Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juni 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Inngangur Í samráðingaruppleggið sín- um skjeyt landsstýrið upp, at føroyingar og danir skulu hava full rættindi í londunum hjá hvør øðrum eftir at Før- oyar hava fingið fullveldi. Orsøkin til hetta var, at so nógvir føroyingar eru í Dan- mark og so nógvir danir eru í Føroyum. Danska stjórnin ynskir eis- ini at borgararnir skulu hava víðfevnd rættindi í londunum hjá hvør øðrum, men vil í staðin hava, at hetta í grund- regluni skal verða skipað í trá við rættindi sambært teimum norðurlendsku sáttmálunum. Á teimum økjum har rætt- indi í trá við hesar sáttmálar ikki eru nøktandi, skulu so serligar skipanir gerast í sátt- málanum. Umstingarliga hevði verið einfaldast, um uppskotið hjá landstýrinum varð fylgt, men hinvegin geva rættindi í trá við teir norðurlendsku sátt- málarnar so góð rættindi og fevna um so nógv øki, at tað ber til at fáa eina skipan á hesum grundarlagnum, sum verður so at siga líka góð fyri føroyingar, sum hon hevði verið sambært uppskoti landsstýrisins. Harafturat er grundreglan í Danmark, eins og í hinum norðurlondunum, at rættindi og skyldur fyrst og fremst eru knýtt at teimum persónum, sum búgva í Danmark og ikki at tjóðskapi teirra. Her verður hugt at teimum rættindum, sum ivi kann standast um, og hvørja ætlan landsstýrið hevur á teimum ymisku økjunum. Tey viðkomandi økini Rætturin til uppihald og ar- beiði í Danmark Ríkisborgarar í teimum norð- urlendsku londunum hava á hesum øki full rættindi í lond- unum hvør hjá øðrum (tó eru nøkur undantøk fyri serlig fa- køki. Sí niðanfyri undir „ar- beiðsmarknaður) Rættur til at fáa danskt pass Hetta er bert fyri danskar rík- isborgarar. Men hóast føroy- ingar eru danskir ríkisborg- arar sum er, so verður eingin munur á hesum øki orsakað av at Danmark er ES-limur meðan Føroyar ikki eru tað. Tí hóast føroyingar í dag kunnu fáa danskt ES-pass, so hava teir sambært eini frá- greiðing, sum danska løgmál- aráðið sendi landsstýrinum tann 7. apríl 1999, ikki rætt at nýta hetta pass sum um teir vóru ES-borgarar. Bert ES- borgarar hava rætt at nýta ES- pass sum ES-borgarar. Rættur at fáa verju á donsk- um umboðsstovum uttan- lands Hetta er í grundregluni bert fyri danskar ríkisborgarar, men trygging av rættindum føroyinga til framhaldandi kunna nýta danskar umboðs- stovur er við í sjálvum sátt- málauppskotinum. (Protokol om udenrigsanliggender). Harafturat er ein avtala millum norðurlond um, at norðurlendskir borgarar kunnu nýta umboðsstovur hvør hjá øðrum. Valrættur og valbæri í Dan- mark til fólkatingið og Euro- pa-parlamentið Hetta er bert fyri danskar rík- isborgarar. Rættur at fáa starv sum ráðharri í stjórnini og tænastumaður Her er grundreglan, at dansk- ir myndugleikar hava rætt at seta sum treyt, at viðkomandi er danskur ríkisborgari. Før- oyingar hava sambært heim- astýrislógini eisini rætt at seta hesar treytir í Føroyum í dag. Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu. (Sí eisini niðanfyri undir ”arbeiðsmarknaður”). Rættur at verða útnevndur til nevning ella dómsmann Hetta er bert fyri danskar rík- isborgarar. Rættur til forsorgarhjálp Danskur ríkisborgararættur er hvørki ein treyt fyri at fáa forsorgarveitingar ella aðra forsorgarhjálp. Her er tað sambært danskari lóggávu ikki ríkisborgarætturin, men bústaðurin, sum er avgerandi. Harafturat tryggja teir norðurlendsku sáttmálarnir, at norðurlendskir borgarar hava rætt til sosialar veitingar í øllum norðurlondum. (Áví- sar avmarkingar eru kortini. Sí niðanfyri undir ”almanna- viðurskifti”) Rættur til fólkapensión Tú kanst fáa danska fólka- pensión hóast tú ikki hevur danskan ríkisborgararætt, um tú, frá tí at tú vart 15 til tú vart 67, hevur búð minst 10 ár í Danmark. Minst 5 av hes- um árum skulu vera í tíðini