týsdagur 20. januar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 20. januar 2004
35
34
Nr. 12 - 20. januar 2004
Talan var ikki um tað
poleraða hondbólts-
spælið, men eins nógv
um knallharðar og
mangan svínskar
nærdystir, tá ið før-
oyska manslandsliðið
í hondbólti tvær
ferðir dystaðist við
rumenar um viku-
skifti
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Teir hondbóltsáskoðarar, ið
ætla sær at hyggja eftir
hálvfinalunum í steypa-
kappingini hjá monnum í
annaðkvøld, fara ikki at
hava teir stóru trupulleik-
arnar við at síggja, hvørjir
av leikarunum á vøllinum
havi verið við landsliðnum
í Rumenia í vikuskiftinum -
tað eru nevnliga teir, sum
eru fullir av bláum, gulum
og grønum merkjum ymsa-
staðnis á kroppinum!
Alt var loyvt
Seint sunnukvøldið fingu
vit fatur á einum av før-
oysku leikarunum, Halgir
Dahl-Olesen úr H71, tá ið
føroyska landsliðið var
komið á eitt gistingarhús í
rumenska høvuðsstaðnum
Bukarest. Her skuldu teir
gista mánanáttina, áðrenn
leiðin tíðliga mánamorgun-
in gekk aftur til Føroya
umvegis Keypmannahavn.
Halgir sigur, at hann
ongantíð hevur upplivað
nakað líknandi hesum báð-
um dystunum ímóti rumen-
um. Rumenska liðið spældi
serstakliga hart, beinleiðis
svínskt, sigur Halgir og
leggur aftrat, at dómararnir
úr Italia eisini loyvdu
ómetaliga hørðum spæli.
Alt var loyvt, sigur hoyvík-
ingurin, sum heldur før-
oyska liðið í fyrra dystinum
bleiv eitt sindur paff av
harða spælinum, og av tí
sama fekk ein kollektivan
niðurtúr.
Fortreytirnar vóru
ikki av teimum bestu
Sum vit skrivaðu í blaðnum
fríggjadagin var ivi um
onkran av leikarunum und-
an dystunum. Størstur var
ivin um málverjan Eli
Müller, og tað vísti seg
eisini, at hann bleiv ikki
klárur til dystirnar báðar.
Hetta merkti samstundis, at
føroyska liðið bert hevði
tann eina málverjan, nevn-
liga unga hvítanesmannin
Levi Nybo, sum til dagligt
er málverji í H71.
Haraftrat var Hans Áki
Dal-Christiansen, sum er
ein av okkara stinnastu
serliga í verjuni, eisini
skaddur. Og fyri at gera ilt
verri fekk ein av okkara
vandamiklastu álopsleik-
arum, Sveinur Justinussen,
ein álvarsliga skaða, tá ið
fyrri dysturin landana mill-
um ikki var meira enn hálv-
runnin.
Hetta gjørdi, at landsliðs-
venjarin, Lars Nedergaard,
ikki hevði teir stóru møgu-
leikarnar at skifta út, og
Halgir Dahl-Olesen sigur,
at tað kostaði at taka so
nógvar nærdystir bæði í
álopi og verju. Serliga tungt
var tað hjá okkara bakspæl-
arum, tí vit vóru so fáir,
sigur Halgir.
Seinni dysturin væl
betur enn tann fyrri
Sambært
Halgir
Dahl-
Olesen var føroyska avrikið
væl betri í dystinum sunnu-
dagin, enn tað var í fyrra
dystinum
fríggjadagin.
Sum áðurnevnt fekk liðið
ein kollektivan niðurtúr
fríggjadagin, eftir at teir
høvdu megnað at fylgt við
rumenum í eitt lítið korter.
Í fyrra dystinum vardu
rumenar sera offensivt, og
av tí sama bleiv talan um
nógvar
nærdystir,
har
rumenar fingu loyvi til at
gera, næstan hvat teimum
lysti við føroysku leikarar-
nar, sigur Halgir. Hetta tók
sum áðurnevnt pippið frá
føroyingunum, ið als ikki
eru vanir við at so hart spæl
verður loyvt.
Halgir heldur, at før-
oysku leikararnir blivu eitt
sindur bangnir av harða og
svínska rumenska spælin-
um. Onkur fekk eisini ein
alboga onkrastaðni, ein
fekk ein frammaná og allir
vóru teir bæði gulir og bláir
ymsastaðni á kroppinum
eftir dystirnar.
Í seinna dystinum gekk
tó væl betur. Tá fylgdi før-
oyska liðið við rumenum at
kalla allan fyrra hálvleik,
men seinastu løtuna fyri
steðgin gjørdu rumenar tó
ein ordans vørr og fóru til
hálvleiks við eini sjeymáls
leiðslu, greiðir Halgir frá.
Um orsøkina til at tað gekk
betur í seinna dystinum,
sigur Halgir, at til seinna
dystin vóru teir fyrireikaðir
til harða spælið og allar
ónoturnar, og tí fóru teir
ikki niður við høvdinum.
