mikudagur 28. september 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
18
Sosialurin
Høgni Hoydal
Tað er ein mánaði síðani, at
ein broyting varð samtykt
í ásetingini av fiskidøgum,
sum liður í einum nýggjum og
broyttum fiskivinnupolitikki.
Sambært
Fólkaflokkinum,
Bjørn Kalsø og mongum
øðrum í almenninginum, er
uppá hendan eina mánaðin
hent tað, at fiskivinnan er
farin í skeljasor, og fiski- og
útróðrarmenn
hava
mist
inntøkur og livibreyð.
Hetta er vorðið sum við
vending av veruleikanum.
Tann veruliga støðan er
hendan.
Seinastu mongu árini
undir Fólkaflokkinum og
Bjørn Kalsø á fiskivinnu
málum eru:
Meira enn 1000 arbeiðs
pláss burtur í fiskivinnuni.
Talið av útróðrarbátum
kring landið er minkað í
stórum tali.
Talið av línuskipum er økt
alt ov nógv í bólkinum.
Nøgdirnar og avreiðingar
virðið av botnfiski undir
Føroyum er minkað so nógv,
at síðani 2002/2003 hevur
vinnan 600 mió. krónur
um árið í minni beinleiðis
inntøku. Og hetta er bara í
fyrstahonds avreiðingarvirði.
Um vit hugsa um, hvat virði
samfelagið missir av hes
um, kundi føroyski búskap
urin langt síðani verið sjálv
berandi, um vit bara løgdu
eitt sindur betur til rættis.
Toska- og hýsustovnarnir
eru á søguligum lágmarki.
Skip og bátar eru keypt og
seld ímillum privat fyri at fáa
fatur á fiskirættindum, so at
tann sami flotin, sum í 1994
stóð í einum kapitalvirði
uppá uml. 800 mió. kr., nú
stendur í áleið 2,4 milliardum
- fyri somu skip. Munurin
herímillum eru pengar, sum
eru tiknir úr vinnuni fyri
ókeypis fiskiloyvir.
Stórur partur av heima
flotanum ber seg ikki - bæði
av fiskaloysi, men eisini av
stóra
kapitalkostnaðinum
orsakað av spekulasjónini.
(Og fyri trolarar hevur hækk
andi oljuprísurin havt ovur
stóra ávirkan á raksturin).
Mong skip liggja svina
bundin, tí bankarnir ikki vilja
fíggja meira. Ístaðin liggja
bankarnir og stýra sølu og
keyp av fiskidøgum sum ein
privat sølubúð millum skip
og bátar.
Tey skip og bátar, sum
eru í vinnu, mugu keypa sær
dagar og fiskirættindi frá
øðrum, ið ikki nýta tey.
S t rá m a n n av i r k s e m i
hevur bara vundið uppá seg,
har rætturin at fiska verður
keyptur til útlendsk áhuga
mál gjøgnum føroysk skip.
Kunnu ikki lata
standa til
Tað er hendan alsamt versn
andi støðan, sum Tjóðveldi
hevur brúkt sína orku uppá
at broyta. Til tess at fiski
vinnan kann endurskipa seg
á einum nýggjum og betri
grundarlagi. Til tess at steðga
spekulasjón í fiskiloyvum og
fiskirættindum, sum ikki
skapar nakað veruligt virði,
men oyðileggur rakstrar
grundarlagið. Og til tess at
gera tað liviligt og skapa inn
tøkur hjá teimum, ið dríva
vinnu og vilja menna og
endurnýggja flotan.
Tað er væl skilligt, at broyt
ingar skapa ótryggleika. Og
sjálvandi taka vit sosial og
menniskjalig atlit, tá broyt
ingar skulu fremjast. Vit
lurta eisini og taka í egnan
barm, og gera tillagingar, um
skeivleikar verða framdir.
Broytingarnar
Hvat er so gjørt? Ja, Tjóð
veldið hevur gjørt semjur
við tríggjar aðrar flokkar
um at leggja á annan bógv
í
fiskivinnupolitikkinum.
At
gera
grundleggjandi
broytingar næstu árini í eini
skiftistíð. So at stovnsrøktin
verður í hásæti, og har vit
gera eina skipan, har tað
ber til hjá vinnuni at leggja
til rættis og virka í javnari
kapping, uttan at dúva uppá
politiska vælvild frá lands
stýrismonnum ella skiftandi
meirilutum, sum hvørt ár
liggja og stýra vinnuni niður
í smálutir.
Vit hava gjørt semju um
at friða ungfiskaleiðir og
uppvakstrarøkir hjá smá
fiski. Tær friðingarnar vórðu
settar í kunngerð, og avtalað
er, at tær skulu tillagast í
mun til ta vitan og og tær
royndir um ungfiskaleiðir, ið
eru og verða tøkar.
Vit hava gjørt semju um
eina tillagingartíð til at fáa
stovnsrøktina og veiðitrýstið
á beint eftir 5 árum - og at
gera eina umsitingarætlan,
ið eisini verður góðkend á
altjóða
marknaðinum
og
tískil kann geva besta prís
fyri fiskin.
Niðurskurðurin
í fiskidøgum
Í ár hava vit so samtykt at
minka fiskidagatalið til tess
at minka um veiðitrýstið á
botnfiskastovnarnar. Millum
10 og 20% er minkað í ymsu
bólkunum.
Í allarflestu bólkum er
niðurskurðurin ikki størri
enn
talið
av
óbrúktum
fiskidøgum í farna fiskiári.
