leygardagur 10. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 110 - 10. juni 2000
Leygardagur 10. juni 2000
Sjarmerandi
postmaður
Børn skilja munin
Framhald á
næstu síðu
TELDUSPØL. Børn eru tilvitað um munin millum
veruligan harðskap og tann, sum fer fram í telduspølum.
Og tað er meira avbjóðingin enn harðskapurin í
telduspølunum, sum lokka tey at spæla
Eyðun Klakstein
Harðligar myndir frá sjónvarpi
ella telduspølum kunnu vera ein
av mongum orsøkum, tá børn og
ung fremja harðskap, men or-
søkin til harðskapin skal ofta
finnast í einum samanspæli mill-
um fleiri ymisk sosial viður-
skifti.
Hetta er ein av niðurstøðunum
í høvuðsritgerðini í PD-lestri í
miðlum og samskifti á Danska
Læraraháskúlanum, sum Birgir
Kruse júst hevur gjørt.
Hann hevur kannað ávirk-
anina, sum harðskapur í miðlum
- sjónvarpi, filmum, telduspølum
og øðrum - hevur á børn og ung,
og niðurstøðan er, at telduspøl
eru hvørki høvuðsorsøk ella
einsamøll orsøk til, at børn
fremja harðskap.
Birgir Kruse hevur leitað fram
allar hugsandi kanningar á øki-
num, og hann hevur eisini sjálv-
ur gjørt kanningar í Føroyum og
Danmark. Út frá hesum tilfari
hevur hann so skrivað høvuðs-
ritgerðina.
- Børn eru tilvitað um munin
millum veruligan harðskap og
tann, sum fer fram í telduspøl-
um, stendur at lesa í ritgerðini.
Harðskapurin í telduspølum er
ikki tann mest týðandi parturin
av spølunum. Heldur er tað
Børn skilja munin millum tann harðskap, sum verður framdur við joystikki og pistóli
Mynd: Jens Kristian Vang
Søgan um arbeiðsdagin hjá einum
ungum og skemtiligum postmanni.
s. 18, 19, 20 & 21
WWW.TORSHAVN.FO
Søkt verður eftir pedagogum til barna-
garðsstovu
og
vøggustovu
í
Býlings-
húsinum á Norðasta Horni.
Eitt pedagogstarv, 30 tímar um vikuna, í barna-
garðsstovu við 21 børnum. 2 pedagogstørv, 35
tímar um vikuna, í vøggustovu við 11 børnum.
Møguleiki er eisini fyri at arbeiða 40 tímar um
vikuna. Eitt av størvunum verður at seta sum
varaleiðari.
Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har
náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandis-
degnum. Dentur verður lagdur á, at tær dámar at
vera uttandura í øllum veðri, megnar at skapa ein
tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri
tí einstaka barninum, foreldrunum og starvs-
feløgunum.
Starvið verður at seta 7. august 2000. Løn samb.
sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Føroya
landsstýri. Um pedagogur ikki verður settur,
verðurhjálparfólksettí tíðaravmarkaðstarv.
við at venda sær til Ásu Egholm, leiðara tlf.
310905, ella Katrin Petersen, samskipara, tlf.
315160
saman við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum
á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn, í
hendiíseinastalagi26.juni2000.
Neyðugt er ikki hjá teimum, ið sendu umsókn inn
seinast størvini vóru lýst leys í bløðunum (18. mars
2000),atsendanýggjaumsókn.
Størvini
Vit bjóða
Setunarviðurskifti
Meiri fæst at vita
Umsókn
Dagstovnurin Lítliskógur søkir eftir peda-
gogi og barnsburðaravloysara.
Talan er um eitt pedagogstarv, 35 tímar um vikuna,
í vøggustovuni Álvalund at byrja 20. aug. 2000.
Eitt barnsburðaravloysarastarv, 35 tímar um
vikuna, í vøggustovuni Álvalund at byrja um 1.
oktober 2000 til 1. juli 2001. Á stovuni ganga 10
børn í aldrinum 1-3 ár. Í Álvalund arbeiða tveir
pedagogarogeitthjálparfólk.
