Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 12 Sosialurin Snorri Brend Kolbeinagjógv: Í góðveðri­ num hósdagin í farnu viku var Jónhard í ferð við at klæða eini av uttastu set­hús­ unum í lítlu bygdini, hinu­ megin heimbygd hansara. Hann var tá komin so mikið langt, at ein endi sást á hesum arbeiðinum. – Ja, nú er ikki nógv eftir. Tað manglar bara at avslutta tað seinasta við úthanginum og okkurt aftrat. Og so kann eg fara í holt við tað næsta arbeiðið, greiðir Jónhard frá. Næsta arbeiðsstaðið var kortini ikki so øgiliga langt hagani. Hann skuldi í roynd og veru bert flyta amboðini nakrar fáar metrar longur norður, til næstu sethúsini í Kolbeinagjógv. – Har skal eg faktiskt gera nøkulunda tað sama sum eg havi gjørt her. Eg vænti, at eg verði liðugur her í hesi vikuni. Men Jónhardi nýtist ikki at ganga fyri einki leingi, tí hann hevur eitt arbeiði ið bíðar honum. Her er talan um eitt størri arbeiði í einum húsum, ið treingja til onkrar neyðugar umvælingar uttanveggja. – So tú sært, her er nokk at gera! snorri@sosialurin.fo Tú vinnur við at tapa Tvey eins arbeiði í somu bygd Havnafólk, vágafólk og eysturoyingar fáa nú ein møguleika at sleppa av við nøkur kilo. Skeiðini sum byrjaðu í mai mánaði í fjør, verða hildin undir heitinum VTA - Vekt Taps Av­bjóð­ ingin - og hava fleiri føroyingar longu fingið eitt lættari lív og ein betri lívsstíl. Tað serliga við hesum skeiðum er, at ein fær undirvísing í røttum kosthaldi og lívsstíli. Samstundis kappast ein við hini um, hvør lætnar mest og minkar mest í ummáli. Higartil eru hildin seks slík skeið, ið hvørt varir í 10 vikur. Er áhugi fyri tí, verða tey hildin í Havn, Vágum og í Eyst­ uroynni. Undirvísarar eru Kirs­ t­en Jacobsen, Durita Ja­ cob­sen og Lív Clement­ sen. snorri@sosialurin.fo Hann skuldi í roynd og veru bert flyta amboðini nakrar fáar metrar longur norður, til næstu sethúsini í Kolbeinagjógv VTA byrjaði í USA fyri fimm árum síðani úr SV-røðini "The Biggest Looser". Síðani hevur hugskotið spjatt seg kring allan heimin. Runavík: "Vinnan í føroysku framtíðini" er heitið á ráðstevnuni Faroexpo, sum byrjar 26. oktober í Løkshøll. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Fuglafjørður: Kristina T. Larsen á Kvinnulistanum er í farloyvi úr býráðnum. Varalimurin, Gudny Vang (myndin) er nú í hennara staði. Trongisvágur: Seinasta freist at bjóða uppá arbeiðið at grava út fyri nýggja stadionøkinum "Suðuroyar Ítróttardepil", er fríggjadagin. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Klaksvík: Kvøld/ung­dóms­skúlin og Listaskúlin hava nú lagt til brots við áhugaverdari skrá. Undirvíst verður eisini á Kalsoynni. TIMBUR – Eg arbeiði bara fyri meg sjálvan, og tí havi eg fyri tað mesta átikið mær smærri arbeiðir, sigur strandingurin, Jónhard Johansen í fyritøkuni J.J.Smíð. - Eg fái eisini av og á onkur størri arbeiði. Tá má eg viðhvørt fáa hjálp frá familju og øðrum at halda í, meðan eg smíði. Men tað plagar eisini at ganga fínt. AMBOÐ - Hevur ein røttu amboðini, so kemur ein langt, sigur timburmaðurin, Jónhard Johansen av Strondum sum her er til arbeiðis í Kolbeinagjógv Runt Áðrenn Jónhard byrjaði fyri seg sjálvan, hevði hann arbeitt 15 ár sum umsjónarmaður hjá Sjóvar kommunu. – Eg hevði eitt sera fjøl­broytt arbeiði. Her fekst eg bæði við vatnið, var kaifúti, pedellaðist og var eisini knýttur at sløkkiliðinum og mangt annað. – Jú, man kom av sonnum runt í kommununi, sigur hann við einum brosi. kring landið