týsdagur 3. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 22 - 3. februar 2004
Nr. 22 - 3. februar 2004
17
Fríggjadagin 30.
januar var lat Kári
Svensson upp ein
ferðaframsýning í
Listaskálanum í
Havn. Eisini var
móttøka í sambandi
við at listamaðurin
hevði fylt 50 ár
Listaframsýningin “Hug-
birtingar” hjá Kára Svens-
son lat upp seinasta fríggja-
dagin kl. 16. Jákup Simon-
sen frá mentamáladeildini
hjá Tórshavnar Býráð lat
framsýningina
upp,
og
dupultkvartettin í Ebenezer
sang nakrar sangir.
Á framsýningini vóru
yvir 30 málningar og 6
standmyndir,
sum
listamaðurin hevur gjørt.
Framsýningin er opin til
22. februar, tá hon verður
pakkað niður og flutt til
Randers
Kunstmuseum.
Framsýningin verður eisini
í øðrum Norðurlondum
Umleið 250 fólk møttu til
móttøkuna hendan dagin.
Kári Svensson, listamaður:
Ferðaframsýning og móttøka í Listaskálanum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í Listaskálanum var
bæði framsýning og
móttøka. Her er Kári
Svensson saman við
dóttrini, Beintu
Mynd: Jens Kristian Vang
Jógvan Norðbúð heilsar uppá listamannin
Mynd: Jens Kristian Vang
Kristina á Váli, Amariel Norðoy, listamaður og konan, Marianna, sum hevur
Galleri Focus
Mynd: Jens Kristian Vang
Eliesar Arge, lækni og fyrrverandi løgtings- og býráðslimur, og Gunnar
Hoydal, fyrrverandi býararkitektur, við eina av standmyndunum hjá
Kára
Mynd: Jens Kristian Vang
Ólavur á Váli og Suni Jacobsen, sum báðir fáast við málningalist, og Jákup Simonsen, sum lat framsýningina upp
Mynd: Jens Kristian Vang
BBC vil í einari
nýggjari sending vera
við, at myndugleikar-
nir í Norðurkorea
nýta politiskar fangar
sum royndardjór, tá
ymisk hópoyðingar-
vápn skulu roynast
VÁPNAROYNDIR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í sendingini Access to evil
(Atgongd til óndskap) vísir
BBC á eitt alment norður-
koreanskt skjal, har sagt
verður, at politiskir fangar
verða nýttir sum royndar-
djór, tá ymisk evnafrøðilig
vápn skulu roynast. BBC
veit eisini at siga, at norð-
urkoreanar hava nýtt kvinn-
ur og børn í slíkum roynd-
um.
Sambært BBC stava upp-
lýsingarnar frá einum fyrr-
verandi norðurkoreanskum
hernaðarsendimanni í Bei-
jing. Sendimaðurin lýsir
eitt sokallað gasskamar, og
hann vil vera við, at hann
hevur sjálvur sæð gasskam-
arið og fólk, sum vórðu
nýtt í royndunum har.
– Eg var hjástaddur, tá
eitt húski bleiv nýtt í einari
kanning við gassi. Øll
doyðu,
foreldrini,
ein
drongur og ein genta. For-
eldrini spýðu, men kortini
royndu tey at bjarga børn-
unum við at blása luft í
munn teirra, hevur hernað-
arsendimaðurin greitt frá.
Sambært BBC hava trý
onnur fólk váttað upplýs-
ingarnar.
Spurdur, mhvussu tað
kendist at síggja børnini
doyggja, svarar sendimað-
urin, at hann hevði ikki
samkenslu við teimum.
– Undir tí stýrinum, sum
eg tá hevði, hevði eg bara
kensluna av, at hetta var
fíggindin, sigur hann við
BBC.
Altjóða mannarættinda-
felagsskapurin
Amnesty
International sigur seg ikki
hava prógv fyri, at norður-
koreanar nýta fangar til
vápnaroyndir. Ein tals-
kvinna hjá felagsskapinum
sigur við Reuters, at tey
hava hoyrt um hetta, men at
norðurkoreansku myndug-
leikarnir hava víst skuldset-
ingunum aftur.
Royna hópoyðingarvápn
við politiskum fangum
UTTAN ÚR HEIMI
Bussvanlukka onga ávirkan
Vanlukkan við einum donskum bussi í Týsklandi fyri
nøkrum døgum síðani, sum kravdi trý mannalív, hevur
eftir øllum at døma ikki stóra ávirkan á danskar buss-
førarar.
Um vikuskiftið kannaði løgreglan ferðina hjá 107
bussum, sum koyrdu um markið ímillum Danmark og
Týskland, og tá liðugt var, hevði løgreglan staðfest 78
brot á ferðslulógina. Talan var tó ikki bara um ov nógva
ferð, tí í fleiri førum staðfesti løgreglan brek við buss-
unum.
Ovastin hjá løgreglumonnunum, sum gjørdu kann-
ingarnar, sigur við JydskeVestkysten, at kanningin vís-
ir, at støðan við bussflutninginum er einki batnað aftan
á vanlukkuna í Týsklandi. Formaðurin hjá busseigar-
unum sigur við blaðið, at sjálvandi eigur alt at vera í
lagi við bussunum, og hann harmast tær nógvu frá-
greiðingarnar, sum løgreglan skrivaði á markinum um
vikuskiftið.
Lærarar eru ótryggir
Ein kanning í Noregi vísir, at umleið 20 prosent av
lærarunum í framhaldsdeildini kenna seg ótryggar, tá
teir skulu meta um fakliga førleikan hjá næmingunum.
