leygardagur 10. juni 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 110 - 10. juni 2000
20
Nr. 110 - 10. juni 2000
ára aldur, sum heldur lívið vera
so eviga deiligt, noyðist Hallstein
aftur at festa sær í. Og meðan
romantiski útvarpsverturin letur
Al Barton tóna við Living Next
Door To Alice, fær postmaðurin
sær eitt sterkt lakerol afturímóti
slitnu rútmunum.
Øll smílast
Eftir stuttari løtu er hann komin
til húsini hjá Lassa Holm og har
við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú
vanta bert góð fjøruti hús í hesi
bygdini. Tey flestu frammi í
Gerði. Prátini við tey viðskifta-
fólkini, ið eru heima, eru stutt.
Hóast Hallstein er klaksvíkingur,
fær hann onki skot um skottil-
burðin í Klaksvík. Bara »small-
talk« um góða veðrið og spurn-
ingar um teir báðar blaðmennin-
ar, ið renna í hølunum á honum.
Men øll hava hug at smílast, tá
ið Hallstein kemur við posti.
Serliga konufólkunum dámar
væl sjarmerandi og spontana
mannin í bláa jakkanum og
slitnu kóboybuksunum.
Annað lívið í Havn
Nakrar serkendar mýtur eru um
postmenn. Hana við hundunum,
sum altíð bíta postmenninar,
munnu fólk flest kenna. Men so
er tað hin um postmannin, sum í
skemtitekningum sleppur sær
framm at hjá einsamøllum kon-
um.
Tey nítjan árini, Hallstein
hevur gingið við posti hevur
hann verið í hornatøkum við
mangan hundin. Men hitt hevur
hann enn til góða.
- Einaferð kom eg av óvart
fram á nøkur konufólk, sum
lógu og sólaðu sær her um leið-
ir. Sum vera mann, skundaðu
tær sær at lata seg betur í, tá ið
tær sóu meg koma gangandi. Eg
spurdi undrandi, hví tær lótu seg
í. Í Havn, segði eg, har lata tær
seg úr tá ið postmaðurin kemur.
Tær fingu ikki afturhald, sum
tær flentu, minnist Hallstein, og
flennir sjálvur í kíki.
Tað svingar, tá ið Hallstein
tosar við konufólkini. Tær
flestu, sum vit fáa eina viðmerk-
ing frá, halda Hallstein vera ein
sera litríkan persón. Og summar
standa eftir í durðunum við ein-
um fjarum smíli um varrarnar, tá
ið hann kvikar sær víðari.
Stuttar vitjanir
Klokkan er tólv, tá ið vit veitra
Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein
koyrir varðliga móti Leynatunn-
linum. Seinasta vetur knústi
hann ein postbil har á leiðini.
Hann festir sær í aftur.
Nú eru bert tey fremstu húsini
í Kollafjarðardali og Signabøur
eftir. Men hesar vitjanir eru
tíðarkrevjandi, tí pensiónistarnir
skulu hava sín pening. Hóast
farið er um miðdag, og nógv
húski enn bíða eftir posti, peng-
um og tíðindum, kennir Hall-
stein ikki størri strongd á sær,
enn hann hevur gjørt. Vitjanirnar
inni hjá bíðandi pensiónistunum
eru stuttar. Sum ein roynd
bankakona telur hann seðlar og
myntir meðan tey gomlu sita
kúrr og eygleiða títtu fingrarnar.
Farvæl og takk fyri, vælsign-
aður.
Kaffi og orðaskifti
Nú nærkast hann endanum.
Klokkan er tjúgu minuttir í tvey.
Eini tredivu hús eru eftir. Hann
tekur dik á seg; blaðmenninir
hava seinkað honum minst ein
tíma. Oyrareingir er seinasti
býlingurin. Her eru tólv hús.
Seinastur er bóndin á Oyrar-
eingjum, Óli Krisjan Debess.
Her plagar Hallstein at verða
boðin inn á gólvið. Afturvið
kaffi og køku verða dagsins mál
vend. Bóndin er rótgrógvin
fólkafloksmaður. Og Hallstein
er, sambært bóndan, ógrøðiligur
sosialistur. Teir eru væl, báðir,
men politiskt rúkandi ósamdir.
Tá festir Hallstein sær javnan
í aftur.
Troyttur sjarmørur
Klokkan er tvey og reiðiliga tað,
tá ið blái bilurin við
nummarplátuni PJ209 fer norður
um aftur og út á posthúsið við
Sjógv. Dagurin er skjótt farin.
Hallstein fer nú at rigga av. Telja
upp kassan, stempla brøv og fáa
skil á tað, ið liggur eftir.
Proletarurin og sjarmørurin í
kóboybuksunum tykist troyttari
enn í morgun.
∆
Framhald av síðu 19
Hann ætlaði sær at ganga við posti í eitt ár. Starvstíðin hjá honum gongur nú á nítjanda ári
Dánjal Magnussen í Kvívík er á veg at taka kalvalínu upp. Fiski-
skapurin er sambært gamla sakføraran, bedrøviligur. Men nú
Hallstein kemur við bløðunum gjøgnum bilgluggan, livnar hin
gamli upp aftur. »Hallstein er altíð í góðum lag, men hann hevur
ikki nóg góða tíð at práta«, heldur Dánjal, sum hevur alt gott at
bera manninum, ið berur honum postin
- Kvæd ólukkan gera tygør so manssterkør? Suðringurin á
takinum, Ásbjørn Eysturberg, tekur rívan til, tá ið hann sær alt
rennaríið rundan um Hallstein í skotunum í Kvívík
Ivi hevur stungið seg upp um eitt bræv. Bjarna, sum er komin
heim av Flatlondum at vitja í Kvívík, kennist ikki við navnið,
sum stendur á bjálvanum. Hóast hon býr í Keypmannahavn,
finnur hon kortini skjótt út av, at Hans frammi í Húsi eigur
brævið
»Hasin maðurin er all-right, og hesin dagurin er ikki minni
góður«, sigur blíðskortaði Poul Samuelsen í Kollafirði, tá ið
Hallstein hevur handað honum pensiónina. Poul heldur eisini
argandi fyri, at konan, Esther, gjarna fær eitt sindur meira
útgoldið enn hann
Forvitnar gamla tíkir mugu víkja fyri postmanninum. Her er Hallstein komin út á Signabø.
Vóvarnir hjá bóndanum er fleiri í tali, men somikið friðarligir, at neyðugt er ikki við álvarsomum
tiltøkum til tess at fáa teir at flyta seg
Dagurin fer at halla, nú Hallstein er afturkomin á posthúsið í Kollafirði.
Hann stemplar tey brøvini, hann hevur fingið við sær frá viðskiftafólkum í
postøkinum. Síðani skal kassin teljast upp. Hallstein er móður og svangur
Grafikkur Sosialurin