Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 22 - 3. februar 2004 Nr. 22 - 3. februar 2004 7 Javnaðarflokkurin skjýtur Hans Paula Strøm upp sum landsstýrismann í almanna- og heilsu- málum LANDSSTÝRISMAÐ UR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin hevur sum einasti samgongu- flokkurin gjørt tilmælið um landsstýrismenn. Flokkurin skjýtur upp Jóannes Eidesgaard sum løgmann og Hans Paula Strøm sum landsstýris- mann í almanna- og heilsumálum fyri Javn- aðarflokkin. Hóast bæði Andrias Petersen og Kristian Magnussen eru fyrrver- andi landsstýrismenn í almanna- og heilsumál- um, fall valið kortini á Hans Paula Strøm. Hans Pauli Strøm var uppstill- aður fyri Javnaðarflokkin í Norðstreymi, men Javn- aðarflokkurin gjørdist ov stuttur til ein tingsess. Hans Pauli Strøm er 56 ára gamal. Hann er ætt- aður úr Vági, men býr í Vestmanna. Hann hevur útbúgving sum hagfrøð- ingur og starvast á Hag- stovu Føroya. Hans Pauli Strøm um- boðaði Javnaðarflokkin á tingi 1998-2002 fyri Norðstreymoyar valdømi. Hans Pauli Strøm landsstýrismaður Eftirlønin og loyni- liga skattauppskotið hjá Sambandsflokk- inum eru koyrd í ein pott í samgongu- skjalinum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Avtal- an um styrktan sam- haldsfasta og skatta- lætta er eitt dømi um eina semjusøkj- andi loysn millum flokkarnar í sam- gonguni, hóast hesir eru hugsjónarliga rættiliga ymiskir á máli SAMGONGUSKJAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Okkurt eru vit øgiliga glaðir fyri. Okkurt eru glaðir fyri og til sumt siga vit ja tað gongur nokk. Á tíðindafundinum leygar- dagin duldi formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, ikki fyri, at fyri at fáa ABC-samgong- una undir land, hevði Javnaðarflokkurin verið noyddur at geva seg í ein- støkum málum. Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin hava givið sam- gonguskjalinum heitið tann Breiða semjan. ABC-samgongan ætlar komandi samgonguskeið at arbeiða miðvíst fyri einum breiðum og semju- søkjandi politikki. Hetta verður eisini neyðugt, tí Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin eru hugsjónar- liga rættiliga ymiskir og skal tað verða samgong- uni lív lagað, verður neyðugt við semjusøkj- andi politikki. Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin hava lagt fyri við at samantvinna skatta- lætta og eftirlønarviður- skiftini. Her er talan um eina semju millum hug- sjónarliga ymiskar flokk- ar. Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu báðir taka undir við skattalættanum, með- an Javnaðarflokkurin hev- ur telvað seg til ein styrkt- an samhaldsfasta. – Hetta er telving aftur og fram. Sambandið og Fólkaflokkurin ynskja ein skattalætta, meðan vit vildu hava eina sterkari eftirlønarskipan. Avtalan um eftirløn og skattaskip- an varð tí samantvinnað, sigur Jóannes Eidesgaard Loyniliga gjørt alment Loyndardómurin hjá Sam- bandsflokkinum er ikki loyniligur longur. Skatta- uppskotið ella skattare- formurin hjá Sambands- flokkinum er partur av samgonguskjalinum hjá ABC-samgonguni. Ætlan- in er frá 1. januar 2005 at hækka sonevnda botnfrá- dráttin úr 22.000 krónum til 30.000 yvir fýra ár. Føroyski landsskatta- stigin skal eisini broytast. Vinnur tú yvir 170.000 krónur í dag, sigur lands- skattastigin, at tú verður toppskattaður. Komandi fýra árini verður topp- skattastigin fluttur frá 170.000 til 300.000 krón- ur. Hesi átøk fara eisini at lækka landsskattin niður á 21%. Er tað ikki váðið at fremja ein skattalætta nú niðurgongd er at hóma í føroyska búskapinum? Jú tað krevur dirvi at fremja ein skattalætta í ringum tíðum. Undan- farna samgonga framdi ein skattalætta fyri 300 mio. krónur, men reelt er skatturin øktur við 3% or- saka av lønarhækkingum. Tá lønirnar hækka, verður lønin, eftir galdandi skatta- stiga, væl hægri skatta. Fyri at loysa tann trupul- leikan verður