Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 22 - 3. februar 2004 C M Y K 28 Nr. 22 - 3. februar 2004 29 StÍF hevur framvegis møguleika at gera seg galdandi í oddinum. Eftir sigurin á VÍF – sum við hesum er heilt úti í kuldanum – eru nú bert tvey stig upp til oddaliðið úr Kyndli HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sært tú onkran vestmenn- ing liggja í svøvni. Hálvg- um rópani um hjálp, sam- stundis sum hann nevnir okkurt um teir hvítu av Strondum, so lat hann abra sova. Ivaleyst er tað bert marran um enn eitt møti við strandingar, sum plágar, og tað er tað sum so einki forgjørt í. StÍF hevur nevnliga hesi seinnu árini fingið sær tann vana – í Vestmanna siga tey helst óvana – at júst VÍF er eitt lið, sum bara skal vinn- ast. Í steypakappingini hava strandingarnir fýra ár á rað verið endastøðin hjá VÍF, og eisini í landskappingini hava teir ofta verið tungir at syfta hjá VÍF. Tveittu alt burtur Sunnudagin hittust liðini so fyri triðju ferð innan góða viku, og aftur hesa ferð endaði alt við sigri til StÍF. Longu fyrstu løtuna bendi alt á, at talan skuldi gerast um tryggan heimasigur, men sum hálvleikurin leið, so kom VÍF tó alt betri við. Seinastu løtuna fyri steðgin var tað tó, sum um einki vildi bera til hjá gest- unum. Eitt eyðkenni, sum hevur sermerkt VÍF hetta kappingarárið, har teir fleiri ferðir hava mist takið á dystum júst seinastu tíggju minuttirnar undan steðg- inum. Strandingar skutu seg hesaferð av 8-8 upp á 12-9, og hetta var ein leið- sla, sum VÍF ongan tíð megnaði at vinna aftur. Seinna hálvleik var ann- ars fleiri ferðir um reppið, at tað skuldi eydnast VÍF at toga aftur, men hvørja ferð talan var um ein avgerandi møguleika, so varð ikki tik- ið av hesum. Fleiri ferðir vórðu óneyðugir bóltar tveittir burtur, og eitt mundi tað kennast sera rámandi fyri ójøvnu avrikini hjá lið- num í ár, at Sámal Joensen bert fekk eitt mál hesaferð. Hann fekk 14 mál, tá VÍF vitjaði á Skála fýra dagar undan hesum dystinum! StÍF hongur í oddinum Og hjá VÍF mundi tapið kennast sum enn eina stað- festing av, at hetta á ongan hátt verður teirra kapping- arár. Sum støðan hevur ver- ið, so hevur liðið annars havt fleiri møguleikar at nærkast oddinum, soleiðis at eitt sindur av stuttleika kundi komið í, og møgu- leikan høvdu teir eisini hesaferð. Treytin var, at Neistin skuldi vinna høvuðsstaðar- uppgerðina, men tá vest- menningar sjálvir ikki megnaðu at taka av, so kundi hetta vera tað sama fyri teirra viðkomandi. Tað kundi tað hinvegin ikki vera hjá StÍF, sum nú av álvara hevur fingið sam- band við oddin aftur. Tapið hjá Kyndli merkti, at teir nú bert eru tvey stig omanfyri strandingarnar. Ein munur, sum kann hvørva heilt, tá liðini hittast annað viku- skiftið. Akkurát tann dysturin er tó neyvan tann, sum stend- ur fremst í hugaheiminum hjá StÍF í løtuni. Fjórða ár- ið á rað eru teir partur av steypafinaluni, og hesaferð mugu teir eisini lata sær lynda at verða róptir favorittar til dystin. Tað skerst tó ikki burtur, at liðið uttan Svein Just- inussen hevur mist kanska mest týðandi álopsvápnið, og í Marian Cirloganescu má vera ein stinnan mál- verja fyriuttan. Higartil hava tað tó verið aðrir, sum hava megnað at lyft arvin eftir hesar, og tað fara teir so aftur at royna leygardag- in. Dysturin í tølum StÍF-VÍF 26-22 (12-9) Málskjúttar StÍF: Bent Djurhuus 6, Alexandur Johansen 4(1), Sverri Justinussen 4, Borg- ar Danielsen 4, Artur Johansen 1(1), Pauli Han- sen 1, Andre F. Danielsen 1 VÍF: Johnny Joensen 8, Agnar Joensen 4(2), Daniel Rápa 3, Áki G. Olsen 3, John Zachariasen 2, Sámal Joensen 1, Áki Olsen 1. Brotskøst: StÍF 4, VÍF 2 Útvísingar: StÍF 4, VÍF 10 Dómarar úr Kyndli: Hann- is Wardum & Uni Wardum. StÍF-VÍF 26-22 (12-9): Strandaðir vestmenningar Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 129 (21) Aukse Vysniaskaite VB 117 (30) Nicoleta Radu Søljan 105 (20) Ioana