nógv brokko­li og anda við máta. Hesir sunnheitsekspertar, ið mugu halda foreldur vera nøkur óforbetrandi narko­ vrak, siga tað vera ósømiligt og óhoyrt, at ikki øll børn í Føroyum hava eina samrøða við ein teirra. Tað vil siga, eitt forboðsupplýsandi prát við seg um okkum, hvussu vit liva, og um vit nú liva nóg skilagott sambært teim­um og stovnum annars, politik­arir so líðandi eru blivnir moralskt bundnir av áðrenn teir kenna seg føran fyri at taka nakra sum helst virðisgrundaða avgerð. Uttan uppíblanding frá einum státsligum riðili av alvit­ andi og ullintum krukkum nóg innbilskar at halda seg sita inni við nøkrum upp­lýsingum, ið onkurs­vegna glapp okkum úr høvdi­num, hevur eitt ótal av foreldrum vant sínar synir og døtrar at verða lóg­lýdnir, klókir, stuttligir, sjarmer­andi og brúkiligir limir í sam­ felagnum. S katturin verður brúktur at menna ráðaríka vælferðar­ statin, sum nú er endaður sum eitt terapeutiskt trøll – hvat eg og míni altíð hava ávarað ímóti! Tað er jú ein feit misskiljing, at okkara sparigrísur, landskassin, við superveitingum til sjálvt tey dovnastu av okkum, hevur nakað við mannarættindi at gera. Eg veit, kjakið er fýrisligt, tá ið tað kemur til væl­ferðar­­státin við alskyns bundinskaps-elv­andi veiting­ um og hvørji rætt­indi, og ongantíð hvørjar skyldur, borgarin hevur. Og fak­felags­ fólk halda opinberiliga, at tað er ein mannarættur at eiga eini Norðsetur-hús, og ein Honda, og at sleppa til Blok­ hus hvørt summar aftaná at hava keypt fyri fleiri túsund krónur í jólagávum. Eg haldi ikki. Ja, faktiskt haldi eg hetta vera treyta­leyst svass, og tí skjóti eg upp, at tit gera sum eg og lena tykkum at orðunum hjá libertianska P. J. O’Rourke: “There is only one basic human right, the right to do as you damn well please. And with it comes the only basic human duty, the duty to take the consequences.” Nú eri eg ikki nakar Beve­ ridge-maður, men poengið við einum felags spari­grísi, um­ framt at syrgja fyri teimum, ið ikki klára at uppihalda sær sjálvum vegna sjúku, brek ella elli, er at hetta eru pengar, tú allíkavæl hevði spanderað. Og ikki (ikki!) slíkt arbeiði og tænastur, tú annaðhvørt ikki hevur tørv á ella barasta ikki vilt hava. Tað rakar jú ikki ættarrøktandi Gigni ella atburðsstýrandi Fólka­heilsu­ ráðið, ella misantrop­ iska kontroll­frikin Sølva Reinert Hansen, um eg drekki reyðvín hvørt kvøld, ella fái mær eitt væluppi­borið and­ligt suð væl hjálptur av para­cetamol, ella bæði saman, so leingi sum eg ikki geri nøkrum fortreð. Nøkur leggja onki í at vera lekkur, men halda, at útsjónd er grunnskygni, ið sýgur tíð og orku frá álvarsmálum og stuttleika. Eg eri ikki endiliga samdur, men havi ógvusliga virðing fyri hesum fríu einstaklingum, ið halda motión vera deyðasjúkt og flokka mat sum brennievni, ið skal svølgjast niður skjótast gjørligt; ið halda, at matgerð er fyri mammudreingir, og um maturin ikki er stoktur av arbeiðarum á minstuløn uppá minni enn 3 minuttir, eru teir ikki áhugaðir. Hvat enn státsstuðlaða heilsu­juntain heldur, tíma øll ikki alla-somlu-tíðina fáa fortalt, at “grill” og “slikk” er av tí ónda. Tey hava ongar ambitiónir um at liva í allar ævir og líkjast ein­um óseksut­ um fitness-coach, ið oftari enn ikki er ein krops­lig inkarnatión av góð­ari heilsu, gjørdur av vemmi­lig­um vitaminum, sól­ skini og protein­um. Frælsi til glat­an eitur nakað, og samanumtikið eitur tað privatlív! O yðslið hjá tí almenna stendst tí lutvíst frá eini samandungan av sjálv­støð­ ugum umboðs­stovnum, ikki bara Demokratia og KRIS, men ráð ditt og ráð datt við hvør sínum avbrótandi skump- boðskapi um hvat er rætt, og hvat er skeivt. Í einum sakleysum heimi hevði lágur skattur verið gott fyri frælsi, tí tess meiri tú sleppur at varðveita av tínum egnu pengum, tess fríari ert tú at liva lívið. Men í einum politiskum heimi alt meiri áhugaður í umsjón og stýring, ráðgeving og forboðum koblað saman við einum óvana at tosa niður til fjøldina, er skatturin blivin eitt tilætlað amboð at avmarka okkara frælsi. Við at fría sivilsamfelagið at taka á seg oyðslusamar vælferðar­tænastur, ber til at spara krónur og betra um nakrar grund­liggjandi tænastur. Og við at lækka skattin fría vit hasi, sum hava hug at taka egnar avgerðir um egið lív, samtíðis sum vit sleppa undan lítils­virðandi almennum myndug­leikum, ið heilt groteskt verða betaldir við okkara hart tjentu pengum. Frælsi eigur at betýða fleiri krónur í OKKARA lummar Um tú ikki klárar at stjala frælsið hjá kontórdamuni at roykja, drekka ella eta tað, henni lystir, tá er tað, at skatta aktivitetin, tað næstbesta Tíðargrein Agga Niclasen meining@meyl.fo