skattastigin broyttur, so meir liggur eftir hjá vanliga lønmót- takaranum, sigur Jóannes Eidesgaard Samhaldsfastið styrkjast Formaður Javnaðarfloks- ins dylir ikki fyri, at fyri Javnaðarflokkin hevur eftirlønin nógv størri áhuga enn skattalættin. Føroysku eftirlønarviður- skiftini eru í dag skipaði í trimum súlum. Umframt Fólkapensjón og privata uppsparing, er eisini ein samhaldsføst eftirlønar- skipan. ABC-samgongan hevur sett sær fyri at styrka sam- haldsføstu eftirlønarskip- anina. Inngjaldið skal hækka við einum prosenti frá bæði lønmóttakara og arbeiðsgevara. Í dag rinda lønmóttakari og arbeiðs- gevari hálvt prosent í part og í framtíðini verður hetta gjald hálvtannað prosent. Við einum styrkum samhaldsfasta hækkar út- gjaldið frá 7000 krónum til einar 9.000-10.000 krónum. – Við nýggju skipanini lofta vit teimum, sum ikki klára seg, meðan fríheitin til at byggja sjálvi víðari gjøgnum samráðingar við fakfeløgini verður varð- veitt. Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri okk- um, at vit geva føroysku pensjónistunum eitt muna- gott fundament, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Formaður Tjóð- veldisfloksins, Høgni Hoydal, heldur, at sam- gonguskjalið hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokk- inum og Fólka- flokkinum kann sammetast við eina tunna suppu. Hann nevnir samgonguna fyri eina sambands- samgongu SAMGONGUSKJAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Formaður Tjóðveldis- floksins, Høgni Hoydal, var staddur á tíðinda- fundinum í løgtinginum seinnapartin leygardagin, tá samgonguskjalið varð undirskrivað. – Samgonguskjalið er ein herskin biti at svølgja, tí fyri fyrstu ferð nakrantíð, verða Føroyar og Danmark verða nevnd sum ein ríkiseind. Tað harmar meg, at sam- bandskreftirnar í Fólka- flokkinum og Javnaðar- flokkinum vunnu á sjálvs- stýriskreftunum, sigur ein harmur Høgni Hoy- dal. Hann metir samgongu- skjalið sum ein tunna suppu við einari rúgvu av leysum orðingum. – Samgonguskjalið er ein tunn suppa. Tey mál- ini, sum ætlanin er at yvirtaka eru øll í stoypi- skeiðini og tí er eingin sum helst framburður á sjálvstýriskós. Nógvar ætlanir eru á sosiala øki- num í samgonguskjal- inum, men einki boð upp á, hvussu tær skulu fíggj- ast, vísir Høgni Hoydal á. Anfinn skelkar Høgni Hoydal sigur seg vera skelkaðan av An- finni Kallsberg. Hann sigur, at fyri bert seks ár- um síðan greiddi Anfinn Kallsberg, á líknandi tíð- indafundi, frá sínum ætlaninum um at gera Føroyar til eitt fullveldi. – Anfinn er í dag part- ur av eini danskari full- veldissamgongu. Eg kann bara ímynda mær, hvat sjálvstýrissinnaðu fólkafloksmenninir sum Torstein Petersen og Poul Petersen høvdu sagt um Fólkaflokkin í dag, sigur Høgni Hoydal. Semjusøkjandi loysn – Hetta er telving aftur og fram. Sambandið og Fólkaflokk- urin ynskja ein skattalætta, meðan vit vildu hava eina sterkari eftirlønarskipan. Avtalan um eftirløn og skattaskip- an varð tí samantvinnað, sigur Jóannes Eidesgaard Mynd: Jens Kr. Vang Ein tunn suppa Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm eru boð upp á teir fýra landsstýrismenninar hjá Fólkaflokkinum, meðan Bárður Niel- sen og Alfred Olsen eru sannlíku lands- stýrismenn Sam- bandsfloksins LANDSSTÝRIÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað verða helst sjey menn, sum fara at manna nýggja landsstýrið. Tað einasta, sum í skrivandi løtu er heilt vist, er at Jóannes Eides- gaard verður løgmaður og at Hans Pauli Strøm verður landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum. Fólkaflokkurin situr í skrivandi løtu (kl 12 mána- dag) á fundi og viðger, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum, og Sam- bandsflokkurin fer á fund kl 13. Sosialurin skilir, at tað eru fýra persónar, sum eru upp á tal sum landsstýris- menn fyri Fólkaflokkin. Tryggasta boðið upp á landsstýrismann í