týsdagur 3. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 3. februar 2004
23
1. deild - 9. umfar
Klaksvík
Kollafjørður
1-3
Ólavur Simonsen
Hans Kristian Simonsen 0-1
Rani Nolsøe
Torbjørn Thomsen
1-0
Tummas M. Anthoniussen Eyðálvur Johannesen
0-1
Ingolf Gaard
Grettir Djurhuus
0-1
Toftir
Hvalvík
2-2
Andreas Andreasen
Martin Brekká
1-0
Helgi Joensen
Finnbjørn Zachariassen
0-1
Justinus Hansen
Bergur Magnussen
0-1
Øssur Hansen
Gunnar Joensen
1-0
Sandavágur
Havnin
0,5-3,5
Torkil Nielsen
Martin Poulsen
0-1
Bernhard Augustinussen
Olaf Berg
0-1
Sonni Nielsen
Bogi Ziska
0-1
Jónfinn Thomsen
Herluf Hansen
0,5-0,5
Talvið hesa vikuna
Heini Olsen 2255 — Flemming Christenson 2303
OSS Januar International (5. umf)
1.Rif3 d5 2.d4 c6 3.c4 e6 4.Fc2 dxc4 5.Fxc4 b5
6.Fc2 Bb7 7.e4 Rid7 8.Be2 a6 9.0—0 c5 10.d5! (Eitt
gott finnuoffur) 10...exd5 11.exd5 Bxd5 12.Rd1
Rigf6 13.Ric3 Bb7 14.Bg5 Fc7 15.Bxf6 Rixf6
Støðumynd eftir 15...Rixf6
16.Rixb5! (Heini í essinum! Svartur verður
trælabundin hereftir, men hevur tó enn nakrar
verjuressursir) 16...axb5 17.Bxb5+ Bc6 18.Re1+
Kd8 19.Rad1+ Kc8 20.Ff5+ (Hevur hvítur nokk fyri
riddaran?) 20...Kb8 21.Bxc6 Fxc6 22.Rie5 Fc7??
(Fyrsti veruligu feilur frá norskari síðu. Fc8 var
einasti leikur) 23.Rid7+! Ka7 24.Rixf6 Rd8 (um
24...gxf6 25.Rd7 og liðugt) 25.Rxd8 Fxd8 26.Rid5
(Fullkomiliga vunnið hjá hvítum) 26...f6 27.Re4 Bd6
28.Ra4+ Kb8 29.Fd3 Re8 30.Fb3+ 1—0
Við óvæntaðum stór-
sigri á klaksvíking-
um, hava kollfirðing-
ar minkað um munin
undan seinasta um-
fari í 1. deild. Og
havnarmenn liggja og
lúra nú á triðja plássi
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Undan dystinum hjá før-
oyska talvfelagnum í Keyp-
mannahavn
sunnudagin
móti liðnum hjá GM Tiger
Hillarp-Persson í Danmark,
Brønshøj, skifti yvirritaði
orð við svenska stórmeist-
aran
hjá
kollfirðinum;
Uppá spurningin, hví hann
ikki var í Føroyum og
hjálpti
kollfirðingum
í
toppdystinun, svaraði hann,
at tað helst var nyttuleyst,
eftirsum FM helst var av-
gjørt.
Samstundis segði Tiger,
at einasta troyst fyri tap
hansara í seinastu viku
ímóti Olaf Berg, var, at
hann vónaði at Olaf kundi
fáa brell og royna seg meira
á altjóða talvpallinum. Tað
kendist sum hann veruliga
unnaði Olafi sigurin. Ein
fryntligur maður, svenski
stórmeistarin og føroyavin-
urin, sum eina livur av at
telva.
Men skeivur fór hann í
metingini um at FM var av-
gjørt; Kollfirðingar vunnu
nevnliga 3-1 á oddaliðnum.
Hans Kristian Simonsen
hevur í vetur havt misjøvn
úrslit, men sunnudagin
vann hann á formsterka
Òlavi Simonsen.
Rani Nolsøe vann ein
góðan sigur á Torbjørn
Thomsen á 2. borði, meðan
Tummas Martin Anthon-
iussen, sum undan dystin-
um hevði 100% skoru, 8 av
8,
tapti
móti
Eyðálvi
Johannesen.
Eitt ómetaliga gott úrslit
hjá kollfirðingum, sum nú
við stórsigri á toftamonn-
um í seinasta umfari, sam-
stundis sum tað er neyugt at
havnarmenn vinna stórsig-
ur á klaksvíkingum, kunna
verða
føroyameistarar.
