leygardagur 10. juni 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 110 - 10. juni 2000
22
Nr. 110 - 10. juni 2000
»In Dublin’s fair city, where girls
are so pretty, I first set my
eyes on sweet Molly Mallone«......
Soleiðis syngja vit í reiðiliga
aðruhvørji veitslu, hildin verður
bæði í Føroyum og aðrastaðni.
Vit syngja um írsku fiska-
gentuna, sum gekk í gøtunum í
Dublin og seldi fisk og skeljar.
Og hon gjørdist heimskend,
hendan ímyndin av gomlu
fiskarakonunum, sum royna at
vinna til lívsins uppihald við at
ganga við trillubørini í gøtunum
í Dublin. Bæði breiðum og
smølum. Og har ganga tær enn,
hóast tær nú bert eru á tí einu.
Men tær eru har. Við blómum og
grønmeti. Skeljum og fiski.
Men á Crafton Street stendur
HON. Molly Malone, herself.
Ein stór standmynd, sum
borgarstjórin í Dublin gjørdi av
at biða ein írskan listamann gera.
Til minnis um hesa ímyndina av
Dublin. Hesari kvinnuni, sum
Through streets
broad an narrow
Ein av næstu
grannum okkara er
Írland við høvuðs-
staðnum Dublin. Men
hóast søgulig bond,
er tað rættiliga lítið,
føroyingar annars
hava havt av sam-
bandi við grannan
fyri sunnan
hóast bara íspunnin, hevur fest
býarnavnið á at kalla hvønn
munn í stórum parti av okkara
heimi.
Ókendur granni
Hóast Írland er ein av okkara
næstu grannum, er tað merkis-
vert, so lítið føroyingar hava
havt av sambandi tann vegin.
Vit kenna frá søgu okkara frá-
søgnina um Brendan, sum kom
hendanvegin og helt leiðina
fram um Norðuratlantshav og
skuldi enda í Norðuramerika.
Undan honum hava einbýlis-
menn, munkar, verið í oyggj-
unum, og teir verða ofta sagdir
at hava verið írskir. Eftir ymsum
staðanøvnum, sum vit enn hava,
verður hetta mett at vera so.
Tað næsta skal so hava verið
sjórænararnir, sum hava herjað
her helst í miðøld onkuntíð. Og
takk skulu teir hava fyri tað. Tí
vóru teir ikki komnir hendan-
vegin og høvdu neyðtikið onkrar
neytakonur og ungar bóndadøtur
her og har um oyggjarnar, var
ivaleyst alt slagið útdeytt
orsakað av innannøring. Tí tað
er alkennt, at neyðugt er at
blanda blóðið fyri at halda
slagið gangandi.
Síðan hevur lítið og einki
verið av sambandi landanna
millum. Onkur landsdystur í
fótbólti hevur verið móti
Norðurírlandi, og vit hava frætt
eitthvørt um ófrið gjøgnum
pressuna.
Men nú er Maersk Air farið at
flúgva fasta rutuflúgving millum
Billund í Danmark og Dublin.
Og samstundis verður eisini
flogið millum Billund og Vágar.
So kanska fer tað at økja hugin
at vitja hendan áhugaverda
grannan her beint sunnan fyri
okkum.
Søga
Írland hevur ríka søgu.
Mett verður, at tað eru umleið
5.000 ár síðan, fyrstu fólkini
búsettust á Írlandi. Hesar
búsetingar hava helst verið kring
tað, sum í dag verður nevnd
Dublinvíkin.
Fleiri túsund ár seinni komu
so kristnir munkar og reistu
kleystur á leiðini.
Í árinum 841 komu víking-
arnir til Liffey ósan og við ein
myrkan hyl (dubh-linn) bygdu
teir fyrstu smátturnar og
vendarvirkini. Teir vórðu riknir
burtur, men vóru skjótir aftur. Í
árinum 919 vunnu víkingarnir
slagið um Dyflin, sum teir tá
nevndu staðið.
Teir mentust og fjølgaðust.
Tóku sær konur frá innfødda
fólkinum og bygdu staðin, til
hann í seinna parti av tólvtu øld
varð tikin av normannum undir
»She wheeled her wheel-
barrow, through streets
broad and narrow, crying
Cockles and mussels«
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Vegskiltini í Dublin eru skrivað á enskum og gæliskum
Framman fyri tí sera kenda Trinity College í miðbýnum í Dublin
leiðslu av riddaranum Strong-
bow.
