hósdagur 15. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HØGNI MOHR
Nýggjasta ársfrágreiðingin
hjá altjóða mannarættinda-
felagsskapinum, Amnesty
International,
er
ongin
hugaligur lestnaður. Er frá-
greiðingin eftirfarandi, ber
beinanvegin til at staðfesta,
at lítil menning í manna-
kærleikanum hómast her
um jarðarknøttin.
Stjórnir og myndugleikar
í mongum londum bera seg
framvegis ómentað og rátt
at móti borgarum landanna.
Píning, dráp og burturflyt-
ingar eru gerðandiskostur
hjá mongum menniskjum.
Bæði stór og rík lond,
sum eru fyrimyndir á
summum økjum, tykjast
ómetaliga afturhaldssinnað,
tá ið talan er um grundleggj-
andi mannarættindi. Deyða-
revsingar, sum í tali minna
mest um hópdráp, verða
framvegis framdar, og stór-
ur munur verður gjørdur á
fólki. Kvinnur, børn og tjóð-
arminnilutar í fleiri londum
verða illa viðfarin, og lítil
vón tykist vera fyri, at støð-
an fer at batna.
Avrættingar og píning
Sambært frágreiðingina hjá
Pierre Sané, aðalskrivara í
Amnesty, verða brot á
mannarættindini framd í
147 londum. Brotini eru
umfatandi og skelkandi;
sum vanligt, kundi ein verið
freistaður at lagt afturat.
Í 72 londum ber til at
avrætta fólk eftir landsins
lóg, og skelkandi er, at í
meiri enn helvtini av hesum
londum er vandi fyri at
verða avrættaður uttan at
koma fyri rættin áðrenn.
Píning og harðlig viðferð er
gerðandiskostur í 132 lond-
um. Eisini hvørva fólk javn-
an í 37 londum, har hildið
verður, at myndugleikarnir
standa aftanfyri.
Afrikanskir
brennideplar
Fátækasti heimsparturin,
Afrika, helt í 1999 fram at
kynda brennideplar. Am-
nesty leggur serligan dent á
ræðuleikarnar í vestur-
afrikanska landinum, Sierra
Leona, tá ið uppreistrar-
menn í drápsrúsi myrdu og
píndu vanligar borgarar í
hópatali í høvuðsstaðnum,
Freetown. Eisini verða
afrikonsku londini Burundi,
Kongo og Fólkaræðisliga
Lýveldið Kongo bólkað
undir stuttkomin lond, har
fólk hava verið myrd frá
hond. Í Afrika er púra van-
ligt, at byrsur og lógur verða
latin børnum, sum verða
noydd at stríðast fyri mynd-
ugleikar og uppreistrarher-
lið.
Jagstraðir minnilutar
Suðuramerikonsku londini
duga illa at fáa skipað við-
urskifti í rættarhøpi. Løg-
regluharðskapur, píning og
jagstran eru vanlig í at kalla
øllum
londunum
har.
Kolumbia fær sera vánalig
ummæli frá Amnesty. Fe-
lagsskapurin fýlist á, at
eingin verður drigin til svars
fyri
ræðuleikarnar,
ið
myndugleikarnir
fremja.
Herurin og hálvhernaðarlig-
ir bólkar standa sum ryssa
yvir deyðum fyli, meðan
lagt verður eftir fólkum,
sum stríðast fyri manna-
rættindum, veit Amnesty at
siga.
Almenn hópdráp
Danski forsætisráðharrin,
Poul Nyrup Rasmussen, var
herfyri á sjarmuferð í Kina.