Í fleiri bólkum langt ífrá
(Hjá trolbátum í bólki 4T er
niðurskurðurin tó størri, tí
har eru ongir avlopsdagar).
Niðurskurðurin er eisini
minni, enn bæði ICES og
Havstovan mæltu til - júst
tí, at atlit eru tikin til, at
vinnan kann tillaga seg uttan
ov ógvusligar hendingar í
einum.
Tað vil siga, at niðurskurð
urin í fiskidøgum er fyrst
og fremst tikin burturav av
døgum, sum ikki vórðu nýttir
í ymsu bólkunum í fjør.
Men tað merkir ikki, at
tað ikki rakar skip og bátar.
Hvørja ferð fiskidagar verða
minkaðir, rakar tað summi
skip og bátar beinleiðis: Tey,
sum nýta allar sínar dagar, og
ikki minst tey, ið hava keypt
sær dagar frá øðrum sum
grundarlag fyri rakstrinum.
Soleiðis var eisini eisini í fjør
og árini frammanundan, tá
Jacob Vestergaard og Bjørn
Kalsø skóru fiskidagarnar.
Trupulleikin er, at hvørt
fiskifar í hvørjum bólki
verður skorið eins nógv í
fiskidagatali. Niðurskurður
verður divideraður út á hvørt
skip í bólkinum. Og tískil
koma tey, sum dríva síni skip
fult út, at vanta dagar. Tað er
onki nýtt. Soleiðis hevur tað
verið í meira enn 8 ár. Hesi
skip hava so verið noydd at
keypa sær dagar ella loyvir
frá øðrum, sum ikki brúka
tey.
Brúksskylda
Veruliga
støðan
seinastu
mongu árini hevur altso
verið, at "fiskimaðurin skal
út at keypa og betala fyri at
sleppa til arbeiðis" – á privata
marknaðinum.
Til tess at sleppa undan
privatari sølu av fiskirætt
indum og spekulasjón við
tilfeinginum hjá landinum,
hava vit avrátt at seta eina
brúksskylduskipan í verk.
Hon verður skipað so í hes
um fiskiári, at tá 9 mánaðir
eru farnir av fiskiárinum,
verður gjørt upp, hvussu
nógv er brúkt í hvørjum
bólki og hjá hvørjum skipi.
Teir dagar, ið fara at verða til
avlops í hvørjum bólki, verða
so samlaðir inn í eina felags
pulju í hvørjum bólki. Og
seinastu tríggjar mánaðirnar,
kunnu tey skip, sum veru
liga fiska, nýta teir - uttan at
gjalda til nakran annan.
Fyri næstkomandi árini
er skotin upp ein, at um eitt
skip ikki nýtir omanfyri 75-
80% av sínum døgum, so
minkar fiskidagatalið við
einum parti av ónýttu døgu
num. Avlopsdagarnir kunnu
so
antin takast
inn,
um
veiðitrýstið skal minka. Ella
dagarnir kunnu útlutast í
bólkinum, um veiðitrýstið er
í lagi. Ella landið kann bjóða
hesar dagar út fyri gjald, so
teir eru atkomiligir hjá øllum
í bólkinum.
“Kioskin har tú
skalt betala fyri at
fara til arbeiðis?”
Hetta seinasta vita vit, elvir
til stóra mótstøðu. Fleiri
tosa um ”eina kiosk”, har út
róðrarmaðurin skal fara inn
og keypa sær ein pakka av
Niemeyer og nakrar fiskidag
ar, tá hann hevur mett um
veður og streym og likindi.
Til hetta er fyrst at siga, at
útróðrarbátarnir í bólki 5 eru
undantiknir eini skipan við
útboði í øllum uppskotum,
vit hava arbeitt við.
Fyri tað næsta, so er tann
skipanin, vit hava skotið upp,
ein broyting, ið sigur: Heldur
enn at skip og bátar sum í
dag skulu fara út at børsa
og gjalda dýrt fyri dagar frá
øðrum, ið ikki brúka teir. So
skjóta vit upp, at tað er ein
almenn uppslagstalva, sum
vísir, hvørjir dagar eru leysir
í skipanini. Og har øll í tí
bólkinum kunnu liggja fram
við at skaffa sær dagar í eitt
ávíst tíðarskeið fyri ein nógv
bíligari prís, enn tað, sum
gongur fyri seg í dag.
Hetta átti sostatt at verið
eitt munandi
framstig
hjá øllum, ið vilja virka
og
dríva fiskiskap
undir
fiskidagaskipanini.
Lurta eftir atfinningum
Hetta er so okkara boð í
Tjóðveldi uppá eina veruliga
broyting. Vit lurta eftir øllum
atfinningum og hava í fleiri ár
lagt hetta fram lment til tess
at fáa orðaskifti og ráð ella
uppskot um onnur alternativ.
Enn hava vit tíverri ikki sæð
nakað ítøkiligt uppskot frá
flokkum, vinnuni, feløgum
ella einstaklingum um eina
broyting, har vit sleppa und
an politiskari smálutastýring
av vinnuni á hvørjum ári.
Eitt eiga vit í hvussu er at
kunna semjast um: Vit kunnu
ikki bara lata standa til.
Eru fiskivinnan og fiskimaðurin komin
í trupulleikar uppá ein mánaða?
Tjóðveldi vil ganga undan at broyta støðuna í fiskivinnuni, so bæði vinnan, fiskimaðurin
og alt samfelagið kunnu fáa nógv meira burturúr og tryggari kor at virka undir
Valgreinar