mánadagur 15. august 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93
Sosialurin
Frank Davidsen
Sørvágur
Aftan á at hansara egni
landsstyrismaður gjørdi bart
og stakk út í kortið, at Føroyar
skuldu hava eina kvotu av
makreli upp á 150.000 tons,
hendið tað, sum væntað var,
at samstarvslondini innan
pelagisku vinnuna boykott
aðu øll tey føroysku upp
sjóvarskipini, soleiðis at ikki
eitt kilo av makreli kundi
seljast til Noreg ella ES.
Ein og hvør við vanligum
viti og skili, tó ikki oraklið
í Klaksvík, kundi longu tá
gera sær greitt, at tað fór
at fáa álvarsligar avleiðing
ar fyri tað føroyska sam
felagið. Tí við bert einum
uppsjóvarvirki í landinum
og stuttari veiðitíð hevði
meginpartin av veiðuni ikki
farið til matna, men til guano
á Havsbrún.
Ilt eyga kann sjáldan nak
að gott sjá, og í hesum føri
er tað heilt einastandandi,
at Jákup Mikkelsen í síni
fávitsku og við so lítlum
politiskum tevi ikki kann
síggja nakað sum helst posi
tivt í tí, sum fram er farið
viðvíkjandi makrelinum.
Hvat hevði Jákup Mikkel
sen og Fólkaflokkurin gjørt,
um teir sótu við ábyrgdini
av at fáa 150.000 tons av
makreli til høldar og til
matna eftir nøkrum fáum
vikum,
samstundis
sum
Fólkaflokkurin við avgerð
síni hevði útihýst okkara
pelagiska flota at avreiða
uttanlands? Eg spyrji bara.
Fleiri ferðir royndi sami
flokkur at provokera seg
út úr samgonguni. Millum
annað við stuntinum hjá
formanninum, tá hann vildi
spara ein landsstyrismann
uttan yvirhøvur at ráðføra
seg við samstarvsflokkarnar
áðrenn stuntið. Og tá teir
eisini næstu ferð, tá tað
eydnaðist teimum at sleppa
úr samgonguni, skutu seg
væl og virðiliga í fótin - tað
bera øll illsinnisglepsini frá
Jákupi Mikkelsen og Jørgini
Niclasen síni tyðuligu boð
um, nú teir sita á síðulinjini
uttan
nakra
sum
helst
ávirkan.
Tað er einki løgið í tí, at
tað bleiv eitt sindur rokaligt,
tí nú skuldi brótast upp úr
nýggjum fyri at finna ein
meira liberalan leist, har
finnast skuldi útav, hvat
veruliga virðið á makrelinum
er, tá marknaðarkreftirnar
sleppa at royna seg í fríari
kapping.
Men tað má sigast at vera
lagnunar speisemi, at tann
føroyski Fólkaflokkurin, sum
hevur sagt seg verða garant
fyri tað fría initiativið, nú
situr uttanfyri og oysir gor
og gall yvir teir flokkar, sum
tóku seg saman og megnaðu
tað upp á nakrar vikur, sum
Fólkaflokkurin ikki hevur
megnað, síðani hann var
stovnaður, nevnliga at føra
ein fiskivinnupolitikk, har
tað fría initiativið varð sett
í hásætið.
At Jákup Mikkelsen sær
tað sum eina vanlukku, at
føroyska samfelagið kemur at
fáa eina til hálva aðru milliard
krónur í útflutningsvirði
fyri makrelin, ja tað skilji eg
í øllum førum ikki.
Kann ugga Fólkaflokkin
við, at næsta ár, tá vónandi
bæði uppsjóvarvirkini í Vági
og Fuglafirði eru til reiðar at
taka ímóti, verður kanska
óneyðugt at hava skip uttaní
frá at taka ímóti.
Hvat bilar Jákup Mikkelsen?
Jógvan Skorheim
Formaður í Norðoya
Sjálvstýrisfelag
Valevni Sjálvstýrisfloksins
Sum
valevni
Sjálv
stýrisfloksin og for
maður í Norðoya Sjálv
stýrisfelag
skal
eg
boða frá, at eg ikki taki
undir við fiskivinnu
politikkinum, sum for
maður floksins á tingi í
løtuni førir
At taka úr einari heild,
er nógv nýttur fram
ferðarháttur í politikki,
men tó hevði eg ikki trúð,
at okkara egnu fóru at
misnýta tað, sum hevur
verið
vinnupolitikkur
Sjálvstýrisfloksins,
fyri at rættvísgera sína
egnu niðurstøðu. Tað er
rætt, sum okkara egni
formaður hevur verið
frammi og siterað úr
stevnuskránni, men tað
gerst avlagað og skeivt,
tá ið tað verður tikið
úr tí heild, sum vinnu
politikkurin hjá Sjálv
stýrisflokkinum byggir á.