Og stórbrosandi javnaðar-
maðurin varð undirdíktur í
gávum frá kinversku mynd-
ugleikunum. Sigast kann, at
tá ið talan er um mannarætt-
indi, er lítið at flenna at. Í
Kina hava í minsta lagi
18.000 deyðadømdir kin-
verskir borgarar verið und-
irdíktir í almennum skamm-
byrsuskotum og eiturinn-
spræningum seinastu 10
árini. Nógvir eru dømdir
og avrættaðir sama dag sum
dómurin er feldur. Serliga
ódámligt er, at í Kina, sum
Danmørk og onnur fram-
komin lond samstarva við,
hevur tað týdning, nær á
árinum tú verður dømdur.
Stundar tað til kinesiska
nýttárið, ber til at verða
deyðadømdur fyri rættiliga
lítil brot á lógina. Og á nýtt-
árinum eru hesar avrætt-
ingar (ofta hópavrættingar)
ein partur av veitsluhald-
inum.
Kosovo og Kekenia
Funnist verður eisini at
Evropa og vesturheiminum
sum heild í frágreiðingini.
Nógv verður gjørt burtur úr
Kosovokreppuni og kríg-
num í Kekenia. Amnesty
skírir atferð russara móti
kekenum, bæði í Keknia og
í Russlandi, skammleysa.
Í Kosovo vórðu ávarsom
brot á mannarættindini
framd móti serbum, sigoyn-
arum og øðrum minniluta-
bólkum. Hesi brot vóru
álvarsamast meðan NATO
tveitt sínar bumbur í juni í
fjør. Eisini verða evropeisk
lond hartað fyri at hava
gjørt mun á og jagstrað tey
flóttafólk, sum spurdust
burtur úr kreppuni.
Avrættingar og
harðskapur
Eingin Amnesty-frágreið-
ing uttan USA. Ameriku-
menn halda á at avrætta fólk
fyri lógarbrot, ið hin dømdi
framdi áðrenn hann var
fyltur átjan. Í február varð
Sean Sellers avrættaður í
Oklahoma fyri morð, ið
hann framdi, bert 16 ára
gamal.
Í 1999 vórðu 98 fólk tikin
av døgum við vælsignilsi
frá amerikonsku rættarskip-
anini. Flestu teirra vóru
svørt ella litt.
Amerikanska løgreglan
Skelkandi Amnesty-
frágreiðing
ÓRÆTTUR. Heimurin stendur at
kalla í stað, tá ið talan er um manna-
rættindi. Amnesty International stað-
festir í ársfrágreiðing, at enn sum
áður verða fólk kring allan heimin
órættvíst viðfarin, pínd og myrd
og fongsulsverkið fer sam-
bært Amnesty ofta illa við
fongslaðum og fólki í varð-
haldi, og eisini finnist fe-
lagsskapurin at, at fongsl-
aðar kvinnur javnan eru fyri
kynsligum ágangi og harð-
skapi.
Ársfrágreiðingin hjá Am-
nesty International er 294
síður og fæst á skrivstovuni
hjá Amnesty fyri fimti
krónur.
∆
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 112 - 15. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 112 - 15. juni 2000
Eyðun Klakstein og John
Johannessen
úr Keypmannahavn
Tað er framvegis skiftistíð-
in, ið er týdningarmesta
málið á dagsskránni fyri
triðja samráðingarfundin
um framtíðarstøðu Føroya.
Fundurin verður settur í
danska forsætismálaráðnum
í dag klokkan 15 føroyska
tíð.
Fundarskráin, landsstýrið
og danska stjórnin eftir
drúgt brævaskifti eru vorðin
samd um, er í sjey punktum.
Fyrst skal fundarskráin for-
melt góðkennast. Síðani
skal landsstýrið leggja fram
broytta samráðingarútspæl-
ið og greiða frá broytingu-
num í tí.
Tá alt hetta er gjørt byrja
veruligu samráðingarnar.
Ríkisborgararætturin stend-
ur ovast á listanum fyri sam-
ráðingarnar.
Føroyingar
hava fyrr kravt, at føroying-
ar og danir skulu varðveita
javnbjóðis rættindini hjá
hvørjum øðrum.
Hetta krav hevur danska
stjórnin ikki kunna góðtikið
við teirri grundgeving, at
hetta merkir dupultur ríkis-
borgararættur. Stjórnin hev-
ur víst á, at føroyingar
kunnu fáa somu rættindi
sum aðrir norðurlendingar
í Danmark.
Hetta tilmælið hava før-
oyingar nú tikið til eftirtekt-
ar. Landsstýrið hevur slept
kravinum um javnbjóðis
ríkisborgararætt og vísir á,
at tað ber til at fáa nøktandi
rættindi
innan
norður-
lendsku karmarnar. Tí kann
væntast, at hetta málið verð-
ur skjótt avgreitt.
Skiftistíðin fer
við nógvari tíð
Næsta málið, ið skal við-
gerast, er samstarv innan
umsiting og útinnan av
myndugleika.
Hetta er eitt mál, ið kann
taka heldur drúgva tíð á
fundinum. Danir halda tað
nevniliga vera ivasamt, um
teir kunnu hjálpa føroying-
um at umsita Føroyar, um
landið gerst sjálvstøðugur
statur.
Seinasti parturin punkti
trý á dagsskránni, ið eru
sjálvar samráðingarnar, er
spurningurin um skiftistíð-
ina. Tað er til hetta punktið,
at landsstýrið hevur eitt nýtt
samráðingarútspæl.
Tað
hevur ikki eydnast okkum
at fáa fatur á útspælinum,
og tí ber ikki til at siga, hvat
stendur í tí.
Samstundis sum lands-
stýrið fleiri ferðir hevur
staðfest, at danska stjórnin
í eini avtalu frá juni í 1998
hevur bundið seg til at vilja
samráðast við føroyingar
um eina lagaliga búskapar-
liga skiftisskipan, heldur
stjórnin fast um, at føroy-
ingar í mesta lagi fáa eina
skiftistíð á fýra ár. Tí kann
væntast, at hetta verður ein
spurningur, ið fer at taka
langa tíð at fáa avgreiddan
undir samráðingunum.
Tá liðugt er at samráðast um
búskaparligu skiftistíðina,
skal støðan gerast upp, og
síðani er ymiskt á skánni.
Tá kann væntast, at lands-
stýrið fer at biðja um at fáa
eina frágreiðing um hern-
aðarmál í Føroyum áðrenn
fundurin endar.
Uttanlandsnevndin
er við
Áðrenn
samráðingarnar
skal danski forsætisráðharr-
in í samráð við 21 manna
nevndina, fólkatingið hevur
sett at fylgja samráðingu-
num.
Eisini landsstýrið hevur
verið á fundi við løgtingsins
uttanlandsnevnd, sum í gjár
kom til Danmarkar saman
við landsstýrinum. Uttan-
landsnevndin skal fylgja
samráðingunum, og eftir
sjálvar samráðingarnar skal
hon hava fund við lands-
stýrið, har landsstýrið fer at
greiða frá samráðingunum,
áðrenn fjølmiðlarnir sleppa
fram at landsstýrinum.
Uttanlandsnevndin verður
tó ikki við inni í sjálvum
samráðingarhølunum. Hon
fær eitt rúm nærindis fund-
arhølunum, og er meining-
in, at embætisfólk skulu
ganga ímillum og kunna
nevndina so hvørt.
Uttanlandsnevndin er ikki
fullmannað, tí umboðini
fyri Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkurin hava
noktað at vera við. Hetta
hevur formaðurin fyri utt-
anlandsnevndina, Hergeir
Nielsen, tikið til eftirtektar.
Jóannes Eidesgaard úr
Javnaðarflokkinum, sum er
limur í uttanlandsnevndini,
verður kortini staddur á
Christiansborg, tá samráð-
ingarnar fara fram. Hann
skal nevniliga saman við
hinum føroyska fólkatings-
liminum, Óla Breckmann úr
Fólkaflokkinum, vera við
sum eygleiðari til fundirnar
hjá donsku Føroyanevndini.
Viðmerking:
Stig á leiðini til sjálvræði
Fullveldi, samband ella »samstarv«
Orðapottur
Mong eru orðini, sum mað-
urin segði.
Tá ið tey øll verða latin
út í stóra orðapottin, og
potturin verður settur út á
eldin og rørt verður í hon-
um, so hann kann koma upp
á kók uttan at kóka yvir, er
ein spurningur, hvussu stór
megi er í orðunum.
Tess fleiri eru av teimum
innantómu og av teimum
somu orðunum og ikki
minst av teimum stóru orð-
unum, tess tynnri verður
soðið og vandi verður fyri,
at alt kókar upp í skúm og
froðu, so eingin hevur
møguleika at síggja veru-
leikan kláran og greiðan.
Og verður ov nógvur
javningur gjørdur út á súp-
anina, verður vandi fyri, at
alt endar í einum tjúkkum
vavgreyti, sum eingin fær
niðurum.
Hvat ið frægari ella verri
er, kunnu vit so altíð fara at
togast um.
Fullveldi ella samband
Tað er ein partur av full-
veldismálinum, sum ikki
hevur verið lagdur nóg
nógvur dentur á.
Higartil hevur spurning-
urin verið:
skulu vit hava fullveldi
ella
skulu vit ikki hava fullveldi.
Sagt við øðrum orðum, so
kunnu vit bert velja millum
fullveldi og samband. Tað
má siga seg sjálvt, at hetta
er at gera ein samansettan
spurning nóg so einfaldan.
Men ein triði møguleiki
er, og hann eitur: »sam-
starv«.
Vit hava í nøkur hundrað
ár verið í ríkisfelagsskapi
við Danmark, og hvussu
hann hevur gagnað Føroy-
um og Danmørkini, kunnu
vit altíð skifta orð um.
At felagsskapurin ikki
kann halda fram í tí líki,
hann hevur verið í, er eing-
in ivi um.
At tað ber til at arbeiða
seg fram til eitt betri sam-
starv bæði politiskt og fíggj-
arliga og innan øll samfe-
lagsøki, skal heldur eingin
ivi vera um.
Sum
samráðingarnar
hava tikið seg upp higartil,
so er grund til at bera ótta
fyri, at vit verða kollrend av
donsku samráðingarumboð-
unum og vit fara at tapa
meiri fyri minni. Og vandi
verður fyri, at nógv um-
røddi blokkurin verður
minkaður burtur í einki eftir
stuttari skiftistíð, uttan at vit
fáa annað í staðin fyri.
»Samstarv«
Føroysku samráðingarum-
boðini eiga at dúva meira
upp á eina samstarvsloysn,
sum óivað bæði lættari og
skjótari kann føra fram til
nógv betri úrslit við nógv
fleiri og størri møguleikum
og perspektivi.
Stavnhaldið kann verða
ein samstarvssáttmáli mill-
um Føroya og Danmarkar,
sum tveir javnbjóðis ríkis-
partar, har hvør parturin væl
kann hava sína egnu grund-
lóg, um tað er neyðugt.
Og hvør parturin skal
hava somu borgararættindi
hvør hjá øðrum. Við einum
tílíkum sáttmála verður alt
at vinna og einki at tapa.
Í øðrum lagi kann Grøn-
land koma upp í part sum
triði javnbjóðis ríkispartur-
in í einum sameindum
norður atlantiskum ríkis-
felagsskapi stytt til SNAR.
Á enskum máli kann tað
verða – ikki USA – men t.d.
USNA – United States of
the North Atlantic.
Við tí sannroynd í huga,
at samstarv – fíggjarligt og
politiskt – er tað, sum gagn-
ar øllum mest, kundu vit í
triðja lagi borðreitt so mik-
ið væl, at onkur annar fekk
hug at vera við í felagsskap-
inum – eitt nú Ísland – ja,
hví ikki.
