Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 20. januar 2004 37 36 Nr. 12 - 20. januar 2004 at fáa sínar persónligu dygdir fram í spælinum, og tá Jacklin Durhuus so eisini varð send inn á bakkin, tók spælið í nógv størri mun skap av tí, sum VÍF stóð fyri í tvey fyri felagði gylt ár í føroyskum kvinnu- hondbólti. Vengurnir báðar otaðu seg ytst oman móti horninum, til tess at strekkja Stjørnu-verjuna so nógv sum gjørligt, og tað viðførdi betri pláss til vandamiklu miðleikararnar. Og seinastu knøppu tíggju minuttirnar sótu mongu áskoðaranrir á nálum. Tað, sum so leingi hevði líkst einum tryggum heimasigri, hótti nú við at venda til eitt tap, sum aftur skuldi blása gullstríðið víðopið. Avgerandi fet VÍF otaði seg alsamt nærri einum altavgerandi sigri, men tær megnaðu tó ongantíð at koma nærri enn tí eina málinum. Tær høvdu heilt stóra møguleikan, tá Nikolina Eyðbjørnsdóttir varð send einsamøll avstað í einum kontra-álopi, men hóast bólturin endaði í netinm, so høvdu dómarar- nir bríkslað fyri fetum áðrenn, og tá Stjørnan so aftur økti til tvey mál í hinum endanum, tóktist hetta vera byrjanin til endan hjá VÍF. Tær megnaðu heldur ongan tíð á sama hátt at toga seg aftur í dystin. Tíðin var ov knøpp, og tá so Una Olsen eftir eitt sera væl spælt álop gjørdist púra leys mitt fyri, stóð tað málað í neonstavum. VÍF verður ikki partur av gull- dystinum í ár. Hetta verður ein spurningur, sum VB, Stjørnan og Neistin fara at svara. Hjá VÍF verður tað fyrst og fremst steypakapp- ingin, sum fær fremsta prioritet nú, og við VB sum mótstøðuliði í hálvfinaluni, skuldi hetta eisini verið nóg mikið at hugsa um. Hjá Stjørnuni tykist vegurin til gullið hinvegin púra opin. Sigurin á VÍF var ein staðfesting av, at tær eiga at roknast sum fremsta boðið til gullið, og komandi vikuskifti hava tær møgu- leikan at taka enn eitt stórt fet rætta vegin. Hetta, tá tær á útivølli hitta Neistan, og í nógvar mátar verður tann dysturin eins týdningar- mikil, sum nývunni sigurin á VÍF. Við 10 stigum (og einum dysti færri enn Stjørnan) er Neistin eitt av liðunum, sum framvegis kann stríðast við í oddin- um, og tó at tær framvegis verða roknaðar sum out- sidarar, so lýgur talvan ikki í so máta. Eitt av vápnunum hjá Stjørnuni í so máta er helst nývunna tilgongdin av Alinu Olaru, men sunnu- dagin vísti hon seg ikki sum tann stóri fongurin. Tað er tó einki at ivast i, at hetta kann gerast hennara leiklutur, og at rokna hana sum nakað slag av frelsara lonug fyrsta dystin, vildi verið at kravt ov nógv. Heldur varð hon nýtt at av- lasta hinar bakspælararnar, so tær fingu nakrar minuttir á beinkinum viðhvørt. Tað var tó sjónligt, at hetta hvørja ferð tók nakað av ferð av spælinum hjá heimaliðnum, og eisini hevði hon trupulleikar í verjupartinum, men tað er einki at ivast í, at hon sum frálíður fer at gerast stórur styrkur hjá liðnum. Spurn- ingurin er so bara, hvørt tað er nóg góð tíð at verða innspæld, nú tað bert eru góðir tveir mánaðir eftir av kappingarárinum. Dysturin í tølum Stjørnan-VÍF 27-24 (17-10) Málskjúttar Stjørnan: Una Olsen 7, Katarina Stepanov 5(2), Bára S. Klakstein 5, Annika Ljósstein 5(1), Joan M. Djordjevic 3, Anna K. Samson 2 VÍF: Ioana Rápa 9(3), Sól- ey Mikkelsen 4(2), Jacklin Durhuus 4, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 3, Irina Rado- vici 3, Eydna Joensen 1 Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF 5 Útvísingar: Stjørnan 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuel- sen. Røktu uppgávuna framúr væl. VÍF fekk durafjórð- ingin í gullstríðnum, tá tær taptu fyri Stjørnuni, men tað var ikki uttan dyst. Eina góða løtu bendi alt á eitt stórtap til vestmenningarnar, men seinasta hálva tíman stríddu tær seg inn í dystin, soleiðis at fullsetta høllin at enda varð vitni til sannan gysara HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var lagt upp til tað heilt stóra hondbóltsbrakið í KÍ- høllini sunnudagin. Sum nevnt í leygardagsútgávu okkara, so var hetta at kalla lív ella deyði hjá VÍF, tá tosað verður um FM-stríð- ið, meðan tað fyri Stjørn- una hinvegin var