Seinasta umfar verður 14.
februar, har allar deildirnar
telva undir somu lon í
Hósvík.
Sí annars úrslit og støður
aðrastaðni í blaðnum.
Endurreistir
Havnarmenn hava vunnið
seg fram í oddin við stór-
sigrum í seinastuni. Men
helst verða teir ov stuttir.
Ikki tí, teoretiskt kunna teir
vinna FM; Tað krevur ein
4-0 sigur á klaksvíkingum,
samstundis sum kollfirð-
ingar minst mugu lata tvey
stig til toftamenn. Heldur
veruleikafjart, men livst so
spyrst.
Sunnudagin vunnu havn-
armenn 3,5 — 0,5 á sanda-
vágsmonnum. Martin Poul-
sen leikti sítt fyrsta talv í
vetur, eftir drúgva talvferð
kring Evropa. Føroyameist-
arin frá 2003 svíkti ikki
ímóti Torkili Nielsen.
Triði dystinum í 1. deild
millum Toftir og Hvalvík,
endaði
2-2.
Andreas
Andreasen vann óvæntað á
Martini Brekká. Martin
hevur havt ein harðan vetur
á 1. borði hjá hvalvíking-
um. Hinvegin hevur Finn-
bjørn Zachariassen á 2.
borði verið álitið hjá hval-
víkingum.
Vestmenningar í 1.
deild
Sum væntað varð undan
kappingarbyrjan, eru vest-
menningar í serklassa í 2.
deild. Teir hava tryggjað
sær fyrsta pláss. Í 3. deild
vinnur Havnin 3, meðan
hjá unglingunum hevur a-
liðið hjá klaksvíkingum
verið einaráðandi í ár. Eitt
umfar er eftir at leika, og
tað er bert í 1. deild, at einki
er avgjørt.
Talvfelagið Føroyar
vunnu
Við einum skerdum liði,
eydnaðist tað kortini før-
oyska felagnum í Keyp-
mannahavn at vinna í 5.
umfari á sterka liðnum úr
Brønshøj. Einar Gausel og
John Arni Nilssen vunnu á
ávíkavist GM Tiger Hill-
arp-Persson og GM Carsten
Høi, meðan Nikolaj Borge,
Flóvin Tór Næs, Eyðun
Nolsøe, Carl Eli Nolsøe
Samuelsen og Heini Dan-
ielsen leiktu javnt. Inn-
skiftarin Arild Rimestad
tapti sítt talv á 8. borði.
Ein kærkomin og í roynd
og veru óvæntaður sigur,
sum merkir, at felagið
megnar at halda sær uppi í
fremstu donsku deildini.
Nú kunnu eyguni vendast
móti toppinum, fá stig eru
upp til topp 4.
Føroyingar hava vunnið
tveir dystir, leikt ein javnan
og bert tapt ein dyst í
donsku elitudeildini.
Tvey umfør eru eftir at
telva, og verða tey leikt
vikuskiftið 28/29. februar.
34 ára gamli Heini Olsen úr
Klaksvík,
ognaði
sær
sunnukvøldið sín fyrsta
IM-norm
(International
Master norm), tá hann vann
OSS International í Norra.
Heini fekk 6,5 stig av 9
møguligum, og tað var júst
kravið til normin.
Tríggir tílíkir normar
skulu ognast, fyri at kunna
kalla seg altjóða meistari.
John Arni Nilssen hevur
tveir normar, meðan Flóvin
Tór Næs og Heini Olsen
hava ein hvør.
Heini hevur veruliga
uppiborið
normin;
Í
1990´unum - tá hann einsa-
mallur myndaði føroyska
topptelving - var Heini
fleiri ferðir millimetrar frá
norminum. Men 2004 varð
árið, har fimmfaldaði før-
oyameistarin (FM 1989,
1991, 1992, 1993 og 1999)
fekk sítt altjóða gjøgnum-
brot.
Klaksvíkingurin telvaði
sera væl og støðugt í Norra.
Fýra talv vann hann og
leikti fimm javnleikir. Talv-
ið hjá honum frá fimta
umfari er við í blaðnum í
dag. Eitt gott álopstalv.
-CENS
Støðan, 1. deild
1. Klaksík
25,0
2. Kollafjørður
23,5
3. Havnin
21,5
4. Hvalvík
17,0
5. Toftir
13,0
6. Sandavágur
8,0
Støðan í DK 1. deild
Helsinge
30,0
Skolerne
26,0
SK 1968
21,5
K41
21,5
Brønshøj
19,5
TF Føroyar
19,0
Nørresundby
12,0
Århus
10,5
Støðan, 2. deild - 9.
umf.
