Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 9 Vit breggja okkum av at liva í einum demo- kratiskum samfelag- ið, sum byggir á eina demokratiska skipan. Í vesturheiminum er vorðið "inn" at stremba eftir einum pluralistiskum sam- felag, tvs. tað er pláss fyri tí fjølbroytta (pluralisma merkir at tað er pláss fyri fjøl- hyggju og/ella ymiskum hugburði), sum tilsamans skapar tað pluralistiska sam- felagið. Pluralistiska samfelagið krevur soleiðis tolsemi og at rúmd er fyri tí ein- staka, og at samstarv ímillum tad ymiska skapar eitt gott og dynamiskt samfelag. Hóast vit stremba eftir hesum, sæst at í flestu vesturlendsku londum hevur høgra- populisman fingið fótin fastan, serliga innan tá talan er um fremmandafólk. Men í grannalondum okkara er pláss fyri t.d. samkyndum Bogi Eliasen Sum eg havi verið inni á fyrr í Tinghelluni, hevur okkara demokratiska skip- an nakrar veikleikar og sum vit eiga at betra um, um vit ynskja eina betri politiska skipan. Mín meting er, at Løgtingið, sum stovnur, er alt ov veikur, og tað sama kann sigast um politisku flokkarnar. Akkurát hvussu vit betra um støðuna, er ikki so einfalt. Men fyrsta stigið er, at politikarar tora at fara í holt við broytingar, eisini tær illa dámdu. T.d., orsaka av at Løgtingið og flokkarnir eru so veikir, hevur tað sera stóra ávirkan á politisku dasgsskránna, at vit hava sjey og ikki eitt valdømi. Tí afturat tí veika Løgtinginum og illa skip- aðu flokkunum, verða løg- tingslimirnir tiknir bein- leiðis úr valdømum, sum skulu ansast, um løgtings- limurin ynskir afturval. Um støðan var tann, at vit høvdu eitt sterkt Løgting og/ella sterkar flokkar er tað ikki vist, at tað hevði gjørt so nógv at vit hava sjey valdømir. Sum nú er, vigað atkvøður t.d. ikki líka um alt landið. Og ofta er tað talan um rættiliga fáar atkvøður sum skilja fólk á listunum, umframt at talan er um fáar atkvøður í heila tikið. Hetta ger, at løgtings- limir og valevni tora slett ikki at nerta við eym mál, sum kunnu kosta onkrar atkvøður, tí bara tað at fáa eitt húski ímóti sær, ístaðin fyri við sær, kann verða nokk til at missa tingsessin. Demokrati, rættur tann einstaka? Tað stóran týdning hvat fyri slag av demokratiskari skipan og fatan vit hava. T.d. í Onglandi verður eitt valevni valt í hvørjum valdømi, soleiðis eru eins nógv valdømi, sum pláss í parlamentinum. Hetta hev- ur við sær, at meira bein- leiðis samband er í millum veljaran og tann, sum valdur verður. Hjá okkum kunnu valdu løgtingslimi- rnir fjala seg við, at teir ikki eru teir einastu úr valøkin- um, eins og tann einstaka atkvøðan ikki bert telur í valdøminum, mens eisini avgerð hvørji valevni verða eykavald. Eg gangi ikki inn fyri tí ensku skipanini, tí hon viðførir eftir øllum lík- indum til eina tveyflokka- skipan. Meðan okkara slag av skipan hevur pláss fyri smærri flokkum, og tann vegin pláss til tann ein- staka, hevur enska skipanin hug at fokusera uppá bein- leiðis sambandi millum valdan og veljara, sum tann avgerðandi styrkin í demo- kratinum, men har er vandin at tað bert verður pláss fyri einari áskoðan. Flokkar Í samband við flokkar skulu vit minnast til, at flokkar koma og fara í okkara skipan. Bara í 80- og 90’unum var talan um Verkamannafylkingina, Hin Føroyska Flokkin, Sosialistiska Loysingar- flokkin, Frælsisfylkinin og samanrenningina millum Kristiligi Fólkaflokkin, F r a m b u r ð s f l o k k i n , Framburðs- og Fiskivinnu- flokkurin, Kristiliga Fólkaflokkin Framburðs- og Fiskivinnuflokkin, ið nakað broyttur og skerdur endar sum Miðflokkurin. Við demokrati, skilja vit fólksins stýri og modernaða vesturlendska liberala demokratiið, gevur umfat- andi rættindir til tann ein- staka. Samstundis ynskja vit okkum altíð eina skipan við tign. Tað skal verða álvasamt og arbeiðssamt. Kring allan heim gerast fólk tó móð av tí politiska spælinum, sum demokrati viðførur. Tað er ikki bara í Føroyum, at Tingið verður kallað sirkus og tinglimir- nir apur. Politikkur er í stóran mun um vald, og at fáa sína hugsjón gjøgnum- førda, og hevur skipanin ikki innbygda tign ígjøg- num siðvenju, er ringt at gera langtíðarsemjur og avtalur innan høvuðsøkini. Í Danmark førdi vaml fyri politikarum við sær, at Jacob Haugaard bleiv vald- ur inn í Fólkatingið í 1994, m.a. við vallyftinum um meira undanvind á súkklu- breytunum. Hansara val bleiv tulkað, sum ein reaktión uppá afturgang- andi tóm vallyfti. Hin Stuttligi Hevði skilt á lagnum at Jóhan í Kollafirði hevði í kvittanum at stilla upp, men helt, sum kanska flest onnur, at talan var um at eftirlíkna Jacob Haugaard. Tá so valið stundaði til, og tað eydnaðist honum at fáa bæði neyðugu undirskriftir- nar, stillarar og fólk upp- stillaði í seks av sjey val- dømum, var eg eins sann- førdur um, at nú koyrdi hansara show. Tær fyrstu viðmerkingarnar bóru heldur ikki brá av øðrum. Hann noktaði at hava eina almenna valskrá, tað rakti jú ongan. Hann gjørdi í stóran mun gjøldur við politikkarum, og tí polit- isku skipanini og svaraði býtt uppá allar spurningar. Tá hann so var saman við øðrum valevnum hjá Øssuri í SVF, helt eg mannin verða skemtingarsaman, men samstundis irriterandi, at ein sovorðin klovnur skal koma og gera gjøldur mitt í seriøsum politiskum kjaki. Hetta er jú land okkara, og framtíðina vit royna at avgerða. Ein ella fleiri dagar eftir, sat so ein annar maður fyri Hin Stuttliga Flokkin, og hann var slettis ikki stuttligur, har var bara álvari og eingin gaman. Hvat var hetta fyri nakað? Høvdu teir nú bakkað og vórðu teir longu blivnir akkurát sum hinir? Var hetta ein, sum ikki var sloppin framat í einum øðrum flokki og so tók møguleikan í Stuttliga Flokkinum? Var eg eitt sindur irriteradur inn á Hin Stuttliga Flokkin áðrenn, so var tað nógv verri nú. Men hesin sera álvarsami úr Stuttliga Flokkinum, Ru- bek, hann ljóðaði stak áhugaverdur. Hann svaraði øllum á ein erligan hátt. Hann skuldi ikki hugsað um valdømi ella nakað annað, tí hann hvørki roknar við at verða valdur, ella ætlar sær at passa eitt ávíst valdømi. Hann var soleiðis leysur av hesum valdømishaftinum. Sum tíðin leið gjørdist eg varugur við, at Hin Stuttligi Flokkurin, var nógv meira framkomin enn Jacob Haugaard. Teirra mál hevur ongantíð verið at lova látur- lig lyftir, nei teir lova at halda tað hinir lova, men harafturat hava teir fingið ein platform, sum teir brúka til at vísa á, hvar okkara politiska skipan er láturlig. Konseptið er geni- alt, Jóhan skapar ein plat- form, við sínum hittin- orðaða skemti og Rubek, framførir politisk sjónar- mið og argument. Teir hava á henda hátt skapt ein plat- form, har teir verða sæddir og hoyrdir. Teir eru meira enn bara gaman, teir eru álvari í gaman. Eg havi broytt meining um Hin Stuttliga Flokkin. Frá at halda at teir vóru ein irriterandi partur í einum demokratii, sum ikki skal hava sensur, haldi eg at teir geva demokratinum styrki. Politiska skipanin er nevni- liga fangað í einari demo- kratiska fellu, har nógvir politikarar einki tora at siga um eym mál. Her fara garparnir inn, og siga sína erligu hugsan um stórt sæð alt og sum fyridømi vísa teir, at okkara valskipan ger, at vit í mongum førum fáa politikarar, ið ikki tora nakað sum helst. Hetta kemst av, at fáar atkvøður gera av, hvør sleppur á Ting, og tí er tað mest umráðandi ikki at traðka tryggar atkvøður á tærnar. Hvat vísa teir okkum Eg havi ofta sjálvur víst á, at tað hevði verið betur við einum landsvaldømi, og tað hava garparnir víst enn betur. Teir tora uttan at ivast at siga, at teir vilja hava eitt valdømi, javnrætt til sam- kynd o.s.fr.. Teir tora eisini at siga, at hini valevnini ikki tora at siga nakað. Meðan flokkarnir hava kappast um at tekkjast Kyoto-sáttmálanum, er tað bara teir sum siga at Kyoto sáttmálin er nakað fjas, ið gevur ríku londunum møguleika at keypar dálk- ingarkvotur og soleiðis ger tað legitimt at dálka meira, tað er jú innanfyri ein globalan karm. Afturat hesum er ein avleiðing, at tey ríku keypa frá teim fátøku, at tey so ikki fáa framleit nakað, tí tey hava jú selt rættin til at dálka, hvør hevur so vunnið? Sjálvandi er hetta ikki so einfalt, men eg haldi at tað er merkisvert, at Hin Stuttligi Flokkurin klárar at vísa á trupuleikarnar við Kyoto sáttmálanum, meðan allir hinir flokkarnir tykjast vilja hava henda sáttmála fyri at vísa altjóða ábyrgd. Sjálvandi skula vit vísa altjóða skynsemi, og menna ein umhvørvispolitik, men vit skula ikki bara leypa berføtt inn í Kyoto-sátt- málan. Vit skulu gera eina langtíðarætlan, har vit ar- beiða okkum fram til at gerast meira umhvørvis- vinarlig, og sjálvandi taka atlit til Kyoto-sáttmálan og taka okkara ábyrgd og part í altjóða umhvørvispolitikki. Okkara liberala demo- kratiska skipan, ger at flokkar sum Tann Stuttligi flokkurin kunnu stilla upp. Tað skulu vit fegnast um, tað er tekin um eitt sunt demokrati. Men eg haldi mátin Jóhan og Rubek hava valt at brúka henda møgu- leikan, er góður. Við gaman frá tí eina og álvara frá hinum, vísa teir á, at okkara samfelag ikki er nóg pluralistiskt, at vit ikki geva rúmd til ávísar bólkar. Umframt at teir hava bæði dirvið og áræðið til at vísa á ymsar skeivleikar. Eg veit ikki um tað er gott fyri okkara demokrati, um Hin Stuttligi Flokkurin kemur á Ting, tí har skal verða meira álvari enn gaman, men eg eri sannførdur um, at teir hava gjørt greitt fyri nógvum, at skipanin sum hon er, er ikki nóg góð. Teir hava ígjøgnum val- stríðið givið okkara skipan ein umráðandi boðskap. Í gaman og álvara Henning Olsson, sum hevur ábyrgdina fyri politiska økinum á Danmark Radio, sig- ur, at áhugin fyri løgtingsvalinum í Danmark er lítil. Hetta kemur fyrst og fremst av, at Sjálv- stýrismálið er komið í fasta legu. Hann heldur, at tað er harmiligt, um ar- beiðið við føroysku yvirtøkunum steðgar í komandi sam- gonguskeiði LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Áhugin úr Danmark fyri føroyskum politikki fánar burtur. Føroyar vóru undir kreppuni frálíkt fjølmiðla- tilfar og seinast í nítíárinum var tað Sjálvstýrismálið, ið hevði stóran áhugað hjá dønum. Síðan samráðingar- nar við donsku stjórnina endaðu úrslitaleysar í 2000, hevur føroyskur politikkur ikki verið á breddanum hjá donskum fjølmiðlum. Kortini hava einstakir fjølmiðlar leitað sær til Før- oya í samband við løgtings- valið týsdagin. Fremsti loft- miðil í Danmark, Danmark Radio, hevur sent eitt fjøl- miðlalið til Føroya at fylgja við valstríðnum og valin- um. Ábyrgdina fyri fjølmiðla- flutninginum hjá DR úr Føroyum hevur royndi jour- nalisturin, Henning Olsson, sum eisini er politiskur stjóri á sjónvarpsrásini Hann hevur fleiri ferðir áður verið í arbeiðsørindum í Føroyum. Henning Olsson bar bæði tíðindini um Bankamálið og Sjálvstýris- málið fyri DR seinast í níti- árinum – Áhugin fyri løgtings- valinum er lítil í Danmark. Nakað varð gjørt burtur úr bókini um løgmann, men annars hevur lítið verið at hoyrt um valið, sigur Henn- ing Olsson Føst lega Hann heldur, at vantandi áhugin fyri løgtingsvalin- um í Føroyum kemur fyrst og fremst av, at Sjálvstýris- málið er komið í fasta legu. – Danmark og Føroyar hava funnið eina loysn á málinum, sum elvdi til stóra kjakið í Føroyum undan valinum í 1998. Sjálvstýrismálið er í løtuni merkt av at vera á embætis- mannastigi og ikki polit- iskum stigi og tískil vita fólk ikki veruliga, hvat hendir í málinum, greiðir Henning Olsson frá. Hann hevur fylgt væl við menningini av føroyska samfelagnum síðan stóru búskaparligu kreppuna fyrst í nítiárunum. Henning heldur, at búskaparliga gongdin síðan kreppuna hevur verið heilt ótrúlig. – Tað er ótrúligt, hvussu skjótt tað føroyska samfe- lagið kom fyri seg aftur Eg eri sannførdur um, at før- oyska samfelagið fyrr ella seinni megnar at klára seg uttan donsku ríkisveit- ingina, vísir hann á Siga tað sama Nógvir føroyingar vóru rættiliga ónøgdir við fram- ferðina hjá Poul Nyrup Rasmussen undir samráð- ingunum í 2000. Hinvegin tykist føroyapolitikkurin hjá Anders Fogh Rasmus- sen at fáa størri undirtøka millum føroyingar. Henning Olsson metir, at Anders Fogh Rasmussen hevur lært av mistøkunum hjá Poul Nyrup Rasmussen í samband við Bankamálið og Sjálvstýrismálið . Hann heldur kortini ikki, at tað er so stórur munur á føroya- politikkinum hjá Fogh og Nyrup. - Báðir hava sagt, at før- oyingar kunnu loysa tá teir vilja, men so skal fíggjar- liga ábyrgdin eisini fylgja við. Fogh málber seg kort- ini øðrvísi enn Nyrup og hann hevur lagt seg eftir at fáa eitt gott samband við føroyska landsstýrið. Vit mugu heldur ikki gloyma, at føroyingar hava skift kós í sjálvstýrismálinum og Fogh hevur tí eina øðrvísi støðu at fyrihalda seg til, sigur Henning Olsson Ongin Anfinn Spurdur, um hvørji evni, Danmark Radio hevur sett sær fyri at viðgera undir føroyska valstríðnum, svar- ar Henning Olsson, at størsti spenningurin í Dan- mark er, um hvørja gongd føroyingar ynskja í sjálv- stýrismálinum og valið týs- dagin verður eitt greitt tekin um, hvussu høgt sjálvstýrismálið skal rað- festast komandi árini. - Hóast rumbul hevur verið um málið við (An- finn, blðm) Kallsberg, so er bókin ikki partur av okkara sendingum. Spurningurin er sjálvsagt um verandi samgongu heldur fram ella ein nýggj kemur til og hvørjar avleiðingar tað fær fyri sjálvstýrismálið. Jólini í vegin Henning Olsson hevur áður verið í Føroyum og fylgt við føroyska valstríðinum Hann er kortini ikki áhug- aður at siga, hvat hann heldur um føroyska val- stríðið í ár. Hann ber seg undan, og sigur seg hava hoyrt, at valstríðið í ár er tamt og spjatt í samband við sjálvstýrismálið. - Valið kom jú í úrtíð og beint áðrenn jól. Vit hava havt nøkur fólkatingsval, sum hava verið um hesa ársins tíð og royndirnar vísa, at tað er torført at fáa eitt samanhangandi val- stríð, tí har eru nógvir dag- ar, sum detta niðurmillum um jólini, sigur hann Danir í bíðistøðu Hóast áhugin í Danmark ikki er serligur stórur fyri løgtingsvalinum í Føroy- um, væntar Henning Ols- son, at serliga donsku bróð- urflokkarnir hjá Sambands- flokkinum, Fólkaflokkin- um og Javnaðarflokkinum eru spentir um valúrslitið í Føroyum. FREGNIR tosaðu herfyri við Piu Larsen úr Venstre um góðu útlitini hjá før- oyska bróðurflokkinum, Sambandsflokkinum, til løgtingsvalið, men Pia Lar- sen bar seg undan at gera tær stóru viðmerkingarnar, tí siðvenjan á Christians- borg er, at donsku politikk- ararnir ikki eiga at gera tær stóru viðmerkingar til føroyskan politikk. – Skrellar tú av fasaduni um, at danskir politikkarnir ikki skulu úttala seg um føroysk viðurskifti, kemur tú óivað fram til, at stuðulin til serliga politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum ikki er stórur á Christiansborg, sigur Henning Olsson. Henning Olsson sigur, at danski føroyapolitikkurin liggur í løtuni á láni, tí danska stjórnin veit ikki hvørja kós føroyingar ynskja í Sjálvstýrismálin- um. - Líkamikið, hvat úrslitið endar við, so er føroyska sjálvstýristilgongdin í gongd. Eg haldi, at tað hevði verið ómetaliga harmiligt um alt embætis- mannaarbeiðið í samband við yvirtøkurnar fór fyri skeytið, tí nógv orka er løgd í arbeiðið bæði frá føroyskar og danskari síðu, sigur Henning Olsson. Henning Olsson setur eisini spurning við, hvat danska stjórnin ger við yvirtøkuarbeiðið um ein komandi samgonga slettis ikki vil kenna við tað arbeiðið, sum er gjørt. – Spurningurin verður so kanska, um danska stjórnin ikki fer at streinga á fyri, at føroyingar yvirtaka nøkur málsøkið kortini, spyr Henning Olsson. Hann hevur ilt við at ímynda sær, at danska stjórnin fer at forða nakrar av yvirtøkunum, men um ella tá verju- og uttan- ríkismál og hini ríkismálini skulu yvirtakast, væntar Henning Olsson, at danir helst ikki verða líka sam- starvssinnaðir sum við hinum yvirtøkunum. Danir lítlan áhuga fyri løgtingsvalinum Henning Olsson á DR sigur, at áhugin fyri løgtingsvalinum er lítil í Danmark. Danska stjórnin bíðar í løtuni eftir, hvørja kós føroyingar ynskja í Sjálvstýrismálinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8