týsdagur 3. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Flestum kunnugt, so stend-
ur í Havnar Bóltfelag í ár
fyri at halda 100 ára dagin
fyri stovnanina, og sum
vera man, so verður nógv
gjørt burturúr.
Tiltøk av ymsum slag
verða sjálvsagt á skránni,
eins og bæði bóka- og fløgu-
útgáva eisini verða tað.
Markeringin av hesum
verður sjálvandi gjørd á
ymsan hátt, men nú hevur
alt hetta so fingið eitt felags
eyðkenni.
HB hevur nevnliga latið
gjørt eitt serligt búmerki,
sum skal nýtast í samband
við 100 ára haldið. Eitt
búmerki, sum eisini verður
at síggja á bringuni á besta
mansliðnum, tá hetta fer at
verja FM-heitið komandi
árið.
Búmerkið hevur sjálvsagt
skap av einum bólti, men
hartil eru tað nógvir aðrir
lutir, sum á hvør sín hátt
vísa á júst HB og tað, sum
felagið stendur fyri.
Reytt og svart eru eyð-
kendu litirnir í merkinum,
og sjálvt búmerkið í miðj-
uni er nú Tórshamararin,
fyri líka sum at vísa á, at
hetta er felag úr Tórshavn.
Kring reyð/svørtu litirnar
er so eisini ein gylt rond,
sum við sínum 17 stjørnum
ímyndar tey 17 FM-heitini í
mansfótbólti hjá felagnum.
Og so er spurningurin, um
ein stjørna kann skoytast
uppí, so hvørt sum árið líð-
ur. Tað vildu viðhaldsfólk
felagsins so í øllum førum
ikki havt nakað ímóti.
Tað er Repro-Z, sum í
tøttum samstarvi við web-
mastaran á www.hb.fo,
Marna Mortensen, hevur
staðið fyri design’inum av
nýggja búmerkinum, sum
altso verður nýtt alt hetta
kappingarárið
-jm
Kanska eru tað gulu
samba-litirnir á NSÍ-
búnanum, sum nú
hava fingið tveir
brasiliumenn í
leikarahópin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað hevur ikki verið nøkur
loyna, at runavíkingar hava
havt í hyggju at styrkja um
leikarahópin við einum
áleypara til komandi kapp-
ingarár, og at Sonni L.
Petersen fyri stuttum gjørdi
av at fara til EB/Streym,
hevur helst bara økt um
tann tørvin.
Marcello aftur á
klettarnar
Nú bendi so alt á, at felagið
hevur funnið tann leikaran,
sum skal fylla hetta plássið,
og talan verður um ein
leikara, sum áður hevur
havt sína gongd í føroysk-
um fótbólti.
Marcello
Marcelinho
leikti í árunum, 1999-2002
við B68, og serliga í 2001
fekk kviki framherjin orð á
seg sum ein sera vanda-
mikil harri.
Árið í 2002 fekk hann
fyri ein stóran part oyðilagt
av skaðum, og tá toftamenn
í fjør fóru at satsa alt meira
upp á leikarar, sum vóru
uppaldir í felagnum, var
ikki
longur
rúm
fyri
brasilsku leikarunum.
Hetta nýtti ein teirra,
Messias Perreira, til at
skifta bústað inn í Runa-
víkina, og fyri hansara við-
komandi má sigast, at talan
var um eitt sera væl eydnað
skifti. Sum miðverji taldist
hann í fjør millum bestu
leikararnar
í
føroysku
kappingini, og nú tykist
Marcello ætla sær at gera
honum kynstrið eftir.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa fatur á NSÍ-formann-
inum, Jákup Mortensen, og
ítróttar-samskipain, Valdi-
mar Olsen, tykist ikki vera
serliga nógv fyri at gera
viðmerkingar til málið.
- Vit arbeiða sjálvandi
við at styrkja um hópin,
men meira enn tað sama fái
eg ikki sagt í løtuni. So
leingi sum eingin endalig
avtala er komin í lag, kunnu
vit ikki siga, hvørjar leik-
arar vit hava í hyggju at fáa
til felagið, so frá okkum
kemur eingin útmelding her
og nú, sigur Valdimar.
Sambært keldum okkara
er tó einki at fara skeivur í,
at Marcello verður á NSÍ
liðnum í summar. Sum
skilst, so er tað í løtuni bert
pappírsarbeiðið við inn-
flytara- og arbeiðsloyvum,
sum skal fáast í rættlag, og
tá Marcello undan hesum jú
hevur verið trý ár í Føroy-
um, so skuldi hetta heldur
ikki verið tann heilt stóri
trupulleikin.
