týsdagur 3. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 22 - 3. februar 2004
Nr. 22 - 3. februar 2004
11
Hergeir Nielsen
Talan er um politiska lívs-
verk mítt, segði Anfinn
Kallsberg, tá ið hann lov-
prísaði nýskipanaruppskoti
Sambandsfloksins, sum av-
talað er at seta í verk í
nýggja
samgonguskjal-
inum.
Í
nýskipanaruppskoti
Sambandsfloksins
verða
Føroyar roknaðar sum part-
ur av einum ríki, ið er sam-
ansett av trimum javntstill-
aðum londum.
Sambandsflokkurin sigur
í hesum uppskoti sínum, at
fyri at kunna vera í hesum
ríkisfelagsskapi, er neyðugt
at nøkur málsøki eru felags
fyri alt ríkið. Hesi eru:
Kongshúsið, Grundlógin,
Uttanríkismál, Verjumál,
Gjaldoyra og Rættarskipan-
in.
Hesi felags málsøki eru
»garðurin« rundan um rík-
ið, sigur Sambandsflokkur-
in, og tað eru hesi, sum
gera, at vit kunnu tosað um
eitt ríki, og tey skulu ikki
kunna yvirtakast.
Anfinn Kallsberg og
Fólkaflokkurin lagað nú
garð fyri Sambandsflokkin.
Teir viðurkenna ríkiseind-
ina, og teir samtykkja í
nýggja
samgonguskjali-
num, at: »Málið er at greiða
viðurskiftini millum Før-
oya og Danmarkar. Hetta
skal gerast við lóg, so løg-
tingið hevur heimild at
yvirtaka øll mál, undantik-
ið málsøki, sum viðvíkja
ríkiseindini«.
Hetta er klokkukar tala.
Sjálvsavgerðarrætturin er
sleptur, og viðurkent verð-
ur, at Føroyar eru partur av
ríkiseindini.
Mál innanfyri ríkiseind-
ina verða nú liggjandi, har
tey liggja. Tey eru mo.
grundlógin, uttanríkismál
og rættarskipanin. Mál,
sum vit vóru komin áleiðis
við at skipa undir føroysk-
um málsræði.
Fólkaflokkurin
fekk
áhaldandi áheitanir um at
endurskipa sjálvstýrissam-
gonguna. Hann fekk tað í
boði, áðrenn valið varð út-
skrivað, og honum stóð í
boðið eftir valið at vera við
til at endurskipað ta styrkn-
aðu
sjálvstýrissamgong-
una.
Men nei. Fólkaflokkurin
frávaldi einar frælsar Før-
oyar og valdi í staðin at lag-
að garð uttan um ríkiseind-
ina saman við Sambands-
flokkinum.
Vit harmast hetta koll-
veltandi framtak í føroysk-
um sambandspolitikki.
Vit harmast um, at tað
eyðnaðist
javnaðar-
og
sambandsflokkunum at
seta orð á ein nýskipaðan
sambandspolitikk, og enn
meira harmast vit um, at
Fólkaflokkurin sær tað sum
lívsverk sítt at laga Garð
um henda nýggja ríkis-
felagsskapin.
Samgonguskjalið hevur fingið heitið breiða semjan.
Hetta er eitt rámandi heiti, tí tað er rættiliga óvanligt at
tríggir av stóru flokkunum manna eina samgongu. Tað
var longu eyðsæð fyri seks árum síðani, at ein semja á
ríkisrættarliga økinum mátti gerast á einum grundar-
lagi, har minst tríggir stórir flokkar taka undir við tí.
Hetta er nú gjørt, og vónandi kann andstøðan eisini
taka undir við tí gongd, ið er sett út í kortið.
Gamaní inniheldur nýggja samgonguskjalið ikki somu
orðingar, sum tey tvey undanfarnu, tá tað um ríkisrætt-
arligu støðuna viðvíkur, men sum heild kann sigast, at
hetta samgonguskjalið hevur betýðiligt meira kjøt á,
enn vit hava verið von við seinastu nógvu árini. Um
tær yvirtøkurnar, ið eru settar út í kortið, verða yvirtik-
nar hetta samgonguskeiðið, so verður hendan sam-
gonga ein størri yvirtøkusamgonga, enn tann seinasta,
har vit so at siga bert sóu yvirtøkur í Fiskimálaráðnum
og Oljumálaráðnum.
