hósdagur 5. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 24 - 5. februar 2004
Nr. 24 - 5. februar 2004
9
Kári P. Højgaard úr
Sjálvstýrisflokkinum
fær nógv burtur úr at
vera í valbólki við
samgonguni. Hann
verður limur í Norð-
urlandaráðnum,
hann verður for-
maður í landsstýris-
málanevndini og lim-
ur í fíggjarnevndini
LØGTINGSNEVNDIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sjálvstýrisflokkurin
fær
sera góða úrstøku burtur úr
at vera í valbólki saman við
samgonguni. Av tí at tey 32
løgtingsfólkini
skulu
manna 45 nevndarsessir, so
fær ein flokkur altíð onkran
sess. Men var Sjálvstýris-
flokkurin einsamallur í val-
bólki, so fekk hann bara ein
sess. Avtalan við samgong-
una gevur honum tveir
sessir afturat.
– Eg havi sjálvandi góð-
an hug á einum sessi í
fíggjarnevndini, sigur Kári
P. Højgaard, sum ikki vil
siga nakað um, hvørjar
avtalur eru gjørdar millum
hann og samgonuna.
Men vit vita, at samgong-
an saman við Sjálvstýris-
flokkinum fær báðar limir-
nar í Norðurlandaráðnum.
Vanligt er at samgonga og
andstøða fáa hvør sín sess,
men 22 av 32 tingfólkum
gevur samgonguvalbólk-
inum 1. og 2. sessin í øllum
nevndum og harvið eisini
bæði umboðini í Norður-
landaráðnum.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ætlað at valt Høgna Hoy-
dal í Norðurlandaráðið.
Hann hevur sum landsstýri-
smaður havt norðurlanda-
mál sum málsøki og var tí
eitt upplagt boð upp á lim í
Norðurlandaráðnum. Var
Sjálvstýrisflokkurin í stað-
in í valbólki við andstøð-
una, so fekk andstøðan
annan limin í Norðurlanda-
ráðnum, sum heilt vist
hevði verið Høgni Hoydal.
Men soleiðis verður tað
ikki.
Kári P. Højgaard sigur, at
hann kennir tað sum sína
skyldu at fáa so stóra ávirk-
an, sum til ber. Tí ger hann
alt, sum hann kann fyri at
fáa sum mest burturúr fyri
flokkin.
Kári P. Højgaard harmast
sjálvandi um, at flokkurin
ikki kom við í samgong-
una. Hann sigur, at tá hann
fekk at vita, at flokkurin
ikki fór at fáa umboð í
landsstýrið, so var einki
endamál í at vera við í
samgonguni.
– Tað hevur alt at siga
fyri okkum at fáa fleiri
andlit úteftir, og tað høvdu
vit fingið, um vit t. d.
høvdu ein landsstýrismann,
sigur Kári P. Højgaard, sum
nú má gera alt arbeiðið
einsamallur.
Men hann sigur, at hann
verður ein kvalifiseraður
mótspælari hjá samgonguni
soleiðis at skilja, at hann
fer at taka støðu til mál fyri
mál, og hann fer at taka
undir við tí, sum hann held-
ur vera vert at taka undir
við.
Hann sigur eisini, at tað
var eitt greitt signal, tá
hann atkvøddi blankt til
løgmansvalið. Harvið vísti
hann samgonguni, at hann
stendur leysur. Restin av
andstøðuni atkvøddi ímóti,
men tað gjørdi Kári P. Høj-
gaard ikki.
Av tí at Sjálvstýrisflokk-
urin peikaði á Jóannes
Eidesgaard sum samráð-
ingarleiðara, so hevur hann
uttan iva eisini fingið ta
goodwill, at flokkurin nú
sleppur í valbólkin. Sam-
gongan má so víkja í øllum
førum ein sess til hansara
fyri hesa avtalu.
Hvussu er og ikki, so
hevur Kári P. Højgaard
megnað at telva minsta
flokkin á tingi í eina lutvísa
lyklastøðu. Sum formaður í
Landsstýrismálanevndini
og sum Norðurlandaráðs-
limur, fara vit tí at hoyra
nógv til einsamalla ting-
mannin hjá Sjálvstýris-
flokkinum.
Jóannes Eidesgaard er
farin undir sjeynda
arbeiðsárið í Tinga-
nesi
LØGMAÐUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikumorgunin var fyrsti
arbeisdagur hjá Jóannesi
Eidesgaard, løgmanni, í
Tinganesi – sum løgmaður.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur fyrr sitið í landsstýri-
num. Fyrst sum landsstýris-
maður í heilsu- og almann-
amálum frá 1991-94 og
seinni sum landsstýrismað-
ur í fíggjarmálum frá 1994-
96, so í veruleikanum fer
hann undir sjeynda arbeiðs-
árið í Tinganesi – men fyri
fyrstu ferð við borðendan
sum Føroya Løgmaður.
