Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 22 - 3. februar 2004 Nr. 22 - 3. februar 2004 9 Stjórin í Havnar Timburhandli, Heini Fossaa, dylur ikki, at undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði hevur havt týdning í avgerðini at byggja nýggjan timburhandil á Kambsdali BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havnar Timburhandil er nú farin undir at byggja nýggj- an timburhandil á ídnaðar- økinum á Kambsdali. Heini Fossaa, stjóri, væntar, at bygningurin stendur full- reistur, tá ið henda vikan er liðug. Ætlandi verður nýggi timburhandilin liðugur at taka í nýtslu beint eftir summarfrítíðina ella tíðliga í september. Plássið inni í hitanum, tey rópa, verður einar 500 fermetrar; har verður vørusøla, skrivstov- ur, kaffistova og aðrir fasilitetir til starvsfólkið. Sjálv timburgoymslan verður 1100 fermetrar, og á økinum uttanum bygningin verða einir 2000 fermetrar planeraðir til goymslu av tilfari og tænastu til við- skiftafólkini, sum vitja handilin. Heini væntar, at samlaði kostnaðurin av byggingini og planeringini av økinum uttan um fer at kosta einar 6-8 miljónir krónur. Síðan 1989 Tað var í 1989, at Havnar Timburhandil keypti Snikk- aravirkið á Kambsdali. Tey fyrstu árini helt virksemið, sum var í bygninginum, fram á sama hátt sum frammanundan við vind- eygum, hurðum og øðrum. – Men í 1993 avgjørdu vit at niðurleggja snikkara- virksemi og lata eina timb- urdeild við byggimarknaði upp. Heini sigur, at seinastu 10 árini hevur timburhandil og byggimarknaður verið í bygninginum, og hetta virksemið fer at halda fram, til nýggi timburhandilin verður tikin í nýtslu tíðliga komandi heyst. – Tað, sum vit nú gera, er at bøta um viðurskiftini hjá okkara arbeiðsfólki og okk- ara viðskiftafólkum. Í nýggja bygninginum verða arbeiðsumstøðurnar nógv betur; har verið minni hand- faring av tilfari, og bæði timburgoymslan og vøru- goymslan annars verða nógv størri og breiðari enn higartil. Heini vísir á, at gamli bygningurin er ikki serliga væl egnaður til timbur- handil, tí goymsluplássið er alt ov lítið. – Í nýggja bygninginum verður ríkiligt av plássi, bæði inni og úti. Hann vísir á, at Havnar Timburhandil fer at snøgga økið uttan um bygningin, soleiðis at tað verður reint og nossligt, tá ið handilin letur upp. Tunnilin týdning Heini dylur ikki, at tað hev- ur týdning fyri avgerðina at byggja nýggjan timbur- handil á Kambsdali, at tunnilin undir Leirvíksfirði nærkast. – Jú, tað er so avgjørt, at vit høvdu hetta frambrot á samferðsluøkinum í hug- anum, nú vit tóku støðu til byggingina. Seks fólk eru knýtt at Timburhandlinum, sum er á Kambsdali, og tá ið nýggi bygningurin letur upp, verður talið av arbeiðsfólki á leið tað sama. Heini Fossaa sigur, at Fuglafjarða kommuna hev- ur yvirtikið verandi bygn- ing hjá Havnar Timbur- handli á Kambsdali. – Tað er soleiðis, at gamli bygningurin liggur uttan- fyri ídnaðarøkið á Kambs- dali, og skúlar liggja ímill- um ídnaðarøkið og hendan bygningin. Vit ætlaðu at byggja verandi bygning út, men við tað, at hesin liggur uttanfyri ídnaðarøkið, spurdi Fuglafjarða kommuna okk- um, um vit ikki heldur kundu koma ásamt um eina aðra loysn, har vit bygdu ein nýggjan bygning, og Fuglafjarða kommuna yvir- tók verandi bygning. Heini Fossaa sigur, at hetta gjørdist loysnin, og hann fegnast um, at nýggi timburhandilin nú stendur fullreistur í hesi vikuni, um alt gongur sum ætlað. Byggja nýggjan timburhandil á Kambsdali fyri 7 miljónir krónur – Seks fólk eru knýtt at Timburhandlinum, sum er á Kambsdali, og tá ið nýggi bygningurin letur upp tíðliga í heyst, verður talið av arbeiðsfólki á leið tað sama, sigur Heini Fossaa, stjóri í Havnar Timburhandli – Torført er at siga í løtuni, hvat tað merk- ir, at smoltstøðir lata aftur. Tað gongur ein tíð, áðrenn vit síggja útfallið av hesum, sig- ur Lisabeth Gaardbo, stjóri á Arbeiðsloysis- skipanini ARBEIÐSLOYSI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samrøðu við Sosialin her- fyri, segði Sofus Johanne- sen, nevndarformaður í Gjáarsmolti og bygdarráðs- formaður í Gjáar komm- unu, at smolt- og alivinnan er størsta bygdamenningar- tiltak í nýggjari tíð. Nú fleiri smoltstøðir hava latið aftur, og virksemið á øðrum er minkandi, hava vit vent okkum til Lisabeth Gaardbo, stjóra á ALS og spurt hana, um arbeiðsloys- ið í smolt- og alivinnuni sæst aftur í tølunum hjá teimum. – Tað er torført at siga í løtuni, hvat tað merkir, at eitt nú smoltstøðir hava lat- ið aftur á smáplássunum. Hugsandi er, at flestu ar- beiðsfólkini á útoyggj búgva á staðnum, men tað kann vera eitt sindur ym- iskt, hvar tey búgva, har landafast er til tey størru økini. Hon sigur, at gerast fólk arbeiðsleys og tilmelda seg hjá ALS, eru tey við í saml- aðu tølunum. – Men tað gongur ein tíð, áðrenn vit síggja útfallið av hesum. Arbeiðsloysi veksandi Stjórin á ALS sigur, at tað kann vera torført at síggja eitt ávíst mynstur í tølunum yvir arbeiðsleys. – Vit kunnu í hvussu er siga, at vit í seinastuni hava sæð ein tendens til eina generella øking í arbeiðs- loysistølunum kring alt landið. Hon vísir á, at tá ið tølini vórðu uppgjørd í desember, vóru umleið 700 fólk ar- beiðsleys. – Um einar tvær ella tríggjar vikur hava vit aftur nýggj tøl fyri januar. Lisabeth sigur, at vanliga eru tølini yvir arbeiðsleys størri hesa tíðina av árinum enn annars, men tølini higartil í vetur eru heldur størri enn tølini fyri síðsta vetur. – Jú, vit síggja ein tend- ens til eina generella øking um alt landið. Tó vóru tøl- ini fyrst í desember ikki hægri enn somu tíð í 2001, sigur stjóri á Arbeiðsloysis- skipanini, Lisabeth Gaard- bo. Arbeiðsloysi: Ein generell øking um alt landið – Tað er torført at siga, hvat tað merkir fyri arbeiðsloysistølini, at smolt- og alivinnan eru í kreppu. Ein tíð gongur, áðrenn vit síggja útfallið av hesum, sigur Lisabeth Gaardbo, stjóri á ALS Gamla urgan í Sør- vágs kirkju er farin á ellisheim. Soleiðis heilt bókstaviliga. Hon er tikin niður og sett upp aftur á ellis- heiminum í Miðvági. Nýggj urga verður sett upp í Sørvágs kirkju komandi vikurnar KIRKJUTÍÐINDI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Sørvágs kirkja fær nýggja urgu frá Frobenius. Gamla urgan er niðurtikin og sett upp aftur á ellis- heiminum í Miðvági. Soleiðis er verðsins gongd, at tá elli tekur at boyggja, verður ein tikin úr tænastu, og um væl vil til, sleppur ein á ellisheim. So heppin var gamla urg- an í Sørvágs kirkju, sum Ellis- og Avlamisheimið í Vágum hevur fingið rætti- liga lagaliga, nú sørvingar fáa nýggja urgu í kirjuna. Torkil Haraldsen, kirkju- ráðsformaður í Sørvági, sigur, at nýggj urga fyri eina knappa millión krónur verður sett upp í Sørvágs kirkju komandi vikurnar. Urgan, sum er donsk, er bygd hjá Frobenius, og er komin til Føroya. Hon ligg- ur í løtuni í eini bingju í Sørvági og bíðar eftir tveimum fólkum frá verk- smiðjuni, sum suldu koma til Føroya mánadagin at seta hana upp. Arbeiðið fer væntandi at taka einar tvær, tríggjar vikur, sigur Torkil Haraldsen. Nýggja urgan hevur sjey røddir. Hin gamla hevði fýra, greiðir kirkjuráðsfor- maðurin frá. Gamla urgan var lítil í vavi, og tann nýggja er heldur ikki so øgiliga stór, sigur hann. Av praktiskum orsøkum, tí plássið á kirkjuloftinum í Sørvági er ikki so stórt. Urgan er so stór, sum plássið loyvir, ella væl tað, greiðir Torkil Haraldsen frá. Hon fyllir loftið, og fer at stinga eitt sindur út um verandi lofts- gólv. Løgd verður ein stál- pláta undir tann partin, sum røkkur inn í skipið. Um neyðugt verða stuðlar settir undir. Nýggja urgan í Sørvági verður goldin við peningi, sum