Hesir bygdu kleystur og
kirkjur, sum enn dagin í dag
verða ávístar. Og býurin vaks og
mentist upp gjøgnum miðøldina.
Men ikki var alt bara friður og
eydna kortini. Uppreistrar hava
verið fleiri, og 1798 varð úrslitið
av einum miseydnaðum upp-
reistri móti bretum, at írska
parlamentið varð niðurlagt og
landið kom undir beinleiðis stýri
úr London.
So seint sum í 1916 var aftur
ein uppreistur í Dublin. Tann
sonevndi Páskauppreisturin.
Hann varð harðliga niðurbardur
av bretum, og fleiri av upp-
reistrarleiðarunum vórðu
avrættaðir.
Ein beinleiðs avleiðing av
hesum var, at loyniherurin, IRA,
varð stovnaður.
Men fimm ár eftir Páskaupp-
reisturin fekk Írland sjálvsstýri,
og Dublin gjørdist høvuðsstaður
í lýðveldinum Írlandi.
Mentanarbýur
At Dublin er mentanarbýur,
gerst ein skjótt greiður yvir,
hóast ein ikki kennir so nógv til
írska mentan frammanundan.
Nógv verður tosað um bók-
mentir og málningalist, tá tú
hittir fólk. Heimskendir
rithøvundar eru hiðani, og írin
gloymir ikki at siga tær frá
teimum.
Hiðani eru menn sum James
Joyce og George Bernhard
Shaw, sum fekk Nobel
bókmentarvirðislønina í 1926.
Trý ár framman undan hevði
William B. Yates eisini fingið
hana. Her finna vit Oscar Wilde,
sum umframt at vera dømdur
inn at sita fyri homoseksuellar
tendensir helst er tann, sum
oftast verður citeraður á lokinum
á donskum Ga Jol pakkum. Og
hiðani er eisini tann navnframi
Jonathan Swift, sum gjørdi
Gulliver gitnan í bæði Risa- og
Pinkulingalandi.
Men Írland og Dublin duga so
sanniliga eisini enn í dag. Ikki er
at gloyma allar teir europeisku
Grand Prix sigrarnar, írar hava
drigið til sín seinnu árini. Sjey
eru teir í tali.
Og írski fólkatónleikurin er
nakað, sum fer beinleiðis í
sálina. Tað er at kalla óhugsandi
at hava verið í Dublin uttan at
hava verið á eini pub og hoyrt
fólkatónleikararnar og sæð
dansararnar.
Sera hugtakandi er at síggja,
hvussu hesi fólkini at kalla
sveima yvir pallin, meðan
beinini ganga sum trummu-
stavar, og yvirkroppurin tykist
steindeyður. Har skal av sonnum
venjing til.
Limericks
Eitt serligt mentanarfyribrigdi
eru tey sonevndu Limericks.
Hetta eru stuttlig ørindi við
fimm reglum. Sagt verður, at
fyribrigdið stavar frá eini væl
umtóktari vertshúsvísu úr 18.
øld, har luttakararnir hvør eftir
annan sungu eitt ørindi, og so
allur riðilin brølaði niðurlagið:
»Will you come up to Limerick?
Rímurnar kunnu skifta frá
fíntfølandi humor til rátt skemt.
Reglan er, at fyrsta og onnur
regla skulu ríma við ta fimtu.
Síðan skulu triðja og fjórða
regla vera stuttar og ríma móti
hvørji aðrari.
The Limerick Packs laughs
anatomical
In to space that’s quite
economical
But the best one´s I´ve seen
So seldom are clean
And the clean one’s so seldom
are comical
Kend nøvn
Ein býur sum Dublin hevur, sum
vera man, drigið nógv fólk til sín
uttan úr heimi. Tað gav at býta,
tá blaðmaðurin kom inn á
hotellkamarið mitt í býnum tætt
við tað stóru Saint Stephens
Green lundina.
Hotellið The Shelbourne er eitt
gamalt hús, sum staðið hevur,
hóast nógv annað er fallið. Húsið
hevur sæð bæði uppreistrar,
sigrar og tap, síðan tað varð bygt
í 1824.
Og her hava nógvir kendir
persónar búð. Av sonnum eitt
hús við atmosferu. Tað sást
longu tá stigið varð úr sving-
hurðini, sum annars koyrdi
skeivan veg, tá hugsað verður
um, at í Írlandi er vinstrakoyring
í ferðsluni. Men hurðin svingaði
»okkara veg«.
Á kamarinum lá nógvur
lesnaður, sum gesturin kundi
hugna sær við, um ikki varð
farið beinan veg út at síggja
býin. Og tað, sum var eina mest
áhugavert, var at síggja, hvør
hevði búð á hesum hotellinum
gjøgnum árini.
Og tað vóru ikki hissini nøvn.
Ramsan var long, og nevnast
kunnu nøvn sum Oliver Hardy
og Stan Laurel (Gøg og Gokke).
Richard Burton, Elizabeth
Taylor, Burle Ives, Peter
O’Toole eins og Rainer prinsur
og Grace (Kelly) av Monaco
umframt amerikanska senatorin
Edward Kennedy. Enski
forsætisráðharrin Harold Wilson
var her. Og tað vóru Dolly
Parton og boksarin Floyd
Patterson eisini. So alt í alt var
tað eitt hampiligt selskap, sum
búð hevði á hotellinum upp
gjøgnum tíðina.
Flottir bygningar
Tá ein býr so miðskeiðis í
Dublin er skjótt at koma at
øllum teimum kendu støðunum.
Lagt verður beinan veg merki
til, at vegskeltini eru skrivað á
tveimum málum. Enskum og
gæliskum. Men hetta seinna er
ikki lesandi hjá øðrum enn írum.
Gongutúrurin er stuttur oman
eftir gongugøtuni, Crafton
Street, har tað fyrsta, ein eigur at
heilsa uppá, er Molly Malone.
Men Molly stendur beint uttan
fyri tað sera kenda og avgamla
Trinity College, sum liggur sum
ein oasa mitt í stórbýnum við
sínum veldugu cricket og ríði-
breytum.
Beintvið rennur Liffey áin,
sum líkasum býtir Dublin í tvey.
Sunnari parturin er tann »fínari«
kanska meira snobbutur. Her eru
ambasadurnar og allar tær dýru
adressurnar. Tølini, sum nevnd
verða, eru heilt óhugnalig. Men
fyri einar 20 milliónir krónur ber
tó til at fáa bæði egnan svimji-
hyl og tennisvøll í urtagarðinum.
Kirkjurnar eru reiðiliga 100 í
tali, verður sagt. Tær kendastu
munnu vera Christ Church
Cathedral og St. Patrick’s
Catedral.
Men eru kirkjurnar nógvar, so
eru pubbirnar umleið 10 ferðir
so nógvar. Einar 1.00 ella har á
leið, verður sagt. Og tann, sum
hevur hug tann vegin, skal bara
fara ein túr á Temple Bar - sum
forrestin er ein gøta í Dublin -
so er tann parturin avgreiddur.
Men ein rættiliga stuttligur
partur av byggisøguni í Dublin
eru úthurðarnar í gamla,
georgiska býnum. Ikki ein tann
einasta úthurð líkist. Allar hava
frávik. So er tað sjálv hurðin.
Eitt lítið kúgveygað her ella ein
rútur har. Sneiðingar og linjur
bróta av. Onkur rútur oman fyri
hurðina og so sjálvur trappu-
steinurin. Og allar samlar eru
málaðar í sterkum litum, men
eingin líka vorðin í sama
grannalagnum.
Sagt verður í spølni í Dublin,
at tað er fyri, at maðurin, tá
hann hevur verið ov leingi á
pub, skal finna heimaftur. Hildið
var, at lættari var at ganga eftir
eini sermerktari úthurð enn
einum húsanummari.
Men tá galið var millum mann
og konu, kundi konan finna
uppá at mála hurðina, meðan
maðurin var úti. So kom rætti-
ligur sperðil í, tí tá fann hann
slett ikki til hús aftur.
Standmyndin – ella liggimyndin – av Oscar Wilde í lundini beint yvir
av American College, har hann búði í fleiri ár
Ha’penny Bridge um ánna Liffey er kallað upp eftir gamla brúgvagjaldinum,
sum var ein hálvur penny