Samgonguskjalið inniheldur eisini greiðar orðingar
um fíggjar og búskaparpolitikk. Hetta vísir, at nýggja
samgongan raðfestir rætt, tí umráðandi verður at forða
fyri veruligari kreppu í føroyska búskapinum komandi
árini.
Einki samfelag uttan vinnu, og her má sigast, at sam-
gonguskjalið er rættiliga visionert. Gransking og
menning eru lyklaorð, men tað er umráðandi at kom-
andi samgonga fer at vísa í verki, at hon veruliga
brennir fyri gransking og menning.
Privatisering er eisini á skránni. Ávísar fyritøkur verða
nevndar. Tað verður ofta sett rættiliga stereotypiskt
upp, at Javnaðarflokkurin konsekvent hevur verið
ímóti at privatiserað. Hetta er ikki rætt, tí at formaður
Javnaðarfloksins nevndi ein møguleika at lata Føroya
Banka partabrøv til allar føroyingar í seinasta val-
skeiði. Hetta uppskotið bleiv eitt sindur blandað mót-
tikið, men vísir, at privatisering ikki er ein trúarspurn-
ingur fyri Javnaðarflokkin.
Trivnaðarmál fylla sum verða man nógv í nýggja sam-
gonguskjalinum. Tað er gott at staðfesta, at man fær
nakrar orðingar á økinum, ið ikki bara snúgva seg um
tøl. Í samgonguskjalinum eru greið mál, um at gera
tingini betri og einfaldari. Hetta er helst ikki ov tíðliga,
og tí er bara at vóna, at samgongan fer at koma á mál.
Skúlin skal raðfestast høgt, og er hetta eisini væl út-
greinað í samgonguskjalinum. Á hesum økinum er at
vóna, at vit fáa meiri stabilitet, enn vit hava havt undir
seinastu tveimum samgongum vegna rumbul av yms-
um slag. Arbeiðsfriður er ein fortreyt fyri at røkka
góðu málunum.
Sjálvt samgonguskjalið er væl skrivað, og ikki er nógv
at koma eftir har. Tó verður tað ikki samgonguskjalið,
ið hendan samgongan skal metast eftir. Tað verður
heldur, hvussu væl hon dugir at røkka málunum og
hvussu stevið verður. Verður stevið gott uttan solospæl
av ymsum slag, og megnar man at fáa ein konstruktiv-
an dialog við andstøðuna, ja so kann breiða semjan
liva upp til sítt navn.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Breiða semjan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kollveltandi framtak
í føroyskum sambandspolitikki
Hjalti í Jákupsstovu
Tað passar ikki, at leiðandi
fiskifrøðingar á Fiskirann-
sóknarstovuni mótarbeiða
fiskidagaskipanini,
sum
Óli Jacobsen skrivar á for-
síðuni í FF-blaðnum 29.
januar 2004.
Fiskirannsóknarstovan var
við í nevndini, sum kom
við tilmælinum um skipan-
ina, tók undir við henni tá
og tekur undir við henni
enn.
Fiskirannsóknarstovan
hevur sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap til
uppgávu at ráðgeva Føroya
Landsstýri í málum um
burðardyggan fiskiskap, og
hevur í hesum sambandi í
fleiri ár mælt til at minka
um dagatalið. Hetta við
virðing fyri fiskastovn-
unum og dagaskipanini, og
fyri at dagaskipanin skal
virka sum ætlað. Tað er ein
stór misskiljing, um hetta
verður fatað, sum um Fiski-
rannsóknarstovan er í móti
dagaskipanini. Tað er beint
tvørtur ímóti.
Grundarlagið undir skip-
anini er, at dagatalið er sett
soleiðis, at í miðal yvir
nøkur ár verður fiskað tað,
sum hvør stovnur framleið-
ir, og ikki meiri. Við alsamt
vaksandi veiðiorku í fiski-
skipaflotanum er neyðugt,
alsamt at stilla dagarnar til
henda vøkstur. Fiskirann-
sóknarstovan nýtir, sum er ,
stovnsmetingarnar til at
meta um veiðiorkuna, og
við tí hagtalstilfari, sum er
til taks, og við tí játtan til
kanningar, sum er, er einki
betur tilfar.
Tilgongdin av ungum
fiski skiftir frá einum ári til
annað, og viðhvørt eru
fleiri ring ár upp í røkur,
sum til dømis alla seinnu
helvt av áttati árunum.
Dagatalið má tí eisini setast
so, at stovnarnir tola vána-
liga tilgongd í fleiri ár,
uttan at ganga gýtingar-
stovnunum ov nær. Tíbetur
vita vit ikki, hvussu smáir
gýtingarstovnarnir av flestu
stovnunum av botnfiski
undir
Føroyum
kunnu
verða, uttan at hetta nervar
tilgongdina framyvir. Men
heldur ikki eiga vit at miða
eftir at fáa hesa vitan.
Einhvør skipan má nýtast
við virðing fyri fortreyt-
unum fyri skipanini, og
hetta er eisini galdandi fyri
dagaskipanini. Síðan 1996
hevur frameiðslan av æti
undir Føroyum verið góð,
og hetta hevur eisini givið
góða framleiðslu av fiski.
Men hyggja vit afturlítandi
eftir, hvussu væl t.d. toskur
undir Føroyum er vaksin,
vita vit, at hetta er ikki altíð
so, og hesum mugu vit eis-
ini taka hædd fyri.
Umboð fyri Fiskirann-
sóknarstovuna hava í trim-
um førum í 2003 verið
uttanlands og greitt frá
skipanini, í Bergen í august,
í Hetlandi í september og í
Edinburgh í oktober, og
sagt frá hví hon er góð fyri
okkum.
Óli Jacobsen sigur ósatt
Heidi Petersen
løgtingskvinna Tjóðveldis-
floksins, Vestmanna
Fíggjarlógar-
uppskotið 2004
Undanfarna samgonga setti
sær fyir at bøta um viður-
skiftini hjá heimleysum í
Føroyum. Hetta var gjørt á
tann hátt at 2 mió. kr. vóru
settar av á fíggjarlógarupp-
skotinum fyri 2004, til
bygging/keypi av býlum til
heimleys í Havn, afturat
teimum 300.000 kr. sum
vóru avsettar sum ískoyti til
rakstur av herberginum hjá
Frelsunarherðinum. Útveg-
anin av bústøðum til heim-
leys í Havn skuldi gerast í
samstarvi við Frelsunar-
herðin,
Blákrossheimið,
Heilbrygdi og Tórshavnar
kommunu, og tyktist hetta
at vera ein gongd leið.
Landskassin rindar íløguna
og kommunan og lands-
kassin lata so ávíst gjald
fyri raksturin á hvørjum
árið, og arbeiðið liggur so í
tryggum hondum hjá Frels-
unarherðinum og hinum
stovnunum.
Landsuppgáva
Í hesum føri er rætt av
landsmynduleikunum
at
gjalda fyri íløguna, tí tað
kann ikki sigast at Tórs-
havnar kommuna einsamøll
eigur
trupulleikan
við
heimleysum, tá tað jú eru
fólk úr øllum landinum
sum búgva á gøtuni í Havn.
Slóðbrótandi arbeiðið hjá
Frelsunarherðinum,
við
herberginum fyri teimum
heimleysu í Havn, hevur
víst okkum týdningin av tí
sjálvbodna
arbeiðnum,
kristiligir felagsskapir leggja
í okkara samfelag, og er tað
politikarana ábyrgd at taka
málið upp tá torvurin er so
væl lýstur sum í hesum
føri. Vert er eisini at taka
fram arbeiðið hjá Blákross-
heiminum í Havn, har fólk
bæði fáa viðgerð fyri mis-
nýtslu, men har eisini stórt
arbeiði verður gjørt fyri at
hesi fólk fáa møguleika at
fóta sær aftur í lívinum, við
m.ø. møguleikanum fyri
búfelagsskapi eftir viðgerð-
ina. Blákrosskaféin er eis-
ini ein týðandi liður í sosi-
ala arbeiðinum at skapa
gott og mennandi umhvørvi
fyri útsettar bólkar av sam-
felagnum.
Áheitan
Men hvat hendir nú? Vil
nýggja samgongan halda
fram við tí arbeiði Tjóð-
veldisflokkurin byrjaði fyri
at tey heimleysu skuldu fáa
sømilig kor?
Ella dettur hetta burtur tí
flokkarnir í sínum rúsi eftir
makt gloyma veikastu bólk-
arnar í samfelagnum? Vón-
andi gongur ikki so, og vil
eg her nýta høvi at gera vart
við tørvin hjá einum veik-
um bólki í samfelagnum,
har tað eftir míni metan er
ein samfelagsskylda og
ábyrgd at útvega og tryggja
sømilig kor. So mín heilsan
til nýggju samgonguna skal
vera góða eydnu framyvir
og gloymi ikki tey sum
mest tørvar tykkum.
