Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 Sosialurin Lagt til rættis: Árni Joensen Læknalesandi vilja ikki taka fostur Ein kanning millum læknalesandi í Noregi vísir, at nógv tey flestu taka undir við, at kvinn­ ur skulu hava rætt til at taka avgerð um fostur­­tøku. Tað halda 87,5 prosent av teimum lesandi. Men samstundis vísir kanningin, at 27 prosent av teimum kom­ andi læknunum fara at bera seg undan at fremja fosturtøku í verki. Tey, sum hava gjørt kanningina, vísa tó á, at minni enn so øll tey spurdu svaraðu, og tí er úrslitið neyvan heilt beint. Ikki óvæntað eru tað fleiri kvinnur enn menn millum tey læknalesandi, sum halda tað vera í lagi, at kvinnur hava sjálvavgerðarrætt, tá tað snýr seg um fosturtøku. Kanningin vísir eisini, at tey flestu lesandi hava somu áskoðan um fosturtøku, tá tey eru liðug at lesa, sum tá tey byrjaðu. Kortini siga góð 12 prosent, at tey eru vorðin meiri frælslynt, hvat fosturtóku viðvíkir, men knappliga 11 prosent siga tað øvugta, skrivar Aftenposten. Íslendingar nýtt verjuskip Íslendska sjóverjan fær nú eitt nýtt skip. Tað er bygt á Asmar- skipa­smiðjuni í Kili og varð latið íslendingum í síðstu viku. Arbeiðið at byggja skipið byrjaði í 2007, men bleiv seink­ að, tí skipa­smiðjan fekk stóran skaða av jarð­ skjálvta og flóðaldu í februar í fjør. Nýggja skipið er nú á veg til Íslands og kemur eftir ætlan­ini á Reykjavík tann 27. oktober. List til almenna bygging Meirilutin í grønlendska Landstinginum tekur undir við einum upp­skoti, sum sigur, at tá tað al­ menna byggir bygn­­­­ingar, skal eitt pro­­­sent av byggi­­ kostn­aði­­n­um brúk­­ast til at list­­prýða bygn­ing­ar­nar. Upp­­skotið kom frá Jane Peter­­sen, ting­kvinnu hjá IA, og hennara flokkur og Demo­­krat­arnir taka undir við tí og tryggja tí meiriluta. Tað upprunaliga upp­ skotið er kortini broytt, so nú umfatar tað bara byggiverkætlanir, sum fara upp um 25 milliónir krónur. Tað ber í sær, at kostar tað eit nú 26 milli­ ónir krónur at byggja ein skúla, skulu 260.000 krónur setast av til list. Tankin um at brúka pengar til at listprýða al­ mennar bygningar fyri er ikki nýggj­ur í Grøn­landi. Hetta sama málið var í tingi­num fyri fýra ár­um síðani, skrivar KNR. Talið er ikki tikið úr leysum lofti, men byggir á eina nágreiniliga kanning, sum felagið Dansk Industri hevur gjørt. Í kanningini hevur felag­ið spurt virkisleiðarar, hvat teir vænta sær av sein­­asta ársfjórðingi, og tveir av trimum svara, at teir vænta minkandi virk­ semi teir næstu tríggjar mán­aðir­­nar. Um­roknað til arbeiðs­­­pláss merkir dapur­ skygn­ið, at 7.000 fólk fáa upp­ sagn­­arbræv innan árslok, og altjóða búskap­ar­kreppan er orsøkin. -Kreppan ger, at fyritøk­ ur­nar selja ikki so nógv, sum tær høvdu roknað við - hvørki í Danmark ella uttan­ lands, og tí fellur virksemið, sigur Karsten Dybvad, stjóri í Dansk Industri, við TV2. Hann sigur, at síðani kreppan var í hæddini tíðliga í fjør, hava tær donsku virkisleiðslurnar ongantíð havt so ringa vón um framtíðina sum nú. 175.000 arbeiðspláss eru farin í teirri privatu vinnuni, og nú fara fleiri afturat. Hesaferð eru tað byggivinnan, maskinídnaðurin, flutningur og heilsøluvirksemi, sum standa fyri skotum. Í Dansk Industri hevur tey í hvussu er eitt uppskot um, hvat er til ráða at taka. -Vit skulu lætta skatta­ trýstið hjá bæði einstakling­ um og vinnuni, sigur Karsten Dybvad. Nógvar uppsagnir ávegis í Danmark Framtíðarútlitini í donsku vinnuni eru so døpur, at í ídnaðarfelagnum vænta tey, at innan árslok fara 7.000 fólk at missa arbeiðið Eisini skotar kanna sær Rockall Kanningar, sum skotsk vísindafólk hava gjørt í summar, hava avdúkað mangt og hvat forvitnisligt á havbotninum kring Rockall, men kanningarnar høvdu eisini eitt politiskt mál Við nútímans tøkni sóu tey skotsku vísindafólkini tað, sum tey kalla eitt sera hug­ tak­­andi landslag við djúpum gjáum, sprungum og rivum. Fisk­urin, sum helt til har, var heldur ikki av teimum van­ligu sløgunum, men risa­ stórir állar og aðrir djúpvatns­ fisk­ar. Men enda­málið við kann­ing­unum var ikki bara at kanna landslagið á botni og lívið har. -Við hesum kanningunum hava vit enn eina ferð stað­ fest, at Skotland hevur ognar­ rætt til Rockall, sigur skotski fiskimála- og umhvørvis­ mála­­ráð­harrin, Richard Lock­ head, við norðurírska blaðið Belfast Telegraph. -Upp ígjøgnum tíðina hev­ ur Rock­all verið altjóða kjak­ evni, og tí er tað frálíkt, at Skot­land aftur hevur stað­fest sín ognar­rætt til økið, sigur Richard Lock­head við blaðið. Skotska blaðið Herald skrivar, at vísinda­fólk hjá skot­sku havrannsóknar­ stov­­uni og náttúruvísinda­ stovni­­num hava verið á Rockall-leiðini í summar við rann­sókn­arskipinum Scotia og kanna havbotnin og vist­ frøðina. Niðurstøða teirra er, at Rockall og Helen's Reef eru teir hægstu tindarnir í einari fjallarøð á botninum. Føroyar, Ísland, Bretland og Írland siga seg øll hava rætt til økið við Rockall og hava latið ST grundgevingar fyri kravinum.