týsdagur 3. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 3. februar 2004
25
VB-kvinnurnar
endurreistu seg
sjálvar sum FM-
favorittar, tá tær í
Klaksvík fingu
Stjørnuna at síggja
bæði stjørnur og
mánar
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ætlaða
gullveitslan
í
Klaksvík varð av ongum
sunnudagin.
Her
hevði
Stjørnan
annars
gyltan
møguleika at taka eitt heilt
avgerandi fet móti FM-
heitinum, tá VB kom á
vitjan, tí hóast talan bert
var um fjórða dystin í
endaspælinum, so vildi ein
heimasigur her opna eitt
somikið stórt glopp niður
til VB, at tað allar helst bert
var í teori’ini, at klaksvíks-
kvinnurnar kundu missa
hetta.
Tendraðar frá fyrsta
bríksli
Um so hevði verið, so
hevði helst okkurt slag av
veitslu verið hildið onkra
staðni í Klaksvíkini, men
hetta varð so av ongum. Og
um veitslan var nakra-
staðni, so mundi tað vera á
drúgvu ferðini hjá VB, tá
tær sunnukvøldið ferðaðust
heim aftur til Vágs við
tveimum stigum at koyra í
posan.
Og lat tað beinan vegin
verða sagt, at sigurin hjá
VB var so ruddiliga uppi-
borin. Frá fyrsta bríksli
sýndu tær, at tær fram um
alt høvdu viljan til at syrgja
fyri, at gullmerkini frá í fjør
ikki so lætt skuldu latast av
hondum. Verjan stóoð sum
ein múrur frá fyrsta bríksli,
og hóast Stjørnan royndi at
seta dagsskránna við eyð-
kenda tempo-hondbóltin-
um, so hjálpti hetta lítið.
Fyri hvørjum gjøgnumbroti
og fyri hvørjari skotroynd
stóð onkur VB-kvinna fyri,
og einastu ferð Stjørnan á
talvuni stóð við stigunum
var, tá tær fyrstu minuttir-
nar vóru á odda 2-1.
Eftir hetta vóru tað nevn-
liga VB, sum vóru tær
stinnaru. Tær brúktu vápnið
hjá Stjørnuni, har bólturin
varð koyrdur skjótt runt á
vøllinum, og serliga á
vengrunum megnaðu tær
ofta at spæla tungt, meðan
Daiva og Aukse ikki vóru at
steðga mitt fyri.
Stuttligur mótleikur
Eftir 20 minuttum hevði
VB soleiðis toygt seg upp á
11-4. Ein støða, sum væl
kundi verið nógv verri, um
ikki Lidia Vladic tók sær av
somikið nógvum hesa løt-
una. Og tað mundi standa
øllum greitt, at skuldi
Stjørnan gera nakað sum
helst, so máttu stór stig
takast.
Hetta varð eisini roynt, tá
Stjørnan longu nú fór út í
mansverju av báðum teim-
um útlendsku leikarunum.
Ein mansverja, sum fram til
steðgin tóktist at muna væl,
soleiðis at munurin mink-
aði niður í fýra mál. Men
vandin við at nýta mans-
verju somikið tíðliga í dyst-
inum er jú, at mótstøðan
hevur góðar stundir at finna
sær eitt mót-trekk, og tað
var eisini júst hetta, sum
VB nýtti steðgin til.
Tað sá kanska eitt sindur
komiskt út til tíðir, nú VB
hevði latið at kalla alla
skipan á spælinum verið
eftir í skiftirúminum. Bæði
tær báðar, Daiva og Aukse,
sum skuldu mansverjast –
men eisini hinar á liðnum,
fóru ferð eftir ferð rótandi
inn í Stjørnu-verjuna. Skil
varð ikki hildið á, hvør
skuldi halda vongplássið og
hvør spældi mitt fyri, og
fyri tað nógva gav hetta út-
slag í einum stórum vøsi.
At Stjørnan so eisini lat seg
draga við í óskipaða spæl-
ið, samstundis sum VB
sýndi, at tær ein móti ein-
um hava ein sera sterkan
hóp, gav eisini júst tað
støðuna, sum VB hevði
ynskt sær. Stjørnan tók sær
time-out, har liðið varð
umskipað nakað og mans-
verjan slept, og so kundu
føroyameistaranrir
aftur
fara at spæla vanligan
hondbólt, har tær nú bert
skuldu syrgja fyri, at sig-
urin varð koyrdur heim.
