Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 22 - 3. februar 2004 Nr. 22 - 3. februar 2004 19 Breiða semjan Niðanfyri prenta vit samgonguskjalið millum Sambands- flokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sum varð undirskrivað leygardagin SAMGONGA Sambandsflokkurin, Fólkaflokk- urin og Javnaðarflokkurin eru samdir um at skipa landsstýri og politiska samgongu á Føroya Løgtingi. Samgongan hevur sum mál at skipa breitt samstarv. Ríkisrættarliga støðan Yvirskipaði parturin Málið er at greiða viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Hetta skal gerast við lóg, so løg- tingið hevur heimild at yvirtaka øll mál, undantikið málsøki, sum viðvíkja ríkiseindini. Uttanríkismál Vit skulu hava størri ávirkan á uttanríkispolitiska økinum. Hetta skal gerast í avtalu við danskar myndugleikar. Føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær innlit í og ávirk- an/avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar. Samráð- ingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at lógartryggja hetta. Umboðanin í fleirtjóða og al- tjóða felagsskapum verður styrkt. Arbeitt verður fyri sjálvstøðug- um limaskapi í Norðurlandaráð- num. Útnorðursamstarvið verður styrkt. Samstarvið við granna- tjóðir og grannaøkir kring alt Norðuratlantshav verður ment. Arbeitt verður fyri gagnligastu marknaðaratgongd við ES og onnur lond. Hermálsliga og trygdarpolit- iska støða Føroya verður fram- haldandi útgreinað. Ein politikkur við greiðum málsetningum fyri menningar- og neyðhjálp verður orðaður og rað- festingar á fíggjarlógini gjørdar samsvarandi. Yvirtøkur Flokkarnir eru samdir um hesar yvirtøkur: - Fólkakirkjan - Fjølmiðlaábyrgdarlógin - Vinnufelagslóggávan - Tilbúgvingin - Heimafturtøka av tinglýsingini Trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvum verða loystir. Stjórnarskipan Arbeiðið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgáv- an er at gera eina stjórnarskip- anarlóg, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar manna- gongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verður broytt. Fíggjar- og búskapar- politikkur Inntøkur landskassans eru mink- aðar. Tí er málið at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina. Umframt at tálma útreiðslunum verður ser- ligur dentur lagdur á at fáa inn- tøkurnar at vaksa við m.a. vinnupolitiskum tiltøkum. Búskapur Førdur verður ein varin og á- byrgdarfullur búskaparpolitikkur. Endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum. Skatta- og avgjaldspolitikkur Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting. Hetta er bæði neyðugt fyri áhaldandi búskaparvøkstri, og fyri at hava eitt høgt alment tæn- astustøði. Málið er, at skattatrýstið skal falla, serliga á seinast vunnu krónunum. Punktgjøldini og MVG skipan- in skulu endurskoðast, so tey verða meira brúkara- og vinnu- vinarlig. Ferðafrádrátturin fyri arbeiði uttanlands verður endurskoðaður. Lóg um útistandandi áogn landskassans verður gjørd. Til at nøkta hølistørvin á yms- um økjum í samfelagnum eiga møguleikarnir fyri nýggjum reglum, ognar- og fíggjarhættum at verða royndir. Vinnupolitikkur Vinnan er grundarlagið undir vælferðini. Tí er neyðugt at tryggja framhaldandi menning í tøttum samstarvi við vinnuna. Vit skulu hava ein vinnu- politikk, ið skapar eitt fjølbroytt og dynamiskt vinnulív. Vit skulu stimbra vinnulívið at klekja hald- góð hugskot um nýggjar vinnu- møguleikar. Fortreytir fyri vøkstri verða millum annað skaptar gjøgnum: - gransking og menning, t.d. innan KT, gen- og biotøkni - íløgur - ígongdsetarar og kveikjarar - førleikamenning av arbeiðsmegini - best møguliga markn- aðaratgongd Gransking Málið er at skapa eitt felags granskingarumhvørvi, har vísindi og vinnuáhugamál skapa nýggj virði. Játtanir til gransking skulu samskipast. Ferðavinnan Ein yvirskipað ætlan fyri ferða- vinnuna verður gjørd. Endamálið er at fáa ferðavinnuna út um alt landið. Ferðavinnuskrivstovan verður gjørd meira sjónlig. Landbúnaður Samgongan vil virka fyri at avtaka Jarðarráðið og at loyva bóndum at skipa raksturin