Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 110 - 10. juni 2000 Klaksvíksprestarnir fara ikki til hátíðargudstænastuna Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer ætla sær ikki til hátíðarguds- tænastuna, sum verður í Dómkirkjuni hvítusunnudag EYÐUN KLAKSTEIN Tá stóra hátíðargudstænast- an verður í Dómkirkjuni í Havn sunnudagin, verður tað uttan báðar klaksvíks- prestarnar. Teir siga seg báðir verða upptiknar av øðrum kirkju- arbeiði hendan dagin, og tí liggur tað ikki fyri hjá teim- um at verða við til guds- tænastuna í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristni- boðanina í Føroyum. Allir prestarnir í Føroyum eru bodnir við til hesa guds- tænastuna, umframt at Mar- gretha drotning og Heind- rikur prinsur eisini verða til staðar. Teir donsku bisp- arnir, sum eru í Føroyum um hvítusunnuna, verða sjálvsagt eisini til gudstæn- astuna. Upptikin í Kunoy Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer hava saman við tveimum øðrum føroyskum prestum noktað donskum bispum at præd- ika í teirra kirkju, og nú donsku bisparnir og flest allir av føroysku prestunum verða til hátíðargudstænast- una í Dómkirkjuni, verða teir báðir ikki við. – Eg eri upptikin í kirkj- uni í Konoy hendan dagin, sigur Niels Pauli Danielsen, sum ikki vil gera fleiri við- merkingar til hetta. – Fólk kunnu leggja tað, tey vilja, í hetta, men tað er ein gudstænasta í Kunoy, sum forðar fyri at eg kann verða til gudstænastuna í Dómkirkjuni hvítusunnu- dag, sigur hann. Hin presturin í Klaksvík, Hans Eiler Hammer, sigur, at hann skal hava barnadóp í Christianskirkjuni hvítu- sunnudag. – Eg havi lovað at havt hendan barnadópin fyri rúmari tíð síðani, og for- eldrini vilja fegin hava hann hvítusunnudag. Tí veri eg ikki við í Dómkirkjuni, sig- ur hann. Skal av landinum Hans Eiler Hammer sigur, at tað skal als ikki skiljast sum nakað mótmæli, at hann ikki verður við til há- Landsverkfrøðingurin stendur fast við sítt ÁKI BERTHOLDSEN Landsverkfrøðingurin held- ur framvegis, at Byggitek eigur at fáa arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við tunnilin undir Vestmanna- sundi. Sostatt hevur útrokningin hjá P/F Vágatunlinum um at tilboðið hjá J&K Peter- sen, sum loysir seg best sum heild, onga ávirkan á støð- una hjá Landsverkfrøingin. Í sambandi við vegirnar, skuldi Landsverkfrøðingur- in gera eitt tilmæli um, hvør skuldi fáa arbeiðið. Hann mælti til, at Byggi- tek fekk arbeiðið, tí tað hevði lægsta tilboð. Men hesum tók nevndin fyri P/F Vágatunnilin ikki eftirtektar, men gjørdi ístað- in av at taka samráðingar upp við J&K Petersen, sum hevði næstlægsta tilboð um at gera arbeiðið. P/F Vágatunnilin sigur, at samanumtikið gagnar til- boðið hjá J&K Petersen Vágatunlinum best og tað er eisini bíligast, tá ið ymsar framrokningar verða gjørd- ar. Hans Biskopstø, Lands- verkfrøingur, sigur, at hann stendu við tað tilmælið, sum hann hevur givið og at út- rokningarnar hjá P/F Vága- tunlinum hava ikki fingið hann at broyta støðu. –Vit hava kannað tilboð- ini og vit hava síðani gjørt eitt tilmæli útfrá teimum forskriftum, sum lisitatións- lógin sigur, og tað tilmælið standa vit við. – Og vit hava 50 ára royndir í slíkum arbeiði, leggur hann afturat. Sigur tú við hesum, at tað, sum P/F Vágatunnilin hevur gjørt, ikki er í