VB eigur fyrimunin
Og tað bleiv hann eisini so
ruddiliga. Tó at møðin nú
var farin at merkjast á leik-
arunum – tær framdu onga
útskifting gjøgnum allan
dystin – so tóktust tær alla
tíðina hava yvirskotið til at
seta trumf á, og tá Stjørnan
eitt skifti aftur minkaði
niður í fýra mál, varð sein-
asti seymurin smíðaður. Trý
kvik mál á rað beindu allan
iva til viks, og so kundu
ljódligu VB-áskoðararnir
seta enn meira volumu á
røddirnar, sum fyri tað
mesta doyvdu at kalla alt
ljóð frá KÍ-áskoðurnum,
sum helst mundu telja tann
allar størsta partin av teim-
um 700 áskoðarunum, sum
vóru til staðar.
Og tey hjá VB høvdu eis-
ini alla orsøk at fagnast –
og tað sama hevur hond-
bóltskappingini sum so
eisini. Sigurin blásti nevn-
liga kvinnukappingina víð-
opna aftur, og skal nakað
tos vera um favorittar nú,
so má tað helst blíva VB.
Fram um Stjørnuna, so
hava tær nevnliga tann fyri-
munin, at tær hava leikt á
útivølli móti bæði Stjørn-
uni og VÍF, og tað vil so við
øðrum orðum siga, at tá teir
heilt avgerandi dystirnir
eru á skránni, so verður
hetta í VB-høllini, sum ikki
man kennast sum nakað
hugagott stað at vera hjá
einum útiliði.
Stjørnan hevur sjálvandi
framvegis fyrimunin av
einum stigi, men tað kann
skjótt vísa seg at verða ein
stokkum gleði. Við úti-
dystum í bæði Vestmanna
og Vági hava tær eisini eina
óvanliga trupla dystarskrá
eftir, og nú hava tær so ikki
tey fimm ætlaðu stigini at
dúva uppá.
Steypafavorittar
Og so slepst heldur ikki
undan at nevna, at VB við
sigrinum
staðfestu
seg
sjálvar sum favorittar at
endurvinna
steypakapp-
ingina.
Her verður mótstøðuliðið
enn einaferð Stjørnan, men
sunnudagurin sýndi í øllum
førum, at tað tá mest stend-
ur á, so eru tað í løtuni tær
hjá VB, sum tykjast betri
gearaðar til uppgávuna.
Heldur enn at lammast av
uppgávuni, varð avrikið hjá
hvørjum einstøkum leikarai
skrúvað langt uppeftir, og
tann partin av spælinum
megnaði Stjørnan so ikki
hesaferð. Skulu tær gera
nakað sum helst við VB nú
leygardagin, so krevst av
teimum, at eisini sálarligi
parturin av spælinum fæst í
rættlag, og longu áðrenn
tað skal gerast, eru stór sár,
sum mugu lekjast.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 19-26 (9-13)
Málskjúttar
Stjørnan: Anna Kristina
Samson 4, Katarina Stepa-
nov 4, Una Olsen 3, Joan
M. Djordjevic 3(2), Bára S.
Klakstein 3, Annika Ljós-
stein 1, Alina Olaru 1
VB: Aukse Vysniaskaite
9(4), Daiva Toumaite 7,
Margreth Augustinussen 4,
Gurið Mortensen 4, Rann-
vá Augustinussen 1, Laila
Jespersen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 4
Útvísingar: Stjørnan 2, VB
3
Dómarar úr Neistanum/
Kyndli: Kristian Johansen
& Gunnar Gregoriussen. Tá
størsta trætumálið í dystin-
um var ein kontradómur
viðvíkjandi
mál-
ella
hornakasti (og har var
endaligi dómurin eisini
rættur), so sigur tað sína
egnu søgu um eitt avbera
gott dómaraavrik.
Stjørnan-VB 19-26 (9-13):
Stjørnan
fekk eitt
klask
Hóast Una Olsen sum vant royndi at toga liðfelagarnar upp, so munaði tað lítið móti einum VB-liði, sum leiddi tankarnar móti
suverena FM-heitinum í fjør
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 22 - 3. februar 2004
Við einum sannfør-
andi sigri á oddalið-
num Kyndli, syrgdi
mansliðið hjá Neist-
anum fyri, at spenn-
ingur av álvara kom í
landskappingina
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Neistin lat ongantíð nakran
iva verða um, at teir ætlaðu
sær bæði stigini, tá ið teir
dystaðust við oddaliðið
Kyndil í høllini á Hálsi
sunnudagin.
