Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 3. februar 2004 15 3. februar verður Gordhan Rajani, lækni, 70 ár, og verður dagurin hátíðarhild- in við familjuni í Bombay, India. Gordhan var borin í heim í Shirkarpur í landslutinum Sindh (núverandi Pakistan) tann 3. februar 1934. Abbin var løgfrøðingur, meðan pápin, ið æt Kanayalal Rupthjan Rajani, arbeiddi sum umboðsmaður fyri medisinalvørur. Mamman, ið kallaðist Kala Kanyalal Rajani, arbeiddi heima. Í 1947 flutti familjan frá Shirkarpur til Karachi (nú- verandi Pakistan) vegna arbeiðið hjá pápanum. Um hesa tíðina var sera ófriðarligt í India, og eftir langa tíð við uppreistri har mong fólk lótu lív, mátti familjan á miðari nátt flýggja, uttan nakað við- føri, úr Karachi til Bombay við skipi. Uppreisturin førdi við sær, at India bleiv sundurlutað í Pakistan og India. Komin til Bombay helt leiðin fram til flóttafólka- leguna Jambu. Familjan fekk til láns eitt rúm at búleikast í - bert nakrir heilt fáir fermetrar vóru til alla familjuna, sum taldi um 20 fólk. Einaferð um vikuna fór Gordhan, tíðliga á morgni, við pápa sínum at heinta matin, sum varð býttur út til alla flóttafólka- leguna. Fyri at fáa mjøl, smør, olju og okkurt annað smávegis, máttu teir báðir standa í kilometurlangari bíðirøð í slakar 6 tímar; í bakandi sól um veturin og í oysandi monsoonregni um summarið. Í umleið hálvtannað ár búði familjan í flóttafólka- leguni, har eingir møgu- leikar vóru fyri skúla- gongd. Men tá ið elsti bróð- urin, Dayal (sáli), fekk starv í Nadiad, flutti øll fa- miljan hagar. Gordhan og brøður hansara gingu síð- ani í barnaskúla har. Men av tí at málið, ið tosað varð í hesum landslutinum, var Gujarati, skiltu teir ikki nógv av tí, sum varð lært. Eitt ár seinni avgjørdi pápi Gordhan at flyta til Malad, sum er einar 30 kilometrar uttanfyri Bom- bay. Har leigaði familjan eina lítla íbúð. Gordhan byrjaði nú í sjeynda flokki, og aftaná lokna skúlagongd lá leiðin beinleiðis til há- skúlan Jaihind tætt við Church Gate í Bombay. Eftir hetta, frá 1952 til 1958, tók Gordhan lækna- útbúgving á vælumtókta skúlanum Grant Medical Collage í Bombay. Eftir at hava arbeitt í umleið eitt ár á sjúkrahúsi í Bombay, lá leiðin í 1959 til London, har Gordhan ynskti at útbúgva seg meir innan skurðlæknavísindina. Farið var við báti frá Bom- bay ígjøgnum Suez veitina til Italia. Síðani var farið við toki ígjøgnum Frakland til Calais, og so við báti til Dover í Suðuronglandi. Seinasti teinurin til Victoria Station í London var eisini við toki. Framkomin hevði Gord- han bert tíggju bretsk pund í lummanum, og sera lítið av viðføri, tá ið ein sjúk- lingur hann hevði hitt í Bombay, tók ímóti honum á Victoria jarnbreytarstøðini. Beinanvegin byrjaði Gordhan at senda umsóknir til tey ymisku sjúkrahúsini í London, og bert eina viku seinni byrjaði hann á skaðastovuni á Tilbury sjúkrahúsi. Lønin var 80 pund um mánaðin - 30 pund fóru til leigu og uppihald, meðan restin varð sent við posti til foreldrini í Bombay. Aftaná nøkur ár á ymisk- um sjúkrahúsum í London, bar Gordhan eyga við eitt starv í Føroyum í einum læknatíðarriti. Ein umsókn varð beinanvegin send, og fáar dagar seinni kom eitt telegram aftur, har sagt varð at hann hevði fingið starvið. Ein leygardag í 1964 fór Gordhan, uttan at vita stór- vegis um Føroyar, við flog- fari úr London til Glasgow og so víðari til Vágar. Longu sunnudagin eftir byrjaði Gordhan á sjúkra- húsinum í Tórshavn, og var hann har til 1967. Gordhan fekk nógvar góðar vinir í Tórshavn hetta tíðarskeiðið, og eru nógvar góðar løtur at minnast aftur á. Á sumri 1966 hitti Gord- han gentu, Guðrun Simon- sen, av Høgabóli í Saltang- ará, sum starvaðist á sjúkrahúsinum. Eftir at hava gift seg, fluttu tey 9. juli 1967 til Rønne á Born- holm, har Gordhan hevði fingið starv sum skurð- lækni. Í 1969 