týsdagur 3. februar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 3. februar 2004
27
27
26
Nr. 22 - 3. februar 2004
Hoyvíkingar avpussaðu
sjálvsálitið, tá teir í
upphitingini til
steypafinaluna vunnu
ein hampuliga tryggan
sigur á kollfirðingum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri hoyvíkingar hevur
stóra hendingin hetta kapp-
ingarárið verið steypakapp-
ingin, har liðið eftir sigrar á
grannunum báðum í høv-
uðsstaðnum hevur vunnið
seg fram til finaludystin,
sum verður móti StÍF kom-
andi vikuskifti.
Tað er tó eisini nakað,
sum eitur landskapping, og
her hevur fyri tað mesta
gingið minni væl hjá H71.
Undan leygardagin hevði
talan bara verið um ein
sigur – móti Kyndli – og
skuldi nøkur vón vera fyri
at klintra nakað upp frá
botnsessinum, sum liðið
hevur verið á, so var kravið
ein sigur á kollfirðingum.
Avgerandi útvísing
Tað bendi tó leingi á, at um
talan skuldi gerast um tvey
stig, so skuldi tað í øllum
førum stríðast hart fyri hes-
um. Við Damir Oros aftur á
liðnum hava kollfirðingar-
nir fingið hart saknaðu
skothóttanina aftur, og tá
Regin Petersen so eisini er
komin fyri seg, so hevr KÍF
í nógvar mátar eitt lið, sum
kann órógva størri og sterk-
ari lið enn hoyvíkingar.
Nakað sum teir eisini sýndu
seinasta vikuskifti.
Men tað leikaði sera
javnt á hesa fyrstu løtuna.
Hóast
hoyvíkingarnir
kanska lógu nakað undir
leikliga, so hingur teir alla
tíðina væl við í dystinum.
Ikki minst tí Bjarni Arna-
son í málinum sýndi, at
hóast hann hevur ein lands-
liðsmálverja at kappast við,
so ætlar eisini hann sær
nakað av spælitíð.
Í álopspartinum megnaðu
teir eisini fleiri ferðir at
slíta seg ígjøgnum verjuna
hjá KÍF, sum ofta lat stór
hol standa eftir, og tískil
oftani kom upp á millum-
hond. Og móti endanum av
fyrra hálvleiki fekk KÍF
eisini eina revsing fyri
hetta. Ein revsing, sum
kanska var avgerandi løtan
í dystinum.
Halgir Dahl Olesen breyt
einsamallur ígjøgnum verj-
una, og tá Mirko Milin-
kovic skuldi steðga honum,
var jugoslavin ov seinur.
Úrslitið varð, at hann krøkti
armin hjá Halgiri, og so var
bert ein vegur, og tað var
reyða kortið frá dómarun-
um.
Uttan vanliga spælskipar-
an var greitt, at KÍF fór at
fáa tað tungt, men teir
megnaðu so at verja borg
tað, sum eftir var, av fyrra
hálvleiki.
Eftir steðgin stóð tó
skjótt greitt, at hoyvíking-
arnir ætlaðu sær avstað.
Serliga
verjuparturin
á
liðnum riggaði nú til fulnar,
soleiðis at mótstøðumenn-
inir ofta noyddust at royna
seg við skotum útifrá, og
tey høvdu bæði Leiv og
Bjarni oftani tamarhald á.
Eitt glopp varð skapt alt
fyri eitt, og so ráddi bara
um at halda fast um hetta.
Ein uppgáva, sum hoyvík-
ingarnir megnaðu uttan
stórvegis hóvasták, og einki
er at ivast í, at lagið var av
tí besta, tá dómararnir
høvdu bríkslað fyri sein-
astu ferð. Liðið hevði lok-
sins fingið ein sigur afturat
í landskappingini, og ikki
minst mann moralski týdn-
ingurin av einum sigri vera
stórur, nú steypafinalan
stendur fyri framman.
Fleiri streingir
Spurningurin er so, í hvønn
mun hoyvíkingarnir fara at
gera um seg í finaluni. Bara
tað at liðið er komið somik-
ið langt, verður frá flestu
síðum roknað sum ein
sensatión, og júst strand-
ingar hava ofta havt eitt
sera gott tak á H71.
Hinvegin skal tað á ong-
an hátt setast niður á liðið.
Teir hava vunnið á báðum
oddaliðunum á vegnum til
finaludystin, og hóast talan
ikki er um sama kvika
hondbóltin, sum strand-
ingar ofta hava borgað fyri,
so hevur liðið avgjørt sínar
styrkir.
