Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 Sosialurin Tað er umráðandi, at tey dugnaligu innan tað privata sleppa at yvir­liva, við teirri grund­gev­ing, at tey eru fakliga dugna­lig, og tí at tey megna kapp­ingina! Og ikki tí tey duga so væl at føra lobbyvirksemi. Tað ljóðar so væl, at tað almenna er komið við ein­ um almennum útbjóðing­ arpolitikki, sum skal tryggja, at tað almenna fær sum mest fyri pengarnar. Men er hetta ikki bara á pappírinum!? Privata initiativið ignorerað í átta ár Í praksis hevur ABC sam­ gongan – allir tríggir flokk­ arnir!! ...útmerkað seg við at ignorera tað privata initia­ tivið. Og hava ferð eftir ferð framprovokera mistanka um vinar- og kenningarpolitikk. Sum dømi valdi sam­ gongan, at headhuntað fyri­ tøkur og privatar at taka sær av at seta gongd á: umlegging av skatta­ skipanini hjá Elektron Skálafjarðartunnilin Psykiatriska depilin projektering av skúla­ num í Hovi Ítróttarhøllina á Sandi Trygdarmiðstøðina útbygging av Klaks­ víkar sjúkrahúsið Skansapakkhúsið osfr osfr. alt íløgur, sum fóru í gongd uttan so mikið sum at mæla til úbjóðing, hóast vit vita at onnur á marknaðinum í flestu førum ynskja at bjóða seg fram, og halda seg enntá verða kappingarfør. Um tey eru tað, tað vita vit ikki, fyrr enn tey hava roynt seg í einari úbjóðing. Skuldu hesi tapt ímóti teimum, sum eru head­ huntaði, - jamen so er tað í fínasta lagi, - so er tað reelt nokk. So vita kappingar­ neytarnir, at tey vunnu ikki, tí onnur vóru dugnaligari! • • • • • • • Tað almenna kann vinna pening við útbjóðing Í flestu førum vinnur tú eisini fleiri millíónir við at bjóða út. Fyritøkur, sum vilja hava arbeiði leggja seg í selarnar til tess at fáa projektið undir sínar veingir. Tey royna fyri tað fyrsta at gera tað so gott og professionelt sum gjørligt og har­næst eisini at verða kapp­ingarfør í prísi, - og tað vil nátúr­liga pressa prísin niður! Fíggjarlógin og eykajáttanir Vit sita ár eftir ár í fíggjar­ nevndini og í løgtinginum og royna at fáa nóg nógv av pengum til skúlaverkið, sjúkrahúsverkið, almenna­ verkið, vegir og brýr osfr Men har stendur altíð á at fáa nóg mikið av pengum. Tað skal sparast her og sparast har. Og tá so ABC flokkarnir í átta ár hava mælt til at taka frá einkjum, niðurraðfesta dagtilboð til eldri fólk, taka frá foreldrum sum fáa sam­ sýning vegna børn, sum eru sjúk ella bera brek osfr osfr, so má man standa ógvuliga spyrjandi, hví tað almenna so heldur seg hava ráð at gera almannar nógv dýrari enn neyðugt. Privata initiativið Her ræður um at vísa teim­ um virkisfýsnu á privata markn­aðinum virðing og lata tey kappast á jøvnum føti, í tann tað er møguligt! Tað má eisini verða gjøgnumskygni, so eingin kann seta spurnartekin við, hví ein fyritøka fær eina uppgávu framum eina aðra. Slíkur hugburður stimbrar og eggjar teimum privatu at koyra á. Tað almenna sparir við slíkum politikki í verki fleiri milliónir, og gevur tí almenna tey bestu projekini, og er samstundis við til at virða tað privata initiativið og dugnasemi, sum har er. Tað almenna setir kílar millum tey á privata marknaðinum! Annita á Fríðriksmørk - við fundamenta­list­iskari islamistiskari sosi­alis­mu kontra norðu­r­­lendskum vælferðar­sam­feløg við demokratiskari sosialismu Nógv skal mann hoyra, áðrenn oyruni detta av. Ein fólkafloksmaður viðm. til síðstu grein mína: ábyrgdar­leysur flokkur - at sosialis­man hevur spælt fallit, tí at norðurafrikansku einaræðislondini við funda­ mentalistiskari islamistiskari sosialismu  hanga við reyv­ uni í vatnskorpuni, og fólkið flýggjar norðureftir. Harra mín Guð, hvussu lágt kann støðið blíva?  Í norðurlondum hava javnað­armenn og sosialistar annars saman við øðrum góðum fólkum uppbygt væl­ ferðarsamfeløg, ið eru kend kring allan knøttin og eru fyrimynd hjá mongum. Hetta politiska arbeiði hev­ur alla tíð verið og  verður fram­haldandi mótarbeitt bæði á legalan og illegalan hátt av øllum høgraradikalum polit­ isk­um kreftum herundir eisini hinum føroyska fólka­flokki­ num, og hesar kreftir­nar hava bert havt nakað til yvirs fyri einum av teim­um mongu sløg­ unum av sosialis­­mu, nemliga national­sosialismuni. Annars mugu mong óivað kenna sjónleikin Eras­mus Mon­tanus, har Eras­mus dreg­ur sína logisku feilniður­ støðu, tá hann ´prógvar',   at hann kann gera mammu sína til ein stein. Ein steinur kann ikki flúgva - mamma kann ikki flúgva - ergo  er mamma ein steinur. Okkara heimligi Erasmus­ ar gera  á sama hátt, tá talan er um fundamentalistiska islamistiska sosialismu og norðurlendska demokratiska sosialismu. Keine hexerei, nur behændickeit.  Hesir høgraradikalu vísa annars til kapitalismunnar háborg USA. Har er teirra jarðiska Para­ dís: lágur skattur - øgiligur stættarmunur - nógvir milli­ óningar og milliarderar - men enn fleiri blóðfátøk, ið bert kunnu metta seg av molunum frá ríka mans borðið úr ruskposunum, og sum als ongar møguleikar hava at søkja sær læknahjálp, tá tørvur er til tess, tí peningur er ongin at gjalda við.  Mann ótalið av fríkirkjum og annars religiøsum sektun­ um, ið sveima í og um USA, nakrantíð hava lisið um ríka mannin og Lazarus? Og USA stendur nú á fíggjareggini og kann glíða út av, um Kina ikki gevur teimum eina hjálpandi hond. Er hettar lagnunnar speisemi? Í hvussu er og ikki, so er neyðugt hjá okkum øllum, ið virðismeta væl­ferðar­sam­ felagið, framhald­andi at fast­ halda ein politik við einum menn­iskjansligum andliti har frælsi, javnaður og brøðralag verð­ur fast­hildið sum stevnumið. Men hetta krevur, at ein viðvarandi uppgerð má takast við tey, ið bert stríðast fyri: meg, mítt og míni undir devisuni: vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mær. Dagfinnur Danbjørg Einaræði Málini um broytingar í Húsa­ láns­grunninum hava fingið nógv gjøllig­ari við­­gerð á tingi, enn flestu onn­ur mál, ið eru sam­­tykt. Tá talan er um stórar broyt­ing­ar, ið gagna tí breiðu fjøldini, so verður alt gjørt til rok. Meðan tað er kvirt tá mál, ið eru trýst fram frá bank­um og sterk­­um bólk­ um, verða skrumbl­að ígjøgn­ um á miðj­ari nátt. Málið um Húsaláns­ grunn­­in er eitt hjartamál hjá Tjóð­veldi og fleiri á tingi og í sam­felagnum. Í 7 ár hava vit bíðað eftir tí so­nevnda” bústað­ar­­pakk­anum”, og onki er hent. Tí hava vit sett nógv á fyri endi­liga at fáa eitt gjøgnumbrot. Hetta málið hevur ovur­ stóran týdning fyri alt samfelagið og ta breiðu fjøldina. Tað kann gera tað bílig­ari og livilig­ari hjá øllum í Føroy­um. Fíggingar­ kostn­­aður er ein tann størsti lutur­in, sum tyngir húsar­hald og vinnur, og hetta skapar vant­andi íløgu­ hug og sosialan ójavna. Tað er ikki rætt, tá bank­ ar, tingfólk og fjøl­miðlar gera málið um Húsa­láns­grunnin til eitt dømi um, at mál verða skrumbl­að gjøgn­um tingið og ikki fáa neyðuga viðgerð. Ítøki­lig and­­støðu­­upp­skot um broyting­ar í Húsa­láns­ grunni­num og uppskot um at skipa føroyskan real­ kreditt hava verið til drúgva viðgerð tríggjar ferðir sein­ astu tvey árini. Og síðani á ólav­søku eru tvey ítøki­ lig upp­skot viðgjørd um at víðka heimildirnar hjá Húsa­­láns­­grunninum til at veita fígg­ing til set­hús, leigu­­íbúður, luta­­íbúðir og fólk við serlig­um tørvi. Eitt frá lands­­­stýri­­num og eitt frá Miðflokkinum. Eftir nógva við­gerð, hoyr­­ing­ar og við­merk­ingar í fíggjar­­nevndini kundi stað­ festast, at tað bar ikki til at sameina uppskotini og fáa málið um møgu­leikar fyri bílig­ari sethúsafígging inn sum eitt broytingar­upp­skot í upp­skotið hja lands­­stýri­ num. Tí valdi lands­stýrið av teknisk­um ávum at seta málið fram av nýggjum. Hetta er sjálvandi harmi­ ligt, tí tíðartrýstið veks­ur. Og tað er eisini í lagi at finnast at tí. Men mál­ini hava sanniliga fing­ið nógva og drúgva viðgerð. Tað margháttliga er, at vit seinastu árini hava havt nogv dømir um, at mál eru skrumblað ígjøgnum uppá fáar dagar ella eina nátt, sum als onga veruliga við­ gerð hava fingið a tingi. Og tá hava neyðugar atfinn­ing­ arnar ikki fingið rúmd. Fleiri bankapakkar og knappligar broytingar eru eitt feskt dømi. Smyril-Line málið í 2008 eitt annað. Uttanríkispolitiskar heim­ild­ar­lógir vórðu skumbl­aðar ígjøgnum. Fíggjarlógar­broytingar og eykajáttanir eitt annað, har stórar upphæddir verða fluttar knappliga. Í seinastu viku aftur mál um Smyril-Line og annað. Tað tykist tí sum, at jú sterkari peningaliga áhuga­ mál standa aftanfyri, jú færri eru atfinning­arnar, tá mál koma dettandi knapp­ liga og verða skrumblað ígjøgn­­um. Men í einum máli, sum gagnar tí breiðu fjøld­ini og sum hevur verið verið til drúgv orðaskifti og viðgerð bæði á tingi og í almenninginum, verður alt gjørt til rok. Tað er ikki rímiligt. Høgni Hoydal Húsaláns­ grunnurin hevur fingið drúgva viðgerð Løgtingsvalið 2011