Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 28 Sosialurin Kjak Johan Dahl landsstýrismaður Hví knarra um eina sólstrálandi søgu? Meira enn 300 fiskimenn og 31 skip tryggja í ár, at øll tey stívliga 120.000 tonsini av makreli, ið verða veidd á føroyskum øki, fara til matna. Harvið verður skapt eitt útflutningsvirði á uml. 1,2 mia. kr. Manningar, arbeiðsfólk og fyritøkur á sjógvi og landi – og landskassin – fáa hart tiltrongdar inntøkur í einari truplari tíð Klirrandi krónur. Tær mangla í Føroyum í dag Samstundis, sum fíggjar­ markn­aðirnir bløða, og heims­ búskapurin enn eina ferð ridlar, er harðliga brúk fyri øllum inntøkum til okkara felags føroyska húsarhald. Tað er í hesum ljósi, at makrelveiðan undir Føroyum skal síggjast. Veiðan skapar eina hart tiltrongda inntøku, og land­ sins stjórn hevur til uppgávu at fáa sum mest burtur úr hvørjum einasta sterti. Tað ger landsstýrið. Brúk er fyri inntøkum nógva­­staðni: hjá fiski­monn­ um og teirra familj­um. Hjá reiðaríum og fiskivinnu­ fyri­tøkum. Hjá handlum og arbeiðsfólkum, ið fáa inn­ tøkur burtur úr avleiddum virksemi av makrelveiðuni. Eisini felags húsarhalds­ kassin – landskassin – hevur brúk fyri inntøkum. Tær skulu m.a. fíggja vælferðina í hesum landinum. Meira enn milliardina Hvussu sær so út í ár? Jú, júst í ár klirra krónurnar! Sjálvt um sesongin fyri makrel ikki er liðug enn, sæst rættiliga klárt, at talan er um eina fíggjarlig success fyri Føroyar! Metingin fyri árið vísir, at útflutningsvirðið av makrel­ veiðuni í 2011 verður umleið 1 – 1,2 milliardir klirrandi danskar krónur! Makrelveiðan í ár er veru­ liga er ein sólstrálandi søga. Knarra kortini Kortini verður dúgliga knarrað nógvastaðni um hesa búskaparligu føroysku sólstrálusøguna. Retorikkurin í og uttan fyri politiska umhvørvið er populistiskur. Skriving og nakað av tíðindaflutinginum eru mangan rættiliga ein­ oygd. Sumt av tí skrivaða vísir, at har eru summi, ið ikki vilja broytingar. Makrelfiskiskapurin verður árla og síðla skýrdur “kaos”, “katastrofa”, “óskip­að­ ur” og at vera “stórt tap fyri samfelagið”. Fokus er á tí negativa, hóast makrelveiðan undir teimum givnu umstøðunum er sera væleydnað higartil. Tann rætta heildarmyndin Seinastu vikurnar og mán­ aðir­nar eru fakta kring makrel­veiðuna bronglað og vríggjað til ókenniligheit. Fólk sum heild munna hava trupult við at síggja, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Tann stutta myndin av makrelveiðuni í ár sær á leið soleiðis út: ° Føroyar hava ásett sær eina eginkvotu á 150.000 tons ° Politiska málið frá byrjan var, at sum mest skal veiðast til matnað, so virðið økist ° Undanfarin ár er at kalla allur makrelurin landaður uttanlands ° Higartil er málið rokkið! Nógv tað mesta av makreli er veitt til matnað, tilvirka umvegis frystiskip í veitt hava, móðurskip sum hava verið her hjá okkum og Kollafjørd Pelagic ° Umleið 300 fólk hava forvunnið sær góðar inntøkur burtur úr makrelveiðuni hesa vertíðina. ° Tey 8 føroysku uppi­ sjóvarskipini hava sum vant verið við í veiðuni í ár ° Nótaflotin hevur til dato veitt góð 23.000 tons av makreli og uml. 12.000 tons av sild. Metta FOB- søluvirðið (frítt lossað umborð) á makreli er uml. 230-250 mió. kr. og á sild 50-70 mió. kr. ° Heili 23 onnur skip hava verið á makrelveiðu og vunn­ ið góðar 200 mill í fyrsta­ hondvirði ° Mær kunnugt er metta FOB- søluvirðið av felags­kvot­ uni áleið 420 mill krónur ° Nógv arbeiði er skapt til manningar og arbeiðsfólk á sjógvi og landi ° Higartil eru seld 14.000 tons av makreli við einum vinningi til landskassan uppá 44,6 milliónir ° Útflutningsvirðið fyri Før­oyar tá øll 126.000 tonsini eru veidd og framleidd , fer at liggja á uml. 1 – 1,2 milliardir krónur. Hetta er “kaosið”, “kata­strof­ an”, tað “óskipaða” og “stóra tapið fyri samfelagið”. Sjálvandi eru altíð nøkur lýti, treyðugt so. Stóra hjá­ veiðan av sild kom t.d. eitt sindur óvart á. Men man skal hava rætti­ liga góðan fantasi, til at fáa hetta til at vera eina útilok­ andi negativa søgu fyri Føroyar. Kvota í trimum pørtum Sum nevnt er ásetta makrel­ kvotan fyri Føroyar 150.000 tons. Burturav hesum er farið til keyp av fiskirættindum í Íslandi og í Russlandi. Politiska avtalan ásetur, at kvotan skal skipast í tríggjar partar. Uml. 60.000 tons fara til verandi pelagiska flota. Av hesum eru 35.000 tons uttan avgjald og 25.000 tons við avgjaldi á 25 oyru fyri kilo. Felagskvotan er 41.450 tons og er ætlað øllum øðrum veiðiførum undir føroyskum flaggi við veiði- og fiskiloyvum. Sum nakað nýtt skulu seljast 20.000 tons á uppboði til skip og bátar undir føroyskum flaggi. Út yvir omanfyri nevnda eru 5.000 tons av makreli avsett til Havstovuna til vísindaligar kanningar. Um neyðugt kunnu 3.000 tons afturat fara til vísindaligt endamál. Nógvur fiskur og lítil frystiorka Partur av politiska máli­num er, at sum mest av makrel­ veiðuni skal fara til matnað, so virðið fyri Føroyar kann gerast størst møguligt. Hetta er ein avbjóðing, tí í Føroyum er avmarkað móttøkuorka og frystiorka til tey samlaðu XXX.XXX tonsini, og makrelsesongin er stutt, bert uml. 3 mánaðir. Skal makrelurin fáast til matnað, skal móttøkan vera effektiv og frystiorkan stór, tí fiskurin er viðbrekin hesa ársins tíð og spillist skjótt. Tað hevði ikki borið til hjá øllum skipunum at fiska makrel og so lagt seg í kø hjá Kollafjør Pelagic at bíða eftir landing. Tá hevði lítið farið til matnað, og nógvar inntøkur høvdu verið mistar. Móðurskip og frystiskip eru neyðug Her er tað, at vit koma til knarrið, sum í veruleikanum byggir á eina – helst tilvitaða – misskiljing. Fleiri illneitast inn á, at “útlendingar fara avstað við fiskinum”, og at hann “ikki verður landaður til føroysk virkir og fyritøkur”. Sakin er, at um fiskurin skal fara til matnað, og Føroyar harvið skulu fáa meira burturúr, so hevur verið neyðugt at innflyta og økja móttøkuorku og frystiorku. Tí eru samstørv skipað við móttøkuskip við stórari frysti - og móttøkuorku. Tey koma afturat verandi virki í Kollafirði og møguliga øðrum virkjum, sum kundu innfrysta makrel. Um ongi móðurskipini vóru at taka ímóti og frysta, so høvdu tey 23 føroysku skipini, ið ikki vanliga veiða makrel, ongan livandi kjans havt at fiskað nakað til matnað. Tey eru ikki útgjørd við kølitangum ella frysti­ møguleikum, og tí hevði lítið komið burturúr. Higartil hevur eydnast at fáa stórt sæð alla veiðuna til matnað, og tað er eitt mun­ andi framstig fyri okkum sum land. Summi vilja ikki broytingar Hví verður so kortini knarr­ að? Hví eru summi ímóti, at nakað skal seljast á upp­boði, so føroyingar fáa nakað fyri “ogn Føroya fólks”? Jú, tað man vera tí, at onkur hevur interessu í, at alt skal vera sum fyrr. At “ogn Føroya fólks” skal forerast burtur ókeypis. Man kann spyrja, hví hesi onki søgdu, tá at kalla allur makrelurin fór av landi­num uttan at skapa nevni­vert meirvirði og arbeiðs­pláss í Føroyum? Hví var tøgn tá? Var tað tí, at egin­interess­ urnar tá vórðu nøktaðar? Hetta skal ikki skiljast sum, at man ikki unnir mann­ ingum og reiðaríum í vinnuni góðar inntøkur. Tað er jú sera positivt. Men fakta er, at manningar og reiðarí hava framvegis góðar inntøkur. Virðisøkingin frameftir Komandi vikurnar skal tryggj­ ast, at øll orka verður gagn­ nýtt til tess, at tey 55.000- 60.000 tonsini, ið eftir eru at veiða av makreli og evt. sild, koma til hølvdar til matn­að og til marknaðar­prís. Hóast makrelveiðan í ár er ein positiv og góð søga fyri Føroyar, so eru vit í landsstýrinum greið yvir, at hetta kann skipast upp aftur betur frameftir. Ein eftirmeting skal ger­ ast, tá sesongin er liðug, men greitt er, at størri dentur frameftir skal leggjast á at fáa ein pelagisku veiðuna veidda og virðisøkta av uppisjóvar - og verksmiðjuskipum og landbaseraðum framleiðslu­ virkjum her í landinum. Á tann hátt fæst uppaftur meira burturúr fyri Føroyar. Føroyar útflyta makrel fyri millum 1 og 1,2 milliardir í ár