Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 Sosialurin Í sambandi við altjóða eldra­dagin verður ein framsýning av ellis­akførum í niðara parti av Tórsgøtu fríggjadagin 30. sep­tem­ ber. Tað er Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum skip­ar fyri eldradegnum und­ir heitinum ”Virkin og vakin”. Eldradagurin byrjar kl. 10 um morgunin, tá Heðin Morten­sen, borgarstjóri, set­ur dagin, og umboð fyri Eldra­ráð­ið sigur nøkur orð á park­er­ingsøkinum. Aft­an á verð­ur rørsla í á park­er­ings­ øki­num. Frá kl. 11–12 framførir Eyðun Johannesen, leik­ stjóri, brot úr ”Mítt lív sum apukattur” á Gamla Reinsarí. Døgurðasteðgur verð­ur frá kl. 12-13.30, har suppa og okkurt gott omaná verð­ur at fáa í kantinuni í Post­hús­kjallara­num fyri sámiligan kostnað. Tórsgøta verður stongd fyri allari ferðslu frá handli­ num P/F Maria Poulsen og om­an í Vágsbotn, har limir í áhugafelagnum Føroya Ellis­ak­før sýna fram bilar og motor­súkklur frá kl. 13- 16. Oddvør Johansen, rit­ høvund­ur, heldur fyrilestur á Gamla Reinsarí kl. 13.30. Matiné verður í Dómkirjuni kl. 14.15, har Bjarni Bæk, fyrr­verandi dómpróvstur, hevur bønar­hald, Petra Iversen syng­ur, Laila Nielsen spælir blok­k­floytu, og Gudmund Morten­sen spælir urgu og klaver. Livandi ”syngið við” tónleikur verður í Post­ hús­kjallaranum kl. 15.15, har Hilmar Joensen skipar fyri, og øll eru vælkomin at syngja við. Aftan á tað tek­ur Halla Samuelsen, for­kvin­na í sosialu nevnd hjá Tórs­havn­ar kommunu, saman um dagin Í Posthúskjallaranum er café við ókeypis kaffi og te allan dagin, meðan tiltøkini eru. Eisini er ókeypis svimj­ ing í Svimjihøllini allan dagin fyri eldri. Eldradagur við ellisakførum Vinnu- & bilradio á Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo