Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 14 Sosialurin ­ Snorri Brend Haldórsvík: Tað var tann tíð, tá nógv lív og nógv virk­semi var í Haldórsvík. Her var útróður, arbeiði á fiskavirkinum, handil, skúli og annað ið hoyrir til eina slíka bygd. Soleiðis er ikki longur: Tað er óstøðugt arbeiði á virkinum. Fáir útróðrarbátar eru knýttir at bygdini. Og húsini tømast. Men tað ringasta av øllum er helst tað, at fólkatalið minkar støðugt. Í dag búgva bert 128 fólk í Haldórsvík. So lágt hevur talið ikki verið seinastu 30 - 40 árini. Hinvegin er líkt til, at fólkatalið í bygdini fyri norðan, Tjørnuvík, ikki minkar, men er meiri støð­ ugt. Bæði í grannabygdunum Tjørnuvík, Hósvík og á Norð­ skála standa set­hús í gerð, men altso ikki í hugnaligu bygdini Haldórsvík. – Tað er sjálvandi harmi­ ligt at vera vitni til, at heim­ bygdin stendur í stað og beinleiðis minkar. Tað eru sjálvandi ymiskar frágreið­ ingar um, hví tað er so. – Men tíðin og krøvini í dag eru broytt ómetaliga nógv seinastu árini. Tí er støðan so sum hon er, slær Elsa Andreasen fast. Elsa situr sjálv í Sunda kommunu, og fylgir tí væl við støðuni í heimbygdini og kommunu síni. Ungfólk Í dag er støðan hon, at bæði útbúgvingarstøð og ar­beiðs­ pláss eru á øðrum støð­um. Og her kann Hal­dórs­vík líkasum ikki bjóða tað sama. Støðan og gongdin í sam­ felagnum hevur verið er bara so, at fólk vilja búseta seg í økjum, har arbeiði og tilboð eru. Og hon kann bara staðfesta, at har norðuri eru ikki eins nógv tilboð og aðra­ staðni. – Tað eru fleiri ungfólk eftir í bygdini, men eg veit at tey høvdu ynskt sær, at tað vóru enn fleiri ung her norðuri og fleiri barna­ familjur. Tað hevði sjálvandi eisini verið stuttligari og hevði havt størri trivnað við sær. – Og tá ein so veit, at bygdin er eitt stórt spælipláss øll sum hon, so undrar tað meg, at bygdin ikki veksur, sigur hon hørm á málinum. – Men Haldórsvík fer so ongantíð at doyggja út. Tað vænti eg ikki fer at henda. Livilig bygd hóast hon minkar BYGDAMENNING – Her er sjálvandi ikki sama virksemið nú, sum fyri nøkrum árum síðani. Men Haldórsvík fer kortini ongatíð at doyggja út, sigur 29 ára gamla Elsa Andreasen um heimbygd sína. Samstundis sum arbeiðsplássini eru fækkað, er fólkatalið minkað. – Hetta er hóast alt, avgjørt ein livilig bygd. FLEIRI UNG – Tað hevði verið meiri hugaligt, um tað vóru enn fleiri ungfólk her í Haldórsvík, sigur 29 ára gamla, Elsa Andreasen. Bygdin hevur staðið í stað, men óhugsandi er ikki at meiri lív kemur í, nú arbeitt verður við at fáa flakavirkið í bygdini í gongd aftur Haldórs­vík fer so ongan­tíð at doyggja út Fluttu út fyri 110 mió meiri Útflutningur: Fyrstu sjey mánaðirnar í ár var útflutningurin 110 mió krónur hægri enn somu mánaðir í fjør. - Sær ein burtur frá skipum, var munurin 72 mió krónur ella 3%, sigur Hag­stovan. Víst verður á, at alivinnan hevur útflutt munandi meir av alifiski seinastu árini, og í ár er vøksturin meir enn eina kvart milliard krónur. Tað er ein vøkst­ ur uppá 34% í virði og 30% í nøgd. Meðan ein stórur vøkstur er í útflutninginum av ali­ fiski, er minking í ser­ liga tveimum bólkum - botnfiskinum og fiska­ úr­dráttum. snorri@sosialurin.fo Familjan hittist til skrúvu­ gudstænastu Hoyvík: Nú er heldur long tíð gingin, síð­ ani seinasta skrúvu­ guds­tænastan var í Hoy­víkar kirkju, men nú verður hesin væl um­tókti hátturin at hava gudstænastur tik­in uppaftur. Í kvøld klokkan 17:30 verður aftur skrúvu­guds­tæn­ asta í kirkjuni. Her er tal­an um eina stutta og barnavinarliga guds­ tæn­astu við presti og løtt­um sangum. Síðani verð­ur farið niður í kjall­aran, har ein góð­ur biti er á skránni. Hes­ ar skrúvuguds­tæn­ast­ urnar hava verið sera væl umtóktar, tær ferð­ irnar tær vóru hildnar í fjør. Upp í 250 børn, foreldur, ommur og abbar hava verið til hes­ ar barnavinarligu gud­s­ tæn­asturnar. snorri@sosialurin.fo Alt ger mun Innsavning: Leygardag­ in fer Reyði Krossur Før­oya undir eitt stórt til­tak at savna inn pen­ ing til arbeiðið sítt úti og heima. Henda lands­ innsavningin verð­ur gjørd kring alt landið í tíðar­skeiðnum millum klokkan 11 og 15. Reyði Krossur Føroya hevur higartil savnað inn 690.000 krónur til hung­ urs- og turka­van­lukkuna í Eystur­afrika. snorri@sosialurin.fo