Frá
fyrsta
bríksli settu teir seg á dyst-
in, og longu áðrenn komið
var til hálvleiks, var dyst-
urin avgjørdur.
Liðskiparin misti
høvdið
Neistin fekk eina góða
byrjan upp á dystin. Longu
tá ið tíggju minuttir vóru
leiktir høvdu neistamenn
lagt seg á odda við fimm
málum 7-2, og harafturat
hevði ein av týdningar-
miklastu leikarunum hjá
Kyndli, liðskiparin Hans
Áki Dal-Christiansen fing-
ið reyða kortið.
Tað var eitt rættuliga býtt
reytt kort, ið Hans Áki
ognaði sær. Í eini álops-
roynd var hann tikin heldur
harðliga av neistaverjuni,
men dómararnir lótu ikki
við seg koma, og tá ið
Neistin skal fara í skjót-
álop, ger ein liggjandi Hans
Áki ikki mætari enn at lyfta
beinið framman fyri Karl
Oddmari Rasmussen hjá
Neistanum, so at hesin fer
um koll. Ein óneyðug gerð
og ein dyggur smeitur fyri
Kyndil, tí dómararnir báðir
høvdu einki annað val enn
at geva Hans Áka reyða
kortið.
Álopsspælið hjá Neistan-
um var flúgvandi í fyrra
hálvleiki. Bakketan við
Heina Hanusarsyni, Áka
Mørk og Dragisa Stojovic
var allatíðina vandamikil,
og úti á vinstra vongi var
Blagoje Buha sera væl
upplagdur. Buha skal ikki
hava serliga nógv pláss at
leypa inn av vonginum, og
tað er ógvuliga sjáldan, at
hann ikki skorar upp á
royndirnar hjá sær. Nógv
ferð var á álopsspælinum
hjá Neistanum, og kyndils-
verjan hevði stórar trupul-
leikar
av
kropssterku
neistaleikarunum. Tað sigur
eisini nógv um gongdina, at
tvær ferðir í fyrra hálvleiki,
eydnaðist tað Neistanum at
skora, hóast teir høvdu ein
mann minni!
Í hinum endanum hevði
Kyndil ilt við at fáa gongd á
álopsspælið hjá sær. Dyst-
urin sunnudagin var enn
eitt dømi um, hvussu illa
tað koyrir hjá Kyndli, tá ið
Jacob
Jónsson
verður
mansvardur, sum hann var
allan dystin sunnudagin. Tá
ið so Hans Áki Dal-
Christiansen, ið er topp-
skjútti hjá Kyndli, eisini er
úti av myndini, er álopið
hjá teimum grønu munandi
skert. Harafturat økti tað
ikki um møguleikarnar hjá
Kyndli, at Joto í neistamál-
inum spældi ein sera góðan
dyst, og fleiri ferðir bjarg-
aði hann frá púra leysum
kyndlaleikarum.
Serliga
vóru tað vengurnir hjá
Kyndli, ið vóru syndararnir,
tí ikki færri enn sjey ferðir
fyri
steðgin
misbrúkti
Kyndil úti í borðunum.
Alt hetta gjørdi, at tá ið
teir fyrstu 30 minuttirnir
vóru leiktir, var dysturin at
kalla avgjørdur, tí tá høvdu
neistamenn ognað sær eina
ótrúliga ellivumáls leiðslu,
21-10, og sjálvt tey trúgv-
astu viðhaldsfólkini hjá
Kyndli høvdu hug at rýma.
Nakað av spenningi
kom í
Kyndil satsaði frá byrjan av
seinna
hálvleiki.
Bæði
Heini og Dragisa hjá Neist-
anum blivu mansvardir, og
hetta gjørdi at álopsspælið
hjá Neistanum bleiv ógvu-
liga óskipað og tilvildarligt.
Teir gjørdu nógv mistøk, og
tá ið teir grønu samstundis
fingu skil á álopsspælið hjá
sær undir leiðslu av vete-
raninum Jónleif Sólsker,
minkaði munurin støðugt.