gjørdist hann ser- lækni innan skurðviðgerð, og aftaná at hava arbeitt í nøkur ár á sjúkrahúsi í Aarhus og Holstebro, gjørdist hann í 1971 ser- lækni innan orthopædi. Í september 1971 byrjaði Gordhan sum lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og røkti hann hetta starv til 1995. Saman við sjúkra- húsleiðsluni og politisku myndugleikunum í Norð- oyggjum var hann í hesum tíðarskeiði við til støðugt at menna sjúkrahúsið í Klaksvík. Gordhan hevur altíð ver- ið eyðkendur fyri at vera sera tolin og ja-ligur, og hevur honum altíð dámt væl at tosa við sjúklingar- nar, eins og hann við upp- muntran hevur fylgt teim- um allan vegin gjøgnum sjúkraleguna. Mong minn- ast óiva hansara eyðkenda "no problem - det går nok", og hevur hetta bjartskygni borið hann til henda dag. Gordhan og Guðrun búðu í teimum gulu lækna- húsunum við síðuna av Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hetta gjørdi eisini sítt til, at familjan kendi bæði starvs- fólk og sjúklingar sum sína egnu familju. Og fleiri ferðir um dagin gekk hann leiðina ígjøgnum havan ímillum gulu læknahúsini og sjúkrahúsið. Og hóast tað stundum leikaði hart á, var hann altíð róligur. Jólaaftan á hvørjum ári var Gordhan við allari fa- miljuni til jólahald á Klaks- víkar sjúkrahúsi. Eftir jólahaldið varð farið inn til hvønn einstakan sjúkling at ynskja gleðilig jól. Hansara opna og um- sorgsfulla lyndi hevur vunnið honum nógvar vinir, bæði í Føroyum og uttanlanda. Og hóast hann málsliga kann hava trupult við at klára seg á føroysk- um, hevur hann altíð kunna samskift við fólk á sín heilt serliga hátt, og soleiðis megna at tilegna sær fólkið, og fingið sær nógvar góðar og trúfastar vinir. Seinastu 10 árini hava Gordhan og Guðrun búð á Høgabóli í Saltangará, har nógv tíð er nýtt í vakra og prýðiliga urtagarðinum. Eisini hevur Gordhan arbeitt í longri og styttri tíðarskeið í Grønlandi og í Norra. Hóast arbeiði í Grøn- landi, Norra og urtagarðin- um á Høgabóli, so hevur ein fastur táttur tó altíð verið á skránni á hvørjum ári, og er tað túrurin til India. Fleiri av børnunum, svigarbørnunum, abba- og ommubørnunum hava verið saman við Gordhan og Guðrun í India, og hava hesir túrar givið ógloym- andi minnir og skapt tíðar- leys virði fyri øll. Fremst í huganum hjá Gordhan hev- ur tó altíð verið, at givið børnunum ein góðan, tryggan og ríkan barndóm. Guðrun og Gordhan eiga fimm børn: Kala, John, Sita, Laila og Gordon. Eisini euga tey átta ommu- og abbabørn. Við hesum verður ynskt Gordhani ein góðan føð- ingardag og mong góð ár framyvir. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 3. februar. Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebeste í núverandi Turkalandi, og av tí at hann bjargaði einum smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, var hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boðaði tað fyri einum brúsandi vári, søgdu teir. Blásius ella Blásus hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Blásus vildu teir ikki nevna á báti, tí annars kom vindur. Dagurin hevur eisini verið hildin sum minningarsdagur fyri Ansgar, sum fekk navnið ápostul Norðurlanda. Gordhan K. Rajani 70 ár Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og veittu hjálp, tá okkara kæri maður og pápi Ismar Joensen Fuglafjørður andaðist 30. desember og varð jarðaður. Tøkk til heimarøktarar, sjúkrasystrar og kommunulæknan. Ein serstøk tøkk til tykkum í Vesturstovu, ið passaðu hann so væl og vóru so góð við hann. Tøkk til samkomuna í Siloa og onnur fyri alla hjálp við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, og tøkk øll tit, ið lótu eina gávu til Siloa. At enda vilja vit takka øllum tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elsa, Jóannes og Páll Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma Herborg Christiansen fødd Dam, Kollafjørður andaðist í heiminum leygardagin 31. januar, 74 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju týsdagin kl. 13.00 Fyri tey avvarðandi Margit og Christian Tey, ið vilja minnast Herborg við blómum ella kransi, kunna ístaðin lata Dagtilhaldinum í Kollafirði eina gávu, konto nr. 131.636.4 í Føroya Sparikassa. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at sonur, pápi og abbi okkara Gisli Rasmussen andaðist á Landssjúkrahúsinum leygarmorgunin, 57 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Ingibjørg, Heðin, Eyðvør, Sven, Sólfríð og Ingibjørg Tey, ið ynskja at geva blómur ella krans kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Bløðarafelagið, konto í peningastovninum. 15 14 Nr. 22 - 3. februar 2004 1. februar 2004 hevði Thomas Hans Gaardlykke í Miðvági starvast sum teknik- ari á Flogvøllinum í Vágum í 25 ár. Thomas Hans er 53 ára gamal miðvingur, sonur Turid, f. Josephsen, úr Mið- vági, og Jørgin Gaardlykke, ættaður úr Lamba. Hann fór til skips fyrstu ferð sum 13 ára gamal og silgdi til hann var 16 ár, tá ið hann fór í realskúla, men var tó nakrar ferðir til skips meðan hann gekk í skúla. Liðugur við realskúlan fór hann í 1970 í læru sum radiomekanikari á radio- verkstaðnum hjá Olivur Næss við Hoydalsvegin í Havn. Tá hann var útlærdur í 1974, arbeiddi hann eitt ár í Vágum sum radiomekanik- ari. Í 1976 fór hann til Grønlands at arbeiða sum teknikari hjá GTO (Grøn- lands Tekniske Organisa- tion). Um veturin 1977-78 ar- beiddi hann eitt skifti sum radiomekanikari hjá Hans J. Michelsen í Havn. 1. februar 1979 fekk hann starv hjá Telefonverk Føroya Løgtings sum teknikari á Flogvøllinum í Vágum. Í 1992 yvirtók Statens Luftfartsvæsen hetta øki og hevur verið hansara arbeiðsgevari síðan tá. Thomas Hans er giftur við Hannu Svabo, úr Mið- vági, tey eiga tveir synir: Kristoffur, 27 ár, og Kenneth, 22 ár. Umframt at arbeiða á Flogvøllinum sum teknik- ari hevur Thomas Hans nógv frítíðarhugamál sum t.d. at ríða, vera í bjørgun- um, gangan á fjall og ann- ars alt sum hevur við náttúruna at gera. Hann hevur eisini lagt seg eftir at kenna staðarnøvnini í Vág- um. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Nær kunnu vit mannabørn góðtaka deyðan, neyvan nakrantíð heilt. Tó serliga svárur kennist hann, tá vit verða tikin á bóli, og ikki gruna nakað sum helst. Og akkurát soleiðis kenni eg tað við Gisla, sum leygarmorgunin í skundi fór higani og heim, og sum nú undrast í nýggjum heimi, har ongin gongumaður enn er vendur aftur. Og Gisli fór so knappliga, at vit sum dagliga umgingust hann standa púra býtt og aftur og aftur kemur setningurin. Tað kann ikki passa, hann gekk jú spillfrískur okkara millum, og eg tosaði við hann í gjár, onkur annar í fyrradagin og so víðari. Tó Gisli er farin, hann er deyður, og nú prátar hann, og skemtar hann í nýggjum heimi, hvørs avbjóðingar eru ævigar, í ævinleikanum, sum hann slapp í nógv skjótari fram til enn hann sjálvur, og vit onnur høvdu roknað við. Vit báðir vistu um hvønn annan, frá tí eg kom til Havnar sum ungur, og vit lærdu hvønn annan ordiliga at kenna nú seinnu árini, hvar vit í felag strevaðust fyri at fóta okkum í lívinum í eini roynd at vaksa andaliga og at viðkoma hvørjum øðrum. Gisli var ikki keðiligt selskap. Hann var skemtari og hann kundi eisini verða álvarsamur, men tað álvarsama var ongantíð so drúgvt, at hann gjørdist keðiligur. Hann kundi røða um álvarsligar lutir, men tað gekk ikki so drúgv tíð, so skifti hann evni við onkrari góðari, har onkur bøllutur singlaði inn í millum, og so kendu tú góða gamla Gisla aftur. Ein maður, sum ikki legði fingrarnar í millum, men sum segði sína hjartans meining um hvat tað skuldi vera. Sum so mangur, so var lívsteinurin hjá Gisla tungsjóðaður inn í millum. Tó seinnu árini var slætnað undir fótum, og hansara