Nr. 22 • týsdagur • 3. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Sambadansur við Løkin
Marcello taldist í 2001 millum bestu málskjúttarnar í føroysku kappingini, men í 2002 var hann illa plágaður av skaðum, og í
fjør var hann als ikki við á liðnum hjá B68
Føðingardagsmerki hjá HB
21
20
Nr. 22 - 3. februar 2004
Virgar T. Dalsgaard
Sakleysir danir og føroyskir
útisetar verða javnliga plág-
aðir í donskum fjølmiðlum
av sonevndum fólkaupp-
lýsarum úr Føroyum. Hesi
framligu frásøgufólk, sum
algoyst vilja geva dønum
sítt heilt privata verðins-
bílæti, hava mest sum altíð
tað til felags, at tey hoyra
til tann rabiata loysingar-
vongin í Føroyum.
Hetta gevur øgiliga slag-
síðu í tíðindafluttninginum
og er við til at geva dønum
eina ógvuliga karikeraða
mynd av føroyingum og
føroyska
samfelagnum.
Absurda villleiðingin av
dønum er gjørd við be-
ráddum huga, tí føroysku
mistíðindamenninir kunnu
jú hjúkla um sína paranoia
við seinni at brigsla døn-
um, at teir vita ov lítið um
føroysk viðurskifti, so mis-
tíðindamenn eru næstan
altíð heilgarderaðir!
Føroyska heilavaskingin
av donsku opiniónini hevur
verið miðvíst stýrd í meira
enn ein mansaldur, men
hon hevur vundið nógv
uppá seg! Hetta groteska
fyribrigdið hevur í líka so
langa tíð givið okkum úti-
setum nógv arbeiði við al-
samt at skulla dementera,
justera og korrigera vit-
leysar søgufalsanir, soleiðis
at forfardir og manipuler-
aðir danir fáa eina objek-
tivari og meira nuanceraða
mynd av Føroyum.
Tað er ein heil junta av
sonevndum mentafólki,
sum saman við miðla-
monnum loftar naivum
donskum fjølmiðla-monn-
um, lumpar teir og billar
teimum alskyns møsn inn!
At danski fjølmiðla-
heimurin ferð eftir ferð júst
dettur niður á sovorðin
frelst fólk, er heldur enn
ikki gátuført, tí tað eru so-
mikið nógvir skilagóðir
føroyingar, sum duga væl
at málbera seg, og sum
bæði eru søgukønari og
nógv meira sakligir enn
teir fullveldis-missionerar-
nir, sum altráðir troðka seg
framat í donskum miðlum!
Man tað vera nakar, sum
mælir donskum miðla-
monnum til stórt sæð bara
at forlova seg við frelstum
loysingarfólki, tá ið teir
skullu senda tíðindi úr Før-
oyum? Hví verða sam-
bandsfólk og javnaðarfólk
lopin um? Hvør man vísa
dønum á so stakløgin
heimildarfólk, og hví er so
eiðasør javnvág í føroysku
úrveljingini?
Tey fólk, sum danir finna
fram á, eru ikki júst tyngd
av analytiskum gávum -
tey eru harafturímóti sera
forútsigilig, tey eru ódám-
liga missionerandi og tað
mesta, tey jabba av sær,
eru rættiliga mekaniskar
trúttandi endurtøkur av
avgomlum slitnum kliché-
um, sum fyrst feðgarnir
Patursson
messaðu
og
undirhildu við meginpartin
av farnu øld, og sum aftur
teir ósmædnu og stórgorr-
andi Hoydals-feðgarnir eru
farnir at júka við hesi
seinastu sjey árini!
Tríggir trútnaðir
træknívar
Sjálvan føroyska valdagin,
tann 20. januar máttu toln-
ir og hart royndir danskir
lurtarar aftur standa fyri
skotum. Nú høvdu danskir
útvarps-journalistar trilvað
seg framá eina sjáldsama
løgna trio í halleluja-kór-
inum hjá tjóðveldisflokk-
inum.
Tann fyrsti filosoffurin í
donskum varpi var harra
Hermaður
Oskarssonur,
sum skal eitast at vera utt-
anveltaður embætismaður
og formaður í polit-bureau
(búskaparráðnum). Hesin
nýfrelsti fíggjarligi liberal-
istur hevur fyrr víst, at
hann kann sveiggjað sum
pendul
við
risastórum
amplitudum; hann er ideo-
logiskt ekstremt fleksibul
og hevur politiska clair-
voyancu og dømikraft sum
bert hendingafáur. Hann
var t.d. ovurvinstrahallur
maoistur og fagnaði tí til-
afturskomna og kommun-
istiska Albania í 70´un-
um sum fyrimyndarliga
mynstursamfelagið,
og
hann profeteraði, at tað
blóðfátæka
Mao-landið
fór at vinna á øllum øðrum
samfeløgum í heiminum
við síni genialu planøko-
nomi (sic); men pendulið
hjá honum hevur, síðani
Berlinmúrurin
datt,
sveiggjað so langt hin-
vegin, altso til høgru, at
sjálvt ultraliberalir fólka-
flokksmenn hava ilt við at
elta hann í asocialari og
fíggjarligari
kynismu!