í parta- felag. Spurningurin um skuldina til Jarðargrunnin verður tikin upp og loystur. Samgongan vil endurskoða jarðarlóggávuna og matrikullóg- gávuna. Privatiseringar Samgongan er samd um, at parta- brøv í almennum fyritøkum, sum til dømis - Føroya Tele - Atlantsflog - Føroya Banka - Lív kunnu verða boðin út til al- menningin og/ella til strategiskar íleggjarar, har tað kann gerast við fyrimuni. Vinningurin fer til at gjalda niður almenna skuld og/ella konsolidering. Útlisiteringar Almennar tænastur - tó ikki tær, sum fevna um umsorganararbeiði - kunnu verða bodnar út til privat feløg at reka, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyrimun. Alivinnan Alivinnan skal vera búskapar- og umhvørvisliga sjálvberandi, skal hvíla í sær sjálvari og vera grund- arlag undir víðari menning av dygdarvørum, sum skapa inn- tøkur í altjóða kapping. Samgongan vil virka fyri at loysa trupulleikarnar hjá alivinn- uni. Hetta kann gerast við at: - virka fyri framhaldandi niðurberjing av ILA - loyva útlendskum kapitali í størri mun at luttaka í alivinnuni - viðgera spurningin um veðseting av aliloyvum - gera skattligu viðurskiftini meira kappingarfør Kynsbót, eftirlit og sjúkufyri- byrging verður stuðlað í sama mun sum hjá okkara kappingar- neytum. Virkast skal fyri at menna gransking og aling av øðrum fiskasløgum. Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka. Virksemið við Áir heldur fram. Arbeiðsmarknaðarmál Barsilsskipanin skal endurskoð- ast. Arbeiðið at gera eina nýggja kappingarlóg heldur fram. Eisini verður farið undir at gera eina nýggja marknaðarføringslóg. Nevnd verður sett at lýsa øll viðurskifti brúkaranna í brúkara- málum, við tí endamáli at fáa betur skipað viðurskifti á økinum. Pensjónsviðurskiftini skulu betrast. Nevndin, sum endur- skoðar eftirlønarviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, verður víðkað við einum av pørtunum góðkendum formanni. Miðað verður eftir, at nevndin letur álit 1. oktober 2004. Arbeiðsmarkn- aðareftirlønargrunnurin verður styrktur. Arbeiðið hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at gera eina skipan, sum kann loysa trætur, so skjótt tær koma í, heldur fram. Samferðslu- og samskiftismál Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri trivn- aðin í útjaðaranum og fyri vinn- una og trivnað í landinum sum heild. Nýggj samferðsluætlan verður gjørd. Landsverkfrøðingurin ger framhaldandi kanningar til smærri berghol, ið mugu gerast av trygdarávum. Kanningar verða gjørdar um fast samband undir Skopunarfirði við tí endamáli at betra sam- bandið bæði til Sandoynna og Suðuroynna. Umstøðurnar hjá rørslutarn- aðum í samferðsluni skulu betrast í samstarvi við avvarðandi feløg. Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast. Samstundis verður stuðul til infrakervið framhald- andi játtaður. Verandi útbyggingar á sam- ferðsluøkinum halda fram. Umleggingin av Postverkinum til alment partafelag heldur fram. Hildið verður fram at menna kappingarførar samskiftismøgu- leikar í øllum landinum. Vága Floghavn verður útbygd og nútímansgjørd. Viðurskiftini um loftferðslumyndugleikan verða framhaldandi kannað. Fiskivinnan Hildið verður fast við fiskidaga- skipanina. Økis- og gýtingar- friðingarnar verða varðveittar. Í samstarvi við vinnuna verður skipað fyri, at fult gjøgnum- skygni verður við fiskirættindun- um, soleiðis at brúksskyldur fylgja við brúksrætti til fiskatil- feingið. Somuleiðis verða tiltøk at forða "spekulatión" við fiski- rættindum støðugt ment og sett í verk. Miðað verður eftir at gera skip- anina fyri útróður einfaldari. Fjálgað verður um hesa vinnu kring landið. Fiskivinnulóggávan skal gerast greiðari. Ráðgevingin í sambandi við áseting av fiskidøgum skal byggja á vinnulig, vísindalig, samfelagslig og búskaparlig atlit. Betraðir veiðumøguleikar Nevnd, umboðandi vinnuna og myndugleikarnar, verður sett at gera eina menningarætlan fyri veiðumøguleikar uttan fyri før- oyskt sjóøki. Rækjuvinnan Loysn skal finnast á trupulleik- unum hjá rækjuvinnuni. Nevnd umboðandi myndugleikar, skip og manningar