Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2000 Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta 13. B, FO–100 Tórshavn TAXA MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI 288888 FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD Opið er: Mán.– Hós. kl. 19. 00 – 23. 30 Fríggjadag kl. 17. 00 – 03. 30 Leygardag kl. 19. 00 – 03. 30 Sunnudag kl. 17. 00 – 23. 30 Long drinks Café Við gongugøtuna Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur * * * Staðið har vit hittast * * * Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Nor›oyggjar Mat- seðilin Hósdagin 15. juni: Kjøtfrikadellir Fríggjadagin 16. juni: Búffsteak Leygardagin 17. juni: Kálvasteik Mánadagin 19. juni: Kjøtbollar í karrysós Týsdagin 20. juni: Høsnarungar Mikudagin 21. juni: Milliónbúff Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Kaggin Hóskvøldið spæla Fríggja- og leygar- kvøldið spæla Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Diatribes Diatribes Julianne Boys Julianne Boys Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Leygarkvøldið 17/6 vendir "Hjalmar Óli" plátum Leiðslan í P/F Vágatunlinum heldur framvegis fast við støðu sína: Tað, sum vit hava gjørt er fult lógligt ÁKI BERTHOLDSEN – Vit hava tikið eina avgerð og hana hava vit ikki broytt enn. Hørðu atfinningarnar í- móti leiðsluni í P/F Vága- tunlinum seinastu dagarnar, hava ikki fingið hana at broyta støðu. Tað eru bæði fakfólk, fel- øg og politikarar, sum hava funnist at P/F Vágatunlin- um tí at ætlanin er at lata J&K Petersen fáa arbeiðið at gera vegirnar til undir- sjóvartunnilin, hóast Byggi- tek hevði lægsta boð. Klæmint Weihe, formað- urin í nevndini fyri P/F Vágatunlinum, sigur, at enn er onki komið fram, sum hevur sannført teir í, at tað ikki var rætt at taka J&K Petersen framum Byggitek. Hann sigur, at útfrá eini heildarmeting er tilboðið hjá J&K Petersen tað besta fyri Vágatunnilin. – Og enn er onki nýtt komið fram, sum broytir ta niðurstøðuna. Hann sigur, at hann kann ikki greiða frá smálutum í teirri heildarmetingini, tí so noyðist hann at greiða frá innanfelags upplýsingum, sum byggifeløgini hava giv- ið Vágatunlinum. Og tað ger hann ikki, tí slíkir upp- lýsingar eru sjálvandi givnir í trúnaði og tað er at ganga byggifeløgunum ov nær at fara víðari við teimum. Hann leggur tó dent á, at fyribils er bara talan um samráðingar við J&K Peter- sen og at enn er ongin avtala gjørd um nakað sum helst. Onki ólógligt Tað hevur eisini verið ført fram, at framferðin hjá P/F Vágatunlinum er beinleiðis ólóglig. Eitt nú verður sagt, at í innbodnari útbjóðing er tað beinleiðis ólógligt at sam- ráðast við næstlægsta tilboð og at gera tær uppstillingar og metingar av tilboðunum, sum Vágatunnilin hevur gjørt í hesum førum. Men eisini hesum vísir Klæmint Weihe frá sær. – Tað hava vit spurt okk- um fyri hjá sakførara okk- ara, Magnusi Petersen og hann metir ikki, at nakað sum helst ólógligt er farið fram. –Og eina uppstilling yvir tilboðini hava vit sjálvsagt loyvi at gera. Nevndarformaðurin sig- ur, at tá ið arbeiðið varð boðið út, tilskilaði Vága- tunnilin sær rætt til at velja og vraka ímillum boðini, so har er ongin ivi. – Tí stendur tað okkum púra frítt fyri at taka av tí tilboði, vit vilja. Ongin kann áleggja okkum at taka av lægsta boði. Tað mest van- liga er, at tikið verður av lægsta boði, men tað kemur eisini meiri enn so fyri, at lægsta boð verður vrakað. Tað eru eisini fleiri dømi um, at tað er hent í Føroy- um. Klæmint Weihe vil tó ikki nevna nøkur dømi, ella um hesi dømi eru endað við endurgjaldskravi. Byggitek førir fram, at eftir lógini um útbjóðing er tað bara lægstbjóðandi, sum kann lækka sítt tilboð. Tað kunnu hinir tilboðsgevar- arnir ikki gera? – Tað er púra rætt. Tær spælireglarnar eru púra greiðar. – Men vit hava heldur ikki lækka nakað næst- lægsta boð tí tað vita vit, at vit hava ikki loyvi til. – Tá ið tilboðini vóru komin inn, var støðan tann, at í teimum vanligu tilboð- unum var Byggitek lægst. – Byggitek var eisini lægst í teimum alternativu tilboðunum, har ymsar reguleringar vóru gjørdar. – Men harafturat hevði J&K Petersen eitt fast boð upp á 23,3 milliónir. – Tað skal sláast fast, at Byggitek hevði lægsta boð. – Men boðið hjá Byggi- tek var bara 600.000 krónur lægri enn tað fasta tilboðið hjá J&K Petersen. – Men eitt er útbjóðingin, eitt annað eru tær metingar, sum byggiharrin má gera sær aftaná. Og í hesum før- um er so lítil munur á teim- um báðum lægstu tilboð- unum, at tað eru allar grund- ir hjá okkum til eisini at kanna næstlægsta tilboð út í æsir. – M.a. verða vit noyddir at meta um, hvøn ntýdning tað kann fáa, at J&K Pet- ersen hevur givið eitt fast boð. – At J&K Petersen hevur givið eitt fast boð, merkir, at byggifelagið ikki kann taka eitt oyra eyka, um ar- beiðið verður meiri umfat- andi, enn upprunaliga mett. – Tað kann t.d. vera, um tað verða størri nøgdir av tilfari at flyta, enn uppruna- liga mett – Tað merkir sostatt, at vágin verður fluttir frá okk- um, yvir á J&K Petersen. Klæmint Weihe sigur, at royndir frá øðrum byggi- ætlanum vísa, at tað vanliga stendst meiri arbeiði av slík- um, enn upprunaliga mett, kanska 5-10% ella onkun- tíð meiri. Men viðhvørt halda met- ingarnar sjálvsagt eisini og viðhvørt er tað minni. – Men óvissan er rættiliga stór og fyri at gera so varis- ligar metingar, sum gjørligt, hava vit lagt 5% afturat, og tað er tað, at tilboðið hjá J&K Petersen verður heldur bíligari enn tað hjá J&K Petersen. – Og í einum slíkum arbeiðið er tað skjótt, at tað kann ganga 600.000 hvønn vegin. Og tá ið vit so tóku aðrar metingar við, eitt nú fíggjarliga styrki, tekniskan førleika, nøguleikarnar at gera arbeiðið liðugt til tíð- ina, o.a., eru vit komin til ta niðurstøðu, at tilboðið hjá J&K Petersen er tað besta fyri okkum, sigur Klæmint Weihe. – Hetta er ein meting, sum vit hava gjørt oghetta hevur onki at gera við tað, at vit hava samráðst lægsta boð longur niður og hetta hevur onki at gera við tað, at vit royna at koma uttanum, at Byggitek hevur lægsta boð, tí tað hava teir. Landsverkfrøðingurin kennir onki til, at J&K Pet- ersen hevur givið eitt fast boð. Er hetta nakað, sum er hent í samráðingunum, ella var tað við, tá ið tilboðini vórðu latin upp? – Hetta er ikki hent í sam- ráðingunum. Tað fasta tilboðið var eitt av teimum, sum J&K Peterse læt inn í sjálvari útbjóðingini. Ikki verið negativir Annars hevur Klæmint Weihe ikki stórvegis við- merkingar til, at enntá Før- oya Handverksmeistarafel- ag Meistarafelag metir framferðina at verða undir alt lágmark. Eitt nú sipar Meistarafel- agið til, at Vágartunnilin ikki fylgir tilmælinum frá sínmum egna ráðgevara, sum er Landsverkfrøðing- urin, tí hann mælti til at lata Byggitek fáa arbeiðið. –Ein ráðgevari skal veita ráð. Men tað er ongin treyt, at ráðini skulu fylgjast, sig- ur Klæmint Weihe. – Og tað kunnu vera at tað eru upplýsingar, sum eru komnir fram, eftir at tilboð- ini vórðu latin upp, og eftir at Landsverkfrøðingurin hevði gjørt sítt tilmæli, ið hava sannført okkum um, at J&K Petersen hevur tað besta tilboðið samanumtik- ið, sigur hann. Hann vísir eisini skuldset- ingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni fram- ferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek. Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Peter- sen er sterkari fíggjarliga. – Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku. – Júst tað, hava vit verið sera varin við. Tí hava vit brúkt orðið heildarmeting, uttan at fara í smálutir um, akkurát, hvørji viðurskifti gera seg galdandi. – Og roknskapirir hjá fel- øgunum eru almennir, so teir kann ein og hvør lesa og gera sær sínar metingar av. – Men at onnur tulkað tað negativt, kunnu vit onki gera við. Ikki góðkent áðrenn Men varð Byggitek ikki mett og vigað frammanundan, so at tað var „góðkent“ áðrenn tað varð boðið upp í lisitatiónina? – Tað er tað fyri so vítt ikki. Vit fingu eitt tilmæli frá Landsverkfrøðinginum um, hvørji feløg skuldi sleppa at bjóða upp á veg- irnar og tí tilmælinum fylgdu vit. – Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið. – Talan var um tilboðið frá Byggitek og tað frá J&K Petersen. – Tí bóðu vit tey bæði feløgini um ymsar upplýs- ingar og teir fingu vit. Klæmint Weihe sigur, at tað, hann kennir til, er tað ikki óvanlig mannagongd,at kanna feløgini við teimum áhugaverdu tilboðunum nærri, tí tann, sum skal hava arbeiðið, skal veita ymsar trygdir. – Hetta er eitt arbeiðið, sum ofta ikki verður gjørt áðrenn arbeiðini verða boð- in út, tí í hesum samband- inum er tað kanska neyð- ugt at kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt. – Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini. Nevndarformaðurin sig- ur, at umframt tey fíggjar- ligu viðurskiftini, hevur tað eisini havt stóra ávirkan á avgerðina, at Byggitek hevði valt sær E. Pihl & Søn til samstarvsfelaga, sum skuldi hava ein rættiliga týðandi leiklut í arbeiðnum. – Vit hava alla tíðina havt tað fatan, at politiskt var tað ynskiligt at brúka so nógva føroyska arbeiðsmegi sum gjørligt. –Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfund- inum hjá P/F Vágatunlin- um, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fund- inum við løgtingsins vinnu- nevnd. – Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóð- aðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part. – Og tað stríðir ímóti hes- um málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstak- ara, sum skal gera ein mun- andi part av arbeiðnum. Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið. Hann leggur afturat, at í hesum sambandinum verð- ur E. Pihl & Søn í Føroyum ikki mettur at verða ein før- oyskur arbeiðstakari, hóast felagið er skrásett her. –Tí vórðu teir ikki bodnir uppí lisitatiónina-tað var við vilja, leggur nevndarfor- maðurin afturat. Breyt tagnarskylduna Kæmint Weihe dylir heldur ikki fyri, at hann er rættiliga ónøgdir við leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum málinum. –Landsverkfrøðingurin og Vágatunnilin hava gjørt eina skrivliga avtalu um vegagerðina. – Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingur- in umboða okkum í sam- bandi við vegagerðina. – Hetta er ein avtala, sum varð gjørd, áðrenn løgtings- lógin um tunnilin varð sam- tykt og hon hevur púra onki at gera við tað eftirlit, sum Landsverkfrøðingurin skal hava av sjálvum tunnilsar- beiðnum. – Í avtaluni, sum báðir partar hava skrivað undir, stendur eisini, at partarnir hava tagnarskyldu. – Men tíverri má eg á- sanna, at Landsverkfrøðing- urin hevur brotið hesa tagn- arskylduna, tá ið hann út- talar seg um málið í Sos- ialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe. – Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum, sum tilsamans gjørdu, at vit valdu tilboðið hjá J&K Pet- ersen framum. – Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðing- urin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýs- ingarnir koma fram í tí til- mælinum, teir góvu okkum. –Men tá ið Landsverk- frøðingiurin mælir til, at lata Byggitek, var tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum fleiri upplýsingar fyri at kunna taka støðu til tilmæl- ið. – Landsverkfrðingurin hevði nevniliga ikki útvega teir neyðugu upplýsingar- nar. Sostatt mugu vit stað- festa, at ráðgevingin frá teimum var ikki nøktandi. –Tí gjørdu vit av at fara bæði til byggifelagið við lægsta og næstlægsta til- boðnum fyri at útvega okk- um teir upplýsingarnar, sum ráðgevarin skuldi havt út- vegað okkum. Klæmint Weihe vísir eis- ini aftur pástandinum frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið. – Tað er ikki rætt, Lands- byggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverk- frøðingurin, sum hevur gjørt tilmælið. Onki politiskt trýst Hann sigur, at síðani byrjað varð uppá hesa verkætlan- ina, hevur vágatunnilin ong- antíð havt samband við pol- itiska valdið og hevur ong- antíð merkt nakra politiska uppílegging. – Og vit hava heldur ongi politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumb- ul burturúr hesi útbjóðing- ini, sigur Klæmint Veihe. Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fund- urin kann í fyrsta lagi ikki vera fyrrenn í næstu viku, tí hesa vikuna er stjórin fyri P/F Vágatunnilin burtur- staddur. Ætlandi skuldi fundurin við Byggitek longu havt verið fríggjadagin, men hann var av ongum, tí Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe. Heldur tú, at tann fund- urin fer at broyta nakað? –Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki hava havt áðrenn og sum gera, at fortreytirnar broytast. – Enn er onki er komið fram, sum hevur broytt støðuna, sigur Klæmint Weihe. Hann heldur eisini, at Landsverkfrøðingurin bæði hevur brotið tagnarskyldina og hevur verið eina vánaligur ráðgevari – Ráðgevingin hjá Landsverkfrøðinginum hevur ikki verið ikki nóg góð, sigur Klæmint Weihe, formaður í nevndini fyri P/F Vágatunnilin