Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 Sosialurin Neli Heldarskarð, praktikantur Tórður Dam gongur í 9.A. í Skúlanum á Argjahamri. Hví valdi tú Sound Check? – Tí at mær dámar tónleik sera væl. Og eg haldi, at tað er lær­uríkt at fara í ein tón­leik­ a­hand­il. Eg dugi ikki serliga nógv inn­an fyri tað tekniska. Eg rokni við, at eg fari at læra nógv, meðan eg eri her. Hvat gert tú? – Eg ruddi og seti ting upp á pláss. Í dag hava vit m. a. sett tvey klaver saman. Eg havi eisini spælt nógv við gitt­ara, tá eg ikki havi havt so nógv at gera. Hvat dámar tær at vera hjá Sound Check? – Mær dámar tað sera væl. Hevði tú kunnað hugs­ að tær at arbeitt her í fram­ tíðini? – Ja, tað hevði eg væl kunnað hugsað mær. Starvslæra Vinnudaagur Í 2005 gjørdist Høvdavirkið í Leirvík Ársins Virki... Seinasta freist at tekna seg í dag Nýggj heima­ síða Geza Turi heldur fram hjá Víkingi Tórður roynir seg í Sound Check starvslæra 15 ára gamli Tórður Dam Jac­ob­sen er í starvslæru hjá Sound Check komandi tvær vikurnar Geza Turi verður eisini mál­maður hjá Víkingi í 2012. Hann hevur skrivað und­ir sátt­mála fyri komandi ár, og tað fegnast tey í Víkingi um. Víkingur skrivar á heimasíðuni, at Geza Turi hevur hetta kapp­ing­a­r­ár­ ið ver­ið ein trygg­ur aftasti skansi og hev­ur verið sera støð­ugur. Uttan at siga ov nógv hevur Geza verið ein av bestu málmonnunum í ár, fyri ikki at siga tann besti. – Vit í Víkingi gleða okkum at síggja Geza halda fram í sama stíli komandi kappingarár, skrivar Víkingur. Business-line fingið nýggja heimasíðu V i n n u p o r t a l u r i n Business-line hevur fing­ið nýggja heim­a­ síðu. Seinastu 10 árini hev­ur Business-line ver­ið høv­uðs­veitari av rokn­skapar- og virk­is­ upp­lýs­ing­um um før­ oysk­ar fyritøkur. Við nýggju heim­a­ síð­uni víðkar Business- line sínar tænastur, so lætt­ari verður at fylgja gongd­ini í før­ oysku vinnuni, m. a. við dagligum skrá­set­ ing­um av broytingum innan nevnd, stjórn, vm. Ein nýggjur táttur í nýggju heimasíðuni er “sein­astu vinnuvideo”, har nýggjar sjón­banda­ u­pp­tøkur um før­oysk­ ar fyritøkur verða at síggja. Tað er Sendistovan, sam­an við Rógva Siv­ ert­sen, snið­geva í Keyp­ manna­havn ­ið hava stað­ið fyri fram­leiðsl­ uni av nýggju heim­ a­síðuni hjá Business- line, ið er at finna á.bl. fo. vinnudagur Í morgun høvdu 312 fólk teknað seg til árliga vinnudagin í Norðurlandahusinum, fyrilestrahaldarar og onnur koma aftrat, so luttakaratalið fr helst at tátta í teimum 400, sum Vinnuhúsið væntaði. Freistin at tekna seg til vinnudagin er úti í dag. Vinnudagin er fyrst og fremst ætlaður føroyskum vinnulívsfólkum og fólki við tilknýti til føroyska vinnu. Har verða fyrilestrar, orðaskifti og avdúkingii av Ársins Virki og Ársins Átaki.  Á skránni eru  fyrilestrar við Deiric McCann frá Profiles International, Sigvald Rist, stjóra í Lofotprodukt og føroysku Juannu Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og adjunktur á Handelshögskolan i Stockholm. Kjakið verður undir heitinum “Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag”, og til at kjakast um hetta evni hevur Vinnuhúsið fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum,  Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóra í Supply Service. Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry. fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900. Liðug við uppstilling Eysturoyar Javnaðarfelag lið­ugt við uppstillingina Eyst­ur­oyar Javnarfelag eru liðugt við upp­still­ing­in­a. Valevnini hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num í Eysturoynni eru: Sofus D. Jo­hann­e­sen, Gjógv, Artur Jo­han­sen, Strend­ur , Sunn­eva Mohr, Lamba, Wen­ zel Ol­sen, Toft­ir, Sigga Óla­ dót­tir ­Jo­en­sen, Fugl­a­fjørð­ ur  og Hans Mourits Fold­bo, Norðragøta.