Neistamenninir
blivu
sjónligani stressaðir, og
hetta viðførdi millum ann-
að at teir tilognaðu sær
fleiri útvísingar. Tá ið teir
so samstundis sendu menn
inn aftur á vøllin, áðrenn
teir báðir minuttirnir vóru
farnir, gjørdist støðan ikki
betur. Spakuliga nærkaðist
Kyndil, og tá ið tíggju
minuttir vóru eftir at leika,
var munurin bara fýra mál.
Serliga var tað Josef Abra-
hamsen, ið yvirtók vinstra
vong hjá Kyndli í seinna
hálvleiki, sum smekkaði
bóltarnar í kassan.
Samstundis sum Kyndil
nærkaðist hóttu reyð kort
Neistan, tí bæði Heini
Hanusarson, Dragisa Stojo-
vic og Karl Oddmar Ras-
mussen høvdu fingið tvær
útvísingar í part, so fingu
teir eina afturat, fingu teir
eisini reyða kortið. Men
Kyndil megnaði ikki at seta
trumf á, og tá ið Heini
Hanusarson
úr
einum
ógvuliga spískum vinkli
langaði bóltin í kassan
umvegis Jóhan Danielsen
og legði Neistan á odda 28-
23 tíggju minuttir fyri
leiklok, var tað sum fór
gassið av ballónuni hjá
teimum
grønu.
Ístaðin
sprellaði Neistin seinastu
løtuna, og tá ið avtornaði
høvdu neistamenn vunnið
við tíggju málum 34-24, og
av álvara fingið spenning
aftur í landskappingina.
Stórur munur á
kropsstyrki
Ein av sjónligastu munun-
um á liðunum báðum
sunnudagin var kropsstyrk-
in. Neistin hevur í Karl
Oddmari
Rasmussen,
Heina Hanusarsyni, Dra-
gisa Stojovic og Áka Mørk
nakrar
vælvaksnar
og
kropssterkar mans, og tá ið
Kyndil tíðliga í dystinum
misti Hans Áka Dal-Christ-
iansen, mistu teir sam-
stundis ein av sínum heilt
fáu leikarum, ið likamliga
stendur neistamonnunum
mát. Serliga í fyrra hálv-
leiki var miðverjan hjá
Neistanum sum ein múrur,
har ikki bar til hjá teimum
grønu at bróta seg ígjøg-
num.
Somuleiðis hevur Neistin
fleiri møguleikar í álopin-
um við skotsterku Heina
Hanusarson, Áka Mørk og
Dragisa Stojovic. Kyndil
hinvegin dúvar meiri upp á
at spæla seg ígjøgnum
heldur enn at royna seg við
langskotum.
Eitt er so heilt vist. Við tí
spæli Neistin vísti í fyrra
hálvleiki sunnudagin, er tað
ilt at síggja nakað lið í Før-
oyum, ið kann gera nakað
við teir. Kyndil er tó fram-
vegis oddalið, men tað tyk-
ist sum um tað hvílir ov
nógv á einstøkum spælar-
um hjá teimum grønu úr
Havn.
Kyndil-Neistin 24-34
(10-21)
Kyndil: Josef Abrahamsen
7(2), Ken Zachariasen 4(3),
Janus Einar Sørensen 4,
Jacob Jónsson 3, Høgni
Klein 3, Hans Áki Dal-
Christiansen 1, Jónleif Sól-
sker 1, Finnur Hansson 1
Neistin:
Blagoje
Buha
9(1), Dragisa Stojovic 6,
Heini Hanusarson 6, Áki
Mørk 5, Karl O. Rasmus-
sen 2, Helgi Justinussen 2,
Dann Thorleifsson 2, Ragn-
ar Stakksund 1, Ári Rouch
1
Brotskøst: Kyndil 8(5),
Neistin 1(1)
Útvísingar: Kyndil 2,
Neistin 8
Dómarar: Trygvi Morten-
sen og Kári Hansen – komu
væl frá einari trupulari
uppgávu, har teir vístu,
hvat teir loyvdu, og hvat
teir ikki loyvdu. Millum
annað fingu báðir venjarar-
nir ávaring fyri at brúka seg
í fyrra hálvleiki, og so var
friður av teimum.
Kyndil-Neistin 24-34 (10-21):
Neistin smurdi Kyndil av
Serliga var tað kropsliga styrkin, ið var á muni, tá Neistin vann ruddiligan sigur á Kyndli sunnudagin
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
24