sam- svari við lisitatiónslógina – Tað havi eg onga við- merking til í løtuni. Eg kann bara siga, at vit hava gjørt eitt tilmæli eftir forskrift- unum í lisitatiónslógini og tað tilmælið standa vit fast við. – Nú eru samráðingar í- millum partarnar og í løtuni hvi eg ikki hug til at leggja meg út í ymsar tulkingar av lisitatiónslógini. Nevndin í P/F Vágatunl- inum hevur gjørt eina upp- stilling, sum vísir, hví til- boðið hjá J&K Petersen gagnar byggiætlanini best útfrá eini heildarmeting. Eitt nú sigur Vágatunnil- in, at J&K Petersen hevði eitt sjálvstøðugt, fast tilboð og tí skal onki leggjast aft- urat fyri møguligari meiri nøgdir, sum verða at flyta. Hinvegin hevur nevndin í P/F Vágatunlinum lagt 5% afturat tilboðnum hjá Byggitek fyri at leggja upp fyri, at tað verður meiri til- far at flyta, enn mett var. Hetta er ein grundgeving fyri at tilboðið hjá J&K Pet- ersen samanumtikið er betri en tað hjá Byggitek. Byggikøn hava sagt okk- um, at slíka uppstilling ber ikki til at gera eftir lisita- tiónslógini? –Tað er nokk rætt. Tað er eisini okkara fatan, tí hava vit vit gjørt okkara tilmæli, sum vit gjørdu. Hann sigur eisini, at hann kennir onki til, at J&K Pet- ersen høvdu eitt fast boð, sum skuldi givið teimum fyrimun framum Byggitek. Hann sigur, at hann vón- ar, at samráðingrnar, sum nú eru, fara at føra til eitt úrslit, sum ger byggivinnuna nøgda og sum førir við sær, at farast kann undir arbeiðið í sátt og semju. Hann sigur, at uppgávan hjá Landsverkfrøðinginum er at tryggja, at arbeiðið verður útint samsvarandi teimum teknisku krøvum, sum eru. Og tað ætla vit at gera, sama hvør ger arbeið- ið, sigur Hans Biskopstø. tíðargudstænastuna. – Innbjóðingin til hátíðar- gudstænastuna kom so seint, at tá hevði eg longu lovað at hava barnadópin, og tað lyftið ætli eg mær at halda. Harafturat skal eg av landinum í feriu mánadag- in, og tí liggur tað sera illa fyri at verða í Havn hvítu- sunnudag, sigur hann. Niels Pauli Danielsen vil ikki siga, um hansara frá- vera skal skiljast sum eitt mótmælti. Hann sigur bara, at hann er upptikin í Kunoy hendan dagin. – Hóast vit eru ósamdir í summum málum, so havi eg framvegis samskifti við bisp, og eg plagi altíð at fara til slíkar gudstænastur. Hesa ferð liggur tað bara ikki fyri, og tað skal als ikki skiljast sum nakað mótmæli, sigur Hans Eiler Hammer. – Ein líknandi gudstæn- asta sum hendan er Ólav- søkugudstænastan, og hana fari eg sjálvandi til, sigur hann. Restin fer Saman við Niels Paula Dan- ielsen og Hans Eiler Hammer noktaðu eisini Bergur Debes Joensen og Sverri Steinhólm donsku bispunum at prædika í teirra kirkju. Bæði Bergur og Sverri ætla sær tó til hátíðar- gudstænastuna hvítusunnu- dag. Og tað ætla flest allir av føroysku prestunum eisini. Vit royndu at fáa at vita av Bispaskrivstovuni, um nak- ar annar prestur hevur givið avboð til gudstænastuna í Dómkirkjuni, men hetta eydnaðist okkum ikki, tí bispur var á fundi í gjár. Tað verður Hans Jacob Joensen, bispur, sum fer at prædika á hátíðargudstæn- astuni. Bjarni Bæk, dóm- próstur, og Sonja Klein, sóknarprestur, fara at taka ímóti, tá teir nógvu gestirnir – føroyskir og útlendskir – koma í Dómkirkjuna hvítu- sunnudag. Hátíðargudstænastan verður klokkan 11.00, og bæði Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya fara at senda beinleiðis frá hátíðarligu gudstænastuni. Sjónvarps- rásir í øðrum norðurlondum hava eisini sýnt áhuga fyri – Vit hava hildið okkum til lógina og hava mælt til at Byggitek skal hava arbeiðið at gera vegirnar til Vágatunnilin. Og tað halda vit fast um, sigur Hans Biskupstø, Landsverkfrøðingur gudstænastuni. – Eg eri upptikin í kirkjuni í Konoy hendan dagin. Fólk kunnu leggja tað, tey vilja, í hetta, men tað er ein gudstænasta í Kunoy, sum forðar fyri at eg kann verða til gudstænastuna í Dómkirkjuni hvítusunnudag, sigur Niels Pauli Danielsen Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Aftur galið Viðmerking: Nú var aftur rok um eitt mál, ið sorterar undir Finnboga Arge og Vinnumálastýrinum. Tað er løgið, at rumbul er um nærum øll mál, ið koma haðani og sigur hettar ikki so lítið um handfaringarevnini ella diplomatiska snildið. Tað er sjálvsagt ikki smávegis, at Føroya Handverksmeistarafelag noktaði limum sín- um at taka upp arbeiði í samband við Vág- atunnilin, men tað mest áhugaverda í hesum málinum er ikki, um tað er Byggitek ella J & K Petersen, ið fær uppgávuna at gera veg báðu megin við undirsjóvartunnilin. Hesi bæði feløg eru ivaleyst bæði dugnalig og nærløgd í sínum arbeiði. Tað áhugaverda í hesum málinum er, at Landsstýrið við Fólkaflokkinum á odda og Tjóðveldisflokkinum sum stuðuli hava tikið leiðsluna av arbeiðnum at gera undirsjóvar- tunnilin um Vestmannasund frá Landsverk- frøðingsstovninum við sínum meira enn 50 ára royndum og latið uppgávuna í hendi á einum nýstovnaðum almennum partafelag, sum so traðkar skeivt longu í fyrsta feti. Útbjóðingar hava verið gerandiskostur hjá Landsverkfrøðinginum í nógv ár, og Løg- tingið fekk so sum eina neyðloysn Lands- verkfrøðingin við inn í undirsjóvartunnilsverk- ætlanina sum ráðgevandi instans. Nú síggja vit hvussu nógv tað er vert, og hettar eigur serliga Tjóðveldisflokkurin og formaðurin í Vinnunevndini at leggja sær í geyma. Hvussu ætlar Finnbogi Arge at borgarin og vinnan skal fáa álit á einum nýstovnaðum partafelag við nærum ongum starvsfólkum, ið megnar tað heilt ótrúliga at verða boy- kottað av føroyskari byggivinnu longu í sínari fyrstu útbjóðing? Meira týdningarmikið er eisini, hvussu FA ætlar at endurstovna álit á eitt stýri undir hansara leiðslu, har fak- kunnleiki verður skúgvaður til viks ella send- ur til hús, meðan tað, ið átti at verið rutinu- mál, verða fløkjur vegna tí, ið líkist væntandi rutinu og ójavnvág millum royndir og ambi- tiónsstøði. Ansast má eftir, at avvarandi landsstýris- maður ikki skákar sær undan ábyrgd tí at P/ F Vágatunnilin er eitt partafelag. Landsstýr- ismaðurin hevur sjálvur valt at gera tað so- leiðis, men má ikki gloyma, at tað er landið og føroyski skattgjaldarin, sum letur undir- sjóvartunnilin gera. Verða siðvenjur í føroysk- ari byggivinnu brotnar og misálit skapt í samband við eitt slíkt projekt, so eigur lands- stýrismaðurin at vera uppgávuna vaksin og taka neyðug stig. Andstøðan hevur nevnt møguleikan at koyra nevndina í P/F Vágatunnilinum frá, men spurningurin er, um Løgtingið ikki bara burdi avtikið P/F Vágatunnilin og latið Landsverk- frøðingin staðið fyri arbeiðnum — enn er ikki ov seint, og LV megnar ivaleyst eina útbjóðing uttan at verða fyribils boykottaðir av Handverksmeistarafelagnum. Viðmerking