týsdagur 3. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 22 - 3. februar 2004
Nr. 22 - 3. februar 2004
13
Norskur línu-
bátur tikin
Sunnudagin tók danska verjuskipið Trithon norska
línubátin Keltic undir Føroyum. Mánamorgunin um
ellivutíðina kom so Trithon á Havnina við norska
línubátinum. Trithon tók Keltic sunnudagin, tí hann
hevði ov nógva hjáveiðu.
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógvur vindur og
nakað av uppgangi
var í Leirvík fríggja-
dagin. Beint sum
Dúgvan legði at um
tveytíðina seinna-
partin, tóku tvey ella
trý stór brot seg upp
um grótkastið og stór
vatnmongd skolaði
tvørtur um parker-
ingsøkið
UPPGANGUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ilt var í sjónum í Leirvíks-
firði fríggjadagin og somu-
leiðis heilt fitt av vindi. Tað
breyt rættuliga nógv við
grótkastið. So hart, at
nøkur ógvuslig brot tóku
seg uppum og elvdu til
skaða á tveir bilar, sum
stóðu parkeraðir í norðara
enda á ferjuleguni.
Nógv smágrót, runa og
onkur stór grót komu við
brotinum, og tað sást ser-
liga væl á aftur á kavanum,
sum lá hvítur og reinur
áðrenn brotið.
Brotið var so mikið
ógvusligt, at tann eini bil-
urin varð fluttur inn í ein
annan. Somuleiðis hevði
nógv sjórok verið har
fríggjadagin.
Frá løgregluni í Eystur-
oynni verður sagt, at sjógv-
urin slætnaði so við og við
út á dagin. Landsverksfrøð-
ingurin ruddaði meginpart-
in av grótinum og rununi
burtur. Tey fingu tó ikki
ruddað alt, tí bilar stóðu
parkeraðir á økinum.
Fólk sum sótu í teirra
bilum og bíðaðu eftir
Dúgvuni siga, at talan var
um eitt sera ógvusligt brot,
og at tað var heppið, at
ongin gekk framvið grót-
kastinum júst ta løtuna.
Størsta hendingin í farnu viku var, at
amerikanski tjóðbankin (FED) broytti
orðingina viðvíkjandi rentuhugsjón
teirra. FED gevur nú ábendingar um, at
ein møgulig rentuhækking nærkast.
Hóast ein slík kortini ikki skal væntast
teir fyrstu mánaðirnar, styrknaði dollarin
munandi og rentur hækkaðu sum heild.
Orðini frá FED fingu samstundis
partabrøv at lækka, og farna vikan var
tann fyrsta síðani novembur at ameri-
konsk partabrøv (S&P 500) lækkaðu.
Hóast kunngjørt varð farna fríggjadag,
at búskapurin í USA einans vakst 4% í 4.
ársfjórðingin móti væntaðum 5%, fingu
hesi tøl avmarkaða ávirkan á renturnar.
Um grópað verður í tølum sæst kortini,
at kunngerðin var hampulig. Aðrar
búskaparligar uppgerðir úr USA vóru
eisini bjartskygdar, so ein eigur ikki at
óttast um vakstrarmøguleikarnar í USA;
sum nú er.
Komandi vikuskifti hava G7 londini
fund í Boca Raton í USA. Eitt av
høvuðsevnunum til umrøðu verður
gjaldoyraintrivini, tey asiatisku londini
fremja í síni roynd, at styrkja um sítt
kappingarføri. Væntandi fara G7 londini
aftur at minna asiatisku londini á týdn-
ingin, at hava liðilig gjaldoyru, sum
verða stýrd av teimum grundleggjandi
búskaparviðurskiftunum. Undan G7
fundinum, kann tí væntast, at dollarin
verður óstøðugur mótvegis evruni og
donsku krónuni.
