Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 22 - 3. februar 2004 Nr. 22 - 3. februar 2004 5 Pedagogfelagið fer ikki at lata framferð- ina hjá Tórshavnar býráði fara aftur við borðinum STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta kann gerast eitt tví- eggjað svørð hjá Tórshavn- ar Býráðið. Carita Bjørklund, for- kvinna í pedagogfelagnum, sigur, at tað skal ikki sleppa at fara afturvið borðinum, at Tórshavnar Býráð nú av sínum eintingum hevur sett reglar í gildi fyri, nær starvsfólkið kann fara fara til lækna, tannlækna og at fylgja líki í arbeiðstíðini, uttan at vera drigin í løn. – Tað einasta býráðið fer burturúr hesum, er, at nú fara starvsfólk bara at leggja seg sjúk í heilar dag- ar, tá ið tey skulu til lækna ella tannlækna, tí ongin fer at offra nakrar tímalønir upp á tað. Men eru fólkini sjúk, hava tey rætt til løn. Hon sigur, at tey hava spurt seg fyri á fleiri stovn- um undir Býráðnum, men ongin hevur havt trupul- leikar av at starvsfólk eru sloppin ymisk privat ørindi í arbeiðstíðini. – Tað sigur seg eisini sjálvt, at ongin fer til lækna og ongin fær tannapínu, bara fyri at arga Tórshavn- ar Býráð, leggur hon aftur- at. Forkvinnan í pedagogfel- agnum heldur at tað er óskiljandi, at býráðið tekur eitt tílíkt stig av sínum ein- tingum, uttan at tosa við starvsfólkið um tað. Hon sigur, at tað hevur altíð verið siðvenja, at starvsfólk hjá býráðnum hava kunnað farið til lækna ella tannlækna og at fylgja, uttan at vera drigin í løn. – Tí er tað avgjørt ein samráðingarspurningur, skal hendan siðvenjan broytast. Men Carita Bjørklund leggur afturat, at pedagog- felagið hevur júst verið til samráðingar við Tórshavn- ar Býráð. Men tá var ikki grett eitt orð um, at privat ørindi hjá starvsfólki var ein trupulleiki. Hon leggur afturat, at ongin hevur nakað ímóti greiðum mannagongdum. – Men tað ber ikki til, at býráðið broytir gamla sið- venju av sínum eintingum,. Hon sigur, at felagið fer nú at taka málið upp og so fær býráðið eitt svar. Men av tí, at málið ikki er við- gjørt enn, vil hon onki siga um, hvat svarið verður. Pedagogfelagið hevur einar 300 limir í starvi hjá Tórshavnar Býráðið. Reglarnar, sum Tórs- havnar Býráð hevur sett í gildi fyri starvs- fólkið, eru brot á ásettu mannagongd- irnar. Kanska er enntá talan um sjálva starvsmannalógina, siga sakførarar STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tórshavnar Býráð hevur aftur stungið hondina í eitt vespureiður. Tað gjørdi býráðið hós- kvøldið, tá ið tað samtykti reglar fyri, hvørjki privat ørindi, starvsfólki hjá bý- ráðnum kunnu gera í arbeiðstíðini. Í stuttum siga hesar regl- arnar, at starvsfólk skulu dragast í løn, tá ið tey fara privat ørindi í arbeiðstíðini, eisini tá ið tey fara til lækna og tannlækna. Tey sleppa eisini bara at fylgja sínum næstringum til gravar, uttan at verða drigin í løn. Men hetta hevur býráðið ikki heimild til at gera, siga tveir sakførarar, vit hava tosað við. Báðir teirra gera tó vart við, at teir kenna bara málið úr fjølmiðlunum og hvørg- in teirra hevur sostatt sett seg inn í málíð til fulnar. Men í eitt áramál hevur tað verið siðvenja í Tórs- havnar Býráði, at starvs- fólkini eru sloppin at fara til lækna ella tannlækna, og at fylgja líki í abreiðstíðini, uttan at verða drigin í løn. – Eina slíka siðvenju hevur Tórshavnar Býráð ikki loyvi at broyta av sín- um eintingum, siga bæði Eyðfinnur Jacobsen og Páll Nielsen, sakførarar. – Eftir øllum at døma er tað í hesum føri talan um at taka nøkur rættindi frá starvsfólkunum og tað hev- ur býráðið ikki loyvi til, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Hann leggur afturat, at hava ávísar mannagongdir verið gomul siðvenja í eitt áramál, eru tær galdandi, sama um tær eru skrivaðar í sáttmála ella ikki. Eyðfinnur Jacobsen sig- ur, at í hesum føri sær út til, at tað hevur verið ein óskrivað avtala ímillum Tórshavnar Býráð og starvsfólki, at tey hava havt rætt til at fara til lækna, tannlækna og at fylgja líki, uttan at vera drigin í løn. – Ein slík avtala, sum hevur verið galdandi, er líka nógv í gildi fyri tað um hon ikki er skrivað niður, sigur Eyðfinnur Jacobsen. – Ein avtala kann saktans verða órskrivað, leggur hann afturat. Hann sigur, at í hesum føri sær út til, at Tórshavnar býráð er i ferð við at draga vunnin rættindi hjá starvs- fólkinum innaftur. – Men Tórshavnar Býráð kann ikki einvíst broyta av- talur við starvsfólkið. – Kunnu starvsfólkini prógva, at ávísar manna- gongdir hava verið gald- andi í áravís, ber ikki til hjá Tórshavnar Býráðið at broyta avtalurnar av sínum eintingum, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Brot á starvsmannalógina Páll Nielsen er samdur í, at er talan um gamla siðvenju, kann Býráðið av sínum ein- tingum ikki draga rættindi hjá starvsfólki inn. – Er talan um eina sið- venju, hevur tað rættargildi og tað kann vera líka gald- andi, sum sjálvur sáttmálin. Og er talan um eina sið- venju, sum hevur fingið sáttmálagildi, kann hendan siðvenja bara broytast í sambandi við sáttmálasam- ráðingar. – Er talan um siðvenju, sum hevur verið galdandi í nógv ár, er nógv sum talar fyri, at hon hevur fingið sáttmálagildi. Tí ber tað ikki til hjá Tórshavnar Býráð av sínum eintingum at broyta sið- venjuna. Men hann heldur, at tað kann eisini væl vera, at hetta, sum býráðið nú hevur gjørt, eisini er beinleiðis í stríð við lógina um starvs- menn. Eftir lógini um starvs- menn er sjúka lóglig frá- vera. – Útgangsstøðið er, at tað kemur eisini undir sjúku at vera til eina heilsukanning ella viðgerð. – Kennir eitt starvsfólk seg so illa, at tey eru noydd at fara til lækna, vildi eg í útgangsstøðinum mett, at talan er um sjúku, har starvsfólki hevur rætt at vera frá arbeiði, uttan at vera drigið í løn. Talan kann í hesum føri eisini vera um eftirlitskann- ingar hjá lækna, sigur Páll Nielsen. Tórshavnar Býráð er aftur farið út um mark Kann gerast eitt tvíeggjað svørð hjá Býráðnum í Havn Tórshavnar Býráð er aftur komið í lógarinnar klemmu: Hesuferð er tað ikki byggisamtyktin, sum spøkir, men starvsfólkið í býráðnum. Býráðið hevur ikki rætt til at taki gomul rættindi frá starvsfólkinum, uttan at samráðast um tað, sigur sakførarar Gertrud Váðklett fekk annað blómutyssið frá sjónvarpslækn- anum. Ikki færri enn tíggju uppskot komu inn um, at hon skuldi fáa blómutyssið. Sjálv var hon púra bilsin av heiðrinum BLÓMUTYSSI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Viðareiði: Tá sjónvarps- læknin var liðugur við sín fyrilestur, var stundin kom- in til at handa blómutyssið. Hann byrjaði at lesa grund- gevingarnar upp. – Tað er ein kvinna, sum vit hava fingið ótrúliga nógv uppskot um. Hon er altíð tilreiðar við eini hjálp- andi hond, har tað stendur á og tørvur er á stuðuli og hjálp. Tá deyðsføll hava verið