frá Javnað- arflokkinum Í samband við, at landsstýr- ið hevur læst støðuna fasta viðvíkjandi serbisku flótta- fólkunum, hevur Javnaðar- flokkurin hesa viðmerking: Mannagongdin, tá útlend- ingar søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum er , at Udlændingestyrelsen biður landsstýrið um við- merkingar í málinum. Hóast danskir myndugleikar hava formligu ábyrgdina, so hev- ur siðvenja higartil verið, at teir ganga føroyskum áhug- amálum á møti. Tað vil siga, at leikluturin hjá Ud- lændingestyrelsen í praksis er av formellum slag, með- an landsstýrisins støðutakan hevur verið tann avgerandi fyri endaliga avgerðina. Landsstýrið hevur givið óteljandi tilsøgnir uttan stórvegis háva. Tað hevur ikki staðið á at avgreiða líknandi mál, tá okkum tørvaði arbeiðsmegi eitt nú í 80‘unum. Somuleiðis tá fótbóltsleikarar koma henda vegin. At talan er um flóttafólk, sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, átti ikki at broytt ta siðvenju, sum hev- ur verið galdandi. Hví vit fáa trupulleikar júst av hesum aktuella máli kann antin skyldast tørvandi politiskum vilja at hýsa hes- um fólkum ella eitt høvi hjá landsstýrinum at skapa eina óneyðuga konflikt millum føroyskar og danskar mynd- ugleikar. V. ø o. brúkar landsstýrið á sera ódámlig- an hátt 19 ólukkuligar lagnir í politiskum talvi við danir. Arbeiðsmarknaðarmál vóru yvirtikin í 1948, með- an ongi ynski hava verið frammi um at yvirtaka út- lendingalóggávuna. Hóast tað hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki fyrr enn nú. Hetta kann ikki skírast sum annað enn grov politisk kynisma, sum má átalast. Við hesum roynir landsstýr- ið at skerja okkara sjálvs- stýri og avgerðarrætt við at leita upp forðingar, heldur enn at finna loysnir. Javnaðarflokkurin heitir á landsstýrið um at avgreiða málið á skjótasta og sømi- ligasta hátt. Tórshavn hin 8. juni 2000 Føroya Javnaðarflokkur Flóttafólk sum politiskt jarnbrot Í grein á internet Sosialinum tann 9. juni verður støða javnaðarfloksins til málið um serbisk flóttafólk í Før- oyum viðgjørt. Ì greinini er ein røð av misskiljingum og skeivum pástandum, og hetta er sera harmiligt fyri viðgerðina av einum tílik- um týdningarmiklum máli. Millum annað verður landsstýrið lagt undir at hava viðgjørt hetta málið øðrvísi enn onnur mál. Og landsstýrið verður lagt undir at hava roynt at fingið pol- itiskt rumbul um málið og at renna undan ábyrgd. Alt hetta er beinleiðis ósatt, og tí verður her greitt frá gongdini í málinum. Vanligt mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi Málið snýr seg um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri tvær familjur við kroatiskum rík- isborgararætti. Fólkini eru í løtuni í Danmark sum flótt- afólk, men hava fingið at vita, at tey verða send aftur til Kroatia, tí at kríggið í gamla Jugoslavia er liðugt. Síðani hava tey søkt um ar- beiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tí her hava tey fingið tilsøgn um arbeiði og bústað. Sostatt søkja tey ikki um at koma til Føroya sum flóttafólk, men søkja eftir júst somu treytum, sum ríkisborgarar úr øðrum londum, ið søkja um ar- beiðs- og uppihaldsloyvi Í Føroyum.. Tildømis pól- lendingar, skotar ella itali- umenn, sum arbeiða sum fótbóltsvenjarar, á skipa- smiðjum ella sum granska ella lesa í