Hann hevur nú heilt gloymt
og fortrongt sítt albanska
nirvana.
Hermaður
er
ótroyttiligur teoretikari og
veruleikaflýggjari
par
exellence -
praktiski og
besverligi gerandisdagurin
rínir ongantíð við hann,
hann
varnast
als
ikki
støðuna beint uttan um seg,
hvørki í Føroyum ella á
Balkan!
Hesin sorgleysi oppor-
tunistur og ein av fremstu
høgnesisku missionerun-
um málaði valdagin eina
optimistiska
fagurleika-
mynd av føroyska samfe-
lagnum við so ovurhonds
ljósareyðum litum, at
sjálvt tær vónríku lýsingar
av maoistiska paradísi
hansara, Albaniu fyrst í
70´ unum beinleiðis blikn-
aðu!
Valdagin var føroyska
økonomiin,
sambært
Oskarssoninum
heilt
ómetaliga sterk - hon hevði
aldri
verið
betri,
helt
Hermaður fleiri ferðir fyri!
Tað var, sambært Hermanni
at kalla einki arbeiðsloysi í
Føroyum, fólk vóru glað,
bjartskygd og fegnaðust
serliga um fíggjarligu útlit-
ini, og so hevði niður-
skurðurin av blokkinum als
ikki nervað føroyska bú-
skapin, nærmast tvørtur-
ímóti!
Slíkt steinørt slutur segði
formaðurin í okkara so-
nevnda búskaparráði. Eftir
øllum at døma var hann
edúur! Hvussu er ein slíkur
økonomur innrættaður? Tað
tykist sum um hansara
dømikraft viðvíkjandi Før-
oyum í dag er líka so naiv,
órealistisk og ábyrgdarleys
sum meting hansara av
Albaniu í 70´unum!
Tann annar filosoffurin
var harra Sunnuleivur Ras-
mussen,
tónaskald og
himmalfegin mentarmaður!
Hesin lítillætni sunnudags-
garpur hevur leingi billað
bæði sær sjálvum og øðrum
inn, at hann er tað kvali-
ficeraða føroyska svarið
uppá bæði Mozart og
Beethoven!
Vit lurtarar fingu valdag-
in varhugan av, at áðrenn
fullveldissamgonguna
høvdu Føroyar ikki rætti-
liga uppiborið Sunnuleiv, tí
hann við sínum intellekti
og sjáldsama talenti leingi
hevði verið alt ov stórur
fyri Føroyar. …, MEN bíða
nú, síðani fullveldisgong-
una vóru Føroyar andiliga
nógv vaksnar og nærmast
musikalskt bólgnaðar upp
til hansara niveau, soleiðis
at hann nú ikki fírdi fyri at
lata seg heilt tónafjøtra av
oyggjunum. Tað var for-
vitnisligt at hoyra!
Sunnuleivur Rasmussen
var nú avbera bjartskygdur
um bæði sína egnu framtíð
og
føroysk
tónalíkindi
yvirhøvur. Hann visti at
siga, at fólk bæði syngja og
spæla um allar Føroyar
nógvar ferðir meira enn
fyrr! Hann var púra ovfarin
av sovorðnari musikalskari
grøði! Sum tjóðveldis-
menn flestir metir Sunnu-
leivur helst kvantitet mun-
andi hægri enn kvalitet
Sambært Sunnuleivi er
næstan einki óført á tóna-
økinum, síðani vit hava
fingið fullveldis-toganina.
Hann næstan kendi tað á
sær, tá ið hann ferðaðist í
sínum tronga umhvørvi, at
tónar beinleiðis spríktu
upp úr berari hellu! Hví
hesi gróðrarlíkindi ikki
hava verið fyrr, greiddi
hesin tonkjari ikki frá!
Vóru tað so fáir føroyingar,
sum trivu í eitt ljóðføri ella
skóru út í song, áðrenn
Sunnuleiv? Vit mugu nú
seta musikalskt mark og
vraka alt úr præ-sunnu-
leivskari tíð!
Tann triði filosoffurin
var sjálvur pontifex maxi-
mus,
evstiprestur í før-
oysku menta-meinigheitini,
formaður í rithøvundafe-
lagnum, superfrelst tjóð-
veldisskald, týðari av lætti-
soppabókini Potta-Harry,
mest trúgvi og fasti klientur
hjá danska listagrunninum
(Dansk Kunstfond), tann
ovurbeskedni, harra Gunn-
ar Hoydal!