savnaður er saman til júst hetta edamálið. Spart er saman av kirkjuskatt- inum seinnu árini, sigur Torkil Haraldsen. Eisini er stuðul fingin úr Kirkju- grunninum, sum á leið svarar til meirvirðisgjaldið fyri uguna, sigur hann. Gamla urgan, sum er komin til Sørvágs áðrenn 1965, var í ávísan mun merkt av aldri, sigur kirkju- ráðsformaðurin í Sørvági. Ellisheimið fekk hana aftur fyri at taka hana niður og flyta hana til Miðvágs. Hendan urgan er eisini donsk, og ein onnur av sama merki er, sær vitandi, í Føroyum, sigur Torkil Haraldsen. Hon stendur í Ebenezer í Havn, sigur hann. Gamla urgan farin á ellisheim Gamla urgan í Sørvág kirkju sær ikki út av nógvum, har hon nú stendur í samkomuhøllini á ellisheiminum í Miðvági. Men hon ljóðar framvegis væl Mynd: Edvard Joensen Góða kavaveðrið, sum verið hevur seinnu dagarnar, tykist fara at halla. Í góð- veðrinum mánadagin vóru bæði børn og vaksin úr Sóljugarði í Sandavági úti og spældu sær í kav- anum KAVI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Sandavági: Gott kavaveður hevur verið nú eina tíð, og tí hava bæði børn og vaksin hugnað sær við. Mánadagin var framvegis sera gott kavaveður í Sandavági, og bæði børn og vaksin í dagstovninum Sóljugarði hugnaðu sær í kavanum uttan fyri. Gott er økið uttanum, og frálík brekka er at skeiða á. So rimiligt er, at har hava børnini hildið til hesar dagarnar, kavin hevur ligið. Í sólskininum av klárum himni vóru eisini tey vaksnu, sum arbeiða í dagstovninum, vorðin sum børnini aftur og tóku ein túr á sleðuni saman við teimum smáu. Kavaveður Bæði børn og vaksin stuttleika sær í kavanum Mynd Edvard Joensen Kunningarleiðarin í Vágum fer úr starvi hálvan ferbuar. Nýggjur leiðari er enn ikki settur VINNA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Leiðarin á Kunn- ingarstovuni í Vágum hevur sagt seg úr starvi. Hann fer úr starvinum um hálvan februar. Terji Nielsen, hevur í umleið eitt ár verið í starvi sum leiðari á Kunningarstovuni hjá felagnum Vágum. Um- framt leiðarin er hálvt- annað fólk í starvi á Kunningarstovuni og Kunningardiskinum á flogvøllinum. Verandi kunningarleið- arin fer um hálvan febru- ar í starv sum blaðmaður á Sosialinum. Terji Nielsen hevur ikki so nógvar viðmerk- ingar til skiftið, aðrar enn, at hann fyrr hevur verið blaðmaður á Sosial- inum, og honum hevur av og á longst aftur eftir slíkum starvi, sigur hann. Hann hevur seinnu ár- ini búð í Dnanmark, og fór beinleiðis í starvið sum kunningarleiðari í Vágum, tá hann í fjør flutti heimaftur. Terji Nielsen býr í Havn, og hann dylur heldur ikki fyri, at eitt starv nærri bústaðnum eisini hevur okkurt við skifti at gera. Niels Olgar Joensen, formaður í Felagnum Vágar, ið rekur kunning- arstovuna, váttar, at kunningarleiðarin er far- in úr starvi. Hann sigur, at enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvussu nú verður við starvinum, men at tosað hevur verið um eitthvørt í hesum sambandi. Niels Olgar Joensen sigur, at ein fundur verð- ur nakað skjótt, og har verður helst tikin avgerð um, hvussu nú verður gjørt. Niels Olgar Joensen sigur, at nakað væl av tíð og orku er brúkt at fáa kunningardiskin á flog- vøllinum at virka, nú Felagið Vágar hevur yvirtikið hann. Og tað gongur bara heilt væl við tí, sigur formaðurin í Felagnum Vágum. Fráfarandi kunningar- leiðarin sigur, at Kunn- ingarstovan í Vágum í løtuni arbeiðir við at skipa fyri einum oyggjar- fundi, har evnið verður tann nógv umrødda kommunusamanlegging- in. Avgjørt er tó ikki enn, nær hesin fundurin verð- ur, sigur hann. Kunningar- leiðarin fer úr starvi Kunningarleiðarin í Vágum, Terji Nielsen, hevur sagt seg úr starvi. Hann fer hálvan februar í starv sum blaðmaður á Sosialinum, har hann at byrja við fer at skriva ítrótt Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8