mikudagur 14. juni 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 111 - 14. juni 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 111 - 14. juni 2000
Søkt verður eftir
Pedagogi
Vøggustovan við Velbastaðvegin søkir eftir
einum pedagogi vegna barnsburðarfarloyvi
30 tímar um vikuna, at byrja 1. okt. 2000 til
16. mars 2001.
Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, sum
er normeraður til 40 vøggustovubørn, 10
børn eru inni á hvørjari stovu.
Tann, ið settur verður, skal hava góð sam-
starvsevnir og skal kunna arbeiða sjálvstøð-
ugt og duga at síggja tørvin hjá tí einstaka
barninum.
Um eingin pedagogur søkir starvið, verður
hjálparfólk sett í staðin.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Peda-
gogfelag.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi 30. juni 2000.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til leiðaran Ingu-Mariu Amandusardóttir
ella varaleiðaran Elsu Nielsen.
Vøggustovan við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 39 · 100 Tórshavn
Tlf. 314379 · Fax 321179
Ídnaðarøki
á Sandvíkahjalla
til sølu
Við hesum verður eitt ídnaðarøki á Sandvíka-
hjalla lýst til sølu. Økið er til víddar 3.727 m2 og
liggur væl fyri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skriv-
stovu okkara.
Advokatskrivstovuna,
Fr. Petersensgøta 9
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145
Frá Javnaðar-
flokkinum
Summarstevna 2000
verður
16. og 17. juni í Norðoyggjum
Skrá:
Fríggjadagin
kl. 20.00 Alment mentunarkvøld í Atlantis
Leygardagin
kl. 09.00 Útferð til Mikladals (farið verður
frá ferjuleguni í Klaksvík)
kl. 14.00 Fundur í Avhaldshúsinum í Mikla-
dali (viðrar verður fundurin uttan-
dura)
kl. 19.30 Veitsla í Skálanum í Klaksvík
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Javnaðarflokkurin
Frá
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
2. uppstillingarfundur
til býráðsvalið
verður mikukvøldið 14. juni kl. 20.00 í hølun-
um hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøt-
ersgøta 9.
Nevndin
Tín ?
Hann kann blíva.
Minsta boð 10.000,- kr.
22 28 50, Høgni
Handilslærlingur
Hevur tú hug at útbúgva teg innan sølu av
tilfari til hitaverk, sanitet, baðirúmsútbúnað
og líknandi, hava vit í dag eitt lærupláss
leyst at søkja.
Tú kemur at arbeiða innan øll økir í sølu-
liðnum í fyritøkuni, so sum goymsluarbeiði,
avgreiðsla og vegleiðing av kundum, út-
rokning av tilboðum og innkeyp við meira.
Arbeiðstíðin er frá kl. 8-17.
Eftir lokna lærutíð eru góðir møguleikar fyri
framhaldandi arbeiði. Eisini gevur henda
útbúgvingin góðar møguleikar fyri víðari út-
búgving á mongum økjum.
Hevur tú HH er lærutíðin uml. 2 ár og hevur
tú FHS er lærutíðin uml. 3 ár. Byrjunarlønin
fyri FHS‘ara er kr. 7.425,18 um mánaðan
og fyri HH‘ara 8.282,69.
Ætlanin er at tú skalt byrja skjótast gjørligt,
men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaran-
um, so um tú verður liðug/ur við skúlan í
summar, ert tú vælkomin at søkja.
Nærri upplýsingar um starvið fáast ivð at
ringja til okkara og spyrja eftir Svend Krosst-
ein.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina
umsókn saman við prógvum og viðmælum.
Falkavegur 6 - tlf. 31 46 00
Starvi›:
Uppgávurnar hjá skrivaranum/
samskiparanum eru í høvu›s-
heitum:
• at vera skrivari hjá stjóra og
lei›slu
• at umsita ymiskt brævasam-
skifti
• at menna gó›skuna á tí tilfari,
sum ALS letur av hondum
• at samskipa ger› av kunnandi
tilfari
• at samskipa fundir og onnur
tiltøk
• at samskipa vi›líkahald av
elektronisku virkisgongdini og
heimasí›uni hjá ALS
Skrivarin ver›ur partur av Fíggj-
ar- & fyrisitingardeildini, har íalt
8 starvsfólk eru, sum m.a.
starvast vi› bókhaldi, EDV-
umsiting, journalisering,
telefonavgrei›slu og móttøku.
Førleiki:
Talan er um eitt avbjó›andi
starv, har tú mást:
• kunna arbei›a sjálvstø›ugt
• kunna arbei›a vi› nógvum
ymiskum uppgávum sam-
stundis
• duga væl at or›a teg á før-
oyskum og nor›urlendskum
• hava gó›an kunnleika til EDV
• hava gó› samstarvsevni
Fyrimunur er, um tú hevur
royndir sum skrivari og/ella
samskipari av størri tiltøkum.