beint áðrenn pensiónsaldurin. Her skjýtur landsstýrið upp, at partarnir í staðin gera avtalu um, at borgarar í Dan- mark og Føroyum á hesum øki fáa javnbjóðis rættindi í londunum hjá hvør øðrum. (Sí niðanfyri undir ”almann- aviðurskifti”) Rættur til at vera sjálv- støðugur vinnurekandi Ríkisborgarar í øðrum norð- urlendskum londum hava somu rættindi sum danskir ríkisborgarar til at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi í Danmark. (Tó við einstøkum undantøkum. Sí niðanfyri undir ”arbeiðsmarknaður”). Rættur til útbúgving Norðurlendskir borgarar hava rætt at nema sær miðnámsút- búgving og hægri útbúgving í londunum hvør hjá øðrum. Londini rinda 22.000 kr. um árið fyri hvønn, men íslend- ingar rinda einki. (Útlit eru til, at Føroyar fáa somu støðu sum Ísland. Sí niðanfyri undir ”útbúgving- arøkið”) Rættur til útbúgvingarstuðul (SU) Ongar norðurlendskar skip- anir eru á hesum øki, men landsstýrið skjýtur upp, at partarnir gera sáttmála um javnbjóðis rættindi hvør hjá øðrum á hesum øki. Skyldur Skyldurnar hjá øllum borg- arum í Danmark eru tær somu uttan mun til, um teir eru danskir ríkisborgarar ella ikki. Einasti munur er, at bert danskir ríkisborgarar hava herskyldu. Nærri lýsing av teimum einstøku økjunum Útbúgvingarøkið Útbúgvingarøkið kann býtast í tveir partar, sum í norður- lendskum høpi eru skipaðir á ymiskan hátt. Hesir eru rætt- urin til útbúgvingarpláss, og rætturin til útbúgvingarstuð- ul. Rætturin til útbúgvingar- pláss til miðnámsútbúgving og hægri útbúgving er í norð- urlondum skipaður sambært norðurlendskum sáttmálum, meðan rætturin til útbúgving- arstuðul er skipaður sambært innlendskari lóggávu. Atgongd til útbúgvingar Hetta øki er skipað sambært norðurlendskum sáttmála um útbúgvingarsamstarv á stud- entaskúlastøði, og norður- lendskum sáttmála um at- gongd til hægri útbúgvingar. Sáttmálarnir eru gjørdir við tí fyri eyga at tryggja, at øll í norðurlondum hava fría og javnbjóðis atgongd til út- búgvingar hvør hjá øðrum, og fyri at tryggja sínámillum góðkenning av próvtøkum í sambandi við útbúgvingar í hinum norðurlondunum. Einki gjald er fyri útbúgv- ingar á studentaskúlastøði. Í sambandi við hægri útbúgv- ingar rindar hvørt land 22.000 kr. um árið fyri hvønn, men íslendingar rinda einki. Danska stjórnin gav 2. mai lyfti um, at hon í norður- lendskum høpi vil virka fyri, at føroyingar fáa rættindi sum íslendingar. Danska skipanin viðvíkjandi lærlingum er rættiliga serlig, bæði í mun til hini norður- londini, og í mun til eit nú Ongland; men føroyska skip- anin er myndað eftir teirri donsku. Tí hevði - serliga viðvíkjandi teoretiska parti- num av smærru økjunum - verði upplagt at havt tætt samstarv við Danmark á øki- num. Útbúgvingarstuðul Hetta økið er bert skipað sambært innlendskari lóg- gávu. Tó hava norðurlond miðað eftir at fáa felags reglar fyri atgongd til útbúgvingarstuðul hjá hvør øðrum. Høvuðsregl- an er, at ein ríkisborgari í ein- um norðurlandi skal hava búð og arbeitt í einum øðrum norðurlandi í tvey ár fyri at fáa rætt til útbúgvingarstuðul. Tað finnast tó fleiri sera lagaligar reglur. Týskir ríkis- borgarar, sum hoyra til danska minnilutan í Suður- slesvík, hava t.d. sama rætt til danskan útbúgvingarstuð- ul sum danskir ríkisborgarar, og finskir ríkisborgarar, sum hava álendskan ”hembygds- ret” (heimarætt), hava rætt til svenskan útbúgvingarstuðul á jøvnum føti við svenskar rík- isborgarar. Danski stovnurin Statens Uddannelsesstøtte hevur við støði í tølum frá 1998 mett, at føroyingar sum er tilsam- ans fáa 32,9 milliónir í donsk- um útbúgvingarstuðuli. Heilsuviðurskifti Á heilsuøkinum eru hesi við- urskifti viðkomandi: • Hospitalsviðgerð • Tænastur frá kommunulæknum • Tænastur frá jarðarmøðr- um • Fyribyrgjandi kanningar og fyribyrgjandi viðgerð • Sjúkratrygging Hesi øki eru við í norður- lendska sáttmálanum um sos- iala trygging, og her verða tí ongar broytingar í mun til verandi rættarstøðu. Ein per- sónur úr einum norðurlandi hevur rætt til veitingar á øll- um økjum í einum øðrum norðurlandi, um hann hevur fastan bústað í landinum. Hetta er uttan mun til, um talan er um bráðfeingis tørv ella tørv á meiri varandi við- gerð. Tann einasta treytin er, at hann hevur fastan bústað í landinum. Ríkissjúkrahúsið Skipanin, har føroyskir myndugleikar móti gjaldi senda sjúklingar til viðgerðar á ríkissjúkrahúsinum, átti ikki at verði ávirkað av broyting- um í ríkisrættarligu støðu Føroya, tí teir føroysku myndugleikarnir rinda longu sum er fullan prís. Tað finst eingin norðurlendskur sátt- máli, sum snýr seg um hesi viðurskifti. Almannaviðurskifti Pensiónir Verandi skipan á pensións- økinum er sera einføld: Pen- sionistar við føstum bústaði í Føroyum fáa føroyska pen- sión, meðan pensionistar við føstum bústaði í Danmark, fáa danska pensión. Sambært tí norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygging fær ein rætt til pensión í landinum har ein hevur búð (undantikin tey ár- ini ein var undir útbúgving) millum 15 og 60 ár, við 1/40 hvørt ár. Pensiónin verður ikki á- virkað av bústaði uttan so, ein ein flytir út úr EBS-økinum. (Hetta eru ES-londini, EFTA- londini og Sveis). Pensiónin verður ásett eftir tí verandi støðinum á pen- siónini í hvørjum landi sær, tá útgoldið verður. Vegna tess at allar danskar pensiónir í løtuni eru hægri enn tær før- oysku, fer eitt skifti til teir norðurlendsku sáttmálarnar at hava við sær, at: • Pensiónistar, sum búgva í Føroyum, men sum ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Danmark, fara at fáa hægri pensiónir enn teir fáa í dag. • Pensionistar, sum búgva í Føroyum, men sum ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Grønlandi, fara at fáa hægri pensiónir enn teir fáa í dag. • Pensionistar, sum búgva í Danmark, men sum ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Føroyum, fara at fáa lægri pensiónir enn teir fáa í dag. Tað er kortini týdningar- mikið at hava í huga, at av tí at danska stjórnin longu pol- itiskt hevur bundið seg til at føroyingar, sum hava búð leingi í Danmark, skulu fáa somu rættindi sum danir, fara tað bert at vera danir, sum í ein part av sínum virkna ar- beiðslívi hava búð í Føroyum, ið verða verri fyri enn teir eru í dag. Øll onnur, sum verða ávirkað av skiftinum, verða líka væl ella betri fyri enn tey eru í dag. Verður økið skipað í trá við teir norðurlendsku sáttmálar- nar, fer tað at hava við sær, at munandi upphæddir skulu flytast millum Føroya og Danmarkar, men við verandi pensiónsstøði fer nettoávirk- anin á tann føroyska gjalds- javnan — eisini uttan tað danska lyftið um at tryggja føroyingum í Danmark somu kor sum dønum — at vera positiv. Men við tað at rættiliga nógv hava flutt millum ríkis- ins partar, fer ein munandi umsiting at standast av skip- anini. Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Dan- mark og Føroyar. Sjúkradagpengar og van- lukkutrygging Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram Landsstýrið kunnar um samráðingarnar hósdagin 15. juni Frágreiðing um, hvat landsstýrið fer at føra fram á fundinum við donsku stjórnina tann 15. juni um rættindini hjá donskum og føroyskum borgarum í londunum hjá hvør øðrum 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 110 - 10. juni 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 110 - 10. juni 2000  Frá Blomsturlág: Fyribils eru vit flutt í Bøgøtu 14 har Blomsturbrá var áður BLOMSTURLÁG BLOMSTURLÁG Tel. 311914 • Fax 321914 Sosialurin - 311820 LEYGARDAGIN 10.06 KL. 09.00 TAKA VIT NÝGGJAN BYGNING Í NÝTSLU Sosialurin - 311820 Lessari/ krani, gaffiltrukk o.m.a. Dumpari Mini Loadari Minigravari Leygardagin 10.06 kl. 09.00 taka vit nýggjan bygning í nýtslu og vilja vit bjóða øllum at verða vælkomin inn á gólvið. Við nýggja bygninginum fáa vit munandi betri umstøður. Vit hava nýmótans verkstað og ein handil har tú fært øll sløg av amboðum og m.a. Eisini hava vit fingið pláss til at vísa fram smától, ið verða nýtt innan entrepenørvirksemi, eitt nú asfaltsagir, vibratorar, hydr. hamrar v.m. Við nýggja bygninginum kunnu vit veita eina enn betri tænastu. Vit vilja eisini takka kundum okkara, sum so trúliga hava útvegað sær maskinur frá okkum ár eftir ár. óbroyttar. Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava ar- beitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øv- ugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørt- unum. Tí hava fyrisitingarnar Før- oyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóg- gávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni. Forsorgarhjálp Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroying- ar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norð- urlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Tal- an er um sera fá dømi, og danir senda longu undir ver- andi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Dan- mark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Før- oyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Dan- markar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum. Boligsikring Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki. Familjustyrkur Verandi skipan hevði hildið fram. Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleik- ar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broyt- ingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava bein- leiðis týdning. Arbeiðsmarknaður Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðs- marknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstak- arar frá øðrum norðurlendsk- um londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík und- antøk kunnu sum útgangs- støði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv. Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppi- haldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn. Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipa- num. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk. Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar. Arbeiðsloysistrygging Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ”almanna- viðurskifti” (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkj- andi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøð- uni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini. Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onn- ur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur: Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vik- ur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipan- ina). Í tí danska-føroyska sátt- málanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri før- oysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar inn- an tey síðstu trý árini. Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki ar- beiðskrav sett. Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til all- ar veitingar í arbeiðsloysis- tryggingini — eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum. Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri ser- liga og høgt útbúna arbeiðs- megi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribils- arbeiði í Danmark. Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsiting- arliga og í mun til borgarar- nar. Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javn- bjóðis rættindi skulu vera á hesum øki. Embætismenn Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur em- bætismaður og ráðharri í stjórnini. Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu. Frá tíðindafundinum eftir fyrsta samráðingarumfar 17. mars Mynd: Jens Kristian Vang