Ikki tí, rumenska áskoð-
arafjøldin royndi eisini at
gera sítt til, at føroyingar
mistu pippið. Halgir greiðir
frá, at hvørja ferð okkurt
bleiv dømt til fyrimuns fyri
føroyingar
ella
okkara
menn fingu eitt mál, buhaði
hvør einasti áskoðari í
høllini eftir teimum. Í
f r í g g j a d a g s b l a ð n u m
nevndu vit, at roknað var
við upp til 3000 áskoðarum
til landsdystirnar, men so
var ikki, tí áskoðarafjøldin
var neyvan oman fyri tey
túsund.
Ingi bleiv slaktaður
Í dystinum sunnudagin helt
harða rumenska spælið
fram, og til seinast gav tað
Evnariki Sveinur
Justinussen var so
óheppin, at hann
breyt eitt bein í
hondini í fyrra
landsdystinum
ímóti rumenum.
Hetta er ein dyggur
smeitur fyri StÍF, ið
nú má verða Svein
fyriuttan í knappan
mánað
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Hann var spælarin, ið
skaraði burtur úr í dyst-
unum ímóti norðmonn-
um, í næstseinastu viku,
men ímóti rumenum fekk
Sveinur Justinussen ikki
tann stóra møguleikan
fyri at prógva sínar
dygdir.
Hendiligt óhapp
Beint eftir steðgin í fyrra
dystinum ímóti Rumen-
ia, ið var leiktur fríggja-
dagin,
var
Sveinur
óheppin. Í telefonini úr
Bukarest greiðir Sveinur
frá, at hann rann aftur at
verja, tá ið rumenar vóru
á veg í skjótálop. Í einum
tilvildarligum nærdysti
við ein mótstøðumann
meiddi hann sær vinstru
hond, og kanningar vístu
seinni, at eitt bein við
lítlafingur var brotið.
Sveinur hevur fingið
hondina í gips, og hann
hevur fingið at vita, at
hann skal hava gipsið á í
okkurt um tríggjar vikur.
Hetta er sjálvsagt ein
dyggur smeitur fyri StÍF
nú farið verður undir
endaspælið í landskapp-
ingini, og hálvfinalurnar
í steypakappingini, har
StÍF skal dystast við VÍF,
standa fyri durðum.
Sjálvur heldur Sveinur
tó, at talan ikki er um
tann stóra missin fyri
strandingar, tí sambært
honum er rættuliga nógv
gott fólk at taka av.
Rumenar ikki betur
enn norðmenn
Um landsdystirnar um
vikuskiftið sigur Sveinur,
at hann heldur ikki, at
rumenar vóru eins góðir
og normenninir. Sveinur
heldur, at normenninir
eru væl betri hondbólts-
spælarar enn rumenarnir,
meðan
rumenarnir
kanska hava ein lítlan
fyrimun í tí kropsliga
spælinum.
Høvdu føroyingar havt
alt fólkið tøkt til dyst-
irnar, hevði úrslitið allar-
helst eisini verið betur,
sigur Sveinur Justinus-
sen. Hann nevnir í hesum
sambandi, at bæði Eli
Müller og Hans Áki Dal-
Christiansen vóru ikki
førir fyri at spæla vegna
skaða, og haraftrat vóru
tað fleiri aðrir, ið høvdu
ymiskar smærri skaðar at
dragast við.
Hinvegin sigur Svein-
ur, at seinni dysturin var
væl betri enn tann fyrri,
og í dystinum sunnu-
dagin gjørdi kollfirðing-
urin Heini Hanusarson av
álvara vart við seg. Hann
skoraði ikki færri enn
ellivu mál, og skorings-
prosentið hjá Heina var
ógvuliga høgt, leggur
Sveinur
Justinussen
aftrat í telefonini úr
Rumenia.
Eingin Costin
Tá vit at enda spurdu
Svein, um fyrrverandi
venjara hansara, rumenin
Costin Dumitrescu, ið
leiddi StÍF til meistara-
heitið seinasta kapping-
arár, var millum áskoð-
ararnar, sigur Sveinur, at
tað var hann ikki. Teir
høvdu annars frætt, at
Costin fór at koma, men
tað vísti seg, at hann var
farin á venjingarlegu við
liði sínum. Costin Dumi-
trescu er í dag leikandi
venjari hjá einum liði í
næstbestu
rumensku
hondbóltsdeildini.
Tað er ikki sørt, at
landsdystirnir ímóti
rumenum ávirka tey
fýra liðini, ið miku-
kvøldið skulu leika
fyrru hálvfinalurnar í
steypakappingini
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Í annaðkvøldið verða fyrru
hálvfinalurnar í steypa-
kappingini
leiktar.
Hjá
monnunum hittast H71 og
Kyndil í aðrari, meðan StÍF
og VÍF hittast í hinari
hálvfinaluni. Øll fýra liðini
hava havt leikarar við
landsliðnum í Rumenia, og
øll hava leikarar, ið venda
meira ella minni skaddir
heimaftur.
StÍF og VÍF missa
lyklaleikarar
Størsti missurin er óivað
hjá strandingum og vest-
menningum. Stóri mál-
skjúttin hjá StÍF, Sveinur
Justinussen,
breyt
sær
hondina í Rumenia, sum
nevnt aðrastaðnis á síðuni,
og hann verður ikki klárur
aftur fyrr enn miðskeiðis í
februar.
Málverjin hjá VÍF og
føroyska landsliðnum, Eli
Müller, hevur eisini skaða
at dragast, og tá ið vit tos-
aðu við føroysku lands-
liðsleguna sunnukvøldið,
søgdu teir, at tað í mesta
lagi var 10 prosents møgu-
leiki fyri, at Eli var førur
fyri at leika mikukvøldið.
Hjá Kyndli hava báðir
landsliðsleikararnir, Hans
Áki Dal-Christiansen og
Janus
Einar
Sørensen,
trupulleikar at dragast við.
Hans Áki var ikki við í
dystunum ímóti rumenum,
tí at hann hevði trupulleikar
við øksluni, og ógvuliga
ivasamt er, um hann verður
tøkur til dystin mikukvøld-
ið. Janus Einar hevði
onkran smávegis snudd
undan landsdystunum báð-
um, og úr Rumenia frætta
vit, at hann fekk av álvara
roynt sína styrki. Janus
Einar fekk so nógvar stoytir
frá rumenum, at nú hann
vendir heim aftur, er mest
álíkur einum ælaboga, so
nógv blá, grøn og gul
merkir hevur hann. Tó
tykist tað ikki verða nakar
ivi um, at sterki striku-
spælarin hjá oddaliðnum
verður klárur til dystin í
annaðkvøld.
Hoyvíkingar
høvdu
Halgir Dahl-Olesen, Heina
Bentsen og Levi Nybo við
á landsliðnum, og nú teir
koma aftur, hevur Heini
Bentsen ein snudd at
dragast
við.
Í
eina
landsdystinum fekk Heini
eitt trælær, men helst er tað
ikki meiri álvarsamt enn at
hann er við ímóti Kyndli.
Rumenia-Føroyar 41-19 (19-9) & Føroyar-Rumenia 27-43 (15-27):
Føroyingar niðurbardir í Rumenia
StÍF uttan Svein í
knappan mánað
Sveinur Justinussen
hevur nú gips um
hondina, og komandi
mánaðin ella so má
hann taka til takkar
við leiklutin sum
áskoðari
Mynd: Aleksander Djorevic
Landsdystirnir ávirka
steypakappingina
tó bakslag fyri rumenska
liðið. Føroyski liðskiparin,
Ingi Olsen, leyp upp og
gjørdi ein skotfintu, og tá
fekk báðar nevarnar frá
einum av rumensku verju-
leikarunum beint í andlitið.
Ingi lá sjálvsagt skerflatur,
og italsku dómararnir hildu
hesa gerð verða so mikið
álvarsliga, at rumenski
verjuleikarin fekk beinleið-
is reytt kort. Hetta merkir
allarhelst, at rumenar noyð-
ast at verða viðkomandi
leikara fyri uttan í fyrra
dystinum ímóti Noreg, og
tað hóvaði teimum als ikki.
Ein skuldi trúð, at hetta
fekk rumensku leikararnar
at verða eitt sindur hóv-
ligari í sínum spæli, men so
var ikki, heldur tvørtur-
ímóti, sigur Halgir Dahl-
Olesen. Nú var tað, sum um
at vit skuldu fáa tað hevnt,
at ein av teirra leikarum
allarhelst fór at fáa leik-
bann ímóti normonnum,
sigur Halgir.
Norðmenn fáa tað
trupult í Rumenia
Spurdur um hvat liðið er
tað sterkara, Rumenia ella
Noreg, sigur Halgir Dahl-
Olesen, at normenn fara at
fáa tað trupult í Rumenia,
men at teir samanlagt verða
omaná. Liðskiparin hjá
H71 sigur, at norska liðið er
tað betra hondbóltsliðið, og
at normenn heldur ikki eru
aftanfyri rumenar í krops-
styrki. Spurningurin er
bara, hvussu hart spæl
verður loyvt av dómarun-
um.
Í sama viðfangi nevnir
Halgir, at um tað høvdu
verið norðurlendskir dóm-
arar, ið høvdu dømt dystir-
nar millum føroyingar og
rumenar um vikuskiftið,
høvdu okkara menn neyvan
tapt við meiri enn okkurt
um tíggju málum!
Ingi Olsen varð snøgt sagt slaktaður í seinna dystinum, men ta ferðina lótu italsku dómararnir loksins við seg koma
Mynd: Aleksander Djorevic
Heldur ikki landsliðsvenjarin tóktist halda serliga nógv um dómaraavrikið
Mynd: Aleksander Djorevic
Í seinna dystinum gjørdi serliga Heini Hanusarson um seg, og við 11 málum skeyt hann
helmingin av føroysku málunum ta ferðina
C
M
Y
K
34