Tann størsta av hesum er
kanska stríðsviljin, sum
serliga Kyndil hevur kent
sviðan av í ár, og so hevur
liðið eisini nakrar einstak-
lingar, sum kunnu eina
rúgvu á vøllinum. Eisini
breiddin á liðnum er stór,
har fleiri ungir leikarar
royna at troka seg framat,
umframt at Bárður Brimvík
nú eisini er tøkur. So alt í
alt er einki sum bendir á, at
strandingar
skulu
fáa
nakran lættan dyst, men tað
munnu teir hinvegin heldur
ikki rokna við.
Kollfirðingar fingu so
ikki nakað burturúr hesa-
ferð, og einki er at ivast í, at
teir munnu iðra seg um
hetta. Ikki minst tí teir við
einum sigri kundu lopið
bukk um VÍF á stigatalv-
uni. Tað megnaðu teir so
ikki hesaferð, og tey bæði
næstu umførini er einki at
ivast í, at liðið sleppur at
standa sína roynd. Tá skulu
teir nevnliga royna seg móti
bæði Neistanum og Kyndli,
og so er spurningurin, hvørt
teir eisini megna at órógva
hesi bæði.
Dysturin í tølum
H71-KÍF 27-22 (13-13)
Málskjúttar
H71: Heini Bendtsen 7,
Henrik Gerster 5(2), Trónd-
ur Vatnhamar 3, Jákup á
Borg 3, Halgir Dahl Olesen
2, Niels Viggo Niclassen 2,
Olaf Vestergaard 2, Bárður
Brimvík 2, Eyðun R. Jen-
sen 1
KÍF: Damir Oros 11(4),
Petur Martin Poulsen 3,
Regin Petersen 3, Gert
Hansen 2, Teitur Joensen 2,
Rógvi Weihe 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 5
Útvísingar: H71 7, KÍF 3
Diskvalifikatión:
KÍF 1
(Beinleiðis reytt)
Dómarar
úr
Stjørnuni:
Karstin Joensen & Kristian
Joensen.
Hava
innan
rekord-tíð ment seg til eitt
av stinnastu dómarapørun-
um í landinum, og kanska
iðra teir seg eitt sindur um,
at júst Stjørnan skal verða
annar parturin av kvinnu-
finaluni nú komandi viku-
skiftið.
Pólverskir
beiggjar á
Toftum
B68 hevur til komandi
kappingár
tryggjað
sær tilgongd av teim-
um báðum pólverjun-
um, Jacek og Tomasz
Przybylski.
Teir báðir eru brøð-
ur, og hava undan hes-
um eisini roynt seg í
føroyskum
fótbólti.
Her hevur Tomasz tær
drúgvaru royndirnar, tí
síðani
1998
hevur
hann verið fastur fúsur
á miðvøllinum hjá LÍF.
At hann soleiðis nú
skal royna seg á sætta
ári í Føroyum merkir
eisini, at hann ikki vig-
ar nakað á útlendinga-
kvotuni hjá toftamonn-
um.
Jacek var part av
árinum í fjør í málin-
um hjá GÍ, men seinstu
dystirnar var hann ikki
við í hópinum yvir-
høvur. Hetta tykist tó
ikki hava tikið mótið
frá málverjanum, sum
annars hevur fleiri ára
royndir
í
fremstu
pólsku deildini at vísa
á, og verður tað soleið-
is hann, sum kemur at
verja málið hjá B68.
Her hevði B68 annars í
Albert
Sævarsson
besta málverjan í før-
oysku kappingini í
fjør, men av privatum
ávum er hann nú farin
aftur til Íslands.
-jm
H71-KÍF 27-22 (13-13):
Klárt til finaluna
Hóast Regin Petersen – sum her er sloppin inn um H71-verjuna – aftur er tøkur saman við Damir Oros, so var tað ikki nóg mikið hjá KÍF leygardagin
C
M
Y
K
26
Dysturin millum
bestu kvinnuliðini
hjá havnarfeløgunum
báðum, Kyndil og
Neistanum, gjørdist
nógv javnari enn tey
flestu høvdu væntað
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Tað hevur verið rættuliga
misjavnt, hvussu tað hevur
hilnast hjá havnarfeløg-
unum
báðum
í
bestu
kvinnudeildini í ár. Neistin
hevur verið við í oddastríð-
num, men møguleikin fyri
meistaraheitinum er langt
síðani fokin. Hjá Kyndli
hevur árið roynst stak illa,
og liðið liggur niðast á
stigatalvuni við bert tí eina
stiginum. Av somu orsøk
høvdu tey flestu óivað
væntað ein tryggan sigur til
Neistan, tá ið grannaupp-
gerð var í høllini á Hálsi
sunnudagin.
