týsdagur 20. januar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 12 - 20. januar 2004
Plásstrot
Hóast blaðið, sum lesarin situr við í dag, er av teimum stóru, so er framveg-
is so, at komandi løgtingsvalið tekur sín stóra part av plássinum í blaðnum.
Tí hava vit enn einaferð verið noydd at skerja talið av ítróttarsíðum nakað,
og eitt nú merkir hetta, at umrøðan av flogbóltsdystunum um vikuskiftið
bíðar til mikudagsútgávuna.
Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar.
-jm
Nr. 12 • hósdagur • 20. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Talent-
liðið
úttikið
Eftir svimjistevn-
una hjá Flot á Toft-
um, hevur lands-
liðsvenjarin, Petur
Heðin á Fløtti tikið
út 16 svimjarar til
sokallað talentlið
SVIMJING
tíðindaskriv
Landsliðsvenjarin Petur
Heðin á Fløtti var og
eygleiddi til svimjikapp-
ingina á Toftum leygar-
dagin, við tí fyri eyga at
taka tey fyrstu 16 til eitt
sokalla talentlið.
Tey ið blivu úttikin
vóru:
Helena Strøm
VS
Elisabeth Bærentsen TS
Dagmar M. Winther HS
Arni Weihe Winther HS
Heðin Olsen
Reki
Bergtór T. ThomsenReki
Astrid Foldarskarð Flot
Sasho Bjartsson
HS
Benjamin Simonsen FS
Magnus Jákupsson HS
Hildur á Fløtti
HS
Helena G. Jacobsen HS
Gunnvá Justinussen
Skeggjar
Poul J. Færø
Ægir
Pól Mohr
FS
Jóhanna Bjørg Fuglø
Reki
Hesi koma saman til
fyrstu venjingarleguna
vikuskiftið 5 og 6 mars,
og venjingarlegan verð-
ur í Fuglafirði.
Hetta er fyrstu ferð, at
sonevnda talentlandsliðið
verður tikið út, og uttan
iva verður spennandi at
fylgja evnaríku svimjar-
unum komandi árini
Mynd: Øssur Mohr
Dómararnir møttu ikki
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Tað var við spenningin, at
Søljan og StÍF sóu fram til
dystin millum kvinnuliðini
hjá feløgunum báðum, sum
skuldi verða leiktur sunnu-
dagin. Ein dystur, sum í
stóran mun kundi vera við
til at gera av, hvussu botn-
urin á stigatalvuni fer at
laga seg, og ikki minst
mundu gestirnir vera spent-
ar um, hvørt tað skuldi
eydnast at toga seg nærri
einum fimta plássi.
Teldubræv kom ikki
fram
Men tá liðini bæði skuldu
fara á vøllin, stóð greitt, at
her ruggaði ikki alt rætt.
Tað var nevnliga eingin
dómari til staðar í høllini,
og tí máttu leikararnir bara
ásanna, at tað so ikki skuldi
verða hendan dagin, at tey
skuldu avgreiða dystin.
Eftir øllum at døma kom
keðiliga støðan fyri, tí eitt
teldubræv við upplýsingum
um dómaraásetingar ikki
fann vegin fram. Í øllum
førum ikki til feløgini, sum
eru tey, ið hava endaligu
ábyrgdina av, at dómara-
pørini fáa boð um, hvørjar
dystir tey skulu døma.
Vanliga mannagongdin er
tann, at Hondbóltssamband-
ið sendir eitt teldubræv til
bæði feløg og dómarar við
upplýsingum um, hvørjir
dómarar skulu døma hvørjar
dystir. Hetta brævið er tó
ikki meira endaligt enn so,
at feløgini eisini skulu geva
dómarunum endalig boð um
ásetingarnar. Hesa ferð var
støðan tó tann, at teldubræv-
ið einans varð sent dómar-
unum, og tí hevði StÍF ikki
fingið nakað bræv, har tey
kundu síggja, hvørjir dóm-
arar skuldu hava dystarboð.
Ov bíligt
Sæð uttanífrá, so er tað tó
ein ov bílig undanførsla, tá
øll skuldin bara verður
skumpað yvir á Hondbólts-
sambandið. Og í øllum før-
um átti onkur alarm-klokka
at ringt onkra staðni, so-
leiðis at forðað varð fyri, at
leikararnir skuldu standa
sum rukkur á vøllinum
sunnudagin.
Tí hóast tað áliggur fel-
øgunum at geva dómarun-
um endalig boð um dystar-
ásetingarnar, so er tað at
kalla meira enn vanligt, at
hesi boðini ongan tíð verða
givin. Roknað verður fyri
víst, at dómararnir munnu
fara at koma til dystin kort-
ini. Teir báðir ásettu dómar-
arnir, Birgir Dimon og Kári
Niclasen hava so í øllum
førum fingið brævið frá
HSF, men hinvegin kann
tað í so máta hava verið ein
vansi, at teir at kalla bara
døma dystir hjá VB, tí tá
VB hevur hildið sína frá-
boðanarskyldu
mótvegis
dómarunum, so hava teir
sjálvandi roknað við, at
hetta eisini hevur verið
galdandi fyri onnur feløg.
Og eisini hjá StÍF skuldi
onkur klokka ringt. Felagið
hevur at kalla hvørja ferð
fingið ásetingarnar um,
hvørjir
dómarar
skulu
døma, og tá einki bræv nú
var komið, so mátti onkur
havt lagt hetta til merkis.
Ikki minst, tá tað eisini
framgongur, at hinir báðir
dystirnir í bestu kvinnu-
deildini vórðu leiktir – við
ásettu dómarapørunum.
Samskiftið má betrast
Tað er tó einki at ivast í,
hvør
eigur
endaligu
ábyrgdina av hesum. Grein
7.1 hjá HSF staðfestir, at
kappingarnevndin
hevur
ábyrgdina av, at dómarar,
tíðtakari og skrivari eru til
dystirnar, og tí er tað eisini
teirra skylda at boða við-
komandi
pørtunum
frá
ásetingunum.
Sjálvandi kann sigast, at
tað var eitt hendiligt mis-
tak, tá teldubrævið ikki
fann vegin fram til røttu
móttakararnar, men hinveg-
in er hetta ikki fyrstu ferð,
at slíkt hendir. Í fjør var
líknandi dømi, tá dómar-
apar úr Hoyvík ikki stóð á
mailing-listanum, og tí ikki
fekk boð um, at teir skuldu
døma í Klaksvík, og tí má
HSF bera so í bandi, at slík
mistøk verða fyribyrgd. Tað
er snøgt sagt nakað, sum
ikki eigur at koma fyri seg.
Ta ferðina í Klaksvík,
varð dysturin kortini leiktur
við hjálp av dómarum, sum
koritni vóru í høllini. Hesa
ferð vóru StÍF og Søljan
ikki eins heppin, og tey
noyðast tí at finna rúm í
kalendaranum fyri nýggjari
dystaráseting.
Málverjin á føroyska
U-19 landsliðnum, 17
ára gamli Gunnar
Nielsen, hevur í farnu
viku verið til roynd-
arvenjingar í enska
stórfelagnum Liver-
pool
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
Hóast hann einans er 17 ára
gamal, hevur Gunnar Niel-
sen, sum hevur fingið sín
fótbóltsuppvøkstur í HB,
longu roynt eitt sindur av
hvørjum. Til dagligt er
hann málverji á unglinga-
liðnum hjá danska super-
ligafelagnum Frem, og har
hevur hann eisini sitið á
bonkinum í onkrum super-
ligadysti. Í farnu viku fekk
Gunnar so enn eina uppliv-
ing í skjáttuna, tá ið hann
var og royndarvandi í enska
stórfelagnum Liverpool.
Skal helst aftur til
Liverpool
Á heimasíðuni hjá Frem
stendur at lesa, at Gunnar
luttók í fleiri venjingum í
Liverpool, umframt at hann
hevði spælt ein innanhýsis
venjingardyst, har málverj-
in á írska U-16 landsliðnum
vardi málið í hinum endan-
um.
Talentstjórin í Frem, Gert
Jensen, sum sjálvur annar
var við Gunnari í Liverpool
sigur
við
heimasíðuna
www.bkfrem.dk, at talent-
venjarin og málmansvenj-
arin í Liverpool vóru væl
nøgdir við avriki hjá Gunn-
ari. Serliga fegnir vóru teir
um, at ungi føroyski mál-
verjin er 192 centimetrar til
hæddar. Gert Jensen sigur
eisini, at hann væntar enska
felagið fer at senda boð
eftir Gunnar aftur skjótt, so
at teir kunnu síggja hann
enn einaferð.
Sosialurin fer sjálvsagt at
fylgja við Gunnari Nielsen
og yrkisdreymi hansara.
Liverpool áhuga í føroyskum
málverja
Í seinastu viku var Gunnar Nielsen á royndarvenjing í Liverpool, og sum skilst var talan um
sera positiv skoðsmál á ferðini
Mynd: www.hb.fo
C
M
Y
K
33
32