1. VT
22,0
2. HT2
16,0
3. KT2
12,5
4. KTF2
12,0
5. VT2
9,5
Støðan, unglingar -
10. umf.
1. KTFa
30,0
2. HTa
23,5
3. GT
23,0
4. KTFb
21,0
5. VTa
20,5
6. ST
19,0
7. TT
17,5
8. HTb
15,0
9. MT
12,5
10. Rókur
7,5
11. VTb
0,5
Støðan, 3. deild - 13.
umf.
1. HT3
36,5
2. GT
29,0
3. HT4
27,0
4. ST2
25,5
5. Rókur
16,5
6. VT3
12,5
7. MT
9,0
Úrslit og støður
Kollfirðingar skapa
spenning
Heini Olsen IM-norm
Hans Kristian Simonsenhevur telvað rættiliga óstøðugt í vetur,
men hesaferð var eingin ivi, tá hann leikti móti Ólavi
Simonsen
23
22
Nr. 22 - 3. februar 2004
Í Klaksík var Mjølnir
undir hørðum trýsti,
og í Hoyvík fekk Fleyr
fyrsta sigurin á
árinum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað hevur gingið meira enn
striltið hjá Fleyr hesi seinnu
árini. Eftir at eitt lið, sum at
kalla einsamalt stóð fyri
mansflogbóltinum í felag-
num í drúgt áramál, legði
árarnar inn fyri tveimum
árum síðani, er ein roynd
gjørd at lata nýggjar mans
taka yvir, men slíkt gerst
ikki bara soleiðis uttan
víðari.
Úrslitið hevur verið, at
annars heiðurskrýnda liðið
hevur róta í botninum
síðani, og higartil í ár hevði
talan bert verið um ósigrar.
Men leygardagin kom
vend í. Grannarnir úr Fram
hava heldur ikki verið
serliga verið serliga sann-
førandi, og tí var kanska
møguleikan hjá Fleyr í
hesum dystinum.
Og tað gekk eisini at taka
av møguleikanum. Fleyr
tók tað fyrsta spennandi
settið, og hetta tóktist geva
somikið av sjálvsálitið, at
menninir nú løgdu nógv
fyri. Fram royndi at svara
aftur, men hetta var til
fánýtis, og so kundi Fleyr
fegnast um fyrsta sigurin.
Kanska ikki ein, sum
merkis so væl á talvuni,
men sálarliga mundi tað
vera eitt stórt skump rætta
vegin hjá felagnum, sum
ivaleyst hevur vonir um
aftur at finna fram á toppin.
Tungt hjá Mjølni
Seinni
dysturin
hetta
vikuskiftið var í Klaksvík,
har Mjølnir tók ímóti SÍ.
Kappingin í ár hevur
leingi sæð út til at gerast
ein
spurningur
millum
Mjølnir og ÍF, men tað var
um reppið, at SÍ skapti
ruðuleika í hesum. Tvey tey
fyrstu settini tóku gestirnir
nevnliga sannførandi, men
tað eydnaðist tó heimalið-
num at stríða seg aftur í
dystin. Teir tóku eisini tey
trý næstu settini, soleiðis at
teir enn halda fast í
fuglfirðingunum, og nú
verður spennandi at síggja,
hvussu leikur fer, tá júst tey
bæði oddaliðini bresta sam-
an komandi vikuskifti.
TB er framvegis á
odda í meistaradeild-
ini hjá kvinnum, men
Mjølnir bjóðar av
álvara av
FLOGBÓLTUR
Hermann Mortensen
Tey flestu hava spátt, at
kappingin um gullmerkini,
í
meistaradeildini
hjá
kvinnum, verður ein upp-
gerð millum TB og Mjølnir,
men Dráttur kann ikki
avskrivast enn.
Sett í Klaksvík
Tað vóru tríggir dystir á
skránni í meistaradeildini
hjá kvinnum hetta viku-
skiftið.
Leygardagin hevði odda-
liðið TB vitjan av verandi
meistaranum ÍF. Tvøra-
kvinnur vóru sera avgjørdar
og tær gjørdu skjótt av og
vunnu ein sera greiðan 3-0
sigur. ÍF megnaði ikki at
geva TB nakra mótstøðu og
tvørakvinnur vunnu við
settúrslitinum 25-16 25-19
og 25-14.
Í Klaksvík spældu Mjølnir
og Dráttur. Seinast liðini
møttust var í finaluni í
Mjølnir-kappingini, ta ferð-
ina vann Dráttur.
Fyri bæði liðini var
kravið ein sigur, um FM
vónirnar skuldu gerðast
veruleikið.
Mjølnir kann framvegis
gerðast meistarar, men so
skuldi dysturin ímóti Drátti
vinnast og helst uttan at
tapa eitt einasta sett, tí sett-
munurin kann gerðast av-
gerandi fyri, hvør verður
FM-vinnari. Sum støðan er
í løtuni hevur TB ein betri
settmun enn Mjølnir.
Dráttur hevði hinvegin
eisini sítt at spæla um, tí
hetta var helst seinasti
møguleikin hjá liðinum, at
taka oddaliðini aftur, tí fjar-
støðan upp til oddin vildi
gerðast ov stór, um liðið
ikki vann á Mjølni.
Sjálvur dysturin var sera
góður, liðini stríddist væl
og bæði liðini spældu sera
gott
kombinatiónsspæl.
Mjølnir legði væl út og tær
vunnu eisini fyrsta sett 25-
17. Annað sett var javnari,
liðini fylgdust væl, men tær
úr Mjølnir vóru drúgvari og
vunnu settið 25-21. Triðja
og fjórða sett vóru sera
spennandi og jøvn. Dráttur
hevði marginalarnir á sínari
síðu í triðja setti og vann
settið 26-24. Fjórða sett var
líka spennandi sum triðja,
men hesaferð var tað
Mjølnir, sum var omaná og
tær vunnu settið 25-23 og
harvið dystin 3-1.
Dyst á TB
Sunnudagin skuldi Dráttur
aftur í eldin, hesaferð var
mótstøðuliðið TB. TB kom
vestur í Vágar við einum
sigri í skjáttuni, meðan
Dráttur hevði verið úti fyri
einum tapi dagin fyri í
Klaksvík.
Tvørakvinnur
vóru klárir favorittar, men
lat tað verða sagt beinan-
vegin, tað livdi TB ikki upp
til.
Dráttur vann ein greiðan
sigur. Úrslitið gjørdist 3-0
til heimaliðið, við settúr-
slitinum 25-21 25-19 og
26-24. Dráttur var klárt
omaná í øllum trimum
settunum og TB megnaði
ongantíð at trýsta tær úr
Drátti, so sigurin var fult
uppiborin.
Sigurin merkir, at nú er
av álvara spenningur komin
í
meistaradeildina
hjá
kvinnum. Fyriuttan TB og
Mjølnir, so hevur Dráttur
framvegis en lítlan møgu-
leika, at spæla um gullið,
men tað verður alt annað
enn lætt.
Støðan í meistaradeildini
er tann, at TB framvegis er
á odda í meistaradeildini
við 14 stigum fyri 14 dystir.
Mjølnir er á øðrum plássi
við 12 stigum, men TB
hevur tó leikt ein dyst
meira enn Mjølnir. Dráttur
er á triðja plássi við 10
stigum, fyri 14 dystir.
Næstu ferð TB og Dráttur
spæla dyst sínamillum,
verður 14. februar í steypa-
finaluni í flogbólti hjá
kvinnum.
Dráttur bukaði TB
Dráttur tók alt á bóli, tá tær um vikuskiftið vunnu tryggan sigur á TB
So vann Fleyr
Fleyr vann fyrsta sigurin á árinum, tá teir vitjaðu í
Hoyvíkarhøllini leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Flogbóltsúrslit
Meistaradeild kvinnur
TB-ÍF 3-0 (25-16, 25-19, 25-14)
Mjølnir-Dráttur 3-1 (25-17, 25-21, 24-26, 25-23)
Dráttur-TB 3-0 (25-21, 25-19, 26-24)
Meistaradeild menn
Fram-Fleyr 1-3 (27-29, 25-22, 19-25, 22-25)
Mjølnir-SÍ 3-2 (17-25, 16-25, 25-21, 25-18, 15-11)
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett stig
1
TB
14
11 -
3
36
12
24
14
2
Mjølnir
13
10 -
3
33
13
20
12
3
Dráttur
14
7 -
7
28
26
2
10
4
ÍF
13
5 -
8
18
25
-7
6
5
KÍF
12
5 -
7
17
28
-11
5
6
Fleyr
12
1 - 11
7
35
-28
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett stig
1
ÍF
10
9 -
1
27
6
21
11
2
Mjølnir
10
9 -
1
27
6
21
11
3
SÍ
11
5 -
6
20
20
0
6
4
Fram
11
2 -
9
9
28
-19
2
5
Fleyr
10
1 -
9
5
28
-23
2
C
M
Y
K
22