orsakað av sjúku ella vanlukku hevur hon verið ein hollur stuðul hjá teim- um avvarðandi upp á allar mátar. Við einum alt ov lág- um blóðprosenti fer hon upp úr songini fyri at hjálpa, tá vit onnur høvdu verið verandi seingjarliggj- andi. Ein fantastisk kvinna, og ongin er sum hon, segði sjónvarpslæknin millum annað, tá hann las grund- gevingarnar fyri, hví hon skuldi fáa blómutyssið. Heldur aftarlaga í salin- um sat ein blóðreyð Ger- trud Váðklett, tá læknin segði hennara navn og bað hana koma upp at taka ímóti blómutyssinum. Hjálpir avvarðandi Gertrud sjálv visti ikki av nøkrum, tá hennara navn varð rópt. Men ábending- arnar gjørdu skjótt sítt til, at hon visti, at tað var hon. – Serliga tá hann nevndi blóðprosentið, tá byrjaði eg at blíva eitt sindur heit, sig- ur Gertrud, sum er sera feg- in um blómutyssið. Hetta verður eitt av teim- um heilt serligu blómutyss- unum hjá henni, tí tað er enn ein staðfesting um, at tað, sum hon roynir at gera, verður virt. – Mær dámar væl at hjálpa. Sjálv arbeiði eg ikki, so eg royni at gera mítt á onkran annan hátt, sigur Gertrud. Millum annað fylgdi Gertrud sjúku vinkonu sín- ari gjøgnum alla sjúkraleg- una, frá at sjúkan varð stað- fest til hon andaði út fyri seinastu ferð. Eisini hevur hon hjálpt fleiri øðrum, har sjúka ella deyði hevur ávirkað familjuna. – At hjálpa hevur so sanniliga eisini givið mær nakað gott. Eg havi sjálv lært nógv av tí, sigur Ger- trud Váðklett, sum sunnu- kvøldið kundi fara heim við einum blómutyssi, sum tíggju fólk høvdu skotið hana upp til at fáa og einum kekki á 2.000 krónur frá Norðoya Sparikassa. Tað var ein avbera glað og rørd for- kvinna í Alzheimer- felagnum, sum tók í móti blómutyssinum frá sjónvarpslæknan- um í Norðurlanda- húsinum leygardagin BLÓMUTYSSIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Tann, sum fær blómutyss- ið í dag, er ein kvinna, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði innan fyri demenssjúkur. Hon hevur tikið alt á sín egnan rygg og verið ein slóbrótari í og við at tað í dag eru 20 demenskoordin- atar í Føroyum. Hon tók stig til at stovna Alzheimer- felagið og er ein íbirtari. Vit hava fingið nógvar áheitan- ir um at lata Sigrun Mohr, forkvinnu í Alzheimerfel- agnum fáa blómutyssið í dag, segði sjónvarpslæknin í Norðurlandahúsinum. Sigrun Mohr tók stig til at stovna Alzheimerfelagið fyri tveimum árum síðani. Hon hevur somuleiðis gjørt eitt stórt arbeiði innan hetta sjúkraøkið. Millum annað hetta gjørdi, at fleiri sendu inn uppskot um, at hon átti at fáa blómutyssið frá læknanum. Ikki bara eg Sigrun Mohr visti sjálvandi heldur ikki av nøkrum. Hon og maðurin skuldu upp- runaliga til Funnings í vikuskiftinum, so hon hevði ikki ætlað sær niðan í Norðurlandahúsið leygar- dagin. – Eg skilti ikki mannin, tí honum dámar so væl at fara til Funnings, men hann kom við øllum møguligum undanførslum, so tað undr- aði meg. Men tað vardi meg ikki, at hatta var or- søkin, sigur ein glað Sigrun Mohr. Ein grannakona segði henni, at hon hevði frí- billettir til tiltakið og lokk- aði Sigrun við. Tá so sjón- varpslæknin byrjaði at lesa grundgevingarnar fyri blómutyssinum, skilti Sigrun alt. – Eg bleiv glað og rørd, og eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, greiðir hon frá. Somuleiðis fegnast Sigrun um, at felagið fekk ein kekk áljóðandi 5.000 krónur frá Norðoya Sparikassa. – Eg tók gott nokk stig til