Føroyum. Umsóknirnar hjá teimum umrøddu flóttafólkunum eru viðgjørdar á júst sama hátt, sum hjá øllum øðrum, ið søkja. Vanlig málsgongd Útlendingalóggáva og um- siting av uppihalds- og ar- beiðsloyvum til Føroya er eitt danskt málsøki burturav, og málsgongdin er rættiliga drúgfør: Udlændingestyrelsen í Keypmannahavn sendir málini til fútan. Síðani hava mál um arbeiðsloyvi í mong ár verið send Vinnumála- stýrinum til viðmerkingar um arbeiðsmarknaðarstøð- una. Og síðani 1. januar 1999 hava mál um uppi- haldsloyvi eisini verið send løgdeildini í landsstýrinum til viðmerkingar um løg- frøðisligar spurningar. Mál- ini fara so aftur til fútan, sum síðani sendir tað aftur til Udlændingestyrelsen, ið so skal avgreiða málið. Øll henda málsviðgerð fer fram á embætismanna- stigi eftir reglum og mann- agongdum sambært lógini. Allar viðmerkingar eru av tekniskum slag. Slík mál hava ongantíð verið við- gjørd politiskt, og tað má heldur ikki henda í nøkrum rættarsamfelag. Tí so høvdu tað verið tilvildarligar av- gerðir — alt eftir hvør pol- itikari sat við tí - ið kundi sett rættartrygdina hjá um- søkjarunum til viks. Eitt slíkt mál var júst Tamilamálið í Danmark, sum jú endaði í eini ríkis- rættarsak móti ráðharra- num, Ninn-Hansen, tí hann hevði tikið avgerðir móti lógini. Politiskt rumbul Málið um teir kroatisku rík- isborgararnar hevur verið eitt sera heitt politiskt evni í donskum fjølmiðlum í fleiri ár. Helst er tað tí, at so nógv rok hevur staðist av tí nú. Eftir at málið varð av- greitt úr Føroyum uttan trupulleikar, kom málið knappliga aftur til lands- stýrið, har biðið varð um eina politiska tilsøgn frá landsstýrinum um, hvørt loyvini skuldu játtast ella ikki. Hetta er ongantíð hent áður. Landsstýrið svaraði sjálvsagt, at tað einasta rætta er, at málini verða av- greidd sambært vanligari mannagongd við atliti til rættartrygdina hjá umsøkj- arunum. Tað vil siga, at av- gerðin skal takast eftir, um tey uppfylla treytirnar í lóg- ini og reglunum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til Før- oya. Landsstýrið hevur av- greitt málið eftir bókini. Hvørki Vinnumálastýrið ella Løgdeildin høvdu nakr- ar viðmerkingar til málini. Landsstýrið hevur sostatt als ikki gjørt hetta til polit- iskt rumbulsmál yvirhøvur. Tí er tað sera harmiligt, at javnaðarflokkurin nú brúkar hetta málið til partapolitiskt rumbul móti landsstýrinum. Tað er somuleiðis ómetaliga løgið, at javnaðarflokkurin ikki í staðin setir spurnar- tekin við, at Udlændinge- styrelsen brýtur allar van- ligar reglur og biður um eina politiska viðgerð í landsstýrinum av lagnuni hjá nøkrum einstøkum fam- iljum. Tað hevði tildømis verið sera áhugavert at spurt altjóða mannarættindarser- frøðingar um hesa manna- gongd. Høgni Hoydal Alt eftir bókini Av tí at okkum er sent sera nógv tilfar seinastu tíðina, hava vit havt stórar trupulleikar at fáa alt til- farið við í blaðið. Fyri at bøta eitt sindur um hetta, hava vit lagt stóran part av hesum út á internetið - á heimasíðu okkara, www.sosialurin.fo Hetta tilfar kemur við í prentaða blaðið, so hvørt rúm er fyri tí. Vónandi bera lesarar okkara yvir við okkum. blaðstj. Meira tilfar á internetinum Tilfar, ið rúmd ikki er fyri í blaðnum, kann nú lesast á internetinum Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo