mikudagur 28. september 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
20
Sosialurin
Kjak
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Havn
Jóhan Christiansen eftirlýsir
einum tilmæli um, hvussu vit
fíggja eina útjavningarskipan.
Nú havi eg ikki biðið um
nakra kommunala útjavning,
men eg havi altíð sagt, at eg
havi onki ímóti eini slíkari
skipan, um hon er rættvís.
Eitt slíkt uppskot havi eg
ikki sæð enn, og tað, sum
Jóhan sjálvur skjýtur upp,
at býta skattainntøkurnar
av almennum lønum í Havn
út á allar kommunurnar, er
púrasta burtur úr vón og viti.
Fíggjarliga býtið millum land
og kommunur má fáast uppá
pláss fyrst, áðrenn vit tosa um
útjavning av nøkrum slag.
Tað átti ikki at verið
torført at skilt, at Havnin sum
høvuðsstaður hevur nógvar
fíggjarligar skyldur álagdar,
sum onnur ikki hava. Havnin
lyftir fleiri landsuppgávum.
Ein sannroynd er haraftrat,
at nærum eins nógv fólk og
tað arbeiða hjá Tórshavnar
kommunu, koyra til Havnar
til arbeiðis hvønn dag, men
gjalda
skatt
aðrastaðni.
Summi búgva aðrastaðni,
men eru lønt úr Havn – og
summi búgva enntá í Havn
og gjalda skatt aðrastaðni!
Hetta evindaliga kjakið
um at javna almennu skatta
inntøkurnar út á kommun
urnar hevur fyri mær onki
endamál uttan at polarisera
og sáa split millum høvuðs
staðin og aðrar kommunur.
At seta fólk í miðstaðar
økinum upp móti teimum
í útjaðaranum. Tað tykist
sera bakvent at tosa um javn
ing av skattainntøkum frá
almennum lønum, meðan
mann samstundis sær burtur
frá tí veruleika, at triða hvør
króna, vunnin í Havn, verður
skattað aðrastaðni.
Havnin skal ikki
bløða fyri at hini
skulu mennast
Tað er ein sjálvfylgja, at
Eystur kommuna eins og
aðrar kommunur kring land
ið skulu mennast. Men tað
ræður um at gera tað, sum
ein á staðnum dugir væl og
at fáa sum mest burturúr
teimum góðu førleikunum á
staðnum. Hetta hevur stóran
týdning fyri Føroyar sum
land. Hinvegin, so skal Havnin
ikki bløða fyri at útjaðarin
skal mennast. Prísurin fyri
lokala menning eigur ikki at
vera, at høvuðsstaðurin skal
avmonterast. Tí veruleikin er
hann, at tess meira vit spjaða
tilfeingi og orku, tess veikari
standa vit í kappingini við
tey, sum vilja hava fatur á
okkara góðu fólkum.
Tí haldi eg áhaldandi fast
um, at tað besta vit kunnu
gera, er at gera okkara sam
felag so attraktivt sum til
ber fyri tey, sum búgva her,
eins og fyri tey, sum kunnu
hugsast at búseta seg her.
Høvuðsstaðurin skal tryggja,
at Føroyar kunnu kappast
við býirnar í grannalondun
um um hesar fortreytir – og
soleiðis eisini um tey kom
andi ættarliðini.
Búskapar- og
fólkavøkstur
Tað tykist sum at politikkarar
úr øllum flokkum hava sann
að, at vit mugu hava ein
munandi búskaparvøkstur
og ein veruligan fólkavøkst
ur, skulu vit framhaldandi
mennast
sum
vælferðar
samfelag. Antin vaksa vit
ella minka vit. Her finst
eingin millumvegur, og allar
framrokningar vísa, at vit í
Føroyum um 25-30 ár verða
eini 15-20.000 fólk færri enn
í dag, um vit lata standa til.
Her hjálpir tí einki status quo.
Gera vit onki, kann samfelag
okkara fara fyri bakka – fyrst
spakuliga og síðani skjótt.
Skulu Føroyar yvirliva og
mennast sum land og standa
seg í altjóða kappingini um
vitan og tilfeingi, er neyðugt
at
sleppa
stuttskygdum
ætlanum, sprotnar úr lokal
um ørvitiskapi, sum fyri
samfelagið kosta tað tvífalda
og tvinga okkara ungu fólk
av landinum at nema sær
útbúgving og finna nøktandi
fakligar avbjóðingar. Mín
pástandur er tí, at Føroyar fáa
bert fólkavøkstur, um høvuðs
staðurin stendur sterkur.
Um vit skulu fasthalda og
tiltrekkja ung, virkisfús, væl
útbúgvin og skapandi fólk
við dirvi, so krevst ein sterk
ur høvuðsstaður.
Tað er ikki av tilvild, at
fleiri tungumál hoyrast í
havnargøtum,
vit
ynskja
hetta margfeldið og vit eru
púra samd um, at eitt opið
samfelag við tolsemi skapar
eitt umhvørvi, sum er merkt
av trygd, frælsi og trivnaði,
sum náttúrliga dregur fólk
til sín.
Tí eru vit í holt við at
skapa ein væl skipaðan
høvuðsstað og ein býarplan,
har fjølbroytt tilboð, spenn
andi arkitekturur, ein liv
andi býur og ein kókandi
mentanarpallur er ein heilt
nátúrligur partur av fram
tíðini. Vit gera alternativ
byggiøki til privat sum vinnu.
Vit royna av øllum alvi at
fáa burtur allar bíðilistar
í sambandi við ansing. Vit
royna av øllum alvi at fáa
skipað
skúlaviðurskifti
á
øllum økjum, vit hava ávirkan
á. Vit fremja umhvørvislig
stórarbeiði. So her er ikki
bara talan um visjónir, men
um ítøkilig arbeiði.
Tit sleppa ikki at drena
einasta kraftdepilin
Vit mugu øll ásanna, at
Føroyar eru eitt evarska lítið
land við fáum íbúgvum og
avmarkaðum tilfeingi. Vit
hava ikki ráð til at tosa um
”landspartar”, sjey valdømir,
veikar kommunur og tær
tornhøgu útreiðslurnar, sum
fylgja við hesum. Kappingin
stendur móti útlendskum
høvuðsstaðum. Europeiskum
metropolum. Teir hava so
nógv spennandi og avbjóð
andi at bjóða okkara ungu
og framfýsnu. Longu nú
hótta metropolarnir við at
drena okkara land fyri bestu
kreftirnar.
Einasti veruligi føroyski
kraftdepilin er Havnin! Tað
er ikki fyri at seta niður á
aðrar býir ella onnur økir.
Soleiðis er tað bara. Her er
fólkagrundarlagið, her eru
neyðugu stovnarnir, her eru
spennandi vitanarfyritøkur,
her eru tilboð um trivnað,
og her er orka at gera tað,
sum krevst. Fara vit at drena
Havnina
verður
einasti
kraftdepilin
spakuliga
avmonteraður.
Tá
verður
einasta veruliga føroyska
alternativið til teir spennandi
men hóttandi býirnar niðri á
europeiska meginlandinum
spakuliga kvalt.
Samfelagsliga
høvuðs
endamálið kann ikki vera
at lívga ávísum økjum, men
at vit sum samfelag fáa
best
møguligar
tænastur
fyri minst møguligar skatta
krónur – altso at vit taka sam
felagsbúskaparlig og faklig
atlit. Í einum burðardyggum
regionalpolitikki eigur enda
málið at vera at leggja aftrat
verandi heldur enn at taða
sundur fyri at taða sundur
uttan atlit til dygd fyri
samfelagið alt.
Ein afturvendandi pá
standur er, at útjaðaraøkini
vikna, tí tey gjalda alt ov
nógv til høvuðsstaðarøkið.
Ella tí at Havnin fær ov nógv
ar skattakrónur. Tað er, sum
at hesin pástandur á ein ella
annan hátt heldur lív í runu
kastingini. Pástandurin er
bara ikki sannur og ongar
kanningar
stuðla
hesum
uppáhaldi. Eitt ”argument”
skal vera, at almenn størv
eru fólksins ogn og tí ein
pulja, býtast skal javnt av
desentralt. Tí hava vit einki
ímóti, um býtið er neyðugt
og rættvíst. Men so mugu
vit býta fiskiríkidømið eftir
somu prinsippum. Eg ivist,
um tað kravið hevði verið so
væl móttikið.
Havnin skal ikki bløða fyri
at hini skulu mennast
Aftursvar til Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eystur kommunu
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri
Sambandsflokkin
Vit politikarar eiga at
tora at seta sum politiskt
mál, at vit skulu hava
fólkavøkstur her á landi.
Til tess krevjast umfat
andi langtíðaríløgur og
at vit tora at seta okkum
spurningin: Hvussu skal
høvuðsstaður
okkara
síggja út í 2020?
Tórshavnar
Komm
una og landsins myndug
leikar eiga at standa sam
an og gera íløgur, sum
flyta okkum fram á leið.
Framtíðartrygg jaðar
íløgur, ið geva okkara
landi
og
høvuðsstaði
nakað at bjóða okkara
ungdómi í 2020. Tórs
havn er ein fátækur
metropolur, um vit ikki
megna at byggja eitt
universitet við tilhoyr
andi
kollegiu-íbúðum
hjá
næmingunum
at
búleikast í í lestrartíðini.
Hetta setir so aftur
krøv til stuðulsskipanina
á økinum. Hesar mugu
endurskoðast og tillagast
til eina hóskiliga skipan,
sum ger tað møguligt at
búgva á kollegium. Vit
skulu hava eitt lestrar
umhvørvi í Tórshavn -
ein lestrarbý ella campus
- sum eisini eggjar ung
dómi úr stóru verð at
koma higar at nema sær
kunnleika.
Eru vit kappingarfør
við
grannalondini
á
hesum øki, og okkara
ungdómur fær somu
sømdir og møguleikar
sum onnur, trúgvi eg,
at vit klára at venda
gongdini.
Vit hava ikki ráð til at
standa sum ryssa yvir
deyðum fyli!
Ein langtíðar íløgu
ætlan
er
lykilin
til
framburð og menning.
Vit skulu tora at hava
framtíðarvisjónir,
eitt
nú tora at byggja háhús
í okkara høvuðsstaði,
og harvið geva Havnini
ein ein framtíðardám.
Vit eiga t.d. at stíla eftir
einum altjóða mentanar
húsi,
sum
hevur
umstøður, ið gera, at
vit kunnu bjóða okkum
fram at hýsa framførsl
um hjá stórum musikk
orkestrum,
symfoni
orkestrum o.s.fr.
Vit eiga ein skapandi
ungdóm, sum vit als ikki
hava ráð til at missa av
landinum. Jú størri íløgu
vit gera í ungdómin, tess
meira fær samfelagið
aftur.
Okkara høvuðsstaður,
Tórshavn, og Føroyaland
eiga at taka eitt tak
saman til frama fyri
framtíðini - til frama fyri
okkara ungdóm og til
frama fyri land okkara,
so Føroyaland framhald
andi verður eitt gott og
ríkt land at búgva í.
Universitet
og kollegium
í Havn er eitt
framtíðarkrav
Skulu vit gera okkum vónir
um, at ungdómur okkara
skal støðast í Føroyum, er
eitt av krøvunum, at vit
fáa eitt veruligt lestrarum
hvørvi, tað vil siga universi
tet og rættiligt kollegium