andaligi hungur gav honum kensluligt viðrák, hóast alt ikki var fingið upp á pláss. Trúgvi heldur ikki, at málið hjá Gisla var at fáa gólvið sópað heilt og gerast heilt fullkomin, áðrenn hann legði árarnar inn. Hjá honum var málið nógv meira at vaksa andaliga, at hava eitt opið sinni og at taka í móti tí vegleiðing, sum Gud gav honum beinleiðis og gjøgnum onnur menniskju, sum hann kom í samband við. Har vit hittust, var hann álitismaður. Hann var fullur av kærleika og vildi sínum næstu væl. Hann pyntaði ikki um aftur um løgdu lívsleiðina, men hann arbeiddi av heilum hjarta fyri, at dagurin í dag skuldi verða ein dagur livdur í kær- leika, og júst hesin setningur fekk fólk at kenna seg væl saman við honum. Gisli stendur nú undir børu. Vit sum hildu av honum eru ikki rættuliga raknaði við eftir hvøkkin, hansara næstu kenna sorg. Saknur verður í honum í SMS og aðrastaðni, har hann ikki bakkaði fyri at fara yvir um vegin fyri at heilsa upp á teg. Nú meðan tú úr hesum heimi er á flog inn í tann stóra og bjarta ævinleikan, uttan sút av nøkrum slag, heilsa vit tær og siga takk. Umframt alt annað, so minti tín deyði okkum á, at vit bert eiga dagin í dag, og tað er hendan dagin vit eiga at liva sum tað er tann seinasti, í kærleika og eftir besta førimuni. Og er tað nakar sum ivast um Gisli var tilreiðar at fara higani, so kann eg heilsa og siga ja. Gisli ivaðist ikki eina løtu hvar leiðin bar, tá eyguni brustu og sálin beyð seg til ferðar. Tøkk Gisli heilsan Jústinus Leivsson Eidesgaard Gisli Rasmussen In memorian Sommer Højgaard 80 ár Í dag, týsdagin 3. februar, verður Sommer Højgaard í Rituvík 80 ár. Sommer, sum hevur verið sjómaður nógv størsta partin av lívinum, er rituvíkingur. Pápin, Hanus, var sonur Per, sum var ein av niður- setumonnunum í Rituvík. Mamman, Nicolina, var úr Kálvhúsinum á Glyvrum. Tey bygdu yviri á Endan- um, sum tað verður nevnt, og Sommer hevur mesta partin av lívinum búð í barnaheiminum. Nicolina og Hanus fingu tíggju børn: Ninna, Mina, Betta, Dia, Per, Mona, Niggi, Sommer, Henny og Dania. Eftir á lívi eru umframt Sommer tríggjar systrar: Mina, sum býr í Runavík, Dania, sum býr í Rituvík og Henny, sum býr á Toftum. Sommer kom til mans undir krígnum. Tá ið hann fór fyrsta túrin til skips, var hann átjan ára gamalur. Tað var við Streymoynni, sum Sámal Jákup undir Lind- brekku í Lamba førdi. Teir keyptu fisk í Íslandi og sigldu til bretska markn- aðin. Seinni var hann við Suðuroynni, Belluni, Willi- am Martin og við Skorða- kletti, sum Frederik og Sofus í Rituvík førdu, var hann í trý ár. Seinni var hann við Vesturvarða, sum Hans Petur í Brekkum á Toftum førdi, við Royndini, sum Palli í Brekkum á Toftum førdi og aftur tvey ár við Hans Peturi, sum tá førdi Havborgina. Sommer sigldi við Hans Paula hjá Mortani í Hvannasundi við Fiska- nesi og við Dávuri í Bø, tá ið hann førdi Magnus Heinason. Seinni var hann við farmaskipinum Hólmi, Polarfarinum og Magnusi í Rituvík, og í eitt skifti sigldi hann út frá Skagen. Tá ið Sommer var 24 ára gamalur, tók hann bæði skiparaprógv og longdina, sum tað nevndist tá í tíðini, og við fleiri av skipunum, sum eru nevnd omanfyri, var hann bestimaður. Eftir mong ár á sjónum legðist Sommer uppi, og tá arbeiddi hann í fleiri ár á Lynfrost. Nú eru fleiri ár síðani, at hann legði ar- beiðið frá sær. Hann fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum, og eitt nú er hann sera íðin viðhaldsmaður hjá NSÍ. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá pápi, abbi og langabbi okkara Hans Erik Arge Argir doyði og fór til gravar. Tøkk til Bergur D. Joensen, prest og sangarar og tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til leiðslu og starvsfólk á Lágargarði fyri ta tíð hann var har. Børnini Thomas Hans Gaardlykke, Miðvágur: Teknikari á Flogvøllinum í 25 ár C M Y K 14