Styrkt heimalið
Kyndlaliðið hevði fingið
kærkomnan styrk til dystin
sunnudagin. Toppskjúttin
seinastu mongu árini, Lotte
Sørensen, var við aftur eftir
drúgvan skaða, og haraftur-
at var danska Sabine Frø-
lund í hópinum, eftir at hon
júst er komin aftur til klett-
arnar.
Tær grønu byrjaðu eisini
væl, og Kyndil hevði leiðsl-
una fyrstu løtuna. Serliga
tóktist verjan hjá Kyndli
stinn, og saman við einari
vælleikandi Fríðu Petersen
í málinum syrgdu tær fyri,
at tær bláu úr Neistanum
høvdu stórar trupulleikar í
byrjanini av dystinum.
Tá komið var um miðjan
fyrra hálvleik gjørdi Neist-
in tó ein vørr og skeyt ikki
færri enn fimm mál í slag,
soleiðis at liðið fór frá at
verða eitt mál afturút til at
verða á odda við fýra mál-
um! Hesa løtuna var tað,
sum um Neistin fekk verj-
una at virka, og tað líkasum
tók broddin av álopsspæl-
inum hjá Kyndli. Av somu
orsøk hevði Neistin eina
fýramáls leiðslu, 10-6, tá ið
komið var til hálvleiks.
Lotte kemur í gongd
Í seinna hálvleiki kom
spenningur í aftur. Orsøkin
til hetta var fyrst og fremst,
at Lotte Sørensen hjá
Kyndli
fekk
gongd
á
kanónina, og í hinum end-
anum hevði Neistan stórar
trupulleikar við at umseta
kjansir til mál. Antin bjarg-
aði Fríða í málinum hjá
Kyndli, ella vóru skotini
hjá teimum bláu ikki nóg
neyv og fór út um mál-
rammuna.
Bert fimm minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
tá hevði Kyndil minkað um
munin, so at Neistin bert
var á odda við einum máli.
Neistin økti aftur við trim-
um málum á rað, men so
gjørdi Kyndil aftur tað
sama, so at støðan var 14-
13 til Neistan, og bert
tíggju minuttir vóru eftir at
leika.
Tað skal nevnast, at
Kyndil mansvardi Simonu
Dzikgyte, meðan Neistin
mansvardi Lotte Sørensen.
Hetta gjørdi at álopsspælið
hjá báðum liðum bleiv
rættiliga stressað, og tískil
vóru
rættuliga
nógvir
óneyðugir feilir framdir av
báðum pørtum.
Sjálvt um báðar blivu
mansvardar, dugdu tær tó at
blanda seg upp í spælið, og
eftir at Kyndil, sum áður-
nevnt, hevði minkað til 13-
14, vísti Simona av álvara
sína styrki og skeyt trý mál
á rað, so at Neistin kom á
odda 17-13. Bert fimm
minuttir vóru eftir at leika,
og dysturin tóktist nú at
verða avgjørdur, men Lotte
Sørensen vildi tað øðrvísi.
Hon minkaði um munin
tríggjar ferðir á rað, so at
støðan var 16-17 og ein
minuttur eftir at leika. Eitt
av hesum trimum málunum
hjá Lotte var eitt gott dømi
um nógv feilirnar í dyst-
inum. Linda á Dunga í
neistamálinum og Marjun
Tróndarson
misskiltu
hvørja aðra, tá ið fyrr-
nevnda skuldi senda bóltin
í spæl, og bólturin endaði
beint í føvninginum á
Lotte, sum úr 15 metra fjar-
støðu kundi kasta bóltin í
einum bleytum boga upp
um Linda í málinum og í
netið. Tíbetur fyri neista-
kvinnur og tíverri fyri
kyndilskvinnur eydnaðist
tað Lív Sørensen hjá Neist-
anum at skora í næsta álop-
inum og harvið tryggja
Neistanum bæði stigini.