møgu- leikin at staðfesta odda- støðuna í føroyskum kvinnuhondbólti. Tempo, tempo Áhugin fyri dystinum var eisini óvanliga stórur. Longu undan fyrsta bríksl- inum var KÍ-høllin stúgv- andi full, og samanlagt mundi áskoðaratalið fara væl upp um tey 600. Men leingi var líkt til, at hesi als ikki skuldu fáa tann spenning, sum roknað varð við. Størsta partin av fyrra hálvleiki var at kalla bert eitt lið á vøllinum, og alt bendi á, at talan skuldi gerast um sannan stórsigur hjá Stjørnuni. Frágreiðingin handan hetta var sum so sera einføld. Stjørnan setti frá fyrsta bríksli fulla ferð á spælið. So skjótt tær høvdu bóltin, varð kósin sett niðan móti mótstøðumálinum, soleiðis at umstillingartíðin hjá VÍF gjørdist so stutt sum gjørligt, og taktikkurin í hesum tóktist eisini eydn- ast til fulnar. Fyri tað nógva, so høvdu gestirnir nevnliga tungt við at fáa verjuskipanina upp á pláss, áðrenn heimaliðið hevði roynt seg við einum av- slutningi. Og heldur ikki í álops- partinum tóktist VÍF somuleiðis hava alstórar trupulleikar. Liðið fekk snøgt sagt ikki leikferðina upp á eitt slíkt støði, har tær kundu førka verjuskipanina hjá Stjørnuni, og tí endaði alt aloftast í skotroyndum útifrá, og har tóktust hvørki Ioana Rápa ella Sóley Mikkelsen at hava sín besta dag. Og framhaldandi koyrdi Stjørnan á. Til tíðir var spælið at sammeta við eyst- urlendsku tempomaskin- urnar, sum fyrr plagdu at køva allan broddin í mót- støðuni. Hvørja ferð VÍF royndi at gera ein lítlan vørr, vórðu tummilskrúvur- nar bara táttaðar enn meira. VÍF varð snøgt sagt kvalt av tempohondbóltinum, sum tær sjálvar hava verið við til at innføra í føroyskan kvinnuhondbólt. Ikki minst tóktust tær hava trupult at fylgja við skjótu renningunum hjá báðum vongspælarunum hjá Stjørnuni, og ætlaði stórdysturin tóktist spakuliga taka skap av einum avgreiðsluspurningi hjá Stjørnuni. Tomma vendi gongdini Tá gott og væl helmingurin av fyrra hálvleiki var farin, stóð 12-4 á máltalvuni, og ovurfegnu heimaáskoðar- arnir mundu so smátt vera farin at venja seg við tankan um, at oddastríðið í ár kanska ikki fór at gerast so spennandi, sum tað annars var líkt til. Kanska var dysturin ikki liðugur, men eingin var í iva um, at VÍF var á knø- unum, men mest sum burt- ur úr ongum, megnaðu tær so dánt at birta sær eina lítla vón. Fremstu orsøkirnar til hetta vóru tvinnar. Onnur var, at Time-out’ið, sum VÍF tók, tóktist sissa leik- ararnir nakað, soleiðis at tær nú í nógv størri mun hildu seg til fastar avtalur sínamillum, heldur enn at royna í sjálvdrátti. Hin var, at Tomma Petersen alt fyri eitt fór í holt við at standa ein brann- dyst, nú hon kom inn. Ikki bara var hon við fleiri góðum bjargingum garant- urin fyri, at Stjørnan ikki slapp at leggja enn meira sjógv ímillum liðini. Men við hugburði sínum megn- aði hon eisini at lyfta alt liðið, soleiðis at rætti stríðsandin nú kom innaftur á liðið. Støðugt trýsti hon alt meira undir viðleik- ararnar, og hóast hon telist millum tær meira óroyndu á liðnum, so var hon hesa løtuna tann av leikarunum, sum tók størstu ábyrgdina á herarnar, og hon megnaði eisini at lyfta byrðuna. Gjørdist til gysara Munurin í steðginum var tó framvegis sjey mál, men positiva gongdin undan steðginum tóktist viðføra, at VÍF framvegis hevði trúnna upp á uppgávuna, ta´seinni hálvleikur byrjaði. Frá byrjan tóktist tað eisini so, at tær hjá Stjørn- uni nú vóru blivnar meira varnar. Varnar, soleiðis at tær ikki longur megnaðu at seta eins nógva ferð á spælið, og hartil varð hetta eisini gjørt truplari, tí tær gulu nú løgdu nógv størri dent retur-renningarnar, so- leiðis at eyðkenda kontra- spælið hjá vertunum ikki fekk eins góðar sømdir. Og tað stóð greitt, at nú ferðin var komin eitt vet niður, so var tað VÍF, sum dugdi betri at stýra spælin- um. Bæði Sóley og Ioana megnaðu í nógv størri mun Stjørnan-VÍF 27-24 (17-10): Ein vakur deyði Tá Stjørnan setti ferðina niður, og VÍF fann stríøsøksina fram, gjørdist dysturin nakað væl meira spennandi, enn flestu av áskoðarunum í høllini mundu brýggja seg um Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 36