Hann hevði eisini sínar
messandi hugleiðingar um,
hvussu óført tað var at vera
til beint NÙ, hvussu fan-
tastiskt tað var at vera før-
oyingur, men eisini menn-
iskja, og at NÚ, júst nú bar
til at fáa føroyskar bøkur
týddar beinleiðis til enskt
mál, og ikki sum fyrr via
danskt. Tað heilt stóra
framlopið, sum sjálvandi
skyldaðist landsins fráfarna
stýri, var, at nú var eitt av
egnu produktum hansara
týtt til enskt, og harvið
kunnu kanska milliardir
fáa lut í og kveita inn í
forvitnisliga og løgna huga-
heim hansara! Hetta má
vera eitt týðandi lið í
globaliseringini!
Hesin beskedni, nærm-
ast eyðmjúki mentajassur
prátaði eisini, heilt hug-
tikin av sær sjálvum um,
hvussu mentanin bara vaks
og blómaði rundan um
hann og landsstýrið! Vit
fingu nærmast varhugan av,
at politikkur fyrr mest
hevði verið bondsk og
karrá prosa, men nú við
høgnesiskum stýri var tað
poesi! Hvar hesin ovur-
mentaði Gunnar vappaði,
og hvar hann ferðaðist,
vóru bara bøkur, list,
mentarfólk og menta-
gróður, og hann var sera
takksamur mótvegis lagnu,
socialum
umhvørvi
og
landsins stýri! Hann hevur
nú heldur ikki sørt at takka
fyri!
Prosaiskir og undrandi
lurtarar mugu spyrja: Hvør
hevur nakrantíð forðad fyri,
at føroyskar bøkur skuldu
verið týddar til eitthvørt
mál á knøttinum? Hava
danir skyldina, og hevur tað
nakað sum helst við okkara
stjórnarviðurskifti at gera?
Er tað ikki bara egin
kleyvarskapur, um
Gunnarstankar ikki eru
globaliseraðir fyrr enn nú?
Annars mistekur menta-
Gunnar seg her, tí Feðgar á
ferð er týdd úr føroyskum
beinleiðis til eingilskt fyri
nógvum árum síðani!
Hættislig eskapisma
Hetta vóru teir tríggir træ-
knívarnir, sum sjálvan
valdagin á klombrutan hátt
í donskum útvarpi royndu
at telgja søguna eftir
frelstum og serføroyskum
tjóðveldisleisti.
Optimisma kann vera
neyðug viðhvørt, men tá
ið hon verður til eskapismu
og beinleiðis søgufalsandi
lívslygn, er hon vamlislig
og andstyggilig.
Hesir tríggir uppgjørdu
kuvøsu menn skullu vita,
at tað blómandi paradísið
Føroyar, sum teir royndu at
fyrigykla dønum, er eitt
land, sum ikki er til!
Tvørturímóti - tað niður-
pínda trotabúgvið, sum
komandi landsstýrið skal
rudda upp í, er í álvar-
samari fíggjarligari neyð-
støðu, tað er eitt land, sum
er systematiskt mishandlað
í skjótt sjey ár. Paradísið,
sum Hermaður sigur, at
hann sær, hevur sjáldan
verið verri fyri fíggjarliga
enn beint nú. Høvuðs-
vinnan er í kreppu - land-
sins likviditetur er null-
stillaður; harafturat tørva
flestøllum amboðum, skip-
um og bygningum grund-
leggjandi sanering. Ment-
anin er einsrættað, privati-
serað og monopoliserað av
tjóðveldis-herðaklappar-
um! Optimisman hjá
Sunnuleivi og mentaGunn-
ari er stupid flýggjan frá
veruleikanum!
Annars skullu teir báðir
kulturgarpar
vita,
at
mentunnarliga
hava vit
føroyingar aldri verið meira
provinsiellir
og kritikk-
leysir enn júst undir hesum
nalvaskoðandi óvitastýri!
Skal føroyska samfelag-
num vera lív lagað, má
skerast inn á bein, og
træknívar bíta ikki!
VIÐMERKINGAR
Miðvís føroysk mistíðindi
C
M
Y
K
20
· Vinyl
· Linolium
· Flísar
· Teppir
· Veggir
DVEYLAN
Gólv- og vegg vask
J.C. Svabosgøta 50
100 Tórshavn
Tlf. 31 41 75
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 300, P/F
Klement Petersen, 600
Saltangará.
Viðtøkur broyttar:
08.01.2004.
Skráseting Føroya tann 30.
januar 2004
Kristin Balle