VIÐMERKINGAR
Heimleys í Havn
Anna Djurhuus
Porkeri
Hoyrdi í tíðindunum fyri
nøkrum vikum síðani um,
at læknar høvdu funnið
fram til eina tøkni, sum
kundi ávísa, um kvinna við
barn bar barn við Downs
syndrom
(mongolismu)
undir belti. Tað ljóðaði fyri
mær, sum um hetta vóru
gleðilig tíðindi, ella ein
sensatión. Jú, vit einum
skannara kundu læknar
kanna, um barnið hevði ein
ávísan nakkafald. Um so
var, bleiv tilboð givið um
at gera ein fosturvatns-
roynd, sum so endaliga
kundi staðfesta, um tað
veruliga var Downs syn-
drom. Barnið kundi so tak-
ast.
Við hesum blivu »bert« 5
børn við Downs syndrom
fødd í Danmark um árið
ístaðin fyri 60-70.
Annað floks menniskju?
Eg sat eftir við einari løgn-
ari kenslu, tá eg hevði hoyrt
tíðindini og hugsaði við
mær sjálvari: Hvat mugu
foreldur at børnum við
Downs syndrom hugsa,
hvat mugu tey sjálvi hugsa.
Eru hetta »2. floks menn-
iskjur«.
Eg eigi sjálv fimm so-
kallað vælskapt børn, og
kann kanska ikki seta meg í
stað teirra, sum eiga børn
við breki, men eg veit bert,
hvat tey sjálvi siga.
Vælskapt brek
Fyri nøkrum árum síðani
kom fløga út, ið var nevnd
vælskapt brek, har ljós
bleiv sett á børn við við-
føddum breki. Var sjálv á
konsertini, ið bleiv hildin í
Norðurlandahúsinum. Ein
sera góð og rørandi kon-
sert, har temaið var, hvørja
gleði hesin bólkur av børn-
um ber sínum kæru og øðr-
um við.
Heiti vælskapt brek er
eitt ógvuliga vælvalt og sig-
andi heiti
Ein ríkt tjóð!
Í kvøld 25. januar 2004 sá
eg sending í Sjónvarp Før-
oya um daglidagin hjá
Jóannesi Jacobsen, við hans-
ara arbeiði millum menn-
ingartarnað. Eg má siga, at
tá eg sá M´as Blues Band
spæla í Vestmanna skúla, tá
rørdist mítt hjarta, og eg
hugsaði. Vit eru rík sum
samfelag, at eiga hendan
vælsignaða
bólkin
av
menniskjum, sum skapa
slíka gleði rundan um seg
har tey eru. Tøkk skal Jóan-
nes hava, sum í síni frítíð
ger hetta frálíka arbeiði fyri
at gleða okkum øll. Man
tað ikki verða, tí hann sjálv-
ur er vorðin ríkari at vera
saman við teimum?
Vit verða fátæk uttan tey
Eg hugsi, um vit sum sam-
felag skulu sleppa okkum
av við tann bólkin av menn-
iskjum við Downs syn-
drom, hvør verður so tann
næsti bólkurin?
Eru við blivin, sum Hitler
í nazi tíðini har hann skuldi
hava eina reina ariska rasu?
Nei, eg spyrji bara. Eitt veit
eg, at tá verða vit ógvuliga
fátæk sum tjóð, og Gud for-
bjóði, at so verður.
Tey gera okkum rík!
Zacharias
Zachariasen,
hevur yrkt ein sang um
Brekaða barnið, har síðsta
ørindi ljóðar:
Júst hetta lítla barn,
ið mikið brekað var,
mest gleði teimum vann
og størstu signing bar.
Og har, sum sorgin neit,
og royndin var so svár,
nú hoyrist takkarljóð,
og skyggja gleðitár.
Hetta er tað sum eg hoyri
og síggi foreldur, avvarð-
andi og onnur sum hava við
brekað og menningartarnað
at gera siga.
Tí haldi eg, at vit sum
samfelag heldur skuldi
hjálpt teimum meir og givið
teimum betri kor og sømd-
ir, sum tað sømir seg einum
ríkum samfelag, tí tey gera
okkum rík.
Sjálv bleiv eg ríkari í
kvøld!
Tey gera okkum rík
Tórshavn, 31. januar 2004
Høgni Hoydal
Vegna Tjóðveldisflokkin
Tjóðveldisflokkurin ynskir
nýggju samgonguni við
Jóannesi Eidesgaard sum
løgmanni,
tillukku
við
skipanini og samgongu-
skjalinum. Vit vóna, at okk-
urt gott spyrst burturúr
landi og fólki at frama.
