leygardagur 10. juni 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 110 - 10. juni 2000
18
Nr. 110 - 10. juni 2000
Við brævi og brosi
ARBEIÐSDAGUR. Hallstein Sigurðsson ætlaði ikki, at starvið sum
postmaður skuldi gerast eitt lívsstarv. Men nítjan árini í Postverki
Føroya benda á, at hann fór skeivur. Lesið um arbeiðsdagin hjá
einum sjáldsomum bygdapostmanni, sum tekur brosandi móti tí, ið
lívið hevur at bjóða
Orð: Høgni Mohr
Myndir: Jens Kristian Vang
- Nú. Hetta er annað lívið. At
fara upp tá ið proletararnir fara
til verka, ha..?
Hallstein Sigurðsson, av-
greiðslupostmaður í Kollafirði
og Kvívík er í framúr góðum
skørum hendan fagra summar-
morgunin í mei, ið Sosialurin er
farin við honum til arbeiðis.
Klokkan er 6.40, tá ið vit fara
frá húsum í Havn. Fyrsta siga-
rettin hongur longu í munnklov-
anum og sólbrillurnar sita sum
stoyptar fyri eyguni.
Hallstein hevur heldur ikki
gloymt fartelefonina, men hann
iðrar seg um, at hann ikki er í
slipsi.
- Tað hevði dámað Bergi
betur, nú mann skal í bløðini,
heldur hann fyri, sipandi til
postverksstjóran, Berg í Garði.
Bóndasamfelag við lít
Tað var ongantíð ætlanini, at
Hallstein skuldi verða postmað-
ur. Hann ætlaði sær ganga í eitt
ár. Higartil hevur hann verið
postmaður í nítjan ár. Og nógv
er broytt hesi mongu árini.
- Tað var eitt gott arbeiði,
men nú er trýstið vorðið nógv
størri. Hetta er ikki longur nakað
lívsstarv, staðfestir Hallstein,
beint áðrenn vit fara inn í ským-
liga bergholið í Kaldbaksbotni.
Hallstein Sigurðsson er klaks-
víkingur, sum býr í Havn og
arbeiðir í Kollafirði og Kvívík.
Sambært hann er hetta annað
lívið enn at arbeiða og ganga við
posti í Havn, sum hann gjørdi í
seytjan ár.
- Tað eru bert tjúgu minuttir
millum Havnina og Kollafjørð.
Men munurin er stórur. Kolla-
fjørður er eitt bóndasamfelag av
einari aðrari verð. Tað er sum at
vera á einari aðrari gongu-
stjørnu!
Neyðug gøtunøvn
Tað var ikki tað bera spæl hjá
einum býarpostmanni at koma
til Kollafjarðar. Tað fyrsta, Hall-
stein noyddist at læra seg, var
nøvnini á kollfirðingunum. Har
brúkti eingin gøtunøvn og
nummur. Við tógvið stríð eydn-
aðist tað Hallsteini at venja koll-
firðingar at nýta gøtunøvnini,
sum eru í bygdini. Hóast hann
varð klagaður fyri at senda brøv
við ófullfíggjaðum bústaði aftur
til sendaran, helt hann fast við
strongu upplæringina. Kollfirð-
ingar lærdu so dánt, at teir ikki
bara búgva í Kollafirði, men
eisini í Steinsgøtu ella á Heyga-
vegi.
- Vilt tú vera postmaður, er
eitt av grundleggjandi krøvun-
um, at mann dugir at lesa. Og
eitt krav til teirra, sum senda
brøv, er, at okkurt er hjá okkum
at lesa á brævbjálvanum, heldur
Hallstein.
Drúgvur dagur
Klokkan er sjey, tá ið vit koyra
oman í posthústúnið við Sjógv í
Kollafirði. Arbeiðsdagurin er
byrjaður, tá ið handbremsan er
hálað upp.
Fyrsta uppgávan er at koyra
nýbakað breyð av posthúsinum
og út í Handilin á Kjalnesi.
Roykurin stendur úr flógvu
breyðunum og vatnið rennur úr
tonnunum á svanga postmann-
inum, ið bara fekk ein beran
temunn áðrenn hann fór heim-
anífrá í morgun.
Hann festir sær aftur í. Hann
veit longu, at dagurin verður
drúgvur. Í dag eru lýsingarbløð,
sum skulu í hvørt hús. Pensi-
ónirnar eru komnar og skulu
gjaldast teimum eldru frammi í
Dal og á Signabø í hondina.
Hundraðogníggjogfýrst hús bíða
eftir Hallsteini.
Afturkomin á posthúsið, eftir
at hann hevur verið við breyð-
num, uppdagar hann, at ein
rúgva liggur eftir. Ein túr afturat
í Handilin á Kjalnesi við høsnar-
ungum og øðrum matvørum.
- Huff, gott nokk eri eg raskur,
men máti skal vera við. Nei,
mann kemur ikki sovandi gjøg-
num lívið, sigur hann turrisliga
Ert tú postmaður, lættur upp á sporið og av lyndi, kemur tú í samband við nógv fólk. Hetta heldur Hallstein Sigurðsson vera eina orsøk til at verða verandi í starvi sum
avgreiðslupostmaður í Kvívík og Kollafirði
áðrenn hann klamsar hurðina á
postbilinum aftur og drønar
avstað. Út í Kjalnesbúðina fyri
aðru ferð.
Stór rúgva
Løtu seinni er tíðin komin at
sortera postin. Hann hevur um-
dømið 1 í Kollafirði. Heilt fitt
av brøvum eru. Bóndasamfelag-
ið fornoktar seg ikki; ein rúgva
av brøvum er frá MBM. Koll-
firðingar skulu nú rinda rokning-
ina fyri eplavelting og taðing.
Eisini er blaðið, Samvirke, kom-
ið. Tað vigar væl í rúgvuni.
Dimmalættingar og Sosialar við
feskum tíðindum um skotini í
Klaksvík liggja eisini og bíða.
Her er nógv at tríva í.
Meðan brøvini flúgva inn í
sorteringshillarnar, spyrja vit
Hallstein, um hann væntar at
missa starvið, nú postverkið skal
gerast tíðarhóskandi og burðar-
dygt.
- Nei, tíverri. Man skuldi ver-
ið postmaður í Klaksvík, so
kundi mann søkt um krígspen-
sión, mutlar hann fyri seg sjálvan.
Telefonin ringir. Tað eru aftur
tey í hasari vælsignaðu Kjalnes-
búðin. Tey hava onki fars fingið.
Hallstein festir sær í aftur eina
Prince Light, sum hann beinan-
vegin pumpar hálva.
Kollfirðingar bíða
Tá ið rúgvan av brøvum, pakk-
um og bløðum er skipað av
einslistum, og tær 50 - 60.000
pensiónskrónurnar eru lagdar í
taskuna, er klárt at fara avstað í
Suzuki jeppinum. Klokkan er nú
tjúgu minuttir yvir átta. Vit
strúka fram við kollfirðingunum
á Signabø og frammi í Dal. Teir
mugu bíða eftir bløðum og
pensión, tí fyrst gongur leiðin til
Kvívíkar. Soleiðis hevur ikki
verið fyrr. Tá var ein postkona í
Kvívík, men hon flutti til Havn-
ar. Síðani varð økið hjá Hall-
steini forskotið, so at hann
skuldi ganga innasta part av
Kollafirði og Kvívík.
Arbeiðir upp á Joan
Við Leynará ringir telefonin.
Tað er Joan úr Leynum. Hon
gongur við posti í Leynum og
passar posthúsið í Kvívík. Fimm
minuttir seinni standa vit í tún-
inum við posthús nummar 29 -
tað í Kvívík. Joan skyggir sum
sólin á skýleysum himli. Hall-
stein veit longu, at maður Joan
kemur heim av fjarleiðum í
ovurmorgin, og at hetta er or-
søkin til góða lagið.