Áhugaverdasta hendingin hesa vikuna
verður fríggjadagin, tá mánaðarliga
amerikanska arbeiðsmarknaðarfrágreið-
ingin verður kunngjørd. Hendan varð
eitt vónbrot seinasta mánað, og tí er sera
avgerandi fyri marknaðirnar, at hendan
gerst bjørt hesaferð. Væntað verður, at
160.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í
januar. Verður talið lægri, kunnu vit
vænta munandi rentuhækkingar og fall-
andi partabrøv. Verður talið sum væntað
ella hægri, verður úrslitið hækkandi
rentur og partabrøv.
Í farnu viku komu bjartskygdir rokni-
skapir frá Hennes & Mauritz og
Novozymes, meðan rokniskapurin hjá
Sony gjørdist eitt vónbrot. Hesa vikuna
kunngerða m.a. Novo Nordisk, Volvo,
Deutsche Bank, Danske Bank og Erics-
son roknskap. Partabrævamarknaðirnir
liggja á lægri stigi enn fyri viku síðani.
Góðir roknskapir kunnu tí føra við sær
hækkandi partabrøv og rentur, men sera
hugsandi fara marknaðirnir at verða í
bíðistøðu til arbeiðsmarknaðarfrágreið-
ingin verður kunngjørd fríggjadagin.
Rentuhækkingin nærkast
Brimbrot elvdi til skaða
Nógvur uppgangur í Leirvík gjørdi, at eini tvey ella trý brot tóku seg upp um grótkastið og elvdu
til skaða á bilar. Somuleiðis komu nógv smágrót við brotinum
Vika 6, 2004
www.kaupthing.fo
Hetta er rættur heili-
vágur fyri sál og sinn
helt sjónvarpslæknin
Peter Qvortrup
Geisling, tá ið hann sá
málningarnar hjá
Archibald Black
Mynd & tekstur:
Dávur Winther
Peter Qvortrup Geisling tók
sær stundir til at síggja
Klaksvíkar
Sjúkrahús,
Røktarheimið og eisini
málningavavið hjá Archi-
bald Black sunnudagin.
Peter vísti skjótt í prátinum
við Archa, at hann kendi
hópin av list og listarmonn-
um. Tónin var lagdur og
prátið gekk so listiliga mill-
um hesar báðar róligu og
fyrikomandi menninir.
»Tá ið tú gert so nógvar
málningar og tað sjónliga
sæst, at tú kannst so nógvar
ymiskar leistagreinar, so
má tað vera gott fyri sinna-
lagið«; helt læknin fyri.
»Tú fært lagt hópin av
tonkum uppá pláss, sam-
stundis sum tú fært roynt
hugflogið - Hetta er reinur
heilivágur«, segði sjón-
varpslæknin Peter Qvortrup
Geisling.
Peter var sera hugtikin av,
at Archibald dugdi sítt
tekni- og málarakynstur so
meistarliga væl og saman-
bar hann við alheims kend
nøvn, so sum Trampedach.
Peter, sum umframt at
vera kunstkennari og -
samlari, samlar eisini frí-
merkir og skjeyt upp, at
partur av málningunum áttu
at verið motivir til føroysk
frímerkir, tí góðskuni feil-
aði einki.
Hóast Tala Black bjóðaði
kaffi og køkur, tí hon henda
dagin hevði føðingardag, so
var torført at hála læknan
burtur frá málningunum,
sum hann var so hugtikin
av. Hann var eisini bergtik-
in av útsýninum á Grøna-
bóli og tí hóttandi Myrkjan-
oyrafjalli
omanfyri,
ið
Archibald skoðaði hvønn
dag og heintaði sær hópin
av íblástur úr.
»En stærk sjæl i et sundt
legeme«, var niðurstøðan
hjá Peter Qvortrup Geisling
sjónvarpslæknanum, sum
hevði notið gott at góðu
listverkunum hjá Archibald
Black á Grønabóli.