Eisini er okkurt í sam-
gonguskjalinum, sum vit
fegnast um. Eitt nú eru
góðar orðingar um gransk-
ing og førleikamenning. Og
á sosiala økinum eru fleiri
mál, sum Tjóðveldisflokk-
urin hevur stungið út í kort-
ið, sum nýggja samgongan
sigur seg vilja fremja.
Ongin kós fyri framtíðina
Kortini harmast Tjóðveld-
isflokkurin almikið um, at
nýggja samgongan onga
kós og ongi mál hevur sett
fyri framtíðina, men hevur
slept øllum stríði fyri sjálv-
stýri og einum sjálvberandi
búskapi.
Áhaldandi royndirnar hjá
Tjóðveldisflokkinum at fáa
ávirkan og skipa eina sam-
gongu, ið kundi halda fram
á sjálvstýrisleiðini, hava
ikki eydnast.
Samgonguskjalið er ein
sera tunn súpan, har fleiri
sera høgravendir bollar
liggja á botni – tildømis
ófíggjaðir skattalættar og
studningsskipanir til vinn-
una. Orðingar á hinum økj-
unum eru endurtøkur av
gomlum samgonguskjølum
og valskráum.
Fyrstu ferð donsk
ríkiseind er orðað í
føroyskum politikki
Tó er mest herskni bitin í
samgonguskjalinnum,
at
tað hevur eydnast Sam-
bandsflokkinum
at
fáa
Fólkaflokkin at viðurkenna
eina danska ríkiseind.
Samgonguskjalið sigur
greitt, at føroyskir myndug-
leikar skulu hava loyvi
sambært lóg at yvirtaka
málsøkir, ið ikki hoyra und-
ir ríkiseindina – og hetta er
sama orðing, sum sam-
bandsflokkurin hevur ført
fram í sínum politikki.
Hetta er eisini sama krav,
sum danska stjórnin hevur
sett í samráðingunum við
føroyskar myndugleikar –
og júst hetta krav var orsøk-
in til, at samráðingarnar um
føroyskt fullveldi slitnaðu í
ár 2000.
Tá var málið føroyskt
fullveldi, tjóðarfrælsi og
viðurkenning av sjálvsav-
gerðarættinum hjá føroy-
ingum. – Nú verður fyri
fyrstu ferð í politisku søgu
Føroya skrivað undir eitt
skjal,
ið
viðurkennir
donsku ríkiseindina, og har
frælsismálið er heilt slept.
Hetta er sostatt ein søgu-
lig breið semja um sam-
band og ríkiseind, har
Fólkaflokkurin tíverri er
koppaður yvir til gomlu
heimastýrisflokkarnar.
Tjóðveldisflokkurin brynj-
ar seg nú til at fara í and-
støðu. Har verður setning-
urin við ítøkiligum upp-
skotum at halda kósina
fram móti føroyskum full-
veldi, sjálvberandi búskapi,
sosialum frambrotum, fræls-
um vinnulívi og einum nú-
tímans útbúgvingar- og
mentanarpolitikki.
Viðmerking til nýggju samgonguna og samgonguskjalið:
Søgulig breið semja um samband og ríkiseind
TÍÐINDASKRIV
Nú ein nýggj samgonga tykist vera
komin undir land, vilja vit ynskja henni
góða eydnu. Tó undrast Tjóðveldis-
flokkurin og Miðflokkurin á politisku
gongdina.
Valúrslitið gav dygga undirtøku fyri,
at sjálvstýrisgongdin skuldi halda fram,
og teir flokkarnir, sum hava stuðlað
tjóðarfrælsinum, komu styrktir burturúr
valinum.
Tí vóru allir møguleikar at halda fram
á sjálvstýrisleið, at halda ein skynsaman
búskaparpolitikk, at tryggja vælferðina
og fremja ein greiðan vinnulívspolitikk.
Kortini verður nú skipað ein sam-
bandssamgonga, har Fólkaflokkurin er
stuðulsflokkur.
Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin
hava boðað Fólkaflokkinum greitt frá, at
vit eru til reiðar at skipa eina samgongu,
ið kann halda fast um sjálvstýrisgongd-
ina, og hetta standa flokkarnir framvegis
við.
Tjóðveldisflokkurin og
Miðflokkurin undrast á
samgonguskipan
Tórshavn, 31. januar 2004
Tjóðveldisflokkurin
Miðflokkurin
Høgni Hoydal
Jenis av Rana
C
M
Y
K
11
10