- Ja, tá verður lív, arrrrhhh,
sigur Joan stórlæðandi.
Hallstein biðjur hana koma at
fáa sær ein kaffimunn, men Joan
sigur seg ikki hava tíð.
- Tað nyttar onki at grenja um,
at mann hevur drukkið for lítið
kaffi, tá mann er komin í
himmiríkið, hugleiðir Hallstein
aftur ímóti noktandi svarinum
frá Joan.
Kaffimunnurin er stuttur, og
meðan drukkið verður, skundar
Hallstein sær at arga Joan so
nógv sum gjørligt við longsuli
hennara eftir manninum. Joan
fær næstan ikki drukkið glóð-
heita kaffið, sum hon flennir. Og
tað er ikki bara tí Hallstein er
stuttligur. Sólin skínur, tjøldrini
láta og maðurin er á heimleið.
Skal hon ikki vera glað?
Fólk eru ymisk
Meðan posturin í Kvívík verður
skildur, kemur eitt løgið bræv á
borðið. Bústaðurin er Linden-
weg 6, FR-47546 Kvivik. Hall-
stein ristir við høvdinum, tveitir
brævið til viks og savnar seg um
at skipa Forældre og Børn, Poli-
tikken, Dimmu og Sosialin í
rætta røð. Hann prátar alla tíðina
og er sera beinrakin í sínum
niðurstøðum. Líkist mest einum
sjarmerandi skálki.
- Bygdafólkini eru bara fitt.
Men eg kundi sum aðrir post-
menn hugsað mær, at tey høvdu
betur skil á hundunum. Ein kona
í Havn segði, at ístaðin fyri at
skjóta hundarnar, skuldi mann
hugsa um fólkini, sum ikki duga
at venja teir!
Troyttur av Elisi
Klokkan er farin av tíggju, tá ið
vit fara undir at býta postin út í
Kvívík. Hallstein hevur ilt í
tjúkkanum. Hann varð raktur av
tægrasliti herfyri, og tí koyrir
hann millum býlingarnar í Kví-
vík. Annars plagdi hann at
ganga sum mest.
Fyrsta húskið, sum fær post
hendan morgunin, er tað hjá Jo-
han og Dinnu Thomassen. Skjótt
gongur at koyra og ganga millum
skotini í Kvívík. Postur verður
stungin í postkassar, inn um opn-
ar hurðar og gjøgnum gluggaop.
Ímeðan Hallstein støkkur út og
inn úr bláa jeppinum sussar Elis
Poulsen í Útvarpinum við sínum
óbendiliga bjartskygni. Tá ið Elis
prátar við eina vágakonu um fýrs
Farið verður stytstu leið í Kvívík. Flákrandi hand- og undirklæðini gevur Hallstein
sær ikki far um, tá ið postkassin er í eygsjón
Jákup Joensen, vanliga nevndur, Lago, situr og bíðar innan fyri køksgluggan í
Kvívík. Hann er prátingarsamur, og Hallstein prátar við hann hvønn dag
Tað gongur
við fúkandi
ferð, tá ið
Hallstein skilir
brøvini. Tá ið
brøvini eru
býtt sundur í
ymiskar
býlingar,
verða tey øll
løgd í ta røð,
sum hann
gongur
gjøgnum økið
- Kollafjørður
er eitt bónda-
samfelag av
einari aðrari
verð, heldur
postmaðurin,
sum sjálvur er
ættaður úr
Klaksvík
Joan
Johansen,
postkona í
Leynum og
Hallstein
hittast í
Kvívík.
Hallstein
hevur hug at
arga Joan, tí
henni longist
so illa eftir
manninum,
sum siglur
úti. Joan
bara flennir...
Framhald á næstu síðu