at stovna felagið, men vit eru ein góð nevnd, og tað eru mong onnur, sum eisini gera eitt stórt arbeiði. Ongin ger nakað einsamall- ur, so tað eri eg avbera feg- in um, sigur Sigrun. Hon sigur eisini, at hetta er eitt av teimum heilt ser- ligu blómutyssunum, sum hon nakrantíð hevur fingið. Og samstundis verður ljós varpað á felagið. Vælupplagdur og undirhaldandi helt danski sjónvarps- læknin Peter Qvortrup Geisling fleiri fyrilestrar um vikuskiftið. Teir báðir almennu fyri- lestrarnir vóru í Norðurlandahús- inum leygardagin og á hotel Norð á Viðareiði sunnukvøldið LÆKNIN HEVUR ORÐIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Viðareiði: Klokkan var ikki farin langt av sjey sunnukvøldið, tá Jógvan Eliasen bjóðaði teimum um 200 áhoyrunum á hotellinum vælkomnum. Síðani fekk læknin orðið, og tað livdi hann væl upp til. Í samfull fimm korter út í eitt tosaði Peter Qvortrup Geisling um, hvussu sendingin verður gjørd, hvat sømir seg at vísa í eini slíkari send- ing, las nøkur brøv upp og skemtaði óføra nógv. Ikki einaferð steðgaði hann á fyri at fáa sær ein vatnsopa. Láturmusklarnir fingu nógva venjing hesa løtu- na, tí hóast læknin tosaðu um ymsar sjúkur, so gjørdi hann tað á ein lættan og skemtiligan hátt, at fólk fingu undir- hald við. Øll vóru á einum máli um aftaná, at sjónvarps- læknin dugdi avbera væl, og at tað hevði verið áhugavert at lurta eftir honum. Vælnøgdir Teir báðir fyrireikararnir, Jógvan Eliasen og Niclas Heri Jákupsson, eru av- bera vælnøgdir við undirtøkuna, sum vitjan- in hjá danska sjónvarps- læknanum hevur fingið. – Tilsamans hevur hann hildið fyrilestrar fyri oman fyri 1.000 fólkum, so tað er ikki at forsmáa, siga teir. Tíðarætlanin fyri vitj- anini hevði ikki nógv hol. Alt var lagt tilrættis, og læknin hevur havt úr at gera um vikuskiftið. Hann vitjaði roykiátakið hjá Klaksvíkar komm- unu fríggjadagin, har 300 næmingar vóru tilstaðar, hann vitjaði Lands- sjúkrahúsið, har 250 fólk lurtaðu eftir honum, og 400 fólk vóru í Norður- landahúsinum leygar- dagin. Sunnudagin vitj- aði hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og um kvøld- ið var hann so á hotel Norð. Hann var somu- leiðis á vitjan hjá Archi- bald Black listarmanni í Klaksvík. Læknin sjálvur letur avbera væl at vitjanini. Hann sigur, at alt var væltilrættislagt, og hel- dur hann, at hann til eina aðru ferð fer at hava tað lættari at koma til Føroyar, tí nú hevur fingið nakað av vitan um landið. Læknin hevur ætlanir um at gera tvær sending- ar úr Føroyum einaferð í summar, og tá hevur hann somuleiðis ætlanir um at halda feriu í Før- oyum í eina viku, tá upp- tøkurnar til sendingarnar eru lidnar. – Eg havi fingið ein lítlan smakk av tykkara landi, og mær dámar av- bera væl hesar hvítu oyggjarnar, og eg ivist ikki í, at mær fer at dáma tær minst líka væl grøn- ar, sigur sjónvarpslækn- in, sum fór av aftur landinum tíðliga mána- morgunin. Mær dámar væl at hjálpa Eg eri so glað Gertrud Váðklett fær her blómutyssið og kekkin handað frá Peter Qvortrup Geisling Undirhald fyri allar pengarnar Peter Qvortrup Geisling fyri fullum sali á hotel Norð á Viðareiði sunnukvøldið. Tiltakið var líka væleydnað í Norðurlandahúsinum leygardagin Sigrun Morh, forkvinna í Alzsheimer- felagnum fekk blómutyssið frá sjónvarpslækn- anum leygar- dagin. Tað vóru sera nógv, sum skutu hana upp Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4