leygardagur 10. juni 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 110 - 10. juni 2000
16
Nr. 110 - 10. juni 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Telduspøl og harðligir filmar eru í mesta lagi ein viðvirkandi orsøk til, at børn fremja harðskap. Ofta eru tað
fleiri ymisk sosial viðurskifti sum gera, at børn fara um markið. Mynd: Jens Kristian Vang
avbjóðingin í at klára teir
ymsu partarnar av spælin-
um, at koma víðari og at
yvirliva.
- Harafturat eru harð-
skapurin í telduspølunum
hvørki útpenslaður,
drúgvur ella nærgangandi.
Harðligu hendingarnar
eru eisini animeraðar, og
tað ger tær minni veru-
ligar, skrivar Birgir Kruse
í ritgerðini.
Avbjóðingin er lokkandi
Tað eru ikki blóðugar ella
harðligar hendingar í
telduspølunum sum gera,
at børnini hava hug at
spæla telduspølini. Heldur
er tað spenningurin og
møguleikin at duga spæl-
ið betur, sum ger at tey
spæla.
Tað eru serliga dreingir,
sum hava hug at spæla
harðlig spøl. Genturnar
royna eisini hesi spøl,
men tað eru dreingirnir,
sum halda fram at spæla
tey.
Børnini sjálvi uppliva,
at filmar tykjast vera
harðligari enn telduspøl.
Telduspølini eru bara
spæl, meðan í filminum
verður roynt at gera hend-
ingarnar so veruligar sum
gjørligt. Hetta ger, at
filmarnir kennast meira
ræðandi enn telduspøl.
- Harðskapur á filmi
ella í telduspølum kann
vera ein viðvirkandi orsøk,
tá børn fremja harðskap,
men orsøkin er altíð at
finna í ymiskum sosialum
viðurskiftum, skrivar Birg-
ir Kruse í ritgerðini.
UNESCO hevur ein
upplýsingarmiðdepil um
børn og miðlaharðskap í
Gøteborg, og hesin stovnur
hevur roynt at samskipa
granskingina av børnum og
miðlaharðskapi. Fyrsta
ársfrágreiðingin, sum kom
frá hesum stovni fyrrárið,
staðfestir, at harðskapur í
miðlunum bara kann met-
ast sum ein møgulig orsøk
út av nógvum, tá børn
fremja harðskap.
Tað eru trupult at
granska í hesum viður-
skiftum, tí tað ber ikki til
at isolera ávirkanina, sum
miðlaharðskapur hevur á
børnini, frá øllum øðrum
sosialum ávirkanum, men
kanningarnar á økinum
peika flest allar sama veg.
Tað ber ikki til bara at
geva telduspølum ella
filmum skuldina, tá børn
fremja harðskap.
Leikluturin hjá
fjølmiðlunum
Í kjalarvørrinum av skot-
tilburðinum í Klaksvík fyri
tveimum vikum síðani
leitaðu fjølmiðlarnir eftir
eini frágreiðing um, hví
ógvusligu hendingarnar
fóru fram. Eitt av boð var,
at harðlig telduspøl høvdu
fingið dreingirnar at skjóta
við skørpum eftir fólki.
Sambært ritgerðini hjá
Birgiri Kruse er hetta
typiskt fyri fjølmiðlarnar,
og hann kallar fyribrigdi
fjølmiðlapanikkur.
Eitt dømi, sum verður
tikið fram um hetta fyri-
brigdi, er ein blaðyvir-
skrift, sum er: "Maður
dripin meðan hann lurtaði
eftir heavy-rock tónleiki".
Yvirskriftin er helst
spennandi og lokkandi fyri
lesaran, men tað vísti seg,
at maðurin, sum var ein
friðarligur hampamaður,
hevði lurtað eftir tónleiki í
einum walkmanni, tá hann
gekk tvørtur um eina jarn-
breyt. O ongar ávaringar
vóru um jarnbreytina, og
maðurin varð raktur av
einum toki. Á einum av
bondunum var tónleikur
hjá Ozzy Ozbourne, og
hetta fekk blaðið at koma
við yvirskriftini, sum
skapti øsing um harða
rocktónleikin.