Rápa VÍF 100 (25) Katarina Stepanov Stjørnan 88 (19) Sóley Mikkelsen VÍF 88 (20) Daiva Tuomaite VB 87 (15) Gurið Mortensen VB 79 (6) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 77 Irina Rodevici VÍF 74 Annika Ljósstein Stjørnan 73 (18) Milica Ergic StÍF 70 (8) Joan M. Djordjevic Stjørnan 67 (24) Heidi Maria Akselsen Søljan 62 (4) Lina Andriulyte Neistin 60 Menn Blagoje Buha Neistin 90 (22) Halgir D. Olesen H71 89 (9) Dragisa Stojovic Neistin 88 (3) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 82 (29) Petur Martin Poulsen KÍF 64 Ingi Olsen VÍF 60 (20) Agnar Joensen VÍF 59 (7) Áki Mørk Neistin 55 (8) Damir Oros KÍF 55 (19) Alexandur Johansen StÍF 54 (21) Jacob Jónsson Kyndil 51 Høgni Klein Kyndil 50 (2) Artur Johansen StÍF 49 (10) Sveinur Justinussen StÍF 45 (4) Josef Abrahamsen Kyndil 45 (6) Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 4 3 - 0 - 1 409 326 83 17 2 VB 4 4 - 0 - 0 425 322 103 16 3 VÍF 4 2 - 0 - 2 407 342 65 13 4 Neistin 3 2 - 0 - 1 385 339 46 12 5 StÍF 2 0 - 0 - 2 314 372 -58 5 6 Søljan 2 0 - 0 - 2 262 347 -85 2 7 Kyndil 3 0 - 0 - 3 242 396 -154 1 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 2 1 - 0 - 1 354 327 27 11 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 345 311 34 10 3 StÍF 2 1 - 0 - 1 295 280 15 9 4 VÍF 2 0 - 0 - 2 311 300 11 6 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 292 342 -50 5 6 H71 2 1 - 0 - 1 288 325 -37 4 Fráveran av Sveini hevur aftur flutt stórar byrðar yvir á Artur Johansen, og hann verður helst ein av avgerandi leikarunum, um StÍF fyri trijðu ferð í fýra ár skal gerast steypavinnari komandi leygardag Mentamálaráðið Vinnu- og Miðnámsskúladeildin UNITED WORLD COLLEGE Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. studentaskúlaflokki á sumri 2004, at taka IB (International Baccalaureate) eftir 2 árum á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur somu rættindi sum eitt føroyskt studentsprógv. Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki,og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum. Stuðulsstovnurin rindar - eftir umsókn - skúlagjaldið, og næmingurin, ið fer á United World College, fær útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum eftir somu treytum sum miðnámsskúla-næmingar í Føroyum. Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið ella til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: www.rcnuwc.uwc.org Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av støðumetan saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar 2004. Gjørt verður vart við, at einki umsóknarblað finst. 2. februar 2004 Mentamálaráðið Pedagogur til Barnaansingarstovnin inni á Bakka Vágs Kommuna søkir við hesum eftir einum peda- gogi til Barnaansingarstovnin inni á Bakka. Vit ynskja • at tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag saman við børnunum. • ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði. • hevur gott foreldra og starvsfólka samstarv. • at tú dámar væl at verða úti við børnunum. Lønar- og setanarviðurskifti starvið verður sett frá 15. mars 2004. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Michelsen leiðara á telefon 37 33 83. Umsókn saman við viðmælum og upplýsinging um útbúgv- ing, skulu verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 01. mars 2004. Viðmerk á brævbjálvan »pedagogur« Vágs Kommuna Mentanarnevndin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3384, P/F H.K. Ognarfelagið, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Beinir Johannis Juul Poulsen, 270 Nólsoy. Innkomin í nevndina: Suni Norðbø Andreassen, Ovaragøta 50, 188 Hoyvík. Skráseting Føroya tann 30. janaur 2004 Kristin Balle Jeepur til sølu Mitsubishi Pajero 2,5 TD, 4x4 Árg. 85, Sýnaður í juni 2003 Bilurin er í góðum standi Hevur setur í og selist við MVG Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 veitst tú ikki tað? 29