menta- málum er Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði. Hann hevur verið formaður í menta- málanevndini hjá Løgting- inum og hevur umboðað flokkin á tingi síðani valið í 1998 umframt at hann eis- ini fleiri ferðir áðrenn tað hevur havt sæti sum eyka- maður, seinast fyri Kjartan I. Joensen í Leirvík, sum var tingmaður frá 1994-98. Jógvan á Lakjuni fekk á valinum 20. januar 409 per- sónligar atkvøður, og fer hann í landsstýrið, kemur Kjartan I. Joensen í Leirvík á ting fyri hann. Hann fekk 155 persónligar atkvøður. Onnur boð upp á lands- stýrismenn hjá Fólkaflokk- inum eru Jógvan við Keldu, sum sigst hava hug á vinnu- málum. Hann kann tó eisini verða eitt boð upp á nýggj- an innlendismálaráðharra, tí hann hevur 16 ára roynd- ir sum borgarstjóri í Klaks- vík og hevur verið komm- unalpolitikari í eitt manna- minni. Eitt annað boð hjá Fólkaflokkinum upp á inn- lendismálaráðharra er Jacob Vestergaard, fiski- málaráðharri, sum hevur verið formaður í Føroya Kommunufelag. Fellir valið á Jógvan við Keldu, so kemur Jákup Mikkelsen á ting fyri hann. Jógvan við Keldu hevði 198 persónligar atkvøður, meðan Jákup Mikkelsen fekk 194. Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður í vinnu- málum, eru sjálvsagt eisini eitt boð. Tað er hugsandi, at hann fer at halda fram í hesum sessi. Men keldur vilja verða við, at hann um- hugsar at fara úr landsstýr- inum fyri aftur at gerast tingmaður. Tað hevur eisini verið opið stríð millum hann og Poul Michelsen, sum kemur á ting, um Bjarni Djurholm fer í landsstýrið – og kann hann á tann hátt halda Poul Michelsen burtur frá polit- iskari ávirkan. Bjarni Djur- holm fekk á valinum 20. januar 595 persónligar at- kvøður. Poul Michelsen fekk 335. Bárður Nielsen í Vest- manna sigst verða eitt vist boð upp á nýggjan fíggjar- málaráðharra – hann sigst hava fulla uppbakking í Sambandsflokkinum. Tað sigst eisini vera rættiliga sannlíkt, at Alfred Olsen á Toftum verður nýggjur fiskimálaráðharri. Men norðoyingar hava lagt stórt trýst á fyri at fáa Bjørn Kalsø á Syðradali til fiski- málaráðharra. Norðoyingar hava bæði á fundi í Klaks- vík og á fundi hjá Sam- bandsflokkinum í Havn leygardagin og í skrivi til leiðsluna í Sambandsflokk- inum gjørt vart við sítt krav. Flokkurin hevur nærum trífaldað atkvøðutalið í norðoyggjum síðani 1998 – og hetta var einasta val- dømi, har flokkurin hevði framgongd. Norðoyingar hava ikki víst á Magna Laksáfoss, sum fleiri ferðir hevur verið nevndur sum eitt boð. Sambandsflokkurin hev- ur verið sera illa umboðað- ur í Norðoyggjum. Seinastu 50 árini hevur flokkurin bara verið umboðaður á tingi í seks ár, frá 1978 til 1984, tá Eli Nolsøe, sum var landsstýrismaður frá 1970-74, varð valdur á ting. Tá hevði Sambandsflokk- urin eitt sera gott val – ikki minst orsakað av sera góða valúrslitinum hjá Paula Ellefsen. Næstsíðsti ting- maður Sambandsfloksin var Óli í Skúla, sum seinast varð valdur í 1950. Aðrir sambandsmenn eru eisini upp á tal, eitt nú Jo- han Dahl, Kaj Leo Johan- nesen og Sune Jacobsen. Fer Alfred Olsen í lands- stýrið, so kemur Frithleif Olsen á ting, hann fekk 366 persónligar atkvøður, með- an Alfred Olsen og Ed- mund Joensen fingu ávika- vist 393 og 383 atkvøður, so har er sera tøtt kapping – og Frithleif Olsen kann lættliga hótta hinar báðar, um hann fær fótin fyri seg á tingi. Fer Bárður Nielsen á ting, so kemur Olav Eno- moto á ting. Bárður Nielsen fekk 357 persónligar at- kvøður, meðan Olav Eno- moto fekk 78. Seks boð upp á fimm ráðharrar Boð upp á landsstyrismenn: Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, Jógvan við Keldu, vinnu- ella innlendisráðharri, Jacob Vestergaard, innlendismálaráðharri, Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, Báður Nielsen, fíggjarmálaráðharri og Alfred Olsen, fiskimálaráðharri. Ein av teimum fýra fólkafloksmonnunum má lúta… C M Y K 7 6