At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjøllbroyttan
gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum, foreldrunum og starvs-
feløgunum. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin
kann arbeiða sjálvstøðugt og er førur fyri at taka
avgerðiríarbeiðisínum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya pedagog-
felag og Føroya landsstýri. Um pedagogar ikki
verða settir í størvini, verða hjálparfólk sett í tíðar-
avmarkaðstarv.
um størvini við at venda sær til Frígerð Sunds-
skarð, leiðara, tlf. 319131, ella Katrin Petersen,
samskipara,tlf.315160.
saman við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum
Lítlaskógi, Dj. Í Geilgøta 51, box 217, 110
Tórshavn,íhendiíseinastalagi26.juni2000.
Størvini
Vit ynskja
Setunarviðurskifti
Meir fæst at vita
Umsókn
Pedagogar
Tórshavnar kommuna
Pedagogar
LÆRARAR
skúlaárið 2000/2001
Søkt verður eftir lærarum fyri skúlaárið 2000/
2001.
1 fulltíðarstarv
1 sjúkravikar 15 tímar
1 starv 20 tímar frá 21. august til 19. november
Talan er um vanligar lærugreinir í 1.–10. fl.
Tó hava lærarar, sum kunnu undirvísa í týsk-
um, fyrimun.
Størvini, sum eru tíðaravmarkað, verða lønt
sambært galdandi avtalu millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkun-
um 18.1 til 27.4
Umsóknir til størvini skulu vera skúlanevnd-
ini í hendi í seinasta lagi 20. juni 2000.
Skúlanevndin í Nes Kommunu
v/ Elin Ó. á Torkilsheyggi
655 Nes
Frá Javnaðar-
flokkinum
Summarstevna 2000
verður
16. og 17. juni í Norðoyggjum
Skrá:
Fríggjadagin
kl. 20.00 Alment mentunarkvøld í Atlantis
Leygardagin
kl. 09.00 Útferð til Mikladals (farið verður
frá ferjuleguni í Klaksvík)
kl. 14.00 Fundur í Avhaldshúsinum í Mikla-
dali (viðrar verður fundurin uttan-
dura)
kl. 19.30 Veitsla í Skálanum í Klaksvík
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Javnaðarflokkurin
Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið er stongt 10. og 11. juni
2000
Opið er aftur 2. hvítusunnudag 12. juni, kl.
14.00
2. hvítusunndag
kl. 17.00 verður konsert við Føroya
Symfoniorkestrið og solistum
Framførd verða:
1. Trúbótarsymfoniin av Felix Mendelsohn.
4. satsur.
2. Tónleikaverkið „Jesus og Makedonar-
in“ eftir Paula í Sandagerði og Sigmund
Poulsen.
Solistar verða: Ernst Dalsgarð
Rúni Brattaberg
Berghild Poulsen
Ólavur Jøkladal
Randi Petersen
Jesper Bruun Jensen
Peter Boman
Ólafur Kristian Sigurðsson
Atgongumerki á 150 kr. fáast í Norðurlanda-
húsinum.
www.nlh.fo, tekstvarpsíða nr. 650 í SvF,
tlf. 317900
YVIRLÝSING frá
Sørvágs Missiónshúsi,
Miðvágs Missiónshúsi og
Nevndini fyri Ungdóms-
bólkin í Sandavági
Ein bispur, ið góðtekur samkynt paralag, og sum
vil »markera« ella vælsigna slíkt paralag, eigur
ikki at fáa høvi til at prædika í kirkjum okkara
(heldur ikki í Sørvágs kirkju). Hetta tí, at sam-
kynt paralag er ímóti Guds orði.
Vit vilja tí greitt vísa okkara stuðul til teir 4
prestarnar, sum hava mótmælt at nevndu biskupar
prædika í kirkjum, har teir eru valdir at vera
hirðar og lærarar.
Vit vilja við hesum heita á alt Guds fólk um at
standa saman í hesi søk og verja kristnu trúnna
og siðalæruna, sum nú hevur 1000 ár á baki í
landi okkara.
Stýrið fyri Missiónshúsið í Sørvági og
nevndin fyri Ungdómsbólkin í Sørvági
Stýrið fyri Missiónshúsið í Miðvági og
nevndin fyri Ungdómsbólkin í Miðvági
Nevndin fyri Ungdómsbólkin í Sandavági