Leygarkvøldið kom
nýtt far inn á Vágs-
fjørð. Talan er um
bát, sum kemur inn
fyri gomlu Nesborg,
sum sostatt skal úr
flotanum og er hon tí
til sølu. Nýggi báturin
er keyptur úr Noreg
og er bygdur í 1990
FISKIFØR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Leygarkvøldið kom eitt
nýtt fiskifar á Vág og nógv
fólk vitjaðu umborð at
fregnast og fegnast. Enn
ber farið navnið Brodd,
men brátt kemur at standa
Nesborg ístaðin. Tað eru
nevniliga menninir handan
felagið Tvøran, sum m.a.
eigur Nesborg, sum nú
skifta gomlu Nesborg út
við nýggja farið, sum so-
statt nýtir fiskiloyvið hjá
Nesborg.
Tann 29/01-04 klokkan
11 yvirtóku umboð frá
Tvøruni bátin í Ålesund og
Merkið varð vundið á
stong.
Talan er um far, sum er
bygt til Íslands í 1990, men
í 1995 fór báturin til
Noregs, varð longdur, og
fekk navnið Brodd. Men nú
báturin kemur til Vágs,
verður navnið Nesborg.
Báturin er 34 metrar til
longdar og 7,90 metrar
breiður. 7 mans verða við,
tá Nesborg fer til fiskiskap
- væntandi um einar 14
dagar.
Stórur munur er á gomlu
Nesborg og nýggja farin-
um. Gamla Nesborg er
gamalt skip, skrokkurin er
43 ár og er Nesborg um-
bygd til trolara, ella tað ið
minnir um, so partar eru
nakað yngri, tó yvir 20 ár.
Nýggja farið er bygt trolari
og munurin er m.a. at eitt
dekk er afturat, so menn
standa inni.
Enn frættist lítið um
endaliga prísin, tí enn er
ikki endaliga uppgjørt.
Men hýrurin er góður á
monnum og skemtiliga
verður tikið til, at prísurin
svarar til tað, ið upsaprísur-
in er í Føroyum í dag!
Óváttað tíðindi vilja tó
verða við, at keypsprísurin
er millum 3 og 4 milliónir
krónur. Tað skilst, at menn
hava
góðar
vónir
við
nýggja farinum.
Mest vitjaða
heimasíða innan
tíðindaflutning í
Føroyum nú í
nýggjum búna
HEIMASÍÐA
Tíðindaskriv
H e i m a s í ð a n
»www.portal.fo« er mest
vitjaða heimasíða innan
tíðindaflutning í Føroy-
um og helst eisini mest
vitjaða heimasíða yvir-
høvur í Føroyum.
Í gjár, mánadagin 2.
februar
2004,
vórðu
nýggju
heimasíðurnar
hjá Føroya Tele almanna-
kungjørdar, talan er um
hesar heimasíðurnar:
Portal.fo
Sportal.fo
Pop.fo
Føroya Tele hevur í sam-
starvi
við
Farodane
broytt sniðið á hesum
heimasíðum. Eisini eru
gjørdar avtalur við m.a.
Vinnuhúsið um vinnu-
tíðindi, Føroya Ferðaráð
um komandi tiltøk at fara
til í frítíðini og Norður-
landahúsið um mentan-
artíðindi.
Heimasíðurnar
eru
upplagdar
á
nýggjar
Linux-ambætarar og eru
nú forritað í PHP-forrits-
máli, og førur hetta við
sær, at síðurnar vera
skjótari at heinta fram á
telduskíggjanum.
Tíðindablaðið Sosial-
urin fer framhaldandi at
skriva øll beinleiðis tíð-
indini, og sum nakað
nýtt, eru allar tríggjar
heimasíðurnar tengdar
saman á eini og somu
framsíðu, sigur Føroya
Tele í tíðindaskrivi.
»Lægens Bord« fekk
medisin á Grønabóli
Portalurin í
nýggjum hami
Nýggjur bátur til Vágs
Nýggja farið hjá vágbingum, ið fær navnið Nesborg. Í baksýni sæst gamla Nesborg, sum nýggja
farið kemur inn í flotan fyri
(Mynd; D. Olsen)
C
M
Y
K
13
12