mikudagur 28. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
16
Sosialurin
Tøkk av Selatrað
Túsund tøkk til øll, sum vóru við til at bjarga áunum
og hjálpa okkum á Selatrað við átakinum. Ongin
nevndur, ongin gloymdur.
Vinarligar heilsanir av Selatrað
Jákup Weihe
Nøvn
25 ára starvsdagur
1. august 2011 hevði Anders Nedergaard-Hansen arbeitt
í 25 ár hjá SEV. Fýra tey fyrstu árini sum verkmeistari
á Fossáverkinum í Vestmanna. Síðani 1990 hevur hann
starvast á Framleiðsludeildini hjá SEV í Tórshavn, har
hann varð settur sum leiðari fyri deildina fyri 3½ ári
síðani.
Á mikkjalsmessu, hósdagin
29. september, verður ein
av virknastu listamálarum
okkara hálvt hundrað ár.
Talan er um Øssur Mohr í
Fuglafirði. Hann vaks upp á
Krossinum, sonur Poulu og
Jákup Mohr og yngstur av
trimum brøðrum. Hinir eru
Hans og Poul Jákup.
Eftir lokna skúlagongd
lærdi Øssur til elektro
mekanikara
hjá
Jostein
Petersen í Fuglafirði, og tá
ið hann var avlærdur, fór
Øssur at arbeiða hjá pf. Esm
ar Simonsen, har hann í 17 ár
m. a. seldi billutir.
Frítíðarítrivið var í mong
ár fótbólturin. Øssur var ein
av hollastu dómarunum, og
hann var í fleiri ár við til at
bera ábyrgdina av at seta
dómarar. Í 1989 fór hann
í kvøldskúla í Runavík at
læra at mála hjá Jóannesi S.
Hansen, og tað festi rættuliga
í. Øssur slepti dømingini.
Pensilin og løriftið fóru við
stórum parti av frítíðini. Í
2000 gjørdi hann av at siga
starvið í handilsvinnuni frá
sær og at brúka alla sína tíð
at mála í, og tað hevur hann
burturav fingist við seinastu
ellivu árini.
Fyrsta ferðin, Øssur lut
tók í framsýning, var á Ólav
søku í 1991, og trý ár seinni
var hann fyrstu ferð við á
sensoreraðari framsýning í
Keypmannahavn.
Tey fyrstu árini vóru
motivini úr heimbygdini
– hús og fólk og ikki minst
Leirvíksfjall. Íblásturin er
framvegis
úr
Fuglafirði,
men so við og við er hetta
meiri vorðið ein lopfjøl í
menningini inn í spæl við
ljósi og litum, sum verða
fangað í einum nú ella í
glottum. Glottin er heitið á
bókini við verkum hjá Øssuri
Mohr, sum Listasavn Føroya
gav út í 2004, og sum Frits
Johannesen og Alexander
Kristiansen hava ríkað við
teksti.
Øssur málar heima við
hús í Fuglafirði. Hann er
arbeiðssamur og miðvísur
og gongur ikki og bíðar eftir
íblástrinum. Tá ið hann fyri
sjey árum síðani einsamallur
sýndi fram í høvuðsstaðnum
vóru atfinningarnar nógvar
frá elituni, og tað kundi
kanska hugsast, at tað kend
ist lítið hugaligt hjá fram
sýnaranum, men hetta hev
ur ikki órógvað Øssur.
Hvørja ferð framsýning
letur upp, so havi eg kensluna
av at vera til próvtøku, segði
Øssur Mohr í samrøðu við
Sosialin fyri nøkrum árum
síðani. Týdningarmiklastu
próvdómararnir
eru
tey,
sum møta upp og eru áhug
að í at skoða og ogna sær
listarverkini. Tey hava verið
mong, bæði heima á landi,
og tá ið Øssur hevur sýnt
fram uttanlands. Umframt
í Danmark, har hann ofta
hevur sýnt fram í Keyp
mannahavn, á Sjællandi,
Fyn og í Jyllandi, so hevur
Øssur havt framsýningar í
Fraklandi, Hollandi, Týsk
landi, Polen, Íslandi, Noregi
og Eysturríki. Millum prýðis
uppgávurnar, sum Øssur
hevur staðið fyri, eru A. P.
Møller í Keypmannahavn,
Sygesikringen
Danmark,
Reyni Service og Trygging
arfelagið Føroyar.
50 ára føðingardagin fer
Øssur Mohr aftur til próv
tøku skilt á tann hátt, at
hann í morgin letur upp
framsýning
í
Ribarhúsi.
Klokkan 17 verður opið hús
á Muntra, og klokkan 20
verður fernisering. Tá fara
Elisabeth D. Eldevig og Helgi
Fossádal at siga nøkur orð,
og tónleikinum fara Andrea
Heindriksdóttir og Jógvan
Zachariasen at syrgja fyri.
Øssur Mohr er giftur Ing
vør, sum er ættað úr Syðru
gøtu. Børnini eru Jákup,
Pauli og Poula, sum øll hava
gjørt um seg í fremstu røð í
føroyskari svimjing.
J
Øssur Mohr 50 ár
Hósdag 29. september
Høsnarungabringa / Hakkibúff
Fríggjadag 30. september
Stoktur medistari / Rivjasteik
Leygardagur 1. oktober
Rullusteik
Mánadagur 3. oktober
Kókað neytakjøt / Fiskafrikadellur
Týsdag 4. oktober
Gjørd hara / Grýturættur
Mikudag 5. oktober
Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur
Sosialurin 341800
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
www.ebenezer.fo
EbEnEzEr