Soleiðis er eisini, tá teir skulu taka støðu til, hvussu
undirvísingin skal skipast.
Elaine Murthe, sum hevur gjørt kanningina, sigur við
Bergens Tidende, at í skúlaskipanini verður tað tikið
sum givið, at lærararnir kenna seg tryggar í øllum skúl-
ans viðurskiftum, men at í veruleikanum noyðast lær-
ararnir ofta at taka avgerðir, uttan at teir fáa stundir til
at hugsa seg um fyrst. Sambært kanningini hava nógvir
lærarar ilt við at meta um førleikastøðið hjá tí einstaka
næminginum og at laða undirvísingina eftir tí.
Kanningin vísir eisini, at tað eru serliga teir yngstu
og teir elstu lærararnir, sum kenna seg ótryggar, og tað
heldur Elaine Murthe geva eina ábending um, hví
nógvir norskir lærarar velja at fara frá við eftirløn rætti-
liga tíðliga. Lærarar, sum eru ímillum 40 og 50 ár,
kenna seg harafturímóti tryggari, sigur hon.
Færri roykja
Færri og færri fransmenn festa sær í, og nú vísir ein
kanning, at fronsku roykjararnir eru tvær milliónir
færri í tali nú enn fyri fimm árum síðani.
Kanningin vísir kortini, at tað er ikki júst størri um-
sorgan fyri heilsuni, sum ger, at færri fransmenn
roykja. Í fjør hækkaði prísurin á sigarettum, soleiðis at
ein pakki við 20 sigarettum kostar nú umleið 40 krón-
ur, og tað fekk umleið 14 prosent av teimum fronsku
roykjarunum til at legja av. Í dag roykja 30,4 prosent av
øllum fransmonnum ímillum 15 og 75 ár, og tað svarar
til, at 13,5 milliónir fransmenn roykja. Fyri fimm árum
síðani royktu 34,5 prosent av teimum ímillum 15 og 75
ár.
Franska kanningin vísir, at tað eru serliga tey yngru
og kvinnurnar, sum hava lættari við at leggja av at
roykja, ella sum ongantíð festa sær í. Í hesum bólk-
unum er talið á roykjarum minkað 18 prosent tey sein-
astu fimm árini.
Spældi lækni
Ein 33 ára gamal norðmaður, sum lesir til lækna, hev-
ur arbeitt á einum svenskum sjúkrahúsi, har fólk hildu,
at hann var liðugur við sína útbúgving.
Tann læknalesandi hevur viðgjørt fleiri hundrað
sjúklingar hesi bæði árini. Hann hevur staðfest diag-
nosur og skrivað reseptir, sjálvt um hann í veruleika-
num ikki hevði loyvi til tess, uttan at ein útbúgvin
lækni var saman við honum. Men eingin lækni fylgdi
við arbeiði hansara, tí hinir læknarnir og leiðslan á
sjúkrahúsinum vistu ikki betur, enn at maðurin hevði
lokið sína útbúgving.
Tann 33 ára gamli norðmaðurin hevur lisið til lækna
á tveimum lærdum háskúlum í Pólandi, men hann hev-
ur ongantíð gjørt seg lidnan við útbúgvingina. Sjálvur
sigur hann, at polska læknaútbúgvingin er betri enn út-
búgvingin í Noegi og Svøríki, og at hann tí heldur seg
hava betri førleika enn norskir og svenskir læknar,
sjálvt um hann ikki er liðugur við útbúgvingina.
Í ringum sjógvi
Tað er ikki bara á okkara leiðum, at sjógvurin kann vera ringur. Hendan myndin er tikin umborð á avstralska sjóverjuskipinum
»Warramunga«, sum jagstrar veiðitjóvar í Indiska Havinum.
Amerikanski forsetin
er ein størri hóttan
ímóti heimsbúskap-
inum enn heimsfrið-
inum, sigur lands-
maður hansara
Joseph Stiglitz, sum
fekk Nobelheiðurs-
lønina í búskapi í
2001
BÚSKAPUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í samrøðu við týska blaðið
Frankfurter
Rundschau
leggur
Joseph
Stiglitz
stjórnina hjá Bush forseta
undir ábyrgdarloysi.
– Tá stjórnin kom framat,
svaraði avlopið á landsins
fíggjarlóg til tvey prosent
av bruttotjóðarframleiðsl-
uni, men í dag hevur fíggj-
arlógin eitt hall, sum er
fimm prosent av fram-
leiðsluni. Tað er ábyrgdar-
loysi, sigur tann viðurkendi
búskaparfrøðingurin, sum
fekk Nobelheiðurslønina í
2001.
Hann vísir á, at eit er, at
USA hevur 477 milliardir
dollarar í halli á fíggjarlóg-
ini í ár, men harafturat
kemur, at landið hevur
ovurstórt hall á handils-
javnanum. Og hetta við-
kemur ikki bara amerikan-
arunum, sigur Joseph Stig-
litz, sum vísir á, at politikk-
urin hjá Bush-stjórnini hev-
ur styrlt evruna og gjørt
dollaran veikari við tí úr-
sliti, at ES-londini fáa
trupulleikar við útflutning-
inum.
– Bush er ein hóttan fyri
heimsbúskapin, men tað
leggur hann einki í. Hann
setir áhugamálini hjá ameri-
kanarunum oman fyri alt
annað og letur hin partin av
heiminum sigla sín egna
sjógv, sigur Joseph Stiglitz
við Frankfurter Rundschau.
Bush hóttir heimsbúskapin
C
M
Y
K
17
16