mikudagur 28. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
Sosialurin
Tíðargrein
Henry Mellemgaard
H
enda gongd kann ikki halda
áfram, og tí er neyðugt at
fáa samsvar millum inntøkur og
útreiðslur sum skjótast. Tað er illa
dámt millum borgararnar at skerja
raksturin, men givið er, at um
inntøkurnar ikki hækka munandi,
so verður neyðugt við strongum
tiltøkum seinni.
Áleið 70% av inntøkum lands
kassans koma frá persónsskatti og
meirvirðisgjaldi, men av tí at hesir
satsir eru millum teir hægstu í
heiminum, og meinigi føroyingurin
hevur tað tungt fíggjarliga, er ikki
sannlíkt, at politisk undirtøka fæst
fyri at hækka skatta- og avgjalds
trýstið fyri at fáa fleiri inntøkur.
Spurningurin er, um til ber hjá
landinum at bjóða borgarunum
verandi tænastur við at útvega
fleiri
inntøkur
og
samstundis
kunna minka hallið í landskassa
roknskapinum, uttan at hetta skal
raka vanliga løntakaran.
Løntakarar rinda áleið helvtini
av lønini í skatt. Upphæddin verður
avroknað við myndugleikarnar, so
hvørt lønin verður goldin á kontuna,
men tað eru aðrir samfelagsbólkar,
ið sleppa lættari. Sum dømi um
hetta kunnu vit nevna skatting
av kapitalvinningi og løntakarar,
sum flyta forvunnar upphæddir í
persónlig partafeløg.
Kapitalvinningsskattur
Verandi lóg um skatting av kapi
talvinningi loyvir partaeigarum
at fáa pening úr feløgum uttan at
at rinda vinningsbýtisskatt. Í juni
hoyrdist um skattamál, sum Taks
tapti í Føroya Rætti. Her metti
Taks, at partaeigarar høvdu fingið
góðar 150 mió. kr. úr einum felag, og
at hesir tí skuldu gjalda 53 mió. kr.
í landskassan, men Føroya Rættur
gav partaeigarunum viðhald í, at
upphæddin var skattafrí. Vit hava
eisini hoyrt um aðra fyritøku, sum
varð seld fyri 1,2 mia. kr., og um
partabrøvini lúka ávísar treytir í
skattalógini, so er vinningurin av
søluni skattafríur. Hetta er bara
toppurin av ísfjallinum, tí tað er
hópur av feløgum, sum verða seld
til holdingfeløg og onnur verða
likviderað, uttan at skattur verður
goldin. Áðrenn hetta verður gjørt,
hava partaeigararnir uppskrivað
ognirnar
til
handilsvirðið
og
kapitaliserað framtíðarinntøkurnar
og innroknað goodwill fyri á tann
hátt fáa sum mest burturúr.
Myndugleikarnir hava fingið
uppgerðirnar pr. 31. desember 2006,
sum siga, hvussu stór virði kunnu
takast út skattafrítt á henda hátt.
Talan er um ómetaliga stórar
upphæddir.
Eigarar kunnu eisini fáa pening
út skattafrítt við at selja partabrøv
til egið holdingfelag. Um felagið ikki
megnar at gjalda partaeigaranum
peningin beinanvegin, so verður
millumrokning stovnað við felagið,
sum partaeigarar síðani kunnu
heva skattafrítt, so hvørt feløgini
hava avlop.
Partaeigarar kunnu sostatt fáa
pening skattafrítt úr feløgum við
at selja tey til onnur feløg, sum teir
sjálvir eiga, og á tann hátt varðveita
hesir ræðið á fyritøkunum og reka
tær víðari, sum um einki er hent.
Partaeigarar, sum fylgja andanum
í lógini og heva sær vinningsbýti á
vanligan hátt, skulu hinvegin rinda
kapitalvinningsskatt.
Persónlig partafeløg
og lønarinntøka
Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu
løntakarar at stovna feløg, hvørs
endamál er at eiga partabrøv í fyri
tøkum, sum teir sjálvir arbeiða hjá
og annars hava munandi ávirkan
á gjøgnum eigaraskap og parta
eigaraavtalur. Áður fingu hesir
løn goldna sum aðrir løntakarar
og rindaðu ca. 50% av lønini í
skatt. Persónar, sum vóru eigarar
í t.d. íognarfeløgum vóru skattaðir
av avlopinum, og varð upphæddin
roknað sum vanlig persónlig skatt
skyldug inntøka. Við at stovna egið
partafelag kunnu somu persónar
nú flyta lønina í nýggja felagið og
harvið rinda 20% í skatt í staðin
fyri 50%.
Tað eru serliga vællønt, sum nýta
henda hátt at flyta pening í egin
partafeløg. Um persónur forvinnur
1 mió. kr., so skal hann rinda 50% í
skatt, men við partafelagsháttinum
sleppur viðkomandi her og nú
undan at rinda 30% av 1 mió. kr.
ella kr. 300.000 í skatti. Partaeigarin
ræður suverent yvir hesum kr.
300.000, sum felagið hevur fingið
rentufrítt
í
skattakreditti
frá
landinum. Hann ger sjálvur av,
hvussu nógv skal verða goldið út
sum løn ella vinningsbýti. Parta
eigarin kann eisini velja at brúka
uppsparda peningin í felagnum til
sethús, summarhús, frítíðarbát,
bil, íløgur í partabrøv. Hann kann
eisini bíða við at heva peningin til
pensjónsaldur. Annars verða krøv
sett til partafeløg, at tey skulu
hava vinnuligt virksemi fyri at
tey skattliga kunnu góðkennast
sum vinnurekandi. Higartil hava
partafeløg verið tengd at vinnu
fyritøkum, sum fáast við sjóvinnu,
handil, handverk og aðrar tænastur,
og sum hava ávísan váða, men tað
sum eyðkennir hesi nýstovnaðu
feløgini er, at tey so at siga einki
virksemi hava. Tey hava onga
umsiting, eingi vinnutól, lýsa ikki í
bløðunum og hava bert fá inngjøld.
Ofta er einasta inntøka vinningsbýti
frá dóttur- ella íognarfelagnum
– tvs. ein fakturi um árið.
Hvat siga myndugleikarnir
Politisku flokkarnir hava vøkur
orð í stevnuskráunum, har reyði
tráðurin er rættartrygd, rættvísi,
samhaldsfesti og breiðastu herð
arnar skulu bera tyngstu byrðurnar,
men tekin eru um, at flokkarnir
stundum hava ilt við at liva upp til
endamálsorðingarnar.
Reglurnar
um
skatting
av
kapitalvinningi og persónligum
partafeløgum eru órættvísar og
ósolidariskar.
Harafturat
hava
skiftisreglurnar í kapitalvinnigs
skattalógini óhepnar avleiðingar
fyri vinnulívið, tí partaeigarar
skunda sær at heva pengarnar úr
feløgunum, meðan høvi býðst, og
á henda hátt verður vinnulívið og
føroyska samfelagið verri fyri enn
annars. Hetta hendir, samstundis
sum landskassin hevur milliardir í
halli, og lítið røkist fyri, at javnvág
verður í nærmastu framtíð. Higar
til hava politikarar tosað um at
fáa fleiri inntøkur við eitt nú at
broyta skattingina av sjófólki og
handverkarum, men hví ikki hyggja
eftir øðrum møguleikum – t.d. kapit
alviningsskattalógini og skatting av
persónligum feløgum. Vit tosa um
stórar upphæddir, sum verða fluttar
frá vinnuni til partaeigarar, og tá
løntakarar skulu rinda helvtina av
lønuni í skatt, so kann ein spyrja,
um tað ikki er rímiligt, at tey, sum
fáa milliónir á kontuna, eisini skulu
rinda í landskassan.
Landskassaroknskapurin hong
ur ikki saman og fyri at minka
hallið slepst valla undan munandi
skattahækkingum og sparingum,
og tá verður tað aftur tann vanligi
borgarin, sum verður harðast raktur.
Tí er at undast, at eingin – hvørki
løgting, myndugleikar, stovnar, fak
feløg, fjølmiðlar – setur fokus á hesi
mál, sum flestu munnu tykjast vera
órættvís. Sova myndugleikarnir
í tímanum, ella er tað tilætlað, at
partaeigarar kunnu fáa pengar
úr feløgum uttan at avrokna við
landskassan. Borgararnir eiga at
krevja, at myndugleikarnir koma
við einari frágreiðing um málið,
og um teir hava ætlanir at broyta
lógirnar, so at tær verða betur í
samsvari við grundreglurnar um
innkrevjing av skatti.
Skattainntøkur – landskassin
Niðanfyri er samandráttur av landskassaroknskapinum fyri árini 2008-2010 og fíggjarætlanini 2011. Tølini
vísa, at inntøkurnar (íroknað ríkisstuðulin 615 mió. kr.) røkka ikki til rakstur av samfelagnum. Verða
íløgurnar tiknar við, er úrslitið hálva mia. kr. í halli hvørt árið og samlaða hallið hesi 4 árini 2,1 mia. kr. Hetta
hendir, hóast inntøkurnar eru góðar, og vit fáa árligan stuðul úr Danmark upp á góðar 600 mió. kr.