Tað eru tær óroyndu
loysnirnar, sum bera í sær
møguleikarnar til framburð.
Tílíkar ríkisfelagsskapir
kenna vit til bæði í USA og
í Canada. Tað letur til, at
tað gongur hampuliga væl
hjá teimum, bæði so og so.
Og hvør av hesum felags-
skapum hevur bert eitt um-
boð í ST. Og at hugsa sær,
at teir hava megnað hetta í
semju.
Vit kunnu eisini.
Erling Simonsen
Skiftistíðin framvegis avgerandi
John Johannessen
Úr Keypmannahavn
Føroyska kravið um full-
veldi er ein spurningur um
æru.
Hetta er ein av niðurstøð-
unum í drúgvari grein um
fullveldismálið í kenda
týska tíðarritinum, Der Spi-
egel. Umboð fyri blaðið var
í Føroyum fyri stuttum, tá
danski uttanríkisráðharrin
eisini vitjaði.
Der Spiegel hevur prátað
við løgmann, danska uttan-
ríkisráðharran, Høgna Hoy-
dal og síðani við nakrar van-
ligar føroyingar. Hesir eru
allir samdir um, at samráð-
ingarfundurin seinnapartin í
dag verður ógvuliga avger-
andi fyri, hvat víðari hendir
í fullveldismálinum.
Høgni Hoydal ger blað-
num greitt, at samráðingar-
Fullveldismálið komið í heimspressuna
nar væl kundu enda í dag,
men at tað er spurningurin
um skiftistíðina, sum er
tann stóri knúturin.
Í hesum sambandi greiðir
blaðið frá, at føroyingar
fegnir vilja av við blokk-
stuðulin, men at vit ynskja,
at hetta hendir yvir 15 ár.
Men blokkstuðulin skal
burtur. Tað eru bert biddarar
og alkoholikarar, ið ynskja
at fáa pening sendandi frá
Millum mongu málini, ið skulu viðgerast á samráðingarfundinum í dag,
verður skiftistíðin framvegis mett at vera tað mest avgerandi
Eyðun Klakstein og
John Johannessen
Úr Keypmannahavn
Tá danski forsætisráð-
harrin, Poul Nyrup Ras-
mussen, í dag fer í samráð
við 21 manna fólkatings-
nevndina, ið fylgir ríkis-
rættarligu samráðingu-
num, verður formaðurin
ikki til staðar.
Formaðurin í nevndini,
Peter Duetoft, sum um-
boðar Centrum Demo-
kratarnar á fólkatingið,
hevur júst havt 50 ára føð-
ingardag. Í hesum sam-
bandi skal hann vera vert-
ur til eina móttøku í norð-
ur Jútlandi.
Í staðin fyri Peter Due-
toft, verður tað Jan Peter-
sen, ið framsøgumaður
hjá Sosialdemokratunum
í Føroyamálum, sum skal
leiða fundin.
Skrivarin hjá Peter Du-
etoft sigur, at móttøkan í
norður Jútalandi er løgd
til rættis fyri langari tíð
síðani, og tí bar ikki til at
flyta hana. Fundurin í før-
oyanevdini varð lagdur til
rættis fyri fáum vikum
síðani.
Nýggjur for-
maður í før-
oyanevndini
Tað verður Jan Petersen frá Sosi-
aldemokratunum, ið skal sita í for-
manssessinum, tá forsætisráðharr-
in í morgin skal í samráð við før-
oyanevnd fólkatingsins
øðrum, slær ein av føroy-
ingunum, blaðið hevur tos-
að við, fast.
Der Spiegel lýsir eisini
samfelagsstøðuna í Føroy-
um og greiðir frá, hvussu
samráðingarnar um full-
veldi higartil hava gingist.
Der Spigel viðger
fullveldisspurningin í
síðstu útgávuni
Jan Petersen, fólka-
tingsmðaur fyri Javnað-
arflokkin