verður sett at gera uppskot. Fiskivinnan á landi Kappingarførið hjá fiskivinnuni skal betrast. Fiskiríkidømið eigur í mest møguligan mun at virðisøkjast her á landi. Flutningskostnaður av rávøru skal sum minst darva kappingar- førinum hjá vinnulívinum í útjað- aranum. Trivnaðarmál Trivnaður hjá øllum bólkum í samfelagnum er ein avgerandi treyt fyri einum samfelag í menn- ing. Familjupolitikkur Samgongan er samd um at hava ein virknan familjupolitikk, sum tryggjar tørvin hjá einstøku familjuni. Ein høgur føðitíttleiki er avger- andi fyri, at samfelagið kann mennast. Tí hevur samgongan sett sær sum mál at betra um fíggjarligu korini hjá smábarna- familjum. Arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum við betri um- sorgan, upplýsing og ráðgeving. Heilsumál Samgongan fer framhaldandi at útbyggja og nútímansgera sjúkra- húsverkið sambært langtíðarætl- anunum. Málið er framhaldandi at hava eitt sjúkrahúsverk á høg- um støði. Samstundis heldur arbeiðið fram at samskipa og dygdarmenna sjúkrahúsverkið, soleiðis at bíðilistarnir verða burtur. Sjúklingum skal verða tryggjað viðgerð - eisini uttanlands. Samgongan vil virka fyri at samskipa heilsustovnar, undirvís- ingarstovnar og áhugafeløg í eitt felags átak fyri fólkaheilsu. Skip- an skal gerast um fyribyrgjandi heilsukanning fyri fólk í miðal aldri. Ein langsiktað skipan fyri heilsugóðan mat til børn verður løgd til rættis. Arbeitt verður fyri at fáa mjólk- ina bíligari. Rikin verður ein royki- og rúsevnapolitikkur, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um nýtsluna. Primera heilsutænastan verður raðfest hægri. Tøkniliga samskiftið millum heilsustovnar og heilsutænastur verður fingið at virka bæði inn- lendis og til onnur lond. Virkað verður fyri at fylgja tilmælinum í Heildarpsykiatriætl- anini. Nýggj psykiatrilóg verður gjørd. Sjúkrakassaskipanin verður nú- tímansgjørd, so skipanin verður einføld. Almannamál Almannaskipanir skulu vera háttaðar soleiðis, at fólk í mest møguligan mun skulu hava ein virknan leiklut í samfelagnum. Almannaverkið verður gjørt betri og einfaldari. Almannaverkið skal - saman við pørtunum á arbeiðsmarknað- inum - hjálpa fólki við avmark- aðum møguleikum at fáa atgongd til útbúgvingar og arbeiðsmarkn- aðin. Ein langtíðarætlan verður gjørd fyri at loysa íbúðartørvin hjá fólki við serligum tørvi. Tøkniligu tilboðini til fjølbrek- að verða raðfest. Skipanin við hjálpitólum verð- ur gjørd einfaldari. Eldraøkið Røktarheim og eldrasambýli verða framhaldandi bygd. Samráðingar verða tiknar upp millum land og kommunur, um hvussu framtíðar eldraøkið skal skipast. Heimarøktin verður ment og útbygd, so hon verður før fyri at veita nøktandi tænastur. Bústaðarpolitikkur Samgongan vil virka fyri at fáa ein fjøltáttaðan íbúðarmarknað. Hetta verður gjørt við at broyta lógina, so íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og mvg sømdir, sum tey, ið byggja privat sethús. Lógin um Húsalánsgrunnin verður endurskoðað í hesum sam- bandi. Miðvís ætlan verður gjørd fyri at byggja lestraríbúðir og íbúðir fyri fólk við serligum tørvi. Rentustuðulin til sethúsaeigarar verður varðveittur. Leigulóg verður gjørd, sum tryggjar rættindi hjá leigarum og útleigarum. Samgongan er samd um at kanna, hvat kann gerast fyri at fáa størri útboð av leiguíbúðum á leigumarknaðinum og hækka støðið. Útbúgving og mentan Grundstøðið undir einum væl virkandi samfelag er ein góð útbúgvingarskipan. Samspælið millum útbúgvingarstovnarnar og vinnuna skal styrkjast, so vitanin eisini kemur vinnuni til góðar. Fólkaskúlin Fólkaskúlin byggir á kristna siðalæru og føroyska mentan. Fólkaskúlalógin verður eftir- mett, og trivnaðurin hjá næming- um og lærarum verður kannaður. Frálæran í fólkaskúlanum verður eftirmett. Læraraútbúgvingin verður end- urskoðað og samskipað við hægri lesnað. Eftirútbúgvingin av fólka- skúlalærarum skal fjøltáttast. Sernámsfrøðin verður styrkt við støði í álitinum um sernáms- frøði. Handverksútbúgvingar Stuðulin til handverkslærlingar skal varðveitast. Miðnám Vinnuskúlarnir skulu styrkjast til nýggjar