Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 Sosialurin Klaksvík: Nú er tað púra vist, at KÍ spælir í 1. deild hjá monnum komandi kapp­ ingarár. Í Voda­fone-deild­ini er KÍ við í stríðnum í botn­ inum, har tað ræður um at sleppa und­an niðurflyting til 1. deild, men í 2. deild hevur KÍ verið suverent í hesum kappingarárinum. Næstbesta liðið hjá KÍ hevur vunnið 2. deild við átta stigum frammanfyri næstfremsta liðið, og tí hevur KÍ vunnið gull og er flutt upp í 1. deild. Kappingin í 2. deild endaði um vikuskiftið, og KÍ spældi seinasta dystin ímóti TB í Hvalba. Tað endaði við 4-2 sigri til teir úr Klaksvík, sum fingu steyp og gullmerki handað eftir dystin. B68 endaði næstfremst í 2. deild og flytur somuleiðis upp í 1. deild komandi kapp­ ingarár. snorri@sosialurin.fo KÍ skal í 1. deild Sandavágur: Nú verður farið undir at gera gongugøtuna frá Smæruteigi til Sarpaveg. Tað hevur bygdaráðið í Vága kommunu samtykt. Porkeri: Bygdarráðið samtykti á seinasta fundi at stuðla byggingini av nýggja 10-mannafarinum "Suðringur" við 15.000 krónum. Ferming: Heystið er tíðin við ferm­ingum. Tær fyrstu verða nú sunnu­dagin í Vesturkirkjuni og Fríðrikskirkjuni, á Tvør­ oyri og í Sandavági. Sandur: Í annaðkvøld byrjar eitt skeið fyri tey ið hava mist ein kæran og vilja arbeiða við sorgini. Pláss er fyri 8 luttakarum. Dagstovnurin í Miðvági vann í januar í ár eina altjóða virðisløn í USA, orsakað av serliga byggiháttinum við Quadlock-tilfari. Nú fær nýggi stovnurin navn Miðvágur: Leygardagin verður almenn móttøka í nýggja dagstovninum á Stórutrøð. Henda móttøkan er í samband við, at dag­ stovnurin varð tikin í nýtslu herfyri. Nú verð­ ur høvi hjá fólki at síggja stovnin. Eitt annað minst líka so spennandi punkt, er avdúkingin av navn­in­ um, sum hesin stovn­ urin skal bera í fram­ tíðini. Hetta verður nevni­liga avdúka undir mót­tøkuni, eins og tann nýggja heimasíðan hjá stovn­inum verður latin upp. Móttøkan í nýggja dagstovninum byrjar klokkan 15. snorri@sosialurin.fo GØTA/Leirvík: Er tað nakað sum hevur ser­ merkt bygdarlívið í Eyst­ urkommunu hesi seinastu árini, eru tað øll tey nýggju skipini sum eru komin higar. Tað byrjaði í 2009 tá reiðarí'ið Supply Service í Leirvík tók ímóti frá­ landaskipinum Eldborg. Í fjør kom Tróndur í Gøtu til landið, við heimstaði í Gøtu. Og leygardagin kom triðja skipið til komm­ ununa, nevniliga Sæborg hjá Supply Service. – Tað er ikki hvørjari kommunu beskorið, at kunna taka ímóti trimum nýggjum skipum í so stutta tíð, vísti borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen á, tá Sæborg varð navngivin leyg­ardag. snorri@sosialurin.fo STÁSILIGT Nýggja frálandaskipið Sæborg varð navngivið leygardagin í Havn Mynd: Álvur Haraldsen Tvey ár - trý skip kring landið