Sambært ritgerðini hjá
Birgiri Kruse eru tað tvær
týðandi orsøkir til fjøl-
miðlapanikkin.
Onnur er, at tað fer fram
ein mentanarbardagi mill-
um gomlu miðlarnar og
teir nýggju, sum ofta
spreiða seg skjótt. Tann
etableraða mentanarelitan
verður undirgrivin, tá til
dømis popptónleikur, sjón-
varp, filmur ella telduspøl
fáa vind í seglini.
Hin orsøkin er ein ættar-
liðsbardagi, og tað er eyð-
sýnt, at kjakið um miðla-
harðskapin altíð fer fram
millum vaksin vegna
børnini. Samstundis eru
børnini upptikin av teim-
um nýggju miðlunum og
fáa stóran kunnleika til
teir. Hesi eru síðani ein
hóttan móti teimum
vaksnu og teirra valdið
yvir mentanini og ikki
minst skúlanum.
Lata vera
við at fordøma
Birgir Kruse skrivar í
niðurstøðuni í ritgerðini,
at skúlin hevði blivið enn
betri, um hann ikki bara
vrakaði og útstoytti tann
part av mentanini, sum
børn og ungfólk brúka.
Hann heldur, at skúlin
hevði verið betri tæntur
við ikki at fortelja hesum
børnum, at tey gerast býtt
av at brúka teir ymsu
miðlarnar sum til dømis
teldur og telduspøl, og
sum børnini sjálvi hava
stóra fragd av. Skúlin skal
heldur royna at skilja hesa
sermentan og tann leiklut,
sum hon spælir.
- Heldur enn at stríðast
ímóti miðlaharðskapinum,
tí hann verður sagdur at
verða skaðiligur, skuldi
skúlin heldur brúkt orku
upp á at fingið bilbukt við
veruligar sosialar trupul-
leikar, skrivar Birgir
Kruse í ritgerðini.
∆
Framhald
av forsíðuni
Mettu 6,4 milliónir
við síðuna av
LIST. Ein málningur af J.C. Dahl var
seldur fyri 52.000 krónur í fjør.
Mikukvøldið var sami málningur
seldur fyri 6,5 milliónir krónur
Listauppboðssølan Crafoord, Nellemann & Thomsen
hevur gjørt eitt risamistak, og kann nú vænta sær eitt
stórt endurgjaldskrav.
Í fjør seldi fyritøkan í Århus ein málning eftir J.C.
Dahl fyri 52.000 krónur. Tað var eingin, sum legði
merki til, at málningurin var signeraður í 1817, og tí
fór málningurin fyri ein brotpart av tí, sum hann í
roynd og veru var verdur.
Hetta varð staðfest á einum uppboði í Keypmanna-
havn mikukvøldið, tá sami málningurin varð seldur
fyri 6,5 milliónir krónur. Síðani uppboðið í Århus er
málninguri, sum verður nevndur »Frederiksborg Slot
í mánalýsi« reinsaður, og undan søluni mikukvøldið
varð hann mettur til at hava eitt virði upp á millum
fimm og seks milliónir krónur.
Tey, sum av fyrstn tíð seldu málningin, kenna seg
illa viðfarin, og tey fara helst at krevja endurgjald frá
Listauppsøluni í Århus.
Tvey onnur listarverk fóru fyri milliónaupphæddir
á uppboðssøluni, sum var í Ellekilde Auktionshus.
Ein málningur hjá P.S. Krøyers fór fyri 6,5 milliónir
krónur, og eitt verk hjá Pablo Picasso fór fyri 6,2
milliónir.
Ein kjøtetandi bakteria ger nógv um seg í Noregi, har
9 fólk higartil eru deyð av bakteriuni, og eini 108 eru
vorðin álvarsliga sjúk.
Talan er um eina bakteriu, sum serliga ger um seg í
Noregi, tá menningarlondini ikki verða roknað við.
Hóast nógv eru vorðin sjúk av bakteriuni, sum verður
rópt ein deyðsbakteria, er tilburðirnir minkandi. Hesa
tíðina í fjør vóru 175 blivin sjúk, skrivar norska blaðið
VG.
Síðani miðskeiðis í 80’unum hevur talið á norð-
monnum, sum eru deyðir av bakteriuni, verið javnt.
Flest doyðu í 1998, tá 39 fólk doyðu av deyðsbakter-
iuni, og 267 fólk gjørdust sjúk av henni. Í fjør doyðu
eins nógv, men tað gjørdu nakað færri álvarsliga sjúk.
Tey, sum verða álvarsliga sjúk, mugu ofta amputera
armar, bein ella aðrar kropslutir, tí bakterian hevur
fingið fastatøkur á teimum. Vanliga sjúkaeyðkenni er
tó blóðeitran.
Kvinnur verða raktar,
meðan tær eiga børn
Fjórða hvør kvinna, sum verður rakt av bakteriuni,
verður rakt í undirlívið, og nógv av hesum verða
smittað, tá tey eiga børn. Fleiri kvinnur eru deyðar,
meðan tær hava átt børn, og børn eru eisini deyð,
áðrenn ella undir føðingini orsaka av bakteriuni.
Viðgerð við antibiotika riggar bert, um fólk gerast
varug við sjúkuna beinanvegin. Hevur bakterian fingið
fastatøkur, er trupult at fáa bilbukt við henni. Tí er
tíðin so avgerandi, um fólk skulu sleppa uttan álvarslig
árin, tá tey eru smittað við bakteriuni.
Seinastu 10 árini eru møguleikarnir at yvirliva bakt-
eriuna vorðnir størri. í 1988 doyðu 30% av teimum,
sum vórðu smittað, meðan talið í dag er 15%.
Eingin kennir orsøkina til, at færri doyggja av
bakteriuni, men læknar vóna, at tað er tí, at fólk skjótari
gerast varug við sjúka og tí koma í viðgerð beinan-
vegin.
SJÚKA. Higartil í ár eru 9 fólk
deyða av eini kjøtetandi bakteriu,
sum ger serliga nógv um seg í
Noregi
Norðmenn
stríðast við
deyðsbakteriu
Rýma úr reiðrinum
Fróði Løkságarð
Á midnátt, tá Høgni Djurhuus á
sín egna sermerkta hátt hevur
drigið saman um vikuna sum
fer, er tað fyri seinastu ferð.
Eftir átta vetrar við Náttarravn-
um á skránni, verður sent fyri
seinastu ferð í kvøld.
– Tíðin er um at fara frá hes-
um konseptinum, sigur Rúni
Jákupsson, sum saman við Heð-
ini Arge er vertur í sedingini, og
báðir eru teir samdir um, at teir
hava fingið so nógv burtur úr
konseptinum, sum tað nú eina-
ferð kann lata seg gera.
– Tað hevði verið rætt at givist
seinasta ár, men tá vit nú byrj-
aðu aftur eftir summarsteðgin,
vóru vit noyddir at senda ein
heilan vetur, sigur Heðin, sum
líka síðan byrjanina hevur verið
annar av verturnum í Náttar-
ravnum. Tey seinastu trý árini
saman við Rúna.
Báðir eru teir tó samdir um, at
einki er í vegin fyri at halda
fram við sendingini í fleiri ár
afturat, við einari ávísari undir-
tøku, men so høvdu tað eisini
verið allsamt fleiri fólk, ið
grenjaðu um sendingina. Teir
eru tí samdir um, at nú er rætta
løtan at gevast.
Troyttir av sendingini
Tá Náttarravnar byrjaðu fyri átta
árum síðani var hetta nakað heilt
nýtt í útvarpssamanhangi. Eing-
in sending hevði áður verið á
skránni so seint leygarkvøld, og
heldur ikki var nakað roynt fyrr,
ið líktist júst hesum.
Tað vóru teir báðir Heðin
Arge og Birgir Kruse, sum byrj-
aðu sendingina. Sendingin fekk
heilt frá byrjan góða undirtøku,
og serliga vísti tað seg at vera
spurnarkappingin, sum hevði
stóran áhuga ímillum fólk, og
ofta var talan um rættuligan
telefonstorm.
