Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 26 Sosialurin Kjak Landsstýrismaðurin í fíggj­ar­málum er á Vága­ portali­num og lítis­gerð upp­skotið hjá Fólka­ flokki­num um skatta­ reform, har dentur veður lagdur á flat-tax skipan. Landsstýrismaðurin heldur uppá, at uppskot Fólkafloksins gevur lands­kassanum 312 mio kr minni í inntøku. Hetta er ein partapolitisk met­ ing, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Uppskotið hjá Fólka­ flokkinum byggir á, at landsstýrið kannar og ger uppskot um skipan, har ásett verður fast skattaprosent av allari inntøku oman fyri ávíst ásett inntøkumark. Sum dømi verður víst á møguleika við botnfrá­ drátti uppá 60.000 kr og skattatrekki uppá 40%. Talan er um eitt dømi av nógvum møgu­leikum, men sum landsstýrismaðurin so ger til ræðumynd við halli oman fyri 300 mio kr. Hetta ger lands­ stýris­maðurin væl vit­ andi um, at hann við síni útrokning við vilja bland­ar verandi skatta­ skipan saman við upp­ skotnu brutto- og flat- tax skipan. Men “målet helliger midlet”. Við sínum pá­ standi kann hann so lítis­gera uppskotið hjá Fólka­flokkinum, sláa tað upp í glens. Profilera seg og javnaðar­politikk upp á bekostning av sakliga inni­haldinum av skatta­uppskoti­num hjá Fólkaflokkinum. Landsstýrismaðurin veit sjálvsagt, at við ein bruttoskipan skulu allir frádráttirnir endur­ skoðast. Talan er um frádráttir upp á um 220 mio kr árliga, har nógvir kunnu takast burtur, tá skattatrekkið lækkar samsvarandi. Men hetta velur Aksel V. Johannesen við vilja at síggja burtur frá?! Aðrir frádráttir, eitt nú barnafrádrátturin, sum er 140 mio kr árliga, kunnu verða umlagdir til út­gjalds­skipanir. Heldur ikki hetta fær sakliga viðgerð. At so landsstýris­ mað­­ur­in, sum í fólka­ f l o k s­­ u p p s ko t i n u m verður biðin um at gera ymsar útrokn­ingar, sum tryggja bestu javn­vágina fyri borgarar og landið, brúkar sína við­gerðar­tíð í tinginum og nú á Vága­ portalinum at niðurgera og siga ósatt um upp­ skot Fólkafloksins, sigur kanska meira um lands­stýrismannin enn um sakliga innihaldið í upp­­skotinum um eina nýskip­an av skatta­ skipanini. Axel V. Johannesen selektivur Tá saklig­heitin víkir fyri ósann­indum, tá er lítið gott í væntu Bjarni Djurholm løgtingsmaður Herfyri hevði Hanus Samró, formaður fyri ung­manna­ felag Fólka­floksins, Huxa, eina sera áhugaverda og við­ komandi grein um fíggjar­ ligar ójavnar millum lesandi í ávikavist Føroyum og í Danmark. Niðurstøðan í greinini er, at tað lønar seg betur fíggjarliga at lesa í Danmark heldur enn í Føroyum. Ein føroyingur, ið lesur í Danmark kann, útyvir sín lestrarstuðul fáa ein sokallaðan FR-frádrátt, har man sum lesandi kann forvinna 71.000 skattafríar krónur um árið. Harumframt fær viðkomandi 30.000 í botnfrádrátti, um man velur at arbeiða í Føroyum í sínari summar­feriu. Ein lesandi í Føroyum fær ongan FR- frádrátt, men bert 30.000 í botnfrádrátti og sjálvsagt lestrarstuðul, ið somuleiðis er væl minni enn tann danski. Vit vita, at mong eru tey, ið verða noydd at vera eftir í Føroyum, tí tey hava børn og familju, og at straffa tey eyka hart gevur als onga meining. Somuleiðis er tað sera trupult hjá einum einligum forsyrgjara at fáa endarnar at røkka saman. Her røkkur ein hækkaður lestrarstuðul ikki serliga langt. Kappingin um tey lesandi er hørð frammanundan, men at vit, sum tóna politiska lands­lagið, beinleiðis eru við til at eggja fólki av landinum kann ikki vera rætt. I løgmansrøðuni stend­­ur, at “Vit skulu syrgja fyri, at umstøðurnar verða so góðar sum gjørligt hjá okkara ungdómi at flyta heim­aftur. Til tess krevst, at vit duga betur at lurta eftir teirra ynskjum og vónum”. Eitt fyrsta stig hjá løgmanni, landsstýri og løgtingi er lurta eftir teimum ungu, tey sum mynda tey politisku ungmannafeløgini, sum vita hvørjir batar kunnu gerast fyri at javnstilla møgu­ leikarnar og tey fíggjarligu viður­skiftini landanna millum. Vit fegnast sjálvsagt um, at FR-frádrátturin hjá føroysk­um lesandi í Danmark er varðveittur, eg eri ein teirra, sum í síni tíð fekk gleði av hesum frádrátti, men vit verða noydd at seta skipanir í verk í Føroyum, sum eru ájavnt teimum donsku, tí kappingin um tey lesandi er hørð frammanundan, tí úrvali av lestrarmøguleikum í Føroyum er avmarkað. Í vikuni frættu vit eisini, at danska stjórnin hevur júst stungið ætlan út í kortið, at ístaðin fyri at 5. hvør tekur eina hægri úbúgving í Danmark, skal talið verða 4. hvør. Vit mugu taka hesa kapping upp bæði við at hugsa radikalt øðrvísi við okkara útbúgvingarpolitikki, og sanniliga verða vit noydd at fyrihalda okkum til teir fíggjarligu ójavnar, ið eru landanna millum, hvat viðvíkur teimum lesandi. Tað er gott hjá einum les­andi at arbeiða víð síðuna av lesnaði­ num, bæði hvat viðvíkur royndum, men eisini fyri ikki at skula tyngjast við lestrar­ lánum og øðrum lánum eftir loknan lestur. Vit skulu á øllum stigum gera tað meira løn­samt at arbeiða í Føroy­ um, eisini fyri tey lesandi. Tí er tað kærkomið, at uppskot um batar koma frá teimum ungu, í hesum føri Hanus Samró, formanni fyri HUXA, og skulu hægri útbúgvingar hava lívið lagað í Føroyum er tað neyðugt at vit lurta eftir teimum ungu, tað er tey sum í síðsta enda seta krøvini. Gott íkast frá Hanus Samró og HUXA Annika Olsen Løgtingskvinna Oddvør Johansen Skelkandi at síggja tær fýra ljósmastrarnar verða reistar í Gundadali. Stutt síðan luttóku flest­ ir býráðslimir annars á arkitektadegi í Norður­landa­ húsinum undir heiti­num: “Millum Konga­minnið og kitsj”, har ljós varð varpað á býarúm her og aðrastaðni. Her sótu tey so við eygum so stórum sum tekoppum og nikkaðu til útsagnir sum: “Vi skal tilbage til mennesket”. “Hvorfor er de nye bygninger så døde og livløse?”. Jú, býir verða deyðir og lívleysir, tá slík skrímsl sum hes­ar ljósmastrar verða reist­ ar í einum grønum dali, sum hevur orð fyri at vera besta veður­pláss í Føroyum. Hesar mastrar eru gjørdar til stadion, ið rúma 40.000 fólk­um og eru ikki egnaðar til okkara pinku­ linga­stadion til 5 – 7000 fólk. At flutt tær inn á Svanga­ skarð, sum onkur skjýt­ur upp, nyttar heldur einki. Umhvørvis­oyði­legg­ingin hevði verið ov stór. Um vit hyggja eftir, hvat tey hava aðrastaðna, síggja vit (t.d. í Belfast), at mastrarnar har ikki koma nær í námind av hesum í Havn, og at pástanda, at vit NOYÐAST at hava tær, er at blaka torvmold ella tað, sum verri er í eyguni á okkum borgarum. Íbúgvarnir í Gundadali og í nýggja býlinginum Poul Juulsgøtu hava keypt sær hús undir følskum fyritreytum. Tey hava aldrin í verðini ímyndað sær at fáa nakað so ljótt sum hesi misfostur fyri eygunum restina av lívinum. Hvar eru býararkitektarnir í hesum máli? Eru teir blindir, ella eru teir tiknir av ræði? Úti í verðini hendir tað meir enn so, at arkitektonisk misfostur verða tikin burtur aftur og seld sum gamalt jarn, eitt dømi er stóra svarta og deyða húsið mitt á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Í fleiri ár oyðilegði hetta hús eitt vakurt gamalt býarrúm, og tí bleiv húsið eftir nógv høvuðbrýggj tikið niður í fjør og beint burtur. Tórshavnar býráð hevur oyðilagt Gundadal EINA ferð, og tað er nóg mikið. Hesin góði dalurin við prýðiligum listarverkum fer í næstum at verða bygdur út við skilagóðum bygningum og ítróttarfasilitetum, og tað er at fegnast um. Takið tí nú hesar ræðuligu mastrar niður, tær fara ongantíð at rigga her, seljið tær sum tilfar til skipasmíð ella annað og fáið okkum vakurt og gott ljós á Tórsvøll í staðin. Soleiðis smildra vit eitt býarrúm