Eisini er ta› ein fyrimunur, um tú
hevur royndir í ger› av kunnandi
tilfari.
Vit bjó›a:
Starv, sum inniheldur nógvar
skiftandi uppgávur, har tú bæ›i
arbei›ir sjálvstø›ugt og í tøttum
samstarvi vi› onnur.
Gó›ir møguleikar eru fyri skei›-
luttøku og eftirútbúgving.
Løn sambært avtalu. Mi›a› ver›-
ur eftir at seta skrivaran/sam-
skiparan skjótast tilber.
Umsókn:
Umsóknir, vi› avriti av prógvum,
og møguligum vi›mælum, skulu
vera ALS í hendi í seinasta lagi
mánadagin 26. juni 2000.
Umsóknir skulu sendast til
ALS, Postsmoga 3022,
110 Tórshavn
Nærri fæst at vit um starvi› vi› at
venda sær til stjóran á
tlf. 318396, lokal 137.
Skrivari/samskipari til ALS
ALS l‡sir vi› hesum eftir skrivara/samskipara
ALS
Arbei›sloysisskipanin
P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn
Tel 319550 • Fax 310263
teldupostur: als@als.fo
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stu›ul til arbei›sleys, at virka fyri
bøttum møguleikum hjá arbei›sleysum at fáa arbei›i og at umsita
arbei›sávísing fyri føroyska arbei›smarkna›in. Á ALS starvast í løtuni 23
fólk. Virksemi› hjá ALS er í høvu›sheitum lógarásett. Ovastu lei›sluna hevur
st‡ri› fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbei›sgevara- og løntakarafeløgunum á
arbei›smarkna›inum - ver›ur valt av Føroya Landsst‡ri.
Íbúðir/kømur
Vegna 2 av lærarum skúlans verður søkt
eftir íbúðum ella kømurum nærhendis ella í
Havnini. Alt hevur áhuga!
Vinarliga ringið til
Føroya Studentaskúla og HF-skeið
Hoydaluar, FO-188 Hoyvík
Tlf. 312973
Lærarastørv til Gøtu Skúla
tíðaravmarkað fyri
skúlaárið 2000/2001
Fyri fyrstalærara í farloyvi verður søkt eftir
vikari í hansara stað fyri skúlaárið 2000/
2001.
Somuleiðis verður søkt eftir einum til tveim-
um lærarum at undirvísa uml. fulla tíð tíðar-
avmarkað fyri skúlaárið 2000/2001.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1. til 27.4.
Umsóknir saman við ljósriti av próv- og um-
mælisskjølum skulu vera skúlanevndini í
hendi í seinasta lagi mánadagin tann 26.
juni kl. 18.
Gøtu Skúlanevnd
Sigvør Gregersen, form.
FO 512 Norðragøtu
KUNNGERÐ
viðvíkjandi óskrásettum akførum
á kommunalum ognum
Fuglafjarðar kommuna loyvir sær hervið at
heita á eigarar av óskrásettum akførum,
sum standa á almennum økjum í komm-
ununi um at beina hesi burtur beinanvegin.
Tá tílíkt ikki er loyvt sambært løgtingslóg nr.
14 frá 02. mars 1988 broytt við L.L. nr. 45
frá 07. mai 1991 grein 61 um ferðslu og
sambært løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober
1988 um #Umhvørvisvernd#, so skulu hesi
verða beind burtur í seinasta lagi týsdagin
27. juni 2000, kl. 15.00.
Um akførini ikki eru burturbeind, tá ið freistin
er farin, so verður málið latið løgregluni uttan
aðra ávaring, og skilar kommunan sær rætt
til undir teirra eftirliti at beina hesi burtur fyri
eigarans rokning
Fuglafjørður, tann 13. juni 2000
Fuglafjarðar býráð
Pedagogur
Innan Almanna- og Heilsumálastýrið og
stovnar undir tí, við fyribils tænastu á Bú-
stovninum og Sambýlinum á Rúnarvegi í
Runavík, er eitt tænastumannastarv sum
pedagogur leyst at søkja frá 1/8-2000.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sett eftir sátt-
mála ímillum Fíggjarmálastýrið og Føroya
Pedagogfelag, lønt í lønarflokki 11/17 + við-
bót.
Bústovnurin og Sambýlið á Rúnarvegi er
heim hjá 12 menningartarnaðum fólkum,
við ymiskum tørvi á hjálp og vegleiðing.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til fyristøðufólkið á tlf. 448424.
Skrivlig umsókn við prógvi, viðmæli v.m. skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi 1/7-2000
og skal sendast til:
Bústovnin
Rúnarvegur
Att: Fyristøðufólkið
FO-620 Runavík
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Lesið