– Nú er tað ikki heilt tað
sama, sigur Heðin. Spurnar-
kappingar eru at finna í nærum
hvørjari sending bæði í útvarp-
inum og á Rás 2, so tey flestu
hugskotini vit høvdu til Náttar-
ravnar eru nú endurnýtt at øðr-
um, so tey eru ikki so spennandi
longur.
Vertirnir viðganga eisini at
hugurin teir seinastu mánaðarnar
ikki hevur verið tann sami sum
fyrr, og teir fyri tað mesta hava
sæð fram til at at vetrarskráin
skuldi enda. Longu áðrenn
summarstegðin seinasta ár, vóru
teir vorðnir troyttir, men eftir
nakrar væleydnaðar Studio 4-
sendingar um summarið, høvdu
teir fingið sannført hvønn annan
um, at teir høvdu hug til at
royna ein vetur afturat í Náttar-
ravnum.
– Nú er tað komið hartil, at
einki fær okkum at halda fram,
um vit fingu bjóðað tað dupulta
í løn, so hevði avgerðin um at
halda uppat verið endalig, eru
teir báðir samdir um. Báðir vísa
teir eisini á, at tað í longdini
verður keðiligt at vera bundin
hvønn leygardag og leygarkvøld
í átta mánaðar av árinum. Tá er
neyðugt, at tú veruliga brennir
fyri sakini.
ÚTVARP. Eftir átta vetrar á rað við
Náttarravnum í útvarpinum, verður sendingin
send fyri seinastu ferð í kvøld
Endabrestur
Tað verður tó ein ordiligur enda-
brestur í Náttarravnum í kvøld.
Nógv spennandi verður á
skránni, millum annað hevur
tónleikabólkurin Taxi ein týð-
andi leiklut í sendingini. Teir
fara millum annað at spæla nøk-
ur av eyðkennisløgunum, sum
verða brúkt í sendingini, júst
sum vanligt er at síggja í undir-
haldssendingum í sjónvarpinum,
umframt at teir eisini fara at
spæla nøkur av lurtarynskinum í
Beatbox. Ein listi verður lagdur
út á heimasíðuna hjá Náttar-
ravnum, har tey, sum skriva inn
til sendingina, kunnu velja sær
eitt lag.
Saman við sengingini teir
sendu beinleiðis av Norðoya-
stevnu seinasta ár, er hetta ein
tann tekniskt mest krevjandi
sendingin, teir hava gjørt,
– Vit vera noyddir at senda úr
útvarpshøllini fyri at vit kunnu
fáa pláss fyri Taxi.Tað er uttan
iva nógv, sum kann ganga galið,
men tað ger bara tað heila nógv
meiri spennandi.
– Hetta er nakað, sum vit
hava havt hug til at gera leingi,
og tá tað so eydnaðist okkum at
fáa Taxi at luttaka eisini, var
hetta nakað sum bara mátti
roynast. Og so er hetta eisini at
enda við einum ordiligum braki.
Tá kvøldið í kvøld er fingið
afturum, ætla teir báðir náttar-
ravnarnir rættuliga at taka sær
av løttum.
– Timingin er perfekt, EM í
fótbólti byrjar nú, so har verður
góður møguleiki at fylgja væl
við, sigur Rúni, sum við góðari
hjálp frá myndamanninum hjá
Sosialinum, eisini hevur roynt at
sannføra Heðin um, at teir
svørtu og hvítu úr Havn fara at
draga longsta stráðið í heimligu
kappingini.
Sjálvt um teir báðir, Heðin og
Rúni, ikki hava ætlanir um at
gera nakað við útvarpsarbeiði í
summar, so lova teir, at teir at
verða aftur á skránni komandi
vetur, tað verður bara ikki
leygarkvøld, og sendingin fer
ikki at eita Náttarravnar.
– Hatta kanst tú gott skriva,
so hanga bæði vit og leiðslan
upp á tað.
Nú flúgva Náttarravnarnir avstað til nýggjar avbjóðingar. Sendingin, sum hevur verið á skránni leygarkvøld seinastu átta árini, verður send fyri seinastu ferð í kvøld
Mynd: Álvur Haraldsen