Eitt tað fyrsta hjá nýggja
løgmanni var at síggja høl-
ini, sum eru nógv broytt,
síðani Jóannes Eidesgaard
seinanst starvaðist í Tinga-
nesi í 1996. Hann nýtti eis-
ini høvið at heilsa upp á
starvsfólkið.
Kári limur í Norðurlandaráðnum
Tað hevur eydnast einsamalla tingmanninum hjá
Sjálvstýrisflokkinum at telva seg í eina lutvísa lyklastøðu. Við
at fara í valbólk við samgonguna fær Kári P. Højgaard annan
sessin í Norðurlandaráðnum, sum Tjóðveldisflokkurin annars
hevði ætlað Høgna Hoydal. Harumframt verður hann
formaður í Landsstýrismálanevndini og limur í
fíggjarnevndini
Fyrsti dagur
í Nesinum
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heilsaði mikumorgunin upp á starvsfólkið í Tinganes: Durita Jóannesardóttir lesur á lærda háskúlanumí Århus, men hevur lestrarstarv á Løgmansskrivstovuni.
Niels á Velbastað er gamal í garði og hevur arbeitt nógv saman við Jóannes Eidesgaard fyrr. Eyðun Luid, húsavørður, heilsaði eisini upp á nýggja løgmann
Skrivarin hjá løgmanni, Ann
Hjaltalin og Marjun Hanus-
ardóttir, løgmansstjóri saman
við løgmanni fyrsta
arbeiðsdagin
Óvanliga
stórur
valbólkur
Av tí at breiða
samgongan og
Sjálvstýrisflokkur
in fara í valbólk,
verður samgongu-
valbólkurin óvan-
liga breiður og
fær fimm av sjey
nevndarlimum í
øllum teimum
seks stóru nevnd-
unum
LØGTINGS-
NEVNDIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag skal løgtingið
manna tær sjey løg-
tingsnevndirnar. Til-
samans
skulu
45
nevndarsessir mann-
ast.
Talan verður uttan
iva um tveir valbólkar.
Tey 21 tingfólkini hjá
samgonguni fara í val-
bólk saman við Sjálv-
stýrisflokkinum
og
verða sostatt størsti
bólkurin við 22 løg-
tingsumboðum.
Andstøðan fer uttan
iva saman í valbólk,
tey átta úr Tjóðveldis-
flokkinum
og
teir
báðir í Miflokkinum
verða so hin valbólkur-
in við 10 løgtingsum-
boðum aftan fyri seg.
Tað eru sjey løg-
tingsnevndir. Í seks
teirra skulu sjey fólk
veljast, meðan einans
trý skulu veljast í
Landsstýrismálanevnd
ina.
Tær sjey nevndirnar
eru:
• Fíggjarnevndin:
• Mentanarnevndin
• Rættarnevndin
• Trivnaðarnevndin
• Uttanlandsnevndin
• Vinnunevndin
• Landsstýrismála-
nevndin
Hann var forsætis-
ráðharri i Danmark
stóran part av tíðíni
meðan fullveldissam-
gongan sat. Nú
Føroyar hava fingið
eina breiða sam-
gongu, heldur Poul
Nyrup Rasmussen, at
tað fer at tryggja
meira stabil viður-
skifti. Hann ynskir
nýggja landsstýrinum
við Jóannes Eides-
gaard sum løgmanni
góðan byr
NÝTT LANDSSTÝRI
Jan Muller, Kolding
– Eg vil fegin ynskja Javn-
aðarflokkinum og Jóannes
Eidesgaard tillukku vid tí
góða valinum og eisini við
teirri nýggju ábyrgdini,
sum Jóannes Eidesgaard
hevur fingið sum nýggjur
løgmaður, og eg ivist onga
løtu i, at hann er maður fyri
at kunna umsita hesa stóru
uppgávu.
Hetta sigur fyrrverandi
danski forsætisráðharrin,
Poul Nyrup Rasmussen við
Sosialin. Hann heldur tað
eisini vera sera gott fyri
Føroyar, at landið hevur
fingið eina breiða stjórn.
Tað skapar størri stabilitet
og savnar eisini størri part
av fólkinum um ta leið,
Føroyar vilja ganga.
Poul Nyrup Rasmussen
sigur seg eisini vera sera
samdan um ta kós, sum
nýggja samgongan hevur
sett ut í kortidð, at øki
verða yvirtikin sohvørt ein
heldur ein megnar uppgáv-
una fíggjarliga og politiskt,
og tað eiga danir eisini at
kunna innrætta seg eftir.
– Eg síggi tí møguleikan
fyri einum góðum sam-
starvi í framtíðini og eina
góða kós fyri Føroyar, sum
eg avgjørt kann taka undir
við.
– Tær hevði kanska dámt,
at hetta landsstýrið var
íkomið nakað fyrr?