Yvirskipaða orðingin fyri
vinnupolitikk
floksins
sigur: “Ein hóskiligur og
miðvísur vinnulívspoli
tikkur fyri landið eigur
at tryggja øllum hondum
arbeiði, og føroyskum
vinnulívi eigur at verða
tryggjað kappingarføri.”
Men stevnuskráin sigur
eisini at: “Virkað verður
fyri at fremja miðvísa og
burðardygga stovnsrøkt
í fiskivinnuni grundað
á praktiskar og vísinda
ligar royndir og tilmæli,
og at gera greitt býti mill
um veiðihættir. Húka
fiskiskapinum skal verða
veittur
best
møgulig
kor.”
Grava okkara
egnu grøv
Við
tí
útspæli,
sum
ein meiriluti í grein 25
nevndini er komin við,
eru lunnar lagdir undir
einum størri arbeiðs
loysi. Harafturat kann
ein bara staðfesta, at
flokkurin, ið eg sjálvur
stilli upp fyri, ikki fylgir
tí stevnuskrá floksins,
sum eigur at vera støðu
fasta
grundarlagið
undir
einumhvørjum
flokki. Okkara umboð í
grein 25 nevndini hevur
sæð burt frá tríbýtta
grundarlagnum í stevnu
skránni (praktiskar og
vísindaligar
royndir
og tilmæli), fyri blint at
fylgja tilmælinum frá
landsstýrinum.
Tá ið slíkt uppskot
verður lagt fyri tingið,
skulu nógv atlit takast.
Vit eru enn ikki komin
úr kreppuni til fulnar,
og tískil er tað ómetaliga
umráðandi, at vit ikki
sjálvi grava okkara egnu
grøv.
Føroyar
hevur
brúk fyri, at allar hendir
arbeiða, og at okkara
“spískompetansa”, fiski
vinnan, fær greið, virðilig
og gjøgnumskygd kor at
liva undir. Fyritøkur í
arbeiða innan vinnuna
eiga at kunna leggja lang
tíðar
rakstrarætlanir,
sum ikki verða ávirkaðar
av tilvildarligum niður
skurðum. Vinnan eigur
at kenna eina langtíðar
loysn fyri økið, áðrenn
slík grundleggjandi inn
triv verða gjørd.
Sum valevni fyri Sjálv
stýrisflokkin, og sum
formaður fyri Norðoya
Sjálvstýrisfelag, fari eg
framhaldandi at halda
meg til stevnuskránna
og vera við til at tryggja
føroyska
vinnulívi
num bestu kor nú og í
framtíðini. Fiskivinnan
er grundarlagið undir
okkara samfelagið, og
virðing fyri hesum eiga
vit at síggja aftur hjá
teimum, ið vald eru at
stýra landi okkara.
Hetta er vinnu
politikkur
Sjálvstýris
floksins
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Býráðslimir
Hvør kann keypa makrel
fyri útvið 5 kr kg og selja fyri
sama prís ?
Álvaratos, hvussu hongur
hettar saman? Ella hongur
tað saman?
Hvør hevur ráð til at
gjalda líka nógv fyri til
feingið, sum hann fær fyri
tað í avreiðing?
Vænti fleiri seta spurnar
tekin við, tí neyvan klárar
tann best bjargaði føroy
ingurin at keypa kvotur fyri
sama prís, sum hann avreiðir
fyri.
Er tað nakar sum er
førur fyri at geva mær eina
frágreiðing upp á hettar,
hvussu ein reiðari kann
fara at keypa kvotur fyri
tað sama, sum hann fær fyri
avreiniðgina? Ella er tað so
stuttligt at fiska makrel, at
ein veruliga vil geva tað sama
krónutalið fyri pr. kilo, sum
ein kann avreiða tað fyri???
Hvussu hongur
hettar saman????
Eftir tí sum maðurin setur á prent, so skuldi ein trúð,
har er okkurt spinnandi galið við honum
Lesið Sosialin - so eru tit við