Tvær stinnar verjur
Samanumtikið kann sigast
um dystin sunnudagin, at
talan var um ein spennandi
dyst, har áskoðararnir sóu
tvær stinnar verjur, ið stóðu
sterkt í myndini. Hinvegin
høvdu bæði liðini trupul-
leikar av at spæla seg til
upplagdar málmøguleikar,
og dúvaðu tískil upp á
kanónirnar hjá ávíkavist
Simonu Dzikgyte og Lotte
Sørensen. Eisini Lina hjá
Neistanum hevði nøkur góð
skot. Skal nakar annar
nevnast burtur úr rúgvuni,
má tað verða Fríða í mál-
inum hjá Kyndli, ið hevði
fleiri
góðar
bjargingar.
Málverjarnir
báðir
hjá
Neistanum, Helena Dam
Poulsen og Linda á Dunga,
royndust eisini væl, og eitt
gott dømi um hetta er, at
tað ikki eydnaðist Kyndli at
skora upp á nakað av sínum
trimum brotskøstum í dyst-
inum!
Eftir stigatalvuni at døma
skuldi munurin á liðunum
báðum verið størri enn
hann var sunnudagin, men
tað eru tekin um, at Kyndil
er við at koma eitt sindur
fyri seg. Styrkurin í Lotte
Sørensen og Sabine Frø-
lund er kærkomin, og tær
báðar kunnu verða við til at
lyfta unga kyndlaliðið, ið
uttan iva kann geva fleiri av
hinum liðunum harða mót-
støðu.
Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 16-18 (6-10)
Kyndil: Lotte Sørensen 7,
Annika Thomsen 2, Anja
Heinadóttir 2, Randi Ward-
um 2, Ann-Mari Vang 1,
Jensia Kjærbæk 1, Sabine
Frølund 1
Neistin: Simona Dzikgyte
7 (2), Lina Andrikgyte 5,
Lív Sørensen 4, Ása á
Neystabø 2,
Brotskøst:
Kyndil 3(0) Neistin 3(2)
Útvísingar:
Kyndil 5, Neistin 4
Dómarar: Kári Hansen og
Trygvi Mortensen: Komu
væl frá dystinum.
Kyndil-Neistin 16-18 (6-10):
Jøvn grannauppgerð í Havn
Kyndil gav Neistanum óvæntaða harða mótstøðu, og tær
munnu helst iðra seg um, at tað ikki megnaðist at skapa eina
ordans sensatión
VÍF vann tryggan sig-
ur á StÍF, men stórt
meira enn bronsu-
merki kunnu stigini
neyvan brúkast til
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kvinnurnar hjá VÍF vóru
sunnudagin á vitjan inni á
Skála, har StÍF fyri setning-
inum, sum skuldi avgreið-
ast.
Undan dystinumv ar tað
ikki tann stóri spenningurin
um, hvat liðið mundi fara
avstað við sigrinum, og
dysturin bendi heldur ong-
an tíð tann vegin, at nakar
serligur spenningur skuldi
verða. VÍF dróg alt fyri eitt
frá heimaliðnum, og so var
spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin skuldi verða.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki bendi eisini á, at
talan skuldi gerast um
rættiliga stórsigur, tá VÍF
eitt skifti var á odda 20-10,
men so varð ferðin sett nið-
ur, so heimaliðið eisini fekk
eitt orð at siga. Nær nøkr-
um stigi komu tær tó
ongantíð, og VÍF kundi tí
seta enn tvey stig inn á
kontina.
Akkurát hvat hesi stigini
skulu nýtast til, tykist tó
vera eitt sindur óvist. Sum
er, so tykist spurningurin
um gullið bert vera eitt mál
millum VB og Stjørnuna,
og so má VÍF taka til takkar
við at spæla triðju violin.
Her kann Neistin framvegis
órógva nakað, so hóast alt
mundu stigini hjá VÍF vera
neyðug, men tað mundu nú
ikki vera bronsumerkini,
sum tær høvdu í huganum,
tá tær tíðliga í heyst fóru
undir fyrstu venjingarnar.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 18-29 (9-16)
Málskjúttar
StÍF: Paula B. Høgnesen
6(3), Milica Ergic 4, Sun-
fríð B. Jacobsen 3(2), Poula
D. Olsen 2, Rebekka Just-
inussen 1, Ninna K. Jakob-
sen 1, Anna B. Danielsen 1
VÍF:
Sóley
Mikkelsen
7(1), Nikolina Eyðbjørns-
dóttir 7, Irina Radovici 6,
Ioana Rápa 5(1), Jacklin
Durhuus 2, Fríða Marjunar-
dóttir 1, Eydna Joensen1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 3
Dómarar
úr
Kyndli:
Hannis Wardum & Uni
Wardum.
StÍF-VÍF 18-29 (9-16):
Stórsigur uttan týdning