avbjóðingar á arbeiðs- marknaðinum. Íløgur verða gjørdar í mið- námsskúlarnar, so hesir lúka tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setir. Samstarvsmøguleikar millum miðnámsskúlar verða kannaðir. Fyrireikingarnar til ætlaðar skúlabyggingar halda fram. ÚS stuðulsskipanin til for- syrgjarar verður endurskoðað. Hægri lestur Fróðskaparsetrið skal hava hósk- andi umstøður og hava møguleik- ar at geva fleiri útbúgvingartil- boð. Virkað verður fyri, at útbúgv- ingarmøguleikarnir hjá føroysk- um lesandi úti í heimi verða støðugt mentir. Mentan Mentanin er týðandi fyri trivnað og samfelagsliga menning. Samgongan vil í mest møgu- ligan mun við góðum viðurskift- um stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF, ÍSB, ítróttar- feløg, skótar, ítrivsfeløg, sam- komur og einstaklingar gera til at menna børn og ungdóm. Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirút- reiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum. Bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list eiga at verða stuðlað, eisini av tí al- menna. Almennu loftmiðlarnir skulu verða óheftir og virka undir ábyrgd av óheftari nevnd. Fjølmiðlaábyrgdarlóg verður sett í gildi. Føroyska tilfarið í loftmiðl- unum verður styrkt, og tilboð til deyv og tunghoyrd økt. Byrgt eigur at verða upp fyri harðskapi og siðspillu. Digitaliseringin av almennu loftmiðlunum heldur fram. Bókasavnsskipanin verður endurskoðað og ment. Upphavsrætturin hjá listafólki skal fáast í rættlag. Umhvørvi Miðvís ætlan verður løgd fyri at minka um luftdálkingina. Agenda 21 ætlanin um um- hvørvistiltøk hjá kommunum og landi verður sett í verk. Upplýsing og tiltøk til náttúru- og umhvørvisvernd verður stuðl- að. Lendisætlanir og friðingar av viðkvomum og serligum lendi eiga at raðfestast. Træ- og runnaplanting verður stimbrað. Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna umhvørvisverndina og økja um burðardygdina. Orka Yvirskipaði orkupolitikkurin eigur at vera landspolitisk ábyrgd. Í samráði við kommunurnar verður elveitingarlóg fyrireikað. Orkuútbyggingin skal fara so skynsamiliga fram sum gjørligt fyri umhvørvi og náttúru. Varandi orkukeldur - vindur, alda, streym- ur, sól o.s.fr. - eiga at gerast ein so stórur partur, sum til ber av orku- framleiðsluni. Granskingarsamstarv og roynd- arvirksemi við alternativari orku á sjógvi og landi verður stimbrað. Avgjøld á orkusparandi vørum verða tillagað, so orkunýtslan í húsarhaldinum kann minka. Kommunumál Kommunala sjálvstýrið og ábyrgdin skulu styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur. Samráðingar verða tiknar upp við kommunurnar um, hvørji øki skulu leggjast út til kommun- urnar. Økismenning Besta grundarlagið undir samfe- lagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Økismenning og útoyggjapoli- tikkur verða skipað undir ávísum landsstýrismanni. Við støði í álitunum um økis- menning og útoyggjapolitikk verður ætlan løgd fyri, hvussu tilmælini kunnu verða fylgd. Miðað verður ímóti, at allir borgarar landsins fáa nøktandi tænastustig innan vinnu, tele- samskifti, samferðslu, heilsu-, almanna-, menta- og skúlamál. Miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið. Miðað verður eftir at skipa tænastudeplar, har borgarar í økjunum kunnu avgreiða flestu mál mótvegis tí almenna. Deplar- nir verða skipaðir saman við Postverkinum. Í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður skipað fyri, at ferðslan um firðir og sund gerst óheft av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Flutningskostnaður skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum. Almenna fyrisitingin Almenna fyrisitingin verður sam- skipað, so betri samstarv fæst millum aðalráðini. Fyrisitingin skal gerast meira opin og einføld fyri brúkaran. Rættartrygdin skal styrkjast. Fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit verða endurskoð- aðar. Navnalógin og lógin um per- sónsupplýsingar verða endur- skoðaðar. Vallógin verður endurskoðað. 31. januar 2004 Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Javnaðarflokkurin C M Y K 19 18