– Tað er so ein onnur
søgu. Men soleiðis er tað
nú einaferð. Í einum demo-
kratii kanst tú ikki altíð
»tima« tingini, sum ein
heldur tey skulu vera. Tað
avgerandi er, at tit nú fáa
ein stabilan politiskan út-
vikling í Føroyum, sum eg
haldi er sera sera gott fyri
Føroya fólk og fyri Føroya
framtíð, og eg trúgvi fult og
heilt uppá, at hetta vil Dan-
mark eisini og sjálvur vil eg
eisini personliga gera mítt
til at tryggja ein slikan út-
vikling.
Poul Nyrup Rasmussen
luttók mánadagin á eini
stórari fjølmiðlaráðstevnu í
Kolding, har tey bæði stóru
føroysku bløðini vóru um-
boðað.
Poul Nyrup Rasmussen:
Breið samgonga fer
at tryggja stabiliet
LØGTINGSNEVNDIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað verður Kristian Magn-
ussen, sum verður nýggjur
formaður í tingbólkinum
hjá Javnaðarflokkinum, nú
Jóannes Eidesgaard varð
valdur til løgmann og har-
við ikki longur er partur av
tingbólkinu.
Kristian Magnussen, sum
var fyrstvaldi tingmaður
hjá Javnaðarflokkinum í
Havn, hevur sitið á tingi
fyri
Javnaðarflokkinum
síðani 1998. Hann kom
fyrstu ferð á ting í 1994 fyri
Verkamannafylkingina og
sat eisini eitt skifti í lands-
stýrnum við heilsu- og
almannamálum.
Formaðurin í tingbólkin-
um er hann, ið skipar fyri
organisatoriska arbeiðinum
hjá
tingmonnunum
og
hann, ið úttalar seg vegna
flokkin á tingi.
Teir tríggir stóru
flokkarnir fáa tveir
nevndarformenn í
part, meðan Sjálv-
stýrisflokkurin fær
formannin í Lands-
stýrismálanevndini
LØGTINGSNEVNDIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag skulu allar løgtings-
nevndirnar mannast. Enda-
liga telvingin var sjálvandi
ikki fingin upp á pláss
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar, men vit hava roynt at
fregnast.
Valbólkurin hjá sam-
gonguni og Sjálvstýris-
flokkinum fáa allar for-
manssessirnar í øllum teim-
um sjey tingnevndunum.
Teir tríggir samgongu-
flokkarnir býta formans-
sessirnar millum sínum í
teimum seks stóru nevnd-
unum, meðan Sjálvstýris-
flokkurin fær formannin í
Landsstýrismálanevndini.
Fólkaflokkurin fær for-
mannin í fíggjarnevndini,
og verður tað eftir øllum at
døma Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin fær eisini
formannin í Trivnaðar-
nevndini, og er besta boðið
upp á formann har Jørgen
Niclasen.
Javnaðarflokkurin
fær
formannin í Vinnunevnd-
ini. Har er upplagda boðið
Hendrik Old, sum hevur
verið formaður har seinasta
valskeiðið. Hesaferð fær
Javnaðarflokkurin
eisini
formannin í Mentanar-
nevndini, og verður tað
Andrias Petersen.
Sambandsflokkurin fær
formannin í Uttanlands-
nevndini og í Rættarnevnd-
ini. Vit gita, at Alfred Olsen
verður formaður í Uttan-
landsnevndini, meðan Kaj
Leo Johannesen verður
formaður í Rættarnevndini.
Tað kann eisini hugsast, at
Kaj Leo hevur tokka til
Vinnunevndina, men har
eigur
Javnaðarflokkurin
formannin.
Andstøðan viknaði nakað
av, at Kári P. Højgaard valdi
at fara saman við samgong-
uni. Týðuligast merkist tað
við, at Tjóðveldisflokkurin
ikki fær umboðan í Norður-
landaráðnum. Men væntast
kann, at Miðflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin fara í
valbólk, og so skulu teir
eisini býta sessirnar sína-
millum. Hesin valbókur fær
tveir limir í teimum seks
stóru nevndunum og eitt
umboð í Landsstýrismála-
nevndini.
Sum vit skilja, so verða
Karsten Hansen og Páll á
Reynatúgvu limir í fíggjar-
nevndini.
Tórbjørn Jacobsen verð-
ur limur í Vinnunevndini.
Hergeir Nielsen og Jenis av
Rana verða limir í Uttan-
landsnevndini,
og
Bill
Justinussen verður uttan iva
limur í Trivnaðarnevndini.
Samgongan fær allar formansessirnar
Kristian formaður
í tingbólkinum
Kristian Magnussen
verður formaður
Javnaðarfloksins á
tingi
– Eg síggi ti møguleikan fyri
einum góðum samstarvi i
framtíðini og eina góða kós
fyri Føroyar, sum eg avgjørt
kann taka undir við, sigur
Poul Nyrup Rasmussen,
fyrrverandi forsætisráðharri í
Danmark
C
M
Y
K
9
8