leygardagur 10. juni 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 110 - 10. juni 2000
24
Nr. 110 – 10. juni 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Fri 8 june 2000
To: post@sosialurin.fo
From: argr@tv2bornholm.dk
Reply to: argr@tv2bornholm.dk
Summar og fótbóltur
Trier og Olsen
í sama báti
TÓNLEIKUR. Donsku Olsen-
brøðurnir, sum vunnu altjóða
Grand Prixið í ár, fáa nú eina
hjálpandi hond frá einum øðrum
kendum danskara. Talan er um
ongan annan enn Lars von Trier,
sum sambært einum enskum blaði
skal gera nýggja sjónbandalagið
hjá Olsen-brøðrunum.
Lars von Trier er saman við
Olsen-brøðrunum heitasta navnið
í donskum mentaralívi í løtuni.
Nýggjasti filmur hansara, Dancer
in the Dark, hevur júst vunnið
Gyltu Pálmarnar á filmsstevnu í
Fraklandi.
„Fly on the Wings of Love“,
sum vinnarasangurin kallast, er
eitt stórt hitt kring alt Europa í
løtuni, og hetta hevur gjørt teir
tilkomnu Olsen-brøðurnar til
stjørnur uttanfyri danska konga-
ríkið.
Tad er ikki vinnarasangurin,
sum Lars von Trier nú skal seta
myndir til. Olsen-brøðurnir eru í
holt við at fyrireika næstu stak-
útgávuna, og tað er í hesum sam-
bandi, at von Trier er komin upp í
leikin. von Trier hevur annars sagt,
at hann nú ætlar sær at halda frí,
men eftir øllum at døma fer hann
tó at gera eitt sjónbandalag saman
við donsku Grand Prix vinnaru-
num.
KT. Danska stjórnin hevur gjørt eina semju saman
við SF og CD, sum fer at geva danska fólka-
skúlanum 340 milliónir krónur til kunningartøkni
og miðlar.
Formaðurin fyri danska lærarafelagið heilsar
átakinum vælkomnum
- Teldur eru eitt framúr reiðskap, og tað er
tydningarmikið, at næmingarnir læra at brúka
hendan møguleika. Men tey skulu eisini læra at
skilja ímillum, so tað verður til útbúgving og ikki
undirhald. Tí er tað umráðandi, at tað verða gjørd
góð forrit, sum hóska danska fólkaskúlanum, sigur
Anni Hertoft Andersen.
Semjan hevur við sær, at 340 milliónir krónur
vera latnar til at menna undirvísingartilfar og
gjøgnumføra eina eftirútbúgving av lærarum. Har-
afturat skulu allir danskir skúlar hava internet-
samband.
340 milliónir til KT í fólkaskúlanum
Funnu
horvnan bý
ELDORADO. Amerikanski æv-
intýrarin, Gene Savoy, hevur
funnið ein higartil horvnan bý, har
sokallaða
Chachapoya-fólkið
búði. Hesi fólk vóru fíggindar hjá
teimum helst meira kendu inkaun-
um. Býurin sigst vera ein av sjey
sagnakendum býum, sum liggja í
hesum umráðunum, spaniólar
róptu Eldorado.
Tær stóru leivdirnar eftir býin
eru funnar í regnskóginum norðar-
laga í Peru, millum 500 og 600
kilometrar norðan fyri høvuðs-
staðin Lima. Eingin hevur búð í
býnum síðani 1400-talið, tá inkar-
nir vunnu endaliga sigurin á
Chachapoya-fólkinum.
- Vit hava funnið ein horvið
skógarimperium. Eg rokni við, at
talan er um býin Cajamarquilla,
sum er ein av teimum ótrúligu
býunum, sum vórðu bygdir av
Chachapoya-fólkinum,
sigur
Gene Savoy vid tíðindastøðina
AP.
Býurin er stórur, samanlagt 65
ferkilometrar, og vegirnir eru
steinsettir og lendið hevur verið
dyrkað. Harafturat eru 36 smærri
pyramidir í umráðnum.
Gene Savoy er 73 ára gamal,
og hann hevur seinastu 40 árini
funnið fleiri horvnar býir í skóg-
unum í Peru. Í fjør fann hann ein
annan av teimum sjey horvnu bý-
num.
Vaknaði nú eina náttina. Fór upp klokkan
tvey; hugdi at tíðindunum hjá Sky News og
zappaði so víðari. Fann eina spennandi send-
ing, og var sitandi í slakar tveir tímar. Tørn-
aði inn aftur klokkan fýra; og fór upp til
arbeiðis klokkan hálvgum sjey.
Hvørjum eg hugdi at hesa náttina? Tað
skal eg venda aftur til seinni.
Áhugin fyri ítrótti kom tíðliga. Og áhugin
hevur fevnt vítt um nógvar ítróttargreinar.
Sjálvur havi eg ikki verið tann stóri ítróttar-
maðurin, men eg havi roynt nógv spøl.
Fótbólt og hondbólt, róð, flogbólt og bad-
minton og sanniliga eisini cricket; ikki at
blanda saman við kroket, sum vit eisini
spældu nógv, tá ið eg var smádrongur.
Allar hesar ítróttargreinar hava mín áhuga
framvegis umframt aðrar. Men í dag eri eg
noyddur at viðganga, at ein ítróttargrein
stingur langt fra um allar hinar.
Fótbóltur.
Hví? Tí eg haldi áhiugin er lagdur í meg
fra barnsbeini.
Gøtumenn spældu fótbólt á Oyruni tíðliga
í tíðini. Summir av teimum gomlu, sum eg
minnist fra tí eg var smádrongur, søgdust at
hava verið góðir spælarar. Sum 8-10 ára
gamal hevði eg ilt við at ímynda mær, at
summir av teimum gomlu í bygdini høvdu
verið kringir fótbóltsleikarar; ja, so góðir, at
tað ferð eftir ferð eydnaðist teimum at vinna
á klaksvíkingum og leirvíkingum.
Tá ið tíðini var fótbóltur leiktur aðra tíð á
árinum. Tað var leikt tá ið menn vóru heima, so
tað var ikki altíð líkindini vóru av teimum bestu.
Fyrsti organiseraði fótbóltur, eg minnist, var
í Fuglafirði. Pápi mín sigldi út frá Fuglafirði og
eg minnist væl, tá ið eg í fimtiárunum fyrstu
ferð var á vøllinum í Fuglafirði. Ein stór upp-
living.
Í altjóða fótbólti minnist eg dystirnar í Rom
undir OL. Danska landsliðið kláraði seg stak
væl. Vit lurtaði eftir danska útvarpinum, og
sjálva finaluna minnist eg heilt væl. Danir mis-
brúktu eitt brotsspark og fingu silvurmerkir.
Mamma og eg lurtaðu eftir Gunnar Nu, sum
segði frá hesum ótrúliga spennandi dystinum.
Stuttligt at hugsa sær, at mong ár seinni ar-
beiddi eg í fleiri ár saman við manninum, sum
brendi brotssparki. Flemming Nielsen; ein av
bestu og mest elegantu leikarum, Danmark hev-
ur átt.
B36-formaðurin og fyrrverandi stórspælarin,
Alli Hansen, er giftur við gøtukonu. Hann kom
av og á inn á gólvið, og hann tosaði eisini um
fótbólt. Tað skapti eisini áhugan. Hann er eisini
orsøkin til, at B36 altíð hevur staðið hjarta
mínum nær, sjálvt um GÍ eigur innasta plássi.
Men tá ið eg var smádrongur vóru bert fýra
stórlið í Føroym. HB, B36, KÍ og TB.
Seinni havi eg havt stór upplivilsi við fótbólti.
Havi sæð óteljandi dystir, bæði á høgum og
lágum støði. Væntaði at áhugin fór at minka, nú
eg eldist eitt sindur, men tvørtur ímóti. Eg havi
ongantíð verið so býttur í fótbólti sum júst nú.
Til alla lukku er sjónvarp uppfunnið. Tað
hevur givið møguleikan at sæð fótbólt úr øllum
heiminum. Fyrstu HM-dystirnar sá eg frá HM-
kappingini í Onglandi í 1966. Tá var eg á skúla-
barna ferð í Danmark og sá millum annað
Norður-Korea loypa hvøkk á fleiri stórtjóðir, og
sá eisini portugisisku heimsstjørnuna Eusebio
vísa sítt kynstur.
Síðani tá havi eg sæð nógvar dystir. Nógvar,
sum onki hava nyttað, men eisini nógvar spenn-
andi og góðar dystir.
Sjálvandi tekur tað tíð at hyggja at dystum í
sjónvarpinum, men tíbetur hevur konan hjá mær
givið mær frið og av og á seinnu árini eisini
hugt at dystum saman við mær.
Nú byrjar tað so aftur. Í kvøld verður EM
kappingin í Hollandi/Belgiu sett, og tað hevur
so við sær at hvør dagur nú verður tilrættalagdur
efitr, nær dystirnir eru.
Ofta havi eg við mær sjálvum roynt at út-
greina, hvat tað er, sum ger at eg kenni meg so
bundnan at hesum spæli. Hvat er tað, sum fær
meg til at standa tveir tímar ein sunnudag og
hyggja at einum hálvvánaligum dysti.
Tað er ikki lætt at finna svar, men eitt av tí,
sum er júst við fótbólti, er, at so at siga øll kunnu
spæla hetta spæl. Sjálvt um tú ikki ert nakar
úrmælingur, so kanst tú saktans vera ein av 11.
Spælið sjálvt hevur í sær fleri element, sum eru
spennandi. Tú hevur á høgum støði tann fína
taktikkin, sum verður gjøgnumførdur við spenn-
andi nærdystum, fínum og flottum longum send-
ingum tvørtur um vøllin, langskot og hørðu
kappingina beint framman fyri málið, málmans-
spælið, sum er eitt sindur uttanfyri, men
altíð er serliga spennandi at fylgja.
Eg veit væl, at teir klóku eisini leggja
nógv annað í hetta spæl.
Sosial aspekt, sum vísa eina mynd av
samfelagnum, ein serlig mannafólkaverð
við serligum ritualum og so framvegis.
Sjálvt av hesum er sjálvandi rætt, og hevur
tú sitið í einum skiftirúmi við 15 monnum,
so hevur tú hug at geva teimum klóku rætt.
Tað er okkurt serligt.
Sjálvur gleði eg meg til í kvøld og til
komandi dagarnar at síggja hópin av dyst-
um. Hvørjum eg haldi við?
Nógvum liðum. Danmark stendur sjálv-
andi ovarlaga saman við Noreg og Svøríki.
Ongland og Týskland, men eg eri noyddur
at viðganga, at Holland helst er tað land,
sum eg haldi við. Teir komu við total-
fótbóltinum, teir høvdu Cruyff, van Basten,
Gullit og Rijkard, og nú hava teir Kluivert,
Overmars og ikki at gloyma Bergkamp.
So skuldi annað heimaliðið - og helst
Holland - vunnið kappingina, so er tað OK.
Áh, ja, eg skuldi venda aftur til, hvat tað
var eg sá í sjónvarpinum hesa náttina mill-
um tvey og fýra. Tað var EM-finalan 1988
millum Holland og Sovjet. Seinasti stór-
dysturin hjá Sovjet og minniliga málið hjá
van Basten.
Árni Gregersen
Bornholm
27. mai fingu Laila Joensen
og Ró Sigurðsson, Klaks-
vík, ein son. Hann var 54
cm. langur og vigaði 4050
gr.
31. mai fingu Jóna og Poul
Jespersen, Hvalba, ein son.
Hann var 56 cm. langur og
vigaði 4460 gr.
1. juni fingu Britta Joensen
og Hjørleif Olsen, Vest-
manna, ein son. Hann var
52 cm. langur og vigaði
3350 gr.
3. juni fingu Elsa og Hjør-
leif Hansen, Syðrugøta,
eina dóttir. Hon var 51 cm.
long og vigaði 3300 gr.
2. juni fingu Evida Jane
Bruce og Janus í Dali, Hoy-
vík, ein son. Hann var 46
cm. langur og vigaði 2315
gr.
3. juni fingu Karis og Karl
Martin Justesen, Strendur,
ein son. Hann var 55 cm.
langur og vigaði 3650 gr.
6. juni fingu Elsebeth og
Oleif Gerðisá, Nes, Eystur-
oy, eina dóttir. Hon var 54
cm. long og vigaði 4000 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Gudstænastur hvítusunnudag
Havnar kirkja: kl. 11, hátíðargudstænasta, Hans J. Joensen,
biskupur
Christianskirkjan: kl. 11, (Talvan gongur fyri Heidningarmissión-
ina hjá Kirkjulig Missiónsfelagnum). Barnagudstænasta kl. 15,
Hans Eiler Hammer
Kunoy: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen
Eiði: kl. 11, John Myllhamar. (Talvan gongur á Eiði fyri Bláa
Kross)
Selatrað: kl. 11, Niels J. Nielsen, trúb.
Hestur: kl. 12, Kjartan Mørkøre
Fríðrikskirkjan: kl. 11, deknagudstænasta. (Talvan gongur fyri
Ljóðførisgrunn kirkjunnar)
Tvøroyri: kl. 11,
Hvalba: kl. 12.30, Petur M. Ramussen
Vesturkirkjan: kl. 16, Heri Joensen. Vegna fagnaðargudstænastu
í Havnar kirkju er ongin gudstænasta kl. 11.
Gøtu kirkja: Talvan gongur hvítusunnudag fyri kirkjuna.
Gudstænastur 2. hvítusunnudag
Havnar kirkja: kl. 11, Erik Norman Svendsen biskupur og
Bjarni Bæk
Hvítanes: kl. 11, Sverri Steinhólm
Kaldbak: kl. 12, Høgni Poulsen
Christianskirkjan: kl. 11, Karsten Nissen, biskupur í Viborg
Sørvágur: kl. 11, Niels Henrik Arendt, biskupur og David
Johannesen
Vestmanna: kl. 11, Kjeld Holm, biskupur
Kvívík: kl. 12, Lise-Lotte Rebel, biskupur
Hvalvík: kl. 12, Morten Aagaard, fm. í Det Danske Bibel-
selskab
Norðskála: kl. 10.30 skriftamál, kl. 11 messa Bolli Gustafsson,
biskupur, og Emil Olsen
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen
Kirkjubøur: kl. 12, Øysten Larsen, biskupur og Heri Joensen
Fríðrikskirkjan: kl. 11, Tord Harlin, svenskur biskupur og
Jónsvein Bech
Fuglafjørður: kl. 11, Holger Jepsen biskupur á Lolland-Falster
Stift.
Skáli: kl. 11, Lars Schmidt, dómpróstur
Oyndarfjørður: kl. 12, Søren Lodberg Hvas, biskupur
Tvøroyri: kl. 11, Niels Holm, biskupur í Ribe
Vágur: kl. 11, Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde
Viðareiði: kl. 11, Knut Andresen, dómpróstur
Skúvoy: kl. 11, Hans J. Joensen, biskupur, og Jákup R. Hansen
Sandur: kl. 12, Sofie Petersen, biskupur
Árnafjørður: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen
Ebenezer
Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. møti og kl. 21
útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti.
Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond
Morgunmøti kl. 11, kl. 12.15 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt
møti.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag heldur hvítusunnust. fram kl. 10.15 og kl. 14.15 seminar,
kl. 20 vekingarmøti. 1. hvítusunnudag hvítusunnust. kl. 10.15 og
kl. 14.15 seminar, kl. 18 vekingarmøti. 2. hvítusunnudag hvítu-
sunnust. kl. 10.15 og kl. 14.15 seminar, kl. 18 vekingarmøti.
Týsdagin kl. 06 morgunbøn.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Sunnukvøldið kl. 18: Møti við Reimundi Langgaard.
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum mikukvøldið 14.
juni kl. 20 við Elisabeth Syré úr Suðurafrika. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
Frelsunarherurin, Tórshavn
Leygardagin kl. 11 útimøti.
2. hvítusunnudag kl. 11 møti, major Inger Sofie Tjåland talar,
kl. 18 møti við Palla Petersen.
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Høgna Pouls-
en.
Týsdagin kl. 20 bíbliutími Jóh. ev. kap. 17.
Hósdagin kl. 20 ungdómsmøti, ung av Argjum skipa fyri.
Meinigheitin í Hoyvík
Eingin sunnudagsskúli og einki møti á hvítusunnu.
Zion, Kollafjørður
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Dánjal Petersen úr Havn
talar. Øll eru vælkomin.
Saron, Vestmanna
Onki møti sunnudagin vegna hvítusunnumøti í Havn.
Keldan, Skálafirði
Einki møti í Kelduni á hvítusunnu. Vit eru við í tiltakinum í
ítróttarhøllini á Nabb. http://www.keldan.fo
Ørkin, Saltangará
Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðsmannafelagshúsinum
Hæddini í Saltangará við Margeir Toftegaard.
Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Jonnu & Palla Højgaard,
Saltangará.
Hósdagin kl. 20 bønarmøti.
Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun
frá kl. 6-7.
Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum
1. hvítusunnudag kl. 19 møti við Juttu og Salli Lognberg.
2. hvítusunnudag møti við Kajberg Davidsen. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Leirvík
Ungdómsmøti verður í Missiónshúsinum í Leirvík, leygardagin
kl. 20 við Jógvan og Dagny Højgaard av Glyvrum.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin.
Vegna Hvítusunnumøti í Vági verður einki møti sunnukvøldið.
Betel, Vágur
Leygardagin kl. 10 uppbygg. fundur í Betel, kl. 20 evangel.
fundur í Betel, kl. 22 opið hús í Betel.
1. hvítusunnudag kl. 10 breyðbróting í høllini, kl. 16 uppbygg.
fundur í høllini, kl. 16 barnafundur í høllini, kl. 19 evangel.
fundur í høllini, kl. 22 opið hús í Betel.
2. hvítusunnudag kl. 10 uppbygg. fundur í høllini, kl. 15
uppbygg. fundur í høllini, kl. 22 opið hús í Betel.
Onsdagin kl. 20 bønarfundur í Betel.
Missiónshúsið í Vági
Um hvítusunnu verða møti í missiónshúsinum við luttøku úr
Havn og av Toftum. Eisini luttaka porkeningar o.o. við sangi.
Leygarkvøldið kl. 20 møti.
1. hvítusunnudag kl. 18 møti. 2. hvítusunnudag kl. 18 møti.
Samkoman Sion, Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudagsskúli.
Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Johs. 14 16-17a:
Eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan
talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar
ævir, sannleikans anda…
Mangt í kristindóminum er torført hjá nútíðarmenniskjum
at taka: Jesu føðing, Jesu uppruni, hansara mongu undur-
verk osfr. Men hetta sum hvítusunnuhøgtíðin ber boð um,
ber av: Heilagur Andi yvir apostlunum, sum fær teir at
boða hin krossfesta og upprisna Jesus Krist eins og Pætur
á hvítusunnu og fær áhoyrarar at lurta og spyrja eftir frelsu,
raktir av boðskapinum og síðani at lata seg doypa í navni
Jesu Krists og Jesu Krists kirkja varð ein verunleiki.
Fyri nútíðarmenniskju er tað bara hitt materiella, sum
telur: vánaligar ella góðar tíðir, fiskaloysi ella góð fiskiár,
oljuríkidømi, skattir og avgjøld, høgir prísir og lønir, sum
ikki røkka til. Og sjálvandi er tað nattúrligt, at teir materiellu
lutirnir eru nógv frammi í huga okkara, tí vit hava øll
okkara at svara til. Vit megu tí ikki gloyma at grund-
leggjandi fyri okkara tilveru, er ikki tað materiella. Men
so fastgrógvin til tað materiella kunnu vit gerast, at vit
einki skilja av allari talu um andalig virði, og hvat skal ein
so gera við boðskapin um Heilagan Anda. Tað er ein heilt
annar heimur.
Steðga nú eitt bil. Aftan fyri tað materialistisku upp-
fatanini av tilveruni liggur eisini ein andi – ein annar andi,
sum stendur Gudi ímóti og bindir menniskju. Stríði stendur
Eitt ljós á
gøtu míni
ANDLÁT
1. juni
Jona Højsted, Svínáir, 91 ár
5. juni
Bogi Christensen, Esbjerg, 72 ár
Signhild Valseth, fødd Rasmussen, bús. í Norra, 74 ár
7. juni
Jóhan Dávid Ljósá, Davvi, Strendur, 80 ár
ímillum Guðs góða anda og ein illan anda og ikki millum
Gud og menniskja. Gud elskar menniskja, men hin óndi
fær menniskju at standa Gudi ímóti, og er hetta tann
djúpasta neyðin í mannalívinum.
Gleðiboðini boða okkum frá, hvussu Gud við sínum
anda vinnur sigur á tí illa og í menniskjum –ftey tóku við
orðinum vórðu doypt og tann dagin løgdust okkurt um trý
túsund sálir til og upp ígjøgnum søguna og út um heimin
hendi hetta sama aftur og aftur: Guds heilagi andi vann
sigur á allari mótstøðu og menniskju komu til trúgv á
Harran Jesus Krist við at orðið um hann varð boðað.
»Jørðin var oyðin og ber og myrkur var yvir frumhavin-
um og Guds andi lá á vøtnunum. Gud segði: Verði ljós!
Og tað varð ljós (1. Mós. 1.2) Gud talaði, og so varð tað!
hann beyð og so tað stóð (Sl. 33.9) Gud talar, Guds andi
talar og so skapast lív. Hann blásti lívsanda í munn hans
og soleiðis varð maður til livandi skepnu.
Vit hoyra seinri um ein annan anda, sum eisini talaði,
men tað førdi til deyða fyri menniskju, sum lurtaðu eftir.
Men gleðiboðskapurin ber boð um, at Gud slepti ikki sínum
skapningi uppá fjall. Guds Andi var framvegis virksamur
og talaði til menniskju, lívgevandi orð til frelsu: Fyrijátt-
annar orð í G.T. um messias frelsaran og í N.T. um orðið,
sum varð hold og tók búgv okkara millum í Jesusi Kristi
og hesin boðskapur og henda tala varð borin út og verður
borin út til allar ættir og tjóðir. »Tann, sum oyru hevur,
hann hoyri, hvat Andin sigur kirkjuliðinum«. Vit skulu tí
ikki fara í holt við at greiða frá Guds heilaga Anda við tí
fyri eygað at menniskja á tann hátt betri kunna fata Guds
Anda; men vit skulu gera sum mælt verður til: Hoyra, hvat
Andin sjálvur sigur kirkjuliðinum.
Høgni Poulsen
6. juni fingu Oluffa á Høvd-
anum og Jóannes Magni
Mikkelsen, Syðrugøta, ein
son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3800 gr.
6. juni fingu Rannvá Troest
og Kenneth Rasmussen,
Runavík, ein son. Hann var
55 cm. langur og vigaði
4150 gr.
6. juni fingu Tina og Bogi
Rasmussen, Klaksvík, ein
son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3750 gr.
7. juni fingu Maybritt
Magnussen og Jan Hansen,
Nólsoy, eina dóttir. Hon var
51 cm. long og vigaði 3650
gr.
8. juni fingu Jannie Mikk-
elsen og Dan Magnuson
Olsen, Rituvík, ein son.
Hann var 52 cm. langur og
vigaði 2900 gr.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin:
Georg Egholm, tlf. 447010 til kl. 13
Knud Jacobsen, tlf. 423006 frá kl. 13
1. og 2. hvítusunnudag:
Georg Egholm, tlf. 447010
Norðoyggjar:
Leygardagin:
Jaspur Petersen, tlf. 456400
1. og